hósdagur 12. apríl 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 12. apríl 1984
Tøkk til
ungdómin
— sum nú kemur við positivum uppskot-
um og tí hevur uppiborið, at allir politiskir
flokkar taka undir við honum.
Arbeiði til allar hendur, skúling og til-
rættalegging,
soleiðis at
verður stýrd skilagott.
Hetta sigur Atli Dam, formaður javn-
aðarfloksins m.a. í hesum prátinum.
Vit spyrja hann fyrst:
Hvat ætlar javnaðar-
flokkurin at gera fyri at
beta um korini hjá lentak-
arum, um hann kemur út
aftur í Tinganes?
Fyrst og fremst
leggur javnadarflokkurin
dent á. at arbeiði er til
allar hendur. Tað er tann
størsta vanlukka, sum
kann raka eitt samfelag,
at tad ikki er arbeidi til
allar tær hendur, sum vilja
virka.
Tå id tosad verdur um
búskap, so gloymir ein
oftani henda avgerandi
faktorin. Ein tosar um
kapital, framleiðslutól,
rentur, lánimeguleikar
osfr.
Men ein gloymir tann
mest týðandi partin, sum
er arbeiðsorkan. Hon er
tann týdningarmesti part-
urin í einum og hverjum
búskaparmynstri. H on
kann fáa ein búskap á
føtur ella koyra hann um
koll.
Javnaðarflokkurin vil tí
fyrst og fremst leggja alla
orku í at skapa arbeiðs-
pláss og haraftrat eitt
kappingarført vinnulív
Tað eru mong viðurskifti,
sum skulu takast upp til
nýggja viðgerð
Skúling tervar
Vit eiga at leggja stóran
dent á skúling og tilrætta-
legging, soleiðis at fram-
leiðslan verður stýrd skila-
gott. Tað er helst okkara
veikasta lið í letuni. Tað er
ikki tað, at vit ikki hava
dugað at arbeiða, at vit
ikki kunnu gera alt millum
himmal og jerð, men tað er
tí at tað er ov illa fyri-
skipað. Vit eru ikki nóg
skúlaðir til ta teknisku
old, sum vit liva í nú, og
sum vit í uppaftur sterri
mun koma at liva í.
framleiðslan
Ti er tað
týdningarmikið, at
€1s1n1 sera
tey
ungu, sum nú skulu gerast
skattgjaldarar, kunnu
merkja, at tað tey lata til
samfelagshúsarhaldið, fer
til skilagóð endamál.
Ti var tað eisini so posi-
tivt, at umboðini fyri tey
ungu góvust við at tosa
um serfyrimunir til sín og
síni so sum skattligar fyri-
munir, tá tey vóru liðug at
lesa, men at tey ístaðin fór
at tosa um samfelagið, um
heildina. Hvussu tann
meirpeningur, tær 40 mill.
kr. sum nógv hevur verið
tosað um og sum eg meini
eru 25 mill. kr., hvussu
hann skilagott kann nýt-
ast til frama fyri allan
ungdóm. Bæði tann, sum
fær útbúgving og tann,
sum fer beinleiðis út í
vinnulívið.
Við at brúka pening til
arbeiðsskapandi tiltøk.
Møguleikar fyri at seta
bugv, møguleikar at koma
skjótari gjøgnum útbúgv-
ingina, dagstovnar og
annað tílíkt, sum ell ung
kunnu hava fyrimunir av
og ikki bert nekur fá.
Takið undir!
Tá ungdómurin er komin
inn á hesa rásina, tá haldi
eg hann hevur uppiborið,
at allir politiskir flokkar
taka undir við teirra upp-
skotum. Í hvussu so er at
komið teimum á meti í
nógv sterri mun.
Eg sigi ikki, at ein
skuldi havt disponerað
hverja krónu aftur til ein
ávísan árgang, men tað
neyðareggið, sum kom
burtur úr hesaferð frá
samgongusíðu, tað var at
háða tað dygdararbeiði,
sum ungdómurin gjerdi
við at sleppa síni egoistis-
ku egináhugamál.
jan
Vist sveik fólkaflokkurin
Herfyri prógvaði Sosialur-
in, at fólkaflokkurin sveik
tey ungu við nýggju fíggj-
arlógini.
Aftanfyri hetta lá tann
veruleiki, at ungdóms-
felagsskapirnir hevdu
ynskt, at tær meirinntøk-
ur, sum landskassin fer at
fáa við samtíðarskatta-
skipanini frá fyrsta ættar-
liði, ið skal gjalda fullan
skatt fyrsta ár í vinnu,
skuldu játtast til gagns
fyri tey ungu.
Hetta merkti í roynd og
veru, at ungdómsfelags-
skapirnir ynsktu sterri
jåttanir til lestrarstudul
húsalánsgrunn, undirvis-
ingartilfar o.s.fr.
Hesi krøv loyptu tidu-
liga fjáltur á fólkaflokkin.
Hann hevur í seinastuni
fort seg fram sum ung-
dómsins flokkur og hevur
sum slíkur sett Feroya
yngsta olding niður á
fólkating. Og nú skuldi
hesin ungdómsins flokkur
fyrstu ferð roynast í verki.
Hvussu gekk so?
Tað gekk, sum væntað!
Sjálvandi leyp fólkaflokk-
urin frá teimum lyftum,
sum viljamaðurin hevði
givið uttan fyri tinghúsið
fíra tímar frammanundan.
Fólkaflokkurin sópaði
ynskini hjá teimum ungu
av borðinum! Og hann
stóð opinlýst við hesa gerð
sína ta fyrstu vikuna
aftan á, at fíggjarlógin
varð samtykt. Ungdóm-
urin hevði fingið sín ríki-
liga part varð sligið fast
við sjeytummaseymi í
Dagblaðnum av fólka-
flokksins Don Quiote,
O.B. og ditto Sancho
Pancha, O.J.R.
Men nú er longu vent i
holuni. Friggjadag tann
sætta april — ikki fyrsta!
— bakkar fólkaflokkurin
við fullari ferð. >Sjálvandi
skal ungdómurin hava sín
pening aftur — væl at
merkja um tað nú vísir
seg, tá hetta kalendarárið
er úti, at hann hevði
rætt!< Og hetta vil aftur
sambært formannin J.
Sundstein siga, um tað
vísir seg, at inntekurnar
hjá landskassanum verða
hægri enn mett!
Soleiðis roynist fólka-
flokkurin! Eitt í dag og
annað í morgin. Kortini
veit hann alla tíðina, hvat
hann ger. Tað framgongur
týðuliga av málgagni
hansara.
Í hesum máli hevur
hann so gjert tað, at hann
letur tey ungu gjalda einar
35 milliónir ov nógv í
skatti komandi ár. Hetta
merkir, at tað eru nekur,
sum koma at gjalda til-
svarandi minni. Hesi eru
háinntekubólkar og kapi-
talistarnir í fólkaflokk-
inum — alt liðið av speku-
lantum og peningapuk-
arum, sum eru kjarnan í
hesum flokki.
Ungdómurin kann bíða
til nýggjárs, sigur Jógvan
Sundstein. Tað kann hann
saktans siga, tí tá hevur
val verið og Jógvan hevur
onga ábyrgd av nakrari
fíggiarlóg meira.
— Ungdómurin er blá-
oygdur, stendur at lesa í
sama Dagblaði. Kanska er
hann tað og kanska ger
tað ikki so nógv, men man
hann kortini vera so blá-
oygdur, at hann ikki aftan
á ell skarvslop fólka-
flokksins bert hesar sein-
astu fjúrtan dagarnar,
gjegnumskoðar fólka-
flokkin?
J.D.
Hini almennu dómsorð
Jákups yvir tey ríku
Lydia Arge skrivar í
Dagblaðnum nr. 17:
„Enn er Bíblian her í
Feroyum ein opin bók.
Ein bók, sum verður
hávird av mongum
førovingum, nógv
meirie nn í eðrum
londu. Gævi hesar
góðu kreftir her í Fer-
oyum mugu fyribyrgja,
at vit ikki lissa hesa
mentan og rætt til at
brúka andans tvíeggj-
aða sverð, sum Guds
orð er<.
Men, Lydia, tænari
teirra altvaldandi og
altoydandi her å fold-
um, mikli drottur, ver
heilsadur. Ti —
>Tað vita tit, elskaðu
breður mínir! Men
hver menniskja verið
snar til at hoyra, sein
til at tala, sein til
vreiði; tí at vreiði mans
virkar ikki rættlæti
fyri Guði. Leggði tí av
allan óreinskap og allar
leivdir av illskapi, og
takið við spaklyndi
móti orðinum, sum er
gróðursett í tykkum og
sum er fert fyri at
frelsa sálir tykkara«.
Jákup bróðir, 1984,
trælur kapitalsins,
mergsogin og útpínd-
ur, krevur enn sín rætt
Framhald á síðu 15