hósdagur 12. apríl 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
” Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Samtidarhurlivasi
og kumulativt
Orættvisi
1. APRIL kom samtidarskatta-
skipanin i gildi. Skipanin hevur so-
statt verid i gildi i 12 dagar og
longu nú kunnu fleiri ásanna at
talan er um samtíðarhurlivasa og
kumulativt órættvísi serliga móti
lá- og midalinntøkunum.
SKIPANIN virkar so, at í teimum
forum har lønir verða ávístar
millum 1. og 10. apríl, verður ávís-
ingin faldað við 36. Talið av 10-
daga skeiðum í einum ári er 36. Tí
skal ávísingin faldast við 36. Hetta
gevur so årslønina og verður
skattaprosentið sett eftir tí. Síðani
verður 1/36 av ársálíkningini aftur-
hildin áðrenn lønin verður út-
goldin.
Í BLAÐNUM týsdagin høvdu vit
eitt lesarabræv frá eini vaskikonu,
sum fekk sína månadarløn uppá
2.400 kr. útgoldna eftir 1. apríl.
Hóast viðkomandi bert fær 12 slík-
ar månadarlønir í árinum, so varð
ávísingin faldað við 36, soleiðis at
hendan vaskikonan skuldi gjalda
góðar 800 kr. í skatti. Hetta svarar
til 35 pst. av mánaðarlgnini. Tað
rætta skattaprosentið hjá hesi
vaskikonuni tá árið er úti er
umleið 15.
HJÁ EINUM arbeiðsmannai kann
stødan verða tann, sum vit eisini
høvdu eitt dómi um her í blaðnum
fyri nøkrum døgum síðani, at hann
fær 11.000 kr. åvistar sum løn i
apríl og aðrar 11.000 kr. i frítíðar-
løn 2. mai. Í fyrsta umfari skal
hesin gjalda skatt av 264.000 kr.
hóast hansara veruliga årsløn bert
verður 143.000 kr. Í veruleikanum
eigur hesin at gjalda 38-40 pst. í
skatti. Í fyrsta umfari kemur hann
at gjalda 50 pst.
TAKA VIT t.d. ein fiskimann, sum í
dag fær eina avrokning uppá
45.000 kr., so skal hann rinda skatt
av eini årsløn uppá 810.000 kr. Um
oddagrein
vit so hugsa okkum, at hesin fiski-
maðurin bert fær eina avrokning
afturat í árinum, og sum eisini er
uppá 45.000 kr., so hevur hesin av
fyrru ávísingini rinda 50 pst. í
skatt, meðan hann veruliga bert
eigur at rinda eini 30 pst.
ØLL FOLK, sum hava lå- og miðal-
inntøkur og hava ójavnar inntøkur
frá viku til viku ella frá mánaða til
mánaða, kunnu koma í ta støðu, at
rinda alt ov nógvan skatt í fleiri
mánaðar. Hetta verður sjálvandi
javnað út aftur sum árið líður. Men
hesi koma soleiðis at veita tí al-
menna rentufrí lán hesar månad-
arnar. Hetta gongur sjálvandi út
yvir gjaldførid hjá hesum fólkum.
Skulu tey bíða við at gjalda rnetur
og avdrátt. Ella skal rokningin fyri
ljós, hita og telefon bíða. Skulu
tey lána pening at gjalda við ella
skulu tey keypa uppá borg?
TEY EINASTU, sum kunnu kenna
seg heilt trygg fyri tí komulativa
órættvísinum, eru tey, sum hava
eina stóra, javna og fasta løn. Hesi
koma kortini at gjalda 50 pst. av
årsinntøkuni í skatti. Og Lógin er
so snildisliga gjørd, at ein ikki
verður afturhildin fyri meira enn
50 pst., uttan so at talan er um
gamla skattaskuld ella restskatt
frá árinum fyri.
NIDURSTØDAN er, at tey hægst
lentu ongatíð koma at gjalda
meira enn tey eiga, meðan øll hini
kunnu koma í ta støðu, at skula
gjalda nógv meira enn rætt er.
Hetta var so úrslitið av megnar-
verkinum hjá sambandsflokk-
inum, fólkaflokkinum og sjálv-
stýrisflokkinum.
Í DAG HEVUR skipanin 12 dagar á
baki. Skulu vit skýra hana eftir
royndunum higartil má rætta
navnið vera: samtíðarhurlivasin og
kumulativa órættvísi.
Hin greni elevatorurin
Í samband við at HIN
GRØNI ELEVATORUR-
IN í letuni verður fram-
førdur, hevur verið nevnt í
bleðunum, at hetta er á
fyrsta sinni, hann verður
spældur í Feroyum.
Hetta er nú ikki rætt
Veturin 1963/64 fram-
førdi hitt livandi og idna
sjónleikarafelagið á Tver-
oyri leikin í Suðri, undir
heitinum »Hvar er
Blanny?« eftir hevuðsleik-
lutinum Blanny.
Leikurin var sera væl
umtóktur og sjónleikara-
felagið fór út á bygd við
leikinum, har var altíð fult
av fólki og láturin var
óferur.
Heilsan
Ingrid Hestoy
Nr. 45 — 12. apríl 1984
Vónsvikin og harmur
Harra blaðstjóri, hýsið
mær vinarligast hesi grein
í blaði tygara.
Nú er long tíð gingin
síðan bygdafundin í
Sumba, og nógv eru tey,
sum við mær spent bíða
eftir, hvat man fara at
spyrjast burturúr berg-
holsgerðini, sum er okkum
so lívsneyðug.
Nógv er skrivað í bloðu-
num um hetta mál, men
tað, sum harra legmaður
skrivar, ber av ollum.
Eg má siga, at hann er
tann mest kyniski persón-
urin, ið eg havi hoyrt.
Hann vil ikki skilja petti
av, hví so nógv verður
gjørt burturúr málinum.
Kennið ikki legmann
ella familju hansara, so eg
veit ikki um Harrin hevur
unnt honum ta gávu, at
eiga nekur børn. Men um
so er, átti løgmadur at
vita, at foreldur ella verjar
at børnum eru før fyri at
gera alt, hvat tað skal
vera, fyri at verja tey
smáu.
Jú Pauli Ellefsen, tann
hvekkur, vit foreldur í
Sumba fingu av buss-
úhappinum verður ikki
gloymdur í bræði, og
neyvan munnu sumbingar
fara at gloyma ta viðfer,
teir fingu frá Ellefsen.
Heldur ikki gloyma teir ta
vánaligu viðgerð sam-
bandsflokkurin gav máli-
num á bygdafundinum.
Harra Flemming Mikk-
elsen lovaði, at hansara
partur skuldi ikki liggja
eftir, men bað um meiri
stundir til at arbeiða við
málinum. Hann skuldi
sanniliga gera alt tað,
hann var ferur fyri. Lov-
aði enntá, at um loysn ikki
var funnin á málinum inn-
an hálvanannan mánaða,
so skuldi eisini hann verða
við hinum suðuroyarting-
monnunum um at leggja
uppskot á ting um berg-
holsgerin Sumba-Lopra
skuldi byrja beinanvegin.
Eisini skrivaði Flemm-
ing Mikkelsen undir
adressuna saman við all-
ari Sumbiar sókn.
Men hvar endaði so hes-
in garpur. Jú — í løgmans-
lummanum, har hann
spjálkaði eina lotu, men tá
so logmaður sló í lumman
var kvirt, og Flemming
blakaði øll síni lyfti til
sumbingar yvir stokkin á
karrotnu sambandsskut-
uni.
Sumbingar, ið valdu
hann, sveik hann so
dyggiliga.
Tað skilst á løgmanni,
at sambandsflokkurin
ætlar sær at liva líka
leingi av bergholinum
sum av Víkabyrgisveg-
num, nevniliga í 40 ár.
Løgmadur roynir í
Dimmalætting at bera í
bøtuflaka fyri Flemming
og sigur, at hann í 82 var
ímóti at sumbingar
skuldu fáa berghol. Í dag
vil hann heldur ikki —
hetta kann ein og hver
lesa í skriving hansara.
Sumbingar, okur skulu
broyta yvirskriftina á
greinini hjá legmanni í
Dimmu 20.3.84, har hann
skrivar: >Sambandsflokk-
urin er ikki ímóti berg-
holsgerð<. Vit skulu istad-
in seta sum er, »sam
bandsflokkurin er ímóti
bergholsgerðini Sumba-
Lopra.«
Hann endan greinina so-
leiðis: >Sumbingar eiga at
minnast til, at sambands-
flokkurin ikki hevur bund-
ið seg til nakra ávísa rød,
sum bergholini skulu ger-
ast eftir. Har skuldi held-
ur staðið, »at sumbingar
eiga at minnast til, at tað
var sambandsflokkurin, ið
koldømdi Sumbiarberg-
holid, tå allir adrir flokkar
á tingi, tó ikki sjålvstyris-
flokkurin, tóku fult undir
við, at nú skuldi farast
undir Sumbiarbergholið.=
Hetta er so tann gáva
og tekk Pauli Ellefsen og
flokkur hansara veitir
teimum sumbingum, sum
hava gjert manngarð um
sambandsflokkin upp
igjøgnum tíðirnar.
Sambandsveljarar i
Sumba, havid i huga til
næsta val, at sambands-
flokkurin å stevnuskrånni
sýnist at hava fingið
nýggja grein, nevniliga
avtoftan av bygd okkara.
Ødrvisi kann tað ikki
skiljast, so sum hann sóp-
aði allar okkara undir-
skriftir av borðinum.
Skúlaflutningurin, ið
Pauli og hansara menn
hava kroyst niðuryvir
okkum, kemúr at halda
áfram sum seinasta vetur
— bert er tann munur, at
nú kemur tað at vera und-
ir enn sterri sálarligum
trýsti bæði fyri bern og
avvarandi teirra í Sumba,
meðan løgmadur og hans-
ara menn við familjum
kunnu liva undir trygg-
astu korum.
Eg kundi hugsað mær
at boðið hesum monnum á
vitjan í okkara bygd kom-
andi vetur, ein dag líkind-
ini eru tey rettu til enda-
málið, og sjálvur vildi eg
fegin verið sjåfførur.
At enda vil eg heita á
foreldur og verjar at teim-
um bernum, sum fram-
vegis noyðast at koyra
yvir fjøll til Vágs í skúla,
um at nokta fyri, at børn-
ini verða flutt við bussi í
tíðarskeiðinum 1. oktober
til 15. apríl, ella hinvegin
krevja, at lærararnir
verða fluttir higar hetta
sama tíðarskeið at undir-
vísa børnunum, og at tað
almenna sjálvsagt skal
rinda útreiðslurnar av hes-
um.
Sumba, hin 26. mars 1984
Terji Vestergaard
Skjóti heldur svartar
kettur
Eg fái ikki vent mær fyri
svertum kettum.
Haldi tað er eitt samfel-
agsproblem, tí eg veit at
tað eru mong menniskju
sum hava tað sum eg.
Eg eri um at blíva ør.
Tí her í býnum íður av
hasum svarta slagnum,
sum leypa tverturum
vegin, áðrenn man veit av.
Ja eg eri um at sálast.
Nú ein dagin vóru vit í
Havn, eg koyrdi, maður
mín var farin >onkustaðn-
is«, sum hann segði.
Ein fúl svert leyp
knappliga tverturum
vegin — bremsaði og snúi
í somu stund, sum eg geri
her hjá okkum, tá slíkt
hend.r.
Men tá kom ein heldur
besigur maður, gnelti á
rútin og heldur kvattliga
spyr hann meg hvat
ólukkan tað var eg gjørdi.
Um eg visti hvar eg var,
um eg var eitt av hesum
sum var komið til Havnar
at órudda geturnar.
Eg var spinnandi óð,
slerdi rútin upp — trúði
tað var eitt av hesum sum
leggja betur á fólk, sum
koma við bili til Havnar.
Ja eg bleiv so óð, at eg
sendi honum tunguna
dupult so langa. Um hann
ikki hevði sæð hasa
svertu.
Komin á hotellið, skelk-
að av viðferðini, hoyri eg
tíðindi úr tinginum, har
teir nú ætla at skjóta
skarv, æðu og lunda eina
viku um summarið.
Tá hugsaði eg, hví ikki
heldur siga kettur, svart-
ar.
Eg haldi avgjørt við
sýslumanninum á Tver-
oyri, skjóti, men kettur.
Tingið skuldi heldur
latið gratis p-pillar til kett-
ur, ikki minst nú í fest-
uni, tí sum orðatakið sigur
milt er kynid… «
Óttafull