hósdagur 12. apríl 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Tað er ikki eiti á sum
bygdamenn — einameist
teir í Havn, leika í við
skriving um bygdamenn-
ing. Ikki er óhugsandi, at
henda orka hevði ganga
bygdum teirra betur, um
teir hver í sínum lagi
fluttu út aftur hagar, teir
vóru komnir, og tóku upp
nýggjan tátt á heimpláss-
um teirra. Ikki fyrrenn tå
kundu teir ávíst, at eisini
teir veruliga vóru sinnaðir
fyri hugtakinum bygda-
menning.
Hilmar Kass og
Finnbogi Isaksen, báðir
avbygdamenn í Havn,
men sum hverki so ella so
hava sýnt vilja ella hug til
at vera við í uppbyggjandi
leikum á heimplássum
teirra, leika í eina óðastir
um at Havnin veruliga er
hevuðsstaður landsins.
Skilji tað hver, ið vil, men
annað enn lótir er hetta
ikki.
Hilmar stillar upp í
Havn og Finnbogi, ið
ætlar sær at ver arva-
prinsur Erlends, man fara
at gera tað sama. Vónandi
er tað hesum og eðrum
líka kompleksfyltum gerp-
um greitt, at landsum-
fevnandi bygdamenn-
ingarpolitikkur ikki kann
rekast av Havnini einsa-
mallari, hóast alla megu-
liga vælvild, Havnin
higartil hevur sýnt bygd-
unum.
Kunnu bert byrja við
bygdunum næst Havnini
— Sudurstreymoyarbygd-
unum.
Seinastu 15-20 árini
hava hesi bygdafólk havt
stóran lut av innteku
teirra úr Havnini, og einki
evugt orð er fallið frá
havnafólkið fyri tað,
hóast arbeiðsloysi eisini
hetta tíðarskeið hevur
gjørt vart við seg i
Havnini, og hóast komm-
unuskatturin av hesum
peningi mestsum
óskerdur fall til bygdirnar.
Eysturoy og Norður-
streymur eru seinni
komnar vid.
Ivist ikki i, bygdirnar
sum so betur høvdu dåmt,
um arbeiði var á staðnum
fyri bygdafólkinum. Men
at krevja, at havnafólk
skal koma við tí, er ikki so
lítið burturvið.
Viðvíkjandi búsetingar-
politikkinum, so hevur
Havnin verið stak lagalig
mótvegis bygdafólkinum
— ov lagalig vil eg loyva
mær at halda. Ikki tí
bygdafólkinum ikki skal
unnast búpláss í Havnini,
men tí byggingin hevur
gingið alt ov skjótt. Fólka-
talið er omanfyri tað, ið
gott er.
Bygdafólk í Havnini
hava havt sama rætt til
grundeki frá kommununi
sum havnafólk. Hinvegin
skal havnafólk, um tey á
bygd skulu fáa so mikið,
sum at pota eitt epli í,
antin verða í ætt við
henda ella hin ella verða
giftur út á bygd og búsit-
andi har — men arbeiða í
Havnini og fáa kommunu-
skattin til bygdina, tað er í
lagi.
Undrunarvert er tað, at
tað einamest eru bygda-
fólkini í Havnini, ið leggja
upp til kegl um steðu hev-
uðsstaðarins í landinum.
Bygdafólkið, úti á bygd-
unum rekir sítt og síni
uttan serstaka evundar-
kenslu mótvegis havna-
fólki.
Og evundarvert er lívið í
Havnini avgjørt ikki í dag.
Evindalig grópan og
lamterilsi, í ellum forum,
sammett við teir tankar,
havnafólk fyri 15-20 árum
síðan gjørdi sær um
skynsama og hygna út-
bygging av hevuðsstaðn-
um.
Men nyfikni og kåva-
lótir bygdafólksins gjørdi,
at so skuldi ikki verða.
Bendur á sterstu gerðum
landsins eins og tegnar
teirra fluttu yvir háls og
herðar, stundum uttan at
vita sær arbeiði í Havnini.
Var hetta bygdamenn-
ing. Grevstraramboð
keypt til velting um
landið, og harvið lagaliga
fíggjað við sokallaðari
bygdamenning fyri eygað,
grópa Havnina upp ger-
andis- sum hvíludagar.
Kann hetta verða bygd-
anna fatan av bygda-
menning.
tíðindablaðið
Sr fa A Í
Kappingin um byggi-
lendi í Havnini bygdafólk-
anna ímillum hevur
nærum forkomið havna-
fólkið møguleikan til i
egna heimstaði sínum
at ogna sær grundstykki
til sámuligan prís. Tann
prís bygdafólk framvegis
fær grundøki á heimplass-
um teirra fyri — uml. 15-
50 tús. krónur. Er hetta
tykkar fatan av bygda-
menning.
Húsaleigurnar í Havn-
ini, eru tær ikki eisini úr-
slit av kapping bygda-
fólksins í millum um hetta
láturliga symbolska, tey
leggja í at sleppa til
Havnar. Leigu-
kasernurnar i Havnini,
ogn bygdamanna allar
sum ein, mergsúgva arðar
bygdamenn í Havn fyri
okursleigur. Hetta kann
neyvan heldur vera
bygdamenning.
Ásannast má, at flest-
allir bygdamenn, ið hug
hava til at »investera«,
gera hett í Havnini. Vertin
liggur á fjøll, jørd, smælur
og annars alt tað, ið kært
skuldi verið at sær komn-
um fólki — um bert slepp-
ast kann til Havnar, um
bert »business« kann ger-
ast burturúr eðrum
bygdafeløgum í Havnini.
Handilsfyritøkur av
bygd royna at koma sær
framat i Havnini, allar
mestsum uttan undantak.
Seta i ved hålvar oyggjar
fyir at sleppa at diskast i
Havnini og gera harvið
uppruna teirra so til lát-
urs, at tað er einki minni
enn syndarligt.
Eru meguleikarnir fyri
læruplássi eins góðir á
bygd sum í Havnini, so
velja bygdaungdómarnir
kortini flestallir Havnina.
Gretuligt er hetta
Men vit havnafólk seta
álit okkara til tykkum
ungu bygdafólk, tá tað
skal snúgva seg um veru-
liga bygdamenning — ikki
bert bygdunum, men
eisini Havnini og land-
inum sum so at gagni.
Tit ungu megu vera tey,
ið aftur av rettum verða at
hava skil fyri at meta um
tey virði, bygdir okkara
hóast alt hava fyri tað
fólk, har býr.
Vóru bygdafólk eins
sinnað fyri bygdamenning
sum havnafólk, varð eins
nógvur bygdapeningur
nýttur til ílegur á bygd-
unum sum til spekula-
tiónsendamál í Havnini,
høvdu bygdamenn í Havn-
ini so sum Hilmar, Finn-
bogi og teirra líkar
smoygt upp um bókslini í
heimbygdum sínum og
latið seg ørkymla minni av
jarðar- sum ødrum ognar-
viðurskiftum í Havnini, so
hevði kanska rivað fyri
bygdamenningarpolitikki
úti um landið.
Hvussu við umsókn-
unum til lærarastarv í
Havn — jú, mestsum hver
einasti bygda-læraranæm-
ingur sekir eftir loknan
skúla starv í Havnini.
Áheitan mín til bygd-
irnar skal tí vera, at tit
sjálvi byrja bygdamenn-
ingarpolitikkin úti um
landið. Ikki fyrrenn tá
munar almenna vælvildin,
ikki fyrrenn tá verður
meining í at tosa um
bygdamenning.
Leggið til síðis jarðar-
klandur og personligt agg,
gerið iløgur í egnum bygd-
um heldur enn í spekula-
tiónstiltek á stórpláss-
unum.
Sokallaði infrastruktur-
urin í samfelag okkara er
stórt sæð í lagi. Landið er
mestsum alt samanbundið
við góðum vegum, brúm,
bergholum og álítandi
sambandi sjóvegis. Har-
fyri kunnu bygdirnar fáa
tað til og frá, ið tervur
kundi verið á í samband
við allar hugsandi fram-
leiðslur.
Setið eina æru í at varð-
veita og menna fedranna
arvin úti um bygdirnar.
Berið hann víðari, hóast
tað verður í nýggjum
Nr. 45 — 12. apríl 1984
teknologiskum sniði.
Stari tykkum fyri Guds
sakir ikki blindan eftir tí,
ið stórplássini havast at;
tí óhugsandi er ikki, at tað
fyri smærru plássini kundi
verið skilabetri at lagt á
annan bógv.
Vælsætaðu politisku
túsundbeinini av bygd, ið
kortini fyri langari tíð
síðan háðandi hava vent
bygdauppruna teirra
bakið, verða ikki teir, ið av
álvara fara at leggja rygg
til ta bygdamenning, teir
so oppurtunt fyri hvert
val sleingja um seg við.
Setið heldur álit tykkara
til egna mátt og megi og
stuðli hver einstakur
teimum bygdamonnum og
feløgum, ið ivaleyst hava
dyggar ætlanir um virkis-
skapandi tiltøk úti á bygd-
unum.
Seta tit á har tit standa,
skal samhugi úr Havnini
ikki skorta — og ivaleyst
heldur ikki frá tingi ella
landsstýri.
Havnarmaður/K.