Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UMA Á Á ; + Nr. 45 — 12. april 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 15 Nógv gamalt og tingmenn millum himmal og jørd Pallborðsfundurin um ferjuleguna í Kirkjubø var sum aðrir slíkir á tann hátt, at ongin brúkari sat við pall- borðið. Ongin, sum fundar- evnið veruliga rakar. Fyrr hava verið pall- borðsfundir um narko- tika uttan nakran við pallborðið, sum veruliga veit, hvat narkotika er. Tað sama kann sigast um rús- drekka. Ongin sandoyingur sat við pallborðið um ferjuleguna. Tað kundi annars verið áhugavert at hoyrt eina meining haðani. Ikki frá tingmonnum og fyrrverandi ting- monnum, sum kanska ætla sær at royna aftur. Tí teir eru fyrst og fremst úti eftir at skora atkveður. Men frá fólki, sum ofta hevur brúk fyri at fara av oynni. Hvat velja tey, eitt betri ferðasam- band ella fornminni? Tað var annars ikki sert legið at hoyra, at landsstýrismaðurin ikki visti, byggisamtykt er gjørd fyri Kirkjubø. Hvussu kunna borg- ararnir = kenna seg tryggar, tá soleiðis verður farið fram eftir fummum á landsins hægsta umsitingar- stað? Útvarpið uttan iva tikið tað frægasta burtur úr orðaskiftinum. Har var bara ein, sum uttan himpr tók undir við ætlanini um ferjuleg- una. Og væl at merkja ein, sum veit, hvat hann tosar um, skipari, sum siglir upp á Sand- oynna. Tað er púra beint av Utvarpinum at gera slíkan samandrátt úr pallborðsorðaskiftum fyri tey nógvu, sum ikki sleppa á fund. Sendingin mána- kveldið endaði við, at Páll Vang vissaði fundarfólkið og nú eisini alt Feroya fólk um, at ikki verður nakað sum helst trumfað igjøgnum. Tað eru bara ungir og óroyndir politikarar, hevur sum taka munnin so fullan. Meira gamalt Og meðan vit eru við fornminnini, so kunna vit taka okkurt annað gamalt við. Mánakveldið vóru níggju, endurtaki níggju, daga gomul tíð- indi úr Íslandi um eitt óhapp á íslendskari verksmiðju, tá maskin- urnar blivu vígdar. Og ungdómurin hevur eftir ellum at dømi so lítið upp á hjar- ta, at hann kann brúka sína sending til tápu- ligar fornaldarsøgur. Eg dugi ikki enn at skilja, hví tey ungu ikki brúka hendan hálva tíma til okkurt relevant. Eg meini, dag og dagliga hoyrir tú og lesur um allar teir trupulleikar, tey ungu hava at dragast við, frá meirskatti til dýran dans. Í >„Ungdómssend- ingini« tyskvøldid skuldi pråtid vid tann bladunga fiskimannin fingid ta tidina afturat, sum tað tók at lesa stuttseguna. Hann ljóðaði skilagóður og hevði ikki trupult at finna sverini. Og vit eru altso í 1984. Prátið við teir báðar CISV-leiðararnar var í lagi, positivt og verður vónandi til, at fleiri ung fara at brúka summarfrítíð sína til tílíkt uppbyggjandi arbeiði. Feroyingar hava altíð klandrast um jerð. Og tingmenn um alt millum himmal og jerð. Millum, tí himm- alin skal ein ikki siga ov nógv um, skal ein hava atkveður. Og jerðina hava tingmenn, tað hoyrdu vit týs- kveldið, ongan hug at klandrast um. Men, sum sagt, alt millum himmal og jerð. M.a. um og hví, orða- skiftið, sum altso onki bleiv, skuldi útvarp- ast! Hegni Djurhuus MS Hósdagur 12. 09,30 Pengar og búskapur 10,00 Veðurtíðindi og tíð- indi 10,05 Fyrrapartsleg 11,00 Tíðindi 11,01 Frásegn 19,00 Reportasja Bogi Godtfred skipar fyri 19,30 Veðurleg Janus Petersen leggur til rættis 20,00 Meg minnist Niels Juel Arge hittir Theodor Johannessen í Fuglafirði. 3. sending Fríggjadagur 13. 09,30 Reportasja 10,00 Veðurtíðindi og tíð- indi 10,05 Fyrrapartsleg 11,00 Tíðindi 11,01 Útvarpsleikur 11,30 Undir degurða 19,00 Sjónarringurin Sonne Smith leggur til rættis 19,20 Framhaldssegan „Summardimmið< eftir Eric Linklater 5. partur. Jekil Búason týddi. Sverri Egholm lesur 20,50 Undirhaldstónar Jákup Magnussen velur legini 20,20 Várljóð Konsert við Tveroyrar Hornorkestri. Tvøroyrar Kirkjukóri, Kirkjukór- inum Ljómi og solistum Hósdagur 12. 05,00 Radioavis 06,00 Radioavis 06,50 Forbrugernyt 07,00 Radioavis 07,10 Ugens musiknavn: Sixten Ehrling 07,45 Kvartini Hvad er det for en tid, vi lever i? 08,00 Radioavis 08,10 Noget for dig — om dengang Esben var dreng på et husmandssted i Nordjylland. Der var krig, tyskerne havde besat Danmark, og Esbens liv var tit ander- ledes end dit. Bagefter leger børnene i Niels' børnehave på deres måde 08,35 Hannover Messe- rapport 1984 09,05 Hvor åen slår sit sving Her i marts/april pryder lystfiskerne atter de vest- jyske >åmiljøer. Erik Madsen fra Brørup er en af dem, og han har sine meninger om fiskeri og den ikke uvæsentlige til- beredning af fangsten 09,30 Hvor er mælken, mor? — et program for voksne om børnekultur 10,15 »— og udlandet« Glimt fra kulturfronten 10,50 Bog-ekko 11,02 Radioavis 12,00 Nattergalen — øjeblikke En aften om billedet om kvinden, filmstjernens glansbillede, om mødet mellem før og nu i en slumgade, om to forelskede børn i landsbyen, om en togrejse dengang anno dazumal, om kærligheden, om en bjergby i Italien, om havnen i Skovlunde, om kærligheden, om vort ubarmhjertige øjeblikke, — og om en kvindes vidensbyrd om kærligheden 16,45 Kvartifem Det daglige debatprogram om tidsaktul politik og kultur 16,10 Udefra Orientering om verden, mennesker og meninger 16,30 Folk og folkevalgte 17,30 Radioavis 18,30 Musik i byen Den amerikanske sanger- inde Ruth Olay mødes med landsmanden pianisten Horace Parlons Trio 20,00 Tendenser i littera- turen efter 1976 Karakteristiske udtryk for, hvordan der skrives i 70-erne og i 80-erne, præsenteres af to kvinde- lige lyrikere, Vita Andersen og Pia Taf- drup 20,30 Da skøger havde borgerrettigheder — og seksualitet og kærlighed trivedes side om side Et foredrag om seksu- alitet i middelalderen, hvor den spanske dom- provst fra Hite blev elsket for sine profant-religiøse kirkespil, og hvor både mænds og kvinders seksu- elle drifter betragtedes som naturlige 21,00 En blomst til Sara En montage om en mor, som får 7 år siden mistede sit 3 måneder gamle barn ved den såkaldte vugge- død. En rejse gennem minder og genoplevelser frem til i dag, og frem til den ro, der følger med at finde en mining med det, der skete 22,00 Radioavis Friggjadagur 13. 05,00 Radioavis 06,00 Radioavis 06,50 Forbrugernyt 07,00 Radioavis 07,10 Ugens musiknavn: Sixten Ehrling 07,45 Kvartini Hvad er det for en tid, vi lever i? 08,00 Radioavis 08,10 Noget for dig — om dengang Esben var dreng på et husmandssted i Nordjylland. Der var krig, tyskerne havde besat Danmark, og Grete Janus Hertz fortæller lidt om, hvordan det var for bør- nene der boede i Køben- havn 09,05 Vi taler I lytter Friggjadag 17,30 Sjónvarp fyri teg 17,55 Liðugt 20,00 TV-Aktuelt — Nigeria 20,45 Fimleikur sum undirhald 21,20 Claude Simone Franskur rithevundur 21,55 Show-Time Sheena Easton 22,45 Brotsmannaliðið 8 23,30 Lidugt Leygardag 17,30 Eggið hjá Danny 18,00 Lidugt 20,00 Skt. Kevin og hin vakra Kate irskir mentanarskattir 20,20 Barrin hjå Sam 20,45 Hvi luttaka i Green-Peace? 21,45 Eldorado 22,30 Shackleton I 23,30 Lidugt Framhald av sidu 7 at triva til andans tvi- eggjada svørd — heils- aðir veri tit, eyðræn- arar og snultarar å Grøms Kambans landi spjaddir um i loyni- krókum, kapitalsins ríka avkom, Birgir, Michelsen, Aksel, Breckmann, Egil. Thulesen, Regin, Joen- sen, Berg, Thomasen, Esmar, Mohr, Laursen, Albert, Mortensen, Ejler, Dam... »Og tit hyggja at honum, sum er í teimum skínandi klæð- unum og tit siga: >Set tú teg her á henda góða sessin!'« men siga við hin fátæka: »Statt tú har, ella set teg niður við fótskammul min«. »Men tit hava van- virt hin fátæka. Eru tað ikki hinir ríku, sum trælka tykkum, og eru tað ikki teir, sum draga tykkum fyri dómstól- arnar? Eru tað ikki teir, sum spotta hitt góða navnið, sum nevnt er yvir tykkum?« »Og nu, tit riku, gråt- id og gremjid tykkum um tær vanlukkur, sum skulu koma yvir tykkum. Ríkidemi tykkara er vorðið fúgv- ið, og klæði tykkara eru møletin. Gull og silvur tykkara er rustað upp, og rusturin á tí skal verða til vitn- isburðar móti tykkum og eta hold tykkara eins og eldur. Tit hava savnað dýrgripir á teimum seinastu dog- unum. Sí, tann lenin, sum tit eru lagstir á hjá teimum arbeiðsmonn- um, ið hava skorið akrar tykkara, hon róp- ar, og rópini frá akur- skurðarfólkunum eru komin inn fyri oyru Harrans herskaranna. Tit hava livað í góð- gæti á jørdini og eftir lystum tykkara; tit hava gjert hjertum tykkara til góða sum á slåturdegi«. Oh, Hans Pauli, var eisini heilsaður tú, jarð- arinnar salt, av Jákupi, bróður Judasar, hinum elskaða. »Men hin lágt setti bróðurin rósi sær av hálæti sínum, men hin ríki av lágleika sínum; tí at hann skal hverva burtur eins og blóma á grasi; tí at sólin kemur upp við brennandi hita og svíður grasið av og blóman á tí dettur av og vakurleikin í út- sjónd hennara forferst. Soleiðis skal eisini hin ríki felna á vegum sinum«. »Ti at dómurin verð- ur miskunnarleysur móti tí, sum ikki sýndi miskunn«. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, tit skulu ikki kenna dagin ella timan. Og si, hetta skulu tit hava til merk- is og koma at føla: Å ti evsta degi, tå manna- vreidin kollrennir tykk- um og byggir paradis å fold, tå eru dagar tykk- ara taldir og tit skulu missa bæði jørd og ogn og himmiríki og glatast um aldur og allar ævir. Hann náði tykkum! Jákup, 1984