leygardagur 14. apríl 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Landsins stersta
bingo er byrjað
Hevuðsvinningarnir eru heilir seks.
Hesir eru:
Tjaldútbúnaður frá Thomas Dam
— virði uml. kr. 6.000, —
— harumframt frítt vistarhald fyri
familjuna (2 vaksin *upptil 3 børn)
eina heila viku á hesum frálíku gist-
ingarhúsum:
Hotel Ísansgarði á Sandi
Hotel Norð á Viðareiði
Hotel Eiði á Eiði
Hotel Vágar í Sorvági
Hotel Bakkin í Vági
Leirvíkarbergholið
Seinasta skotið varð
loyst av seinnapartin
farna hósdag.
Aftur ein merkis-
dagur á menningarleið
farin afturum bak og
fegnast vit við fólk-
inum norðanfyri Leir-
viksfjørd og eysturoy-
ingum annars um, at
tey um knapt ár fram-
yvir sleppa undan
hættisligu ferðingini
eftir núverandi vegi
Vit eru minni fegnir
um teir beinleiðis
skeivu upplýsingar, vit
fingu frá landsverk-
froðinginum, tá vit
hésmorgunin spurdu
okkum fyri um, nær
seinasta skotið skuldi
latast av.
Sum altíð, so ætlar
Tíðindablaðið Sosi-
alurin sjálvsagt at
verða á staðnum hesa
hátíðarletu, men gakk.
Vit fingu frá lands-
verkfreðinginum upp-
lýst, at skjótast skuldi
fríggjadagin.
Seinnapart sama dag
fella vit í Dimmu yvir
at skjótast skal hós-
dag.
Aftur varð ringt til
landsverkfreðingin. Jú
sanniliga, rætt var sum
stóð í Dimmu, skjótast
skuldi beinanvegin
henda hósdag.
Sostatt kundi okakra
blað ikki verða við hesa
stóru letu í Getudali
Tað er freistandi at
gera sær tankar um t.d.
hví okkum ikki varð
fráboðað, at seinasta
skotið varð framskund-
að henda eina dagin —
og um, hví landsverk-
frødingurin sama hós-
dag fyrimiddag letur
blað sum Sosialin fáa
at vita, at ikki verður
skotið fyrrenn fríggja-
dag.
Serstakliga ódámligt
er hetta, tá vit seinni
hava fingið upplýst. at
Dimma longu týsdagin
“hevur fingið fráboðan
um, at skotið skuldi
verða hósdag og ikki
fríggjadag.
tíðindablaðið
Nr. 46 —
14. apríl 1984
NVS — ein felagsskapur
til fremjan av samarbeiði
millum norðurlendskar
vega- og samferdslufrødingar
Søguligt
Í juni 1935 tóku vega-
teknikarar í Danmerk,
Finlandi, Noregi og
Sveríki stig til stovnsetan
av NVF=Nordiska Vág-
tekniska Førbundet (å
føroyskum Norrøna Vega-
tekniska Sambandid=
NVS). Hetta hendi í sam-
bandi við fyrstu norður-
lendsku vegateknisku ráð-
stevnuna, ið varð hildin í
Stockholmi hetta árið. Fel
agsskapurin hevur sostatt
virkað í út við 50 ár í
arbeiðinum fyri norður-
lendskum vegatekniskum
samarbeiði. | 1952
gjørdist Island limur i
NVF, og i 1975 komu Før-
oyar vid i felagsskapin
sum sostatt nú umboðar 6
tjóðir.
Endamål og skipan
Endamálið hjá felagsskap-
inum er at fremja menn-
ingina á vegaøkinum við
samarbeiði millum yrkis-
felagar innan vega- og
samferðslugkið í Dan-
merk, Finlandi, Feroyum,
Íslandi, Noregi og Sveríki.
Hetta verður gjørt m.a.
við norðurlendskum vega-
og samferðslutekniskum
fundum og víttfevnandi
nevndar- og projektvirk-
semi.
Sambandið er sett
saman av deildum, einari í
hverjum av nevndu lond-
um. Leiðsluna skiftast tey
4 upprunaligu londini um
at hava í 4 ár í senn. Í 1981
tók Sveríki við aftaná
Noreg, og hetta ferir við
sær, at aðalstjórin í
svenska vegaverkinum,
sum er formaður í svensku
deildini, í tíðarskeiðinum
1/1-1981 til 31/12-1984
eisini er formaður í sam-
bandinum.
Avgreidsluskrivstovan
hjå sambandinum heldur i
hesum tidarskeidi til hjå
høvudsumsitingini hjå
svenska vegaverkinum i
Borlånge.
Nevndararbeidi
Týdningarmesta arbeiðið
hjá NVS verður gjørt í
teimum 14 sambands-
nevndunum, sum eru
settar saman av deildar-
nevndum úr limalond-
unum.
Endamálið við nevndar-
virkseminum er deils at
skifta upplýsingar um
royndir innan tey ymisku
nevndarøkini millum norð-
urlond, deils at stuðla til
og samskipa menningar-
arbeiði til tess at skapa
meguleikar fyri sterri fel-
agsætlanum. Úrslitini av
virkseminum hjá nevnd-
unum verða kunngjerd í
reðini av frágreiðingum
frá NVS. Hesar frágreið-
ingar eru higartil einar
100 í tali. Somuleiðis
verða frágreiðingarnar
kunngjerdar í yrkisblød-
um.
Í nevndunum verða hesi
evniseki viðgjerd:
Vegaferðslubúskapur
Umsiting og arbeiðis-
skipan
Planlegging av vegn-
um og getum
Uppbyggingin av
vegi
Sementbundið tilfar
og serframleiðslur
— Asfaltáleggingar
Rakstur av vegnum
og gøtum
Sundurgreining og skip-
an av ferðslu
— Ferðslutrygd
— Brýr og ferjur
— Dataviðgerð og mát-
ingartekni
— Maskinur til vega-
gerð og -umsiting
— Umhvervi
Soleiðis, sum NVS er
skipað við sambands-
nevndum, fáast frálíkir
meguleikar til samstarv.
Við at arbeiðið í teimum
ymisku nevndunum
savnar teknimenn, sum í
sínum vanliga dagliga
arbeiði í ymiskum virkjum
og felagsskapum fáast við
spurningar, sum virkis-
ekið hjá teimum ymisku
nevndunum fevnir um,
fæst ein við og fjølbroytt
lýsing av núligum spurn-
ingum frá bæði gransk-
arum og ráðgevarum sum
byggifeløgum og virkis-
leidarum.
Rådstevnur
Umframt samarbeidid i
nevndunum eru norður-
landa rådstevnurnar, sum
verða hildnar fjórða hvert
ár, eitt sera týðandi forum
fyri sínámillum lutatn av
royndum og hugskotum
innan karm NVS's. Skráin
á hesum ráðstevnum
fevnir fyrilestrar og orða-
skifti um vega- og sam-
ferðsluspurningar, sum
hava áhuga í letuni. Sein-
asta ráðstevnan, sum varð
hildin í Oslo í 1980 við-
gjørdi »Vegir, vegaferðslu
og møguleikar (ressour-
cer)«, eitt evni, ið savnadi
fleiri enn 1.000 luttakarar
við áhuga fyri vegamálum
úr ellum norðurlondum.
Komandi ráðstevna
verður hildin 4.-6. juni í ár
í Stockholmi og hevur
evnið „Vegurin og væl-
ferdin«, við undirevnunum
»Vegurin og menniskjan«,
»Vegurin og tekniðÓ,
»Vegurin og politikkurin«
og »Vegurin og vinnuveg-
irnir«,
Skråin fevnir um fyri-
lestrar og ymisk orðaskifti
og bólkaarbeiði.
A ráðstevnuni verða hjá
stedd umboð fyri danskar,
finskar, feroyskar, ís-
lendskar, norskar og
svenskar ríkis- og kommu-
nalar myndugleikar og
stovnar innan vega- og
samferðslugkini og somu-
leiðis umboð fyri privatar
arbeiðistakarar, ráðgev-
arar og aðrar fyritøkur, ið
hava samband við plan-
legging, projektering,
bygging og hald av vegum
og gøtum.
I sambandi við ráð-
stevnuna verður eisini
skipað fyri eini framsýn-
ing, har víst verður tað
nýggjasta innan
maskinur, akfer, amboð
og onnur teknisk hjálpar-
tól til planlegging, gerð og
hald av vegum.
Samarbeiði gevur
styrki
Innan vega- og flutnings-
rannsóknarekið eru nógvir
spurningar, sum eru ser-
merktir fyri norðurlond,
men eisini tílíkir, ið eru
meira alment háttaðir. Við
øktum samstarvi millum
norðurlond verður megu-
ligt at fáa í lag eitt mátt-
mikið virksemi, har nógv
verður at oysa úr. Og
hetta kann fara at geva úr-
slit, ið ikki bara norður-
lond fáa nyttu av, men
sum eisini kann koma at
gagna eðrum londum.
N
Tit ringja
Sosialurin,
tlf. 11820
— vit skriva