leygardagur 14. apríl 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nú ein dagin i kveðuljóm-
unum hoyrdi eg ein sang,
har ein við vakrari redd
greiddi frá, at í himni vóru
bert pláss fyri teimum, ið
hevdu givið seg yvir til
Jesus og sjálvandi angrað
syndir sínar av einum full-
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Fritidarlønin og
afturhaldsskipanin
HJÅ TEIMUM, sum fåa fritidarløn
ella fritidargjald seinast i april ella
fyrst í mai, kann hetta fáa stóran
týdning fyri, hvussu mikið verður
afturhildið fyri skatt teir næstu
sjey til átta mánaðarnar. Hesi
verða afturhildin fyri munandi
størri upphæddir enn tey veruliga
eiga at gjalda.
NØKUR HAVA fingið fritidarløn-
ina útgoldna saman við lønini
gjøgnum alt árið. Onnur hava
fingið sína fritidarløn ella frítíðar-
gjaldið uppá 1 1/2 pst. áðrenn 1.
apríl. Uppaftur onnur nýta tey so-
nevndu frítíðarmerkini. Frítíðar-
merkini verða útgoldin uttan um
afturhaldsskipanina. Hjá øllum
hesum fær fritidarlønin og/ella frí-
tíðargjaldið onga ávirkan á hvussu
mikið verður afturhildið fyri skatt
nú eftir 1. apríl.
EFTIR ERU SO tey, sum ávikavist
fáa fritidarløn ella frítíðargjald
seinast í apríl ella fyrst í mai. Her
verður stødan tann, sum vit eisini
vístu á í oddagrein blaðsins hós-
dagin, at ein løntakari, sum um-
framt eina løn uppá 11.000 kr. í
apríl eisini fær 11.000 kr. í frítíðar-
løn fyrst í mai, verður settur í skatt
út frá eini årsinntøku uppá 264.000
kr. hóast veruliga årsinntøkan ikki
verður meira enn slakar 150.000
kr.
VERULIGA eigur hesin skattgjald-
arin at rinda 38 til 40 pst. í skatti.
Men orsakað av ; fritidarlønini,
verður hann settur í skatt út frá
eini årsløn uppá 264.000 kr. og
hetta førir til, at 50 pst. av lønini
verður afturhildin fyri skatt teir
fyrstu mánaðarnar. Hetta er 6gvu-
liga órættvíst í mun til tey, sum
hava fingið fritidarlønina ella fritid-
argjaldið uttan um afturhalds-
skipanina. Ikki tí, hesi skulu geva
oddagrein
frítíðarpeningin upp tá árið er úti,
men tá kemur hann bert við í ta
samlaðu uppgerðina fyri árið.
UMBOÐINI fyri javnaðarflokkin
spurdu í vikuni landsstýrið, hví
ávísingarnar ikki verða identifiser-
aðar, soleiðis at ein vikuløn verður
roknað sum: ein vikuløn, ein
månadarløn sum ein månadarløn,
ein avrokning fyri part í veiðu fyri
ta tíð túrurin hevur tikið, ein fri-
tíðarign ella eitt frítíðargjald sum
ein ávísing eina ferð um árið. Tað
bar ikki til hjá landsstýrinum at
svara hesum spurningum. Vit
hava kortini varhugan av, at tað
passar peningastovunum best, at
skipanin byggir á tey sonevndu
10-daga skeiðini og at ávís-
ingarnar ikki verða identifiseraðar.
TAÐ ER heilt burtur úr vón og viti,
at skattgjaldarar skulu verða so
ymiskt vidgjørdir, sum talan er um
í sambandi við frítíðarpeningin.
Tað verður rættuliga stórur munur
á teimum sum hava fingið frítíðar-
peningin áðrenn 1. apríl og so
teimum sum fáa frítíðarpeningin
eftir 1. apríl.
Á TINGI hava umboðini fyri javn-
aðarflokkin mælt til, at slíkar
broytingar verða gjørdar í lógini
um skiftisreglur, at oll fritidarløn,
sum verður útgoldin í 1984, verður
hildin uttan fyri afturhalds-
skipanina. Tá verða allir skatt-
gjaldarar vidgjørdir eins i sam-
bandi við frítíðarpeningin.
AT TANN kumulativa skattaskip-
anin í sjálvum sær er órættvís ser-
stakliga móti låg- og midalinntøk-
unum er so ein onnur sek. Tað er
ikki løtuverk at broyta sjálva
skipanina. Men spurningurin um
frítíðarpeningin kann og eigur at
verða loystur nú beinan vegin.
Eingin Muhammed ella
Buddha?
um hjarta, sum til dømis
sangarin og rithevundur-
in til henda fordømandi
Tað er nógv fyri at nak-
ar torur at seta seg til
dómara yvir oll fólk og all-
ar trúarbólkr og haraftur-
us er talsmaður fyri?
BUDDHA
at seta tónleik til og brøla
tað út í Útvarp Føroya.
Hvar er fyrigevingin og
næstakærleikin, sum Jes-
Nr. 46 — 14. apríl 1984
Málmannamál málfólk og
vit óhepnu málbrúkarar
Nu hava føroysk »mål-
følk« skipad fyri einum
lógvataki, einum »åhuga-
verdum tiltaki málinum
til frama«. Orð og myndir:
Jan Múller. Meir ella
minni vælvald orð. Og
myndir av monnum, ið
stilla seg upp sum teir ein-
astu ið duga at tosa fer-
oyskt. Fjeldin skal eftir
ollum at døma halda kjaft.
Ti foroyingar duga ikki at
tosa.
Har hittust so »mål-
fólk“ og tíðindafólk. Guð
sigi mær hvat eitt »mål-
følk« er. Kann Jan Miller
greiða mær frá tí? Lesur
tú víðari í reportasjuni í
Sosialinum 31. mars, so
snýr tað seg um fólk, ið
taka »6heppid mål« til eft-
irtektar. Hr skulu so nakr-
ir pávar siga fjølmidlu-
num, hverji eru heppin
ella óheppn í málbrúki, og
við at síðla skitti frá frukt
skulu vit so íðka talifræls-
ið við at siga hver id ikki
eigur at hava rætt at
hugsa, skriva og gera seg
galdandi.
Teir niðurarvaðu pávar-
nir av Skarði, Poulsen og
so víðari, teir hava sítt
uppi á tí turra. Teir hava,
saman við Landslækna-
filologiini, forbronglað før-
oyskan málburð og gjert
hann til eitt frímúrara
virksemi. Fjeldin dugir
ikki at tosa. Ikki eru teir
sjálvir so hepnir. Einaferð
segði Jóhan Hendrik: tað
eitur ikki lissur, tað eitur
tveingir! Har kom hann til
kort, sum danir siga. Ti
»lissur« er ikki danskt, tað
er ikki til á oðrum máli
enn føroyskum. »Tveing-
ir« hevur heilt aðra tyd-
ing. Tveingir fara upp eft-
ir legginum í feroyska
búnanum, og kann ikki
nýtast um leriftskógvar
ella svartaskógvar. Ergo:
Lissur er føroyskt.
Paranoidi angistin fyri
donskum merkir serstak-
liga målmann Sosialsins
»Sv.T.« Svenning Tau-
sen. Slikur målfanatikari
finst neyvan å tveimum
beinum i heiminum. Alt
sum likist donskum er
skeivt. Maðurin er meir
juristur enn målfrødingur.
Hann veit ikki, at skandi-
navisku målini hava somu
rot, og at tad tessvegna er
nåtturligt, at okkurt er,
sum likist målanna mill-
um. Men primitiva tjóð-
skaparrembid man vera
sterkari enn visindaliga
innlitiå. Danahatur og
primitiv »førisma« er
vaksandi tiverri. Hvat
nu um svenskarar fóru
undir likinda »målreins-
an« — vildu tváa oll orð út
sum líktust donskum ella
norskum, hvussu nógv
orð hvedu so verið eftir,
Svenning Tausen? Vit
åttu heldur at verid glad
fyri at vit åttu felags ord i
Norðurlondum, so at vit
høvdu lættari vid at skilja
hvønn annan.
Tá Jan Muller síðani
nýtir ordird »målfølk«, so
er tad marghåttligt i sjålv-
um sær. Ein tjóð, sum
hevur »målfølk«, má log-
iskt sæð eisini hava »ikki-
målfølk«. Og hverji eru
tey so? Gerst málið eitt
yrki, ein religión, sum
dyrkað er í fílabeinstorni?
Skulu vit hava eina stætt-
arskifting millum tey mál-
leysu og >málfólkini<?
So tosa teir um at »luka
ókrútið< burtur úr måli-
num. Júmen, har eri eg
samdur. Bja við seman-
tikkini, semiologiini og
lingvistikkini, og far so
eftir útvarpinum, sum er
ein stór NATO-propa-
gandastød, målsliga sæð.
Hvi bert vesturlendskar
propaganda-tidindakeldur
fåa innivist har.
Johan W. Poulsen held-
ur, at »vit læra tvey mål
frá barnaskulanum«, og at
tad er ein trupulleiki.
Tvætl. Sjálvandi er tað
gott at læra fleiri mál. Vit
eiga at læra føroyskt,
skandinaviskt, enskt, og
so kanska eisini íslendskt
frá barnsbeini av. Vit eiga
at læra at kommunikera
við onnur fólk og ikki bert
skoða okkara heimfoðis-
liga nalva. Til dømis
íslnedkst átti at
barnaskúlalærdómur
Hvat er »vånaligt« mál?
Eg haldi at vit »målleysu«
hava krav til at fáa at vita
nær vit tosa »vånaligt« og
nær vit tosa »salonfåhig«.
Størsta problemið vidvikj-
andi føroyskum máli er
eftir minum tykki, at mål-
menn hava fjarlagt etabl-
erada målid frå vanliga
følkinum. Ongin tekur
målmenninar fyri fult.
Teir eru vorðnir ein frí-
múraralosja, sum dyrkar
eitt supermál innanhýsis,
meðan fólkið tosar sítt
danifiseraða SMS-mál
dagliga.
Viðvíkjandi fremm-
andaorðum kann eg siga,
at eg havi studerað eitt
mál í nekur ár, sum er ein-
asta málið í heiminum,
sum umsetur altjóða hug-
tek. Hetta mál er íslenskt.
Ert tú fakmaður, kanst tú
oftast lesa fakmla á øllum
heimsins málum. Tað er
endamálið við altjóða hug-
tokum, at tey skulu skilj-
ast kring allan heimin.
men summar tjóðir, sum
líða undir tí íslendingar
nevna >„tjóðrembissýki<,
verið
t.v.s.: vit eru teir bestu
ariarar í verðini, tí skal
ongin skaða okkara mál,
teir avbyrgja teg frá al-
tjóða orðum og smíða.
Nakað annað er tað, at
íslendsku altjóðahugtek-
ini kunnu brúkast, men
tað kunnu landslækna-
hugtøkini ikki og heldur
ikki tey klombrutu frimur
araorðini frá fróðskapar-
familjuni.
Tey eru stutt og greitt
uttan lingvistiskan lo
gikk, og uttan semantiska
føling við rørsluni í før
oyskum málburði. Fróð-
skaparsetrið er ein stovn-
ur sum er so langt atskild
ur frá føroyskum daglig-
degi og málburði, at hann
kann ikki fylgja við. >Mál-
menninir« eru fremmand-
gjørdir frå feroyskum
måli. Svenning Tausen,
juristurin innan rætt og
skeivt, hevur onga åvirk-
an. Fólk tosar, sum tað
vil, málið mýðkast og livir
frítt uttan paragraffirnar
frá Svenningi, sum ræðist
danskt sum fanin bíbli-
una.
Feroyskir lærarar eru
oftast so pillbýtt og tjóð-
stoltir (vegna vantandi
kunnleika um annað enn
teirra egna primitivitet) at
teir fara at dyrka málið
sum eitt mál í sjálvum
sær. Undirlutakenslur
fakliga sæð gera allar lær-
arar til tjóðveldismenn og
nationalidiotar. Heimurin
minkar í hevdinum hjá
chauvinistunum. >Vit eru
nóg mikið fyri okkum
sjålvi« Bringubrattir
tjóðveldismenn og húgvu
flaksandi Kjelbrokvinnur
12. mars kemur Tjaldrið
Økslyppandi ivameni
hava ongan tjans. Nú ska
Sjúrður birta brand. Upp
reyvina.
Og so orðið »telda«. Hvat
ið helviti skal hetta orðið
assosiera? Íslendingar
hava orðið »tølva«, sum
riggar vbæl, hví so ikki
brúka tað? Tølva riggar
nógv betri á feroyskum
enn »telda«, sum ongin
nakrantíð fer at brúka. Eg
haldi at hver kollfirðingur
fer at siga >kommpjút-
ari«, og so tit um tað.
Eg haldi stutt sagt at
»målstovnurin« átti at far-
ið undir ein heilt annan
málpolitikk. Í staðin fyri
at standa har sum Kongur
Gularót og diktera fólki
juridiskt hvat ið er rætt
og skeivt, so áttu tit held-
ur at fingið foling við,
hvussu fólk tosar, hverjar
broytingar ið fara fram,
og hvussu stødan er í før-
oyskum máli í dag uttan
fyri frimurararmurarnar.
Vit duga oll at tosa. Líka
mikið um tað so líkist
enskum, donskum,
íslendskum ella fronskum.
Endamálið átti at verið at
allur heimurin kundi skilt
hvønn annan.
-kp.
rr