leygardagur 14. apríl 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Rødan hjá
sjúkrasystrunum
Henda reða varð hildin, tá 14 nýggjar sjúkrasystrar
farnu viku, fingu handað prógvið
1. oktober 1980 leitaðu 20
konufólk eftir einum
skelti, har tað stóð
„sjúkrasystraskúli = Fer-
oya« á, skeltið var ringt at
finna, men vit komu á
rætt pláss og sostatt
byrjaði eitt tíðarskeið hjá
okkum, sum skuldi blíva
eitt satt sveinastykki.
Komnar inn á skúlan
hugsaðu vit, at nú var
sloppið, har sótu vit, allar
útvalda,r og fingu at vita,
at vit vóru hepnar,
slopnar gjøgnum nálar-
eygað, og kundu njóta 3
1/2 ár, læra og samstundis
fáa løn. Hetta vóru góð
kor, hildu vit, men tað
skuldi vísa seg at verða
annarleiðis
Stødugt hoyrdu vit, at
var at lesa, at vit
ikki komu sovandi
gjøgnum próvtekurnar,
og tað ætlaðu vit heldur
ikki, men sum tíðin leið,
blivu vit meir og meir
svevntungar, HVÍ?
Ja, tað hava vit eisini
spurt okkum sjálvar um,
og hava funnið eins nógv
ymisk svar, sum vit eru í
tali.
Tá vit byrjaðu á skúl-
anum, fingu tær flestu
kamar á B 75, her komu
vit saman við eðrum næm-
ingum, tí her búgva næm-
ingarnir. Eitt sindur burt-
nógv
urífrá standa líknandi
kassar, tann nærmasti
hevur kemur, ið eru
smærri enn okkara — har
búgva vaskikonurnar.
Tann næsti hevur smáar
íbúðir við einum kamari,
har búgva sjúkrasystrar,
og í ovasta bygninginum
búgva sum heild læknar.
Teir hava sterri íbúðir við
tveimum kømurum.
Ljóðar hetta ikki merki-
ligt, men tað eru faktiskt
okkara fakfeløg, sum hava
verið við til at skapt
henda munin.
Eitt av krevunum, fyri
at sleppa inn á skúlan, er
at tú er 20 ára gomul.
T.v.s. at tú nærkast teim
24 árunum, tá tú er liðug.
Sjálvandi vóru ikki allar
av okkum 20 ár, men í 20-
unum, tá vit byrjaðu, og
er hetta vanliga aldurin,
har ein setur búgv, fær
bern osfr. Men eitt tað
fyrsta ein fær at vita, tá
byrjað verður, er, at tú —
um tú skuldi gjerst við
barn, ongan rætt hevur til
orlov. Og er hetta sett í
verk við tí nýggju útbúgv-
ingarskipanini frá 1979.
Undanfarna útbúgvingar-
skipanin gav rætt til orlov
í 3 mánaðar eftir barns-
burð, uttan at tað nervaði
útbúgvingina.
Henda skerjing í møgu-
leikunum kann ikki annað
enn tykjast margháttlig,
tá tú hevur í huga tað sum
»Sirkulerid« sigur um út-
búgvingina í samband við
barnsburð og barsilstíð,
og har samfelagsins skyld-
ur til at tryggja móður og
barni »optimale sundheds-
og livsvilkaar...« verða
undirstrikaðar. Eg endur-
gevi eitt brot úr $ 8:
»Uddannelsen skal end-
videre give sygepleje-
eleven bedre forudsæt-
ninger for at forstaa den
indflydelse, som sund-
hedsproblemer eller syg-
domme i dette livsafsnit
kan faa for et menneskes
helbredssituation senere i
livet«.
Og hetta finna vit
okkum í, limir í fakfelagi,
har 96 % av limaskaranum
eru kvinnur.
Hverjum tænir tann
nýggja útbúgvingin?
Sjálvandi at ein fær betri
og effektivari sjúkrasystr-
ar út á marknaðin, men
tað tykist sum um tað er
gloymt, at vit eru menn-
iskju, ið eisini hava onnur
áhugamál at rekja, enn at
gerast sjúkrasystrar.
Við at lesa gerðabók
Næmingafelagsins sær
ein, at gjøgnum ta tíð fel-
agið hevur virkað, hava
næmingar klagað um eitt
og annað — ja alt millum
himmal og jerð, ið kundi
gjørst betur, og ført i
gerðabókina, at okkurt må
gerast, og at vónandi taka
komandi næmingar við,
og gera felagið aktivari.
Vit hava í okkara næm-
ingatíð eisini klagað, eitt
nú um íbúðarviðurskiftini
á B 75, og um ta viðferð,
sum onkur næmingur
hevur fingið á deildunum,
men longri eru vit ikki
komnar, HVÍ?
Tí hvar kann næminga-
felagið venda sær, og hvar
kann tað finna sær stuðul?
Vit eru limir í einum
stórum og sterkum fak-
felagi DSR men
spurningurin er, um ein
kann kalla fakfelagið
sterkt, tá ið tað góðtekur
eitt sirkuleri, ið ger t.d.
næmingin máttleysan, tá
,
systraútbúgvingini er at
undirvisa starvsfólkunum
å deildini, men tå deild-
irnar eru ovbyrjaðar,
kemur undirvísingin í
síðstu rekkju. Hetta skilja
vit væl, tí hvussu kunnu
sjúkrasystrar orka at
undirvísa, tá tær hava so
nógv at gera, og næm-
ingar innganga í normer-
ingina, tá teir eru á deild-
ini. Hetta skuldi ikki verið
hevdu megu-
leikarnir fyri undirvísing á
deildini verið betri
so, so
ið avgerðir um hann skulu
takast. Um ein næmingur
hevur onkra klagu at bera
fram, fer hann til næm-
ingafelagið, sum so ferf
víðari til skúlan, og skúlin
skal taka steðu til víðari
viðger, og er hetta ongin
trygd fyri, at næmingurin
verður rættvist behandl-
aður.
Næmingarnir standa
sum nú púra einsamallir,
og skuldu trupulleikar
staðist millum næming
deild/ skúla, hevur næm-
ingurin ein stovn at heita
á, og er hetta >Sundheds-
styrelsen<. Ger ein nakað
við hesar meguligu trupul-
leikar, so hevur ein hótta-
nina um avleiðingar fyri
vitnisburð og karakter frá
deildini, og avleiðingar
fyri prévtøkum á skúl-
anum, hangandi yvir sær.
Hetta steðgar øllum til-
tokum, tí allar vilja vit
redda okkara egna skinn.
Tað er trupult hjá næm-
ingunum at luttaka í
ymiskum organisatorisk-
um arbeiði, tí frávera í
hesum sambandi verður
tald við sum vanlig frá-
vera, og sum ikki má fara
upp um 50 dagar í tey 3
1/2 árini.
Sparitiltøk raka alt,
eisini normeringar á deild-
unum. Ein liður í sjúkra-
Sum nýútlærdar hava
vit ynski um:
— at lenin hækkar so
mikið, at vit gerast sjálv-
bjargnar, og klára at uppi-
halda vanligum húsar-
haldi og bornum
— at arbeiðstíðin verður
niðursett, við fullari len-
kompensatión og normer-
ing
— at
uppnormeraðar, út
deildirnar verða
frá
veruligu tyngdini av
sjúklingunum
— betri kor til næm-
ingar viðvíkjandi barsils-
orlov, íbúð, og at hugsað
verður um, at talan er um
vaksið fólk
- at praktikktidin yvir-
hevur verður longd við 1/2
ári.
Nú hava vit nomið við
mangt og hvat, sum
okkum hevur verið fyri,
ella sum vit hava bitið
merki í. Men okkurt gott
skal eisini koma fram, og
her skal nevnast, at vit
sum næmingar eru rættu-
liga vælstillaðar í mun til
onnur í útbúgving, við tað
at vit fáa len undir út-
búgving og hava rætt til
ókeypis kost og logi tað
fyrsta hálva árið, tá vit
onga len fáa. Og at bíligt
kamar er til taks fyri
næmingar í lærutíðini.
Um klassan kann
1
lu i |
Leygardagur 14. apríl 1984
sigast, at vit hava havt
tað stuttligt, og at saman-
haldið hevur verið avbera
gott gjøgnum all árini
Um okkum sjálvar kunnu
vit siga, at vit ikki altíð
hava verið líka lættar at
umgingist, og vit hava
ikki verið feilfríar heldur.
Sjálvt um vit nú eru
komnar við atfinningum,
so skal undirstrikast at vit
eisini hava upplivad nóg
gott og fingið góða hjálp
og stuðul frá starvsfólk
unum bæði undirvísarum
og sjúkrasystrum á
Landssjúkrahúsinum
Hetta skulu tit øll
tekk
hava
stóra fyri Takk
fyri!
Summarfritidin hjá
búfólkunum bjargað
Starvsfólkið á psykiatrisku deild, hava í sein-
astuni gjert ymisk tiltøk, til tess at skaffa pening
til ferð til Danmarkar, har 20 fastbúgvandi á
deildini sleppa við.
Signhild Johannesen, yvirsjúkrasystir á psyki-
atrisku deild, sigur við Sosialin, at fyrireikarnir
eru bilsnir og takksamir, at so nógv fólk hava
tikið undir við tiltakinum.
Bingo hevur verið í SMS og dansur í Kveldlot,
umframt at sosiala deild býráðsins og Bygdaráðið
í Vágum og Lions Club í Havn hevur latið eina
peningagávu, eins og nógv privatfólk hevur nýtt
høvi at stuðla.
— Nú hava vit savnað saman 71.000 krónur, so
meguleikin at rekka tær 100.000 krónurnar, sum
ferðin kostar, eru nú tilstaðar, sigur Signhild
Johannesen.
Enn verður tó eitt bingospæl afturat, tí so
nógvir lutir komu inn, at ikki allir vóru lutaðir
burtur seinast. Í næstum verður tí skipað fyri
bingo í veitsluhellini á Landssjúkrahúsinum.
Starvsfólkið á deildini hava leigað fimm summ-
arhús í Redby Klit í Vesturjúttlandi, har fimm
fólk kunnu búgva í hverjum húsi. Her verður so
pláss fyri fýra sjúklingum og einum starvsfólki í
hverjum húsi.
A psykiatrisku deild búgva umleið 50 fastbúgv-
andi umframt at deildin eisini hevur dagsjúk-
lingar.
Grundin til at júst 20 sjúklingar sleppa í summ-
arfrí til Danmarkar kemst av, at tað vóru fimm
hús í boði at leiga, eins og hetta talið situr væl til
tann partin av búfólkunum, sum kunnu ferðast so
langt í ávísum tíðarskeiði.
— Vit vilja tí eisini tryggja okkum, at tey sum
ikki sleppa til Danmarkar, kunnu fara stuttar
ferðir í Føroyum, so øll fáa ein møguleika at halda
summarfrí, alt eftir hvat tey kunnu megna, sigur
Signhild Johannesen.
Farið verður við flogfari 26. mai, og verða ferða-
fólkini burtur til 9. juni.
Dag.