Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. apríl 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Javnaðarflokkurin á Tingi: Fritidarlønin skal haldast uttanfyri afturhaldsskipanina Tá legtingsmál nr. 122 og 123 um at Få gera broytingar i løgtingsløgini nr. 86 frå 1. september 1983 var til viðgerð- ar i farnu viku, nevndu Atli Dam og V. Johannesen m.a. fritidarlønina, og gjørdu vidmerk- ingar 7 Fritidarlønin Teir mæltu til, at øll fri- tíðarlen, útgoldin i 1984, verður hildin uttanfyri afturhaldsskipanina. Grundgevingin er, sigur Vilhelm Johannesen, at nekur fólk hava fingið frí- tidarløn útgoldna áðrenn 1. apríl i ár, og verður so- statt ikki skattur tikin av hesum peningi, meðan tey ið fáa frítíðarlenina út- goldna aftaná 1. apríl í ár, verða kravd eftir skatta- peningi, umframt at tey tá fáa sterri skattarokning enn upprunaliga ætlað, av tí at frítíðarpeningurin verður lagdur omaná vanligu lenina. Onnur grundgevingin var tann, at tey sum hava frítíðarmerkir í bók, og sum fara á Postverkið at fáa peningin útgoldnan, ikki verða kravd eftir skatti, tí Postverkið ikki hevur EDV-skipan, sum kann rokna skattin út. Fyri at stilla ell líka, mælir Javnadarflokkurin ti til, at øll frítíðarlon verður hildin uttanfyri afturhaldsskipanina. Atli Dam setti spurning til Torbjørn Poulsen, landsstyrismann i skatta- målum, hvi lønarskipanin var bytt i 10-daga skeid istadin fyri vikulen, mánaðarlen, avreiðingar- len o.s.fr. alt eftir hvussu fólk verða lent. — Er tað peningastovn- arnir sum hava kravt hesa skipan? Atli Dam fekk einki svar frá landsstýrismann- inum. Órættvís skipan Síðan førdi Vilhelm Jo- hannesen fram nekur demi um, hvussu órættvís samtíðarskattaskipanin virkar. Eitt nú vaski- konan, sum í månadarløn fær 2.400 krónur. Lenin er útgoldin aftaná 1. apríl. Hóast hon bert fær 12 slíkar mánaðarlenir árliga, so var lenarávísingin fald- að við 36! Soleiðis skal vaskikonan gjalda 840 krónur í skatt. Hetta svarar til 35 pst. av lenini. Rætta skattaprosentið hjá henni tá árið er úti, liggur umleið 15 pst. Annað demi er arbeiðs- maðurin, sum fær 11.000 kr. ávístar sum len í apríl mánaða og aðrar 11.000 krónur í frítíðarlen 2. mai. Í fyrsta umfari skal hesin gjalda skatt út frá eini árs- inntøku upp á 264.000 krónur, — hóast veruliga árslen hansara er 143.000 krónur. Í veruleikanum eigur maðurin at gjalda 38-40 pst. í skatti. Í fyrsta umfari kemur hann at gjalda 50 pst. Grundin til, at savnaða upphæddin verður so skeiv, kemst av, at um út- gjaldingin er millum 1. og 10. í nánaðnum — len fyri 10 dagar, verður faldað við 36. Um lenin verður útgoldin frá 10. til 20. í mánaðnum, so verður fald- að við talinum 18 o.s.fr. Løn millum 1. og 10. mest í skatt Av hesum sæst, at tann sum fær len millum 1. og 10. í hverjum mánaða, verður órímiliga skatt- aður. Tann sum fær len millum 10. og 20. í mánaðnum, verður næst- ringast stillaður og tann sum fær len millum 20. og 30. í mánaðnum, verður frægast stillaður. Nú verður sagt, at skatturin verður útlíkn- aður fyri hvenn mánaða á árinum, men tað tekur umleið sjey-átta mánaðir, til hetta verður útlíkna. Soleiðis verða fólk tvungin til at veita tí al- menna rentufrítt lán í upp til fleiri mánaðir. Annar tverleiki er demi um fiskimannin, sum 11. apríl fær útgoldið avrokn- ingina, sum er 45.000 krú- ur fyri ein tur. Hann kemur at rinda skatt av eini årsløn sum svarar til 810.000 krónur. (Her verða tær 45.000 krón- urnar faldað við 18), av tí at hetta er næsta 10 daga skeið. Um vit nú siga, at fiskimaðurin bert fær út- goldið avrokningina eina ferð aftur í ár, umleið til heystar, sum verður 50.000 krónur, so átti hann eftir rettum at goldið 30 pst., men verður her kravdur eftir 50 pst. — t.v.s. noyðist at gjalda 20 pst. meira í skatti um mánaðin, enn hann upp- runaliga átti! Øll fólk, sum hava lá- og miðalinntekur, ell sum Vilhelm Johannesen er limur í Skattaneundini og framsøgumadur hjá Javnadarflokkinum í skatta- málum. hava ójavnar inntekur frá viku til viku og frá mán- aða til mánaða, øll sum fáa len fyrst í einum mánaða, kunnu koma, fara at koma — ja, summi eru longu komin í ta steðu, at rinda alt ov nógvan skatt í fleiri mánaðar. Onkur sigur at hetta verður javnað út aftur sum árið líður og tað er rætt. Men hesi fólkini verða tvingað til at veita tí almenna rentufrí lán í upp til fleiri mánaðar. Gjaldferi hjá fólki Hetta gongur sjálvandi út yvir gjaldførid hjá hesum fólkum. Skulu tey bíða við at gjalda rentur og av- drátt av sethúsalánum til tey eina ferð fáa peningin aftur sum landsstýrismað- urin í fíggjarmálum og fíggjarnevndarformaðurin hava lænt? Skulu tey bíða við at gjalda elrokningina, hitarokningina og telefon- rokningina. Skulu tey út at keypa uppá borg ella skulu tey kanska í ein pen- ingastovn at lána pening til hega rentu meðan fíggj- armálaráðharrin og fíggj- arnevndarformaðurin hava teirra pening til láns fyri onki? At enda sigur Vilhelm Johannesen, at kumula- tiva skattaskipanin bert tryggjar teir persónar, sum hava heilt stórar árs- inntekur, umleið 250.000 krónur og meira. Allir hinir skattgjaldarnir fara eftir skipanini at gjalda meir enn tey upprunaliga eiga at gjalda. Royndarkoyring Vilhelm Johannesen end- aði við at endurtaka at til- mælið frá Javnaðarflokk- inum og Tjóðveldisflokk- inum í álitinum frá skatta- nevndini í løgtingsmåli nr. 88 i 1982, sum segåi m.a.: „Eisini eiga vit at royndarkoyra eina nýggja innkrevjingarskipan para- leit við galdandi skipan í nakrar mánaðir. Á henda hátt vildi tað verið møgu- ligt at funnið tey veiku liðini í eini nýggjari inn- krevjingarskipan og at styrkt tey«. Í eini slikari royndar- koyring kundi skatta- valdið gjert avtalu við nekur hundrað fólk um, at vit royndarkoyra eina samtíðarskattaskipan við tykkum paralelt við gald- andi skattaskipan, fyri at síggja hvussu stór frávik- ini verða. Til hesa royndarkoyring kundi ella skuldi skatta- valdið so tikið øll sløg av skattgjaldarun?. Fólk frå lå-, midal- og håinntøku bólkunum. Fólk sum fáa fiskipart, timalønt, fast- lent og fólk sum fáa fyri- bilshjálp og varandi hjálp eftir forsorgarlógini. Fólk sum fáa vikuløn og fólk sum fáa mánaðarlen. Fólk sum fáa len fyrst í mánaðanum og fólk sum fáa lon síðst í nánaðanum. Elektron og skatta- skipanin Vilhelm Johannesen spurdi eisini landsstýris- mannin í skattamálum um sáttmálan við Elektron. Hann vildi vita, hvussu nógv Elektron fær í fostum frá tí almenna, hvussu nógv goldið verður fyri hverja transaktión, hvussu stórt talið av transaktiónum er hvønn dag, viku o.s.fr. Eisini varð spurt, hvussu tað almenna hevur tryggja seg móti at standa á berum frá einum degi til annan. Hetta varð ikki svarað. Dag. Nr. 46 - 14. apríl 1984 Suðringar aftur við sviðið soð Tað kemst hesaferð av, at blað og pakkapostur úr Danmark, ikki kemur fram, fyrr enn farmaskipini koma suður — annan ella triðja dagin eftir at tað er komið til Feroya Um yvirtekur skulu fremjast, so krevst, at stovn- urin kann varðveita tær tænastuveitingar, sum verið hava frammanunGuin. — Hetta sigur ein blaðseluhandlari í Suðuroy, sum er misnegdur við Postverkið. Grundin er tann, at suðringar plaga at fáa postin, sum kemur við farmaskipunum t.v.s. blød og pakkapost 0.a., suður vid Teistanum, sama dag sum hann verður umskipaður i Havn. Postverkið hevur higartil skipa farmin á tann hátt, at ein konteynari er settur umborð á Teist- an, har blaðselurnar kunnu heinta t.d. bleðini um kveldið. Seinasta árið hevur konteynarin kosta Post- verkinum 100.000 krónur. Hann kostar eins nógv báðar vegir, óansæð um hann er tómur ella fullur. Postverkið hevur nú gjert av, at konteynarin verður tikin av fíggjarætlanini hjá stovninum. Ístaðin kemur blað- og pakkaposturin suður við farmaskipinum, — einar tveir dagar eftir at skipið er komið til Føroya. Serliga nú páskini standa fyri durum, er tað ein meinbogi fyri blaðselurnar í Suðuroy, tí tá fáa vit bert tveir dagar at selja bleðini í. Møguleikin bert at umbiðja sær eina helvt av vanliga blaðtalinum er ikki tilstaðar, tí vit fingu tað so seint at vita, sigur blaðseljarin. Enn einaferð verða suðringar við sviðið soð, og noyðast at góðtaka avgerðir, sum bert vit í Suður- oy noyðast at liva við, sigur þlaðseljarin. Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa viðmerk- ing frá Postverkinum, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Páskalestur í Árhus Kirkjubólkurin í Árhus boðar frá, at lestur verður lisin annan páskadag í Hasle Kirkju. Byrjað verður kl. 15. Aftaná verður hevi at fáa kaffi í sóknargarðinum. Heldur tå sosialin Lysing Konsertir við John Damgaard, pia- nisti. Leygardagin 14. april kl. 16,30 i Ósáskúlanum í Klaksvík. Mána- dagin 16. apríl kl. 20 í Norðurlanda- húsinum, Tórshavn. Mikukveldið 18. apríl kl. 20 Runavíkar skúli. Skrá: Mozart: Rondo í D-dur K.V. 485. Brahms: 4 stykkir op. 119. J. Jersild: Trois pieces en con- cert. Schuberg: Sonata í B-dur. Konsertfelagið