Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 20. september 2002 27 Bill hevur úttikið sítt lið Fýra spælarar úr Frem í Keypmanna- havn eru á U–17 lið- num, sum síðst í mánaðinum fer til Rumenia at luttaka í EM undankappingar- bólki U-17 LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Bill Jacobsen, venjari hjá U-17 landsliðnum, hevur úttikið fýra spælarar úr danska høvuðsstaðarfelag- num Frem til EM undan- kappingina, sum Føroyar skulu luttaka í um mánað- arskiftið. Talan er kortini um før- oyskar spælarar, sum áður hava umboðað B36 og HB. Teir fýra ganga á Hassel- gods skúlanum, sum Brøndby IF eigur, og teir spæla á unglingaliðnum hjá Frem. Felagið í Valby er eitt av grannafeløgunum hjá Brøndby. Hesir fýra spælar- arnir eru málverjin Gunnar Nielsen, miðvallararnir Jónas Þór Næs, Emil Nols- øe Leifsson, sum er liðfor- maður á U–17 landslið- num, og Bogi Hermansen, sum er álopsspælari. Sammett við liðið, sum fyrst í august var í Luleå í Svøríki og luttók í NM kappingini, eru tríggjar út- skiftingar gjørdar, m. a. tí onkur spælari hevur givið avboð. Teir, sum fara av annan leygardag eru málverjarnir Gunnar Nielsen, Frem, og Heini Kristiansen, sum er av Skála. Tað var hann, sum vardi málið hjá 1. deildar- liðnum síðsta sunnudag. Verjuspælararnir eru Poul N. Poulsen, VB, Jústinus H. Hansen, NSÍ, Fritleif í Lambanum, ÍF, Svenn Dam Jacobsen, HB, Símun Louis Jacobsen, GÍ, Borgar Krist- iansen, Skála og Allan Tungá OB í Odense. Hann hevur spælt við KÍ, men familjan er fyri stuttum flutt niður at búgva. Mið- vallararnir eru Jóhan E. Mouritsen, HB, Jónas Þór Næs, Frem, Mikkjal T. Hentze, B71, Ovi Magnus- sen, B68, Emil N. Leifsson, Frem og Páll M. Joensen, HB. Álopsspælararnir eru Bogi Hermansen, Frem, Steffan Kalsø, KÍ og Hart- man Hansen, VB. Føroyska liðið skal spæla tríggjar dystir. Tann fyrsti verður ímóti rumensku vertunum 30. september, so verður spælt ímóti Eystur- ríki 2. oktober, og síðsti dysturin verður Makedonia fríggjadagin 4. oktober. Ferðalagið verður aftur í Vágum seinnapartin leyg- ardagin 5. oktober, sum er tann dagurin, tá síðsta um- farið í 1. deild verður spælt. Umframt spælararnar verða í ferðalagnum Bill Jacobsen, venjari, Pætur Clementsen, hjálparvenjari, Heri Olsen, liðleiðari og Fanny Kruse, fysiotera- peutur. Ferðaleiðari verður Børge B. Hansen. Spæla nógv Bill Jacobsen, venjarin, sig- ur seg ikki enn vita so nógv um mótstøðuliðini, men hetta fara teir at kanna hesa næstu vikuna. Hann ivast kortini ikki í, at mótstøðan verður ríkiliga stór, og hann roknar við, at bæði Ru- menia og Eysturríki hava heilt góð lið. Tá Føroyar í august luttóku í NM kapp- ingini í Svøríki var talan um 4–0 tap ímóti Onglandi og Noregi. Svøríki vann 3–1 á Føroyum, og síðsti dysturin endaði við 1–1 ímóti Danmark, sum kort- ini vann brotssparkskapp- ingina og harvið endaðu Føroyar aftast í kappingini. Frá leygarmorgninum og inntil sunnumorgunin verð- ur síðsta venjingarlegan á Svangaskarði. Venjarin ásannar, at tað er torført at fáa kabalina at ganga upp. Dreingirnir, sum eru føddir í 1986 og í 1987, eru nógv upptiknir av dystum í dreingjadeildini og ung- lingadeildini, og onkrir spæla eisini í vaksna- mannadeildunum. Eru teir væl fyri? – Stóri spurningurin er altíð, um føroysku spælar- arnir standa seg likamliga. Tað hevði verið ynskiligt, um føroysku spælararnir vandu meiri, og so er tað aldurin. Á liðunum, sum vit spæla ímóti, eru nógv teir flestu altíð úr eldra árgangi- num. Hjá okkum er úttøku- grundarlagið ikki so stórt, men hesa ferð eru tað bara tveir, sum eru frá 1987. Hinir eru allir føddir í 1986, sigur Bill Jacobsen. Sambært kappingarskip- anini skuldi síðsta umfarið í dreingjadeildini verið spælt annan leygardag. Men tá fer U–17 landsliðið av landinum. Tí er umfarið flutt fram til nú mikudagin. Bill Jacobsen, venjari hjá U- 17 landsliðnum, hevur út- tikið fýra spælarar úr danska høvuðsstaðarfelagnum Frem til EM undankappingina, sum Føroyar skulu luttaka í um mánaðarskiftið savnsmynd Gull og skreyt í Klaksvík Meistararnir úr KÍ og tær á mótstøðulið- num hesa ferð, B68, fáa heiðursmerki í Klaksvík, meðan tað verður roknað við, at B36 skal hava silvur- krónurnar í Gunda- dali 1. DEILD KVINNUR Jóannes Hansen Í morgin verður síðsta um- farið í kvinnukappingini spælt. Tað er longu langt síðani greitt, at steypavinn- ararnir úr KÍ eisini eru meistarar. KÍ kvinnurnar fyrireika seg til Europa Cup umfarið, sum tær skulu til Svøríkis at spæla í. Miku- dagin vóru tær frá morgun- stundini av og inntil seint á kvøldi á Svangaskarði, har tær vandu seg at spæla á grasi. Eitt nú spældu tær mikukvøldið tríggjar ferðir 25 minuttir ímóti U–19 kvinnulandsliðnum, sum fyrireikar seg til EM undankapping. Men í morgin fara KÍ kvinnurnar eina løtu at venda tankunum frá Europa Cup og til heimligu kapp- ingina. Tá skulu tær spæla á heimavølli ímóti B68, og aftaná fara umboð fyri FSF at handa KÍ gullkrónur og FM steypið, sum tær eisini vunnu í fjør og í fyrraárið. Harvið fáa tær steypið til ognar, sum Vogue gav í 1995. Harvið kunnu KÍ kvinn- urnar lata seg fagna av trúgvu viðhaldsfólkunum, sum sammett við aðra staðni møta væl upp til dystirnar, og nú fáa møgu- leikan at takka góða liðnum fyri ídni, nærlagni og gott fótbóltsspæl og ein eina- standandi hugburð, tá tað ræður um at fáa fíggjarligt grundarlag til vega undir altjóða luttøkuni. Tað er greitt, at mót- støðuliðið hjá KÍ í morgin, B68, fer at fáa heiðurs- merkir. Í FSF rokna teir við, at talan verður um bronsumerkini. B68 hevur ein lítlan møguleika at røkka silvurkrónunum, og tær ætla at gera sítt til at fáa fínaru merkini. Kravið er, at tær vinna á KÍ, og at HB megnar at vinna á B36, sum liggur til at vinna silvur- merkini. – Tað er kanska ikki nógv, sum bendir á, at HB fer at vinna á B36. Men vit ætla at gera okkara. Vit hava staðið okkum væl í undanfarnu dystunum ímóti KÍ, og vit vóna, at áskoðararnir, sum fara at møta upp at heiðra KÍ fyri væl uppiborna FM heitið, verða vitni til ein góðan dyst, sigur Herman Jacob- sen, sum er venjari hjá B68 kvinnunum. Tá hann sigur, at B68 hevur staðið seg væl í síðstu dystunum ímóti KÍ, so sipar hann til teir báðar síðstu dystirnar á Toftum. B68 vann annan 2–1, og KÍ vann hin 2–1. Fyrr í summ- ar tapti B68 7–1 í Klaksvík, men úrslitini hava víst, at talan hevur verið um stóra framgongd hjá B68 síðani tá. Kortini undirstrika tey á Toftum, at sjálvandi er KÍ favorittur í morgin. Síðsti dysturin verður millum Skála og GÍ. 27 26 Nr. 180 - 20. september 2002 Nýggjur vinnari Annað umfarið í Daewoo Marathon Cup kappingini varð runnið um vikuskift- ið, og fyri fyrstu ferð stóð Símun Joensen ovastur á sigurspalli- num hjá monnunum RENNING Tíðindaskriv Leygardagin 14. september varð skipað fyri rennikapp- ing í Klaksvík. Kappingin var annað umfar av Dae- woo Marathon Cup 2002, sum sersambandið fyri frælsan ítrótt, FÍF, í sam- starvi við P/F Esmar Sim- onsen skipar fyri. Tilsaman luttóku 66 vaksin og børn úr øllum Føroyum. Líkindini at renna leygardagin vóru av teimum allarbestu, tí tað var eitt lítið lot og passaliga lýtt. Tey vaksnu runnu 5 km, meðan børn -7 og -10 runnu 700m og børn -13 og -17 runnu 870m. Símun Joensen vann Hjá teimum 16 monnunum gjørdist Símun Joensen úr Klaksvík vinnari við tíðini 17,10 min. Hetta er ein góð tíð hjá Símuni, tí rutan er hørð við tað, at rennast skal fýra ferð frá Stoksoyravegi og niðan á Bumshamarveg. Símun, sum gjørdist nummar tvey í Ólavsøku- renningini hevur víst, at hann umframt góð fótbólts- evnir, eisini hevur góð rennievnir. Tað hevði verið spennandi at sæð, hvussu langt hann kundi nátt, um hann veruliga satsaði uppá renning. Nummar tvey gjørdist Snorri Patursson úr Havn við tíðini 17,56 min., meðan vinnarin av fyrsta umfari í Havn, Jonhard Larsen úr Treystinum gjørdist nummar trý, við tíðini 18,06 min. Hetta er eisini gott av Jonhardi, sum í løtuni er í tungari mara- thon-venjing, tí hann skal nevniliga luttaka í Berlin Marathon seinast í mánaði- num. Í samlaðu kappingini liggur Jonhard á odda. Hann er góðar 2 minuttir frammanfyri Sigurð Justin- ussen úr Bragdinum og Snorra Patursson úr Havn. Hjá kvinnunum gjørdist, sum ikki einaferð, Rigmor N. Arge úr Bragdinum tryggur vinnari við tíðini 19,44 min. Nummar tvey gjørdist Ingrid Patursson úr Havn, meðan Brindis Weihe úr Bragdinum gjørd- ist nummar trý. Nummar fýra gjørdist Annika Sivert- sen úr Klaksvík. Í samlaðu kappingini liggur Rigmor trygt á odda. Hjá veteranum, sum eru føddir í 1956 ella fyrr, gjørdist Óli Olsen úr Bragdinum vinnari við tíð- ini 20,10 min. Beint í høli- num á Óla kom Steintór Hjaltalin úr Bragdinum við tíðini 20,12 min. Nummar trý gjørdist hesaferð Robert Vilhelmsen úr Bragdinum. Í samlaðu kappingini liggur Óli á odda við 45 sek. frammanfyri Steintór. Børn -7 Av teimum seks gentunum gjørdist Lydia U. Marsten tryggur vinnari, framman- fyri Marionnu G. Eystberg og Gunn Joensen. Tær eru allar úr Klaksvík. Í samlaðu kappingini er tað bert Ingi- bjørg Petersen úr Havn, sum hevur møguleika at gjøgnumføra øll fýra um- førini. Hjá teimum níggju dreingjunum gjørdist John Viljam Johannesen úr Treystinum enn einaferð vinnari. Nummar tvey gjørdist Regin Joensen úr Havn, meðan Páll R. Weihe úr Bragdinum gjørdist nummar trý. Í samlaðu kappingini liggur John Vil- jam á odda við 23 sek. frammanfyri Regin og 39 sek. frammanfyri Páll. Børn -10 Her vóru tað 11 gentur í kappaðust, og gjørdist Bjørg Seloy úr Havn vinn- ari frammanfyri Vilbjørg Johannesen og Louisu Øst- erø báðar úr Treystinum. Í samlaðu kappingini er Bjørg eisini á odda við 21 sek., meðan Vilbjørg á øðr- um plássi bert er 2 sek. frammanfyri Louisu. Av teimum sjey dreingj- unum gjørdist Ari Johanne- sen av Argjum vinnari frammanfyri Sigmund Ol- sen úr Hvannasundi og Rúna Seloy úr Havn. Í samlaðu kappingini er Ari 23 sek. frammanfyri Sig- mund, og eru bert teir báðir eftir í kappingini. Børn -13 Álvur F. Christiansen úr Treystinum gjørdist vinnari av teimum fimm dreingj- unum, frammanfyri Rógva S. Holm og Bárður Jo- hannesen báðir av Argjum. Í samlaðu kappingini liggur Bárður á odda við 1 sek. frammanfyri Rógva, sum aftur er 17 sek. framman- fyri Jan Elmar Sørensen úr Treystinum. Hjá teimum fýra gentun- um var tað enn einaferð Christa R. Weihe úr Bragdinum, sum vann. Hesaferð var tað framman- fyri Anju Johannesen av Argjum og Eyð Joensen úr Havn. Nummar fýra gjørd- ist Borghild Reyðberg úr Klaksvík. Í samlaðu kapp- ingini er tað bert Christa, sum hevur møguleika at vinna samlað. Børn -17 Í hesum bólkinum eru tað tíverri bert dreingir, sum hava luttikið í tveimum teimum fyrstu umførunum. Av teimum trimum dreingj- unum gjørdist Jóan Karl Joensen úr Kollafirði vinn- ari frammanfyri Martin Róa Vilhelmsen úr Bragdi- num og Christian Olsen úr Klaksvík. Í samlaðu kapp- ingini liggur Jóan Karl á odda frammanfyri Martin Róa. Triðja umfar av Daewoo Marathon Cup verður á Toftum um tríggjar vikur, tvs. leygardagin 12. oktob- er. Tá renna tey vaksnu Runt Agnið, sum er ein teinur uppá 10,5 km. Tey yngru børnini renna 600m meðan tey eldru børnini renna 1,6 km. Símun Joensen gjørdi hesaferð bart, men í samlaðu støðuni er Jonhard Larsen framvegis á odda Úrslit frá 2. umfari í Daewoo Marathon Cup Menn 5 km Pláss Tíð Navn Árg. Felag/Staður 1 17,10 Símun Joensen 1983 Klaksvík 2 17,54 Snorri Patursson 1979 Tórshavn 3 18,06 Jonhard Larsen 1966 Treysti 4 18,17 Samson Nesá 1972 Gøta 5 18,20 Sigurð Justinussen 1967 Bragdið 6 18,28 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið 7 19,22 Birgir Sondum 1961 Bragdið 8 19,41 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið 9 19,49 Trygvi Hansen 1966 Bragdið 10 19,55 Suni Jacobsen 1967 Bragdið 11 20,10 Óli Olsen 1949 Bragdið 12 20,12 Steintór Hjaltalin 1949 Bragdið 13 21,09 Jákup Alberg Berg 1963 Tórshavn 14 21,13 Robert Vilhelmsen 1951 Bragdið 15 21,17 Ólavur Herup Olsen 1943 Bragdið 16 22,53 Petur Dorian Petersen 1968 Tórshavn Kvinnur 5 km 1 19,44 Rigmor N. Arge 1969 Bragdið 2 25,24 Ingrid Patursson 1958 Miðvágur 3 25,52 Brindis R. Weihe 1968 Bragdið 4 26,22 Annika Sivertsen 1969 Klaksvík Gentur -7 (700 m) 1 3,06 Lydia U. Marsten 1995 Klaksvík 2 3,54 Marianna G. Eystberg 1998 Klaksvík 3 4,22 Gunn Joensen 1996 Klaksvík 4 4,40 Lisa Joensen 1997 Klaksvík 5 6,24 Valborg Vang 1996 Klaksvík 6 7,19 Ingibjørg Petersen 1995 Tórshavn Dreingir -7 (700 m) 1 2,46 John Viljam Johannesen 1995 Treysti 2 2,58 Regin Joensen 1995 Tórshavn 3 3,03 Páll R. Weihe 1995 Bragdið 4 3,11 Tórur Justesen 1995 Klaksvík 5 3,27 Ólavur Joensen 1996 Tórshavn 6 3,41 Beinir Johannesen 1997 Treysti 7 3,45 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið 8 4,03 Osvald á Marknagili 1996 Klaksvík 9 4,29 Josvein Joensen 1996 Klaksvík Gentur -10 (700 m) 1 2,36 Bjørg Seloy 1992 Argir 2 2,44 Vilbjørg Johannesen 1992 Treysti 3 2,49 Louisa Østerø 1993 Treysti 4 2,51 Jórun Klakkstein 1993 Klaksvík 5 2,52 Gu_ri_ G. Eystberg 1994 Klaksvík 6 3,07 Erla Jacobsen 1993 Haraldsund 7 3,11 Una Joensen 1993 Klaksvík 8 3,16 Bergfrí_ Joensen 1994 Klaksvík 9 3,21 Gunnri_ Frí_a Joensen 1994 Klaksvík 10 3,29 Elsebeth Danielsen 1993 Klaksvík 11 4,04 Rebekka Egholm 1994 Klaksvík Dreingir -10 (700 m) 1 2,15 Ari Johannesen 1992 Argir 2 2,28 Sigmund Olsen 1992 Hvannasund 3 2,40 Rúni Seloy 1994 Tórshavn 4 3,10 Beinir Poulsen 1994 Klaksvík 5 3,18 Ásbjørn Vang 1994 Klaksvík 6 3,38 Tórur N. Guðjonsson 1993 Klaksvík 7 4,06 Hans Petur Sólheyg 1994 Klaksvík Gentur -13 (870 m) 1 3,38 Christa R. Weihe 1991 Bragdið 2 4,04 Anja Johannesen 1991 Argir 3 4,08 Eyð Joensen 1991 Tórshavn 4 5,04 Borghild Reyðberg 1991 Klaksvík Dreingir -13 (870 m) 1 2,52 Álvur F. Christiansen 1989 Treysti 2 2,55 Rógvi S. Holm 1990 Argir 3 2,56 Bárður Johannesen 1989 Argir 4 3,07 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti 5 3,36 David Thomsen 1989 Hvannasund Dreingir -17 (870 m) 1 2,38 Jóan Karl Joensen 1987 Kollafjørður 2 2,45 Martin Rói Vilhelmsen 1986 Tórshavn 3 2,54 Christian Olsen 1985 Klaksvík C M Y K 26