fríggjadagur 20. september 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HB eigur teir bestu í 5. deild
Hóast teir alt seinna
umfarið vóru ellivu
ímóti tíggju, so
megnaði NSÍ, sum
hevur vunnið deild-
ina seinastu fimm
árini, ikki at halda
tørn um leiðsluna,
teir høvdu fingið í 1.
hálvleiki
5. DEILD
Jóannes Hansen
Sunnudagin var besta liðið
hjá HB í Runavík og syrgdi
fyri, at møguleikin hjá NSÍ
at vinna fyrsta meistara-
heitið gjørdist nógv minni,
enn hann hevur verið síðani
eina ferð í summar.
Longu leygardagin vóru
teir í HB í Eysturoynni og
varskógvaðu um, at teir
ikki eru at spæla við í ár. Tá
var tað 5. deildarliðið, sum
í Gøtu vann finaluna um
FM heitið. Úrslitið ímóti
NSÍ var 4–1. NSÍ hevur
annars verið einaráðandi í
hesi deildini seinastu árini.
Teir hava vunnið allar fin-
alurnar frá og við 1997, og
fleiri ferðir hava teir ligið á
júst HB.
Tað var eisini nógv, sum
bendi á, at tað aftur hesa
ferð skuldi eydnast hjá
NSÍ. Dygst undan steðgin-
um royndi Símun Daniel-
sen seg við skoti ímóti mál-
inum. Petur Amon Dalbø,
sum í síni tíð var góður á
besta GÍ liðnum, vardi á
strikuni. Hann var kortini
ikki málverji, og tá hann
brúkti hendurnar, so hevði
Niklas á Líðarenda einki
annað val, enn at senda
hann av vøllinum. NSÍ fekk
brotsspark, og tað sendi
Símun Danielsen framvið
Erlingi Eysturoy, og so var
hálvleikur.
Tí tóktist leiðin til sætta
FM heitið á rað og harvið
møguleikin at vinna ferða-
steypið til ognar at liggja
víðopin hjá NSÍ. Men so-
leiðis skuldi tað ikki ganga.
Hóast teir vóru færri á
vøllinum, so megnaðu teir í
HB at hava bóltin mesta
partin av seinna umfarin-
um, og teir skoraðu fýra
mál.
Tað fyrsta skoraði vinstri
vongverjin Marni Morten-
sen. Royndin var úr 27
metrum, og bólturin sat
heilt uppi undir handaru
samankomingini. Tað minti
mest av øllum um málini,
sum Paul Breitner skoraði
fyri Vesturtýskaland eitt nú
í HM endaspælinum í 1974
og um tey, sum hollendsku
spælararnir skoraðu í HM
endaspælinum í 1978! Og
tað er ikki lygn.
Tíggju minuttir undan
leikloki prikaði Gunnar í
Liða bóltin í málið eftir
horna úr høgru, sum bleiv
snittað víðari. So royndi
NSÍ at fara fram á vøllin,
men orkan var einki serlig,
og manningin man hava
verið betri í fleiri av undan-
farnu finalunum – í hvussu
so er hevur hon verið yngri,
um teir somu spælararnir
hava verið við í fleiri ár!
NSÍ hevði onga tyngd í
álopinum. Í staðin var tað
Kári Nielsen hjá HB, sum
slapp einsamallur avstað og
setti framvið málverjanum,
og í síðstu løtu var tað Jó-
hannes Ejdesgaard, sum fór
sjálvur í høgru og setti
framvið NSÍ málverjanum.
Merkisvert var tað, at
tríggir, sum í ár hava verið
ella eru venjarar í 1. deild
vóru á vøllinum – Mathias
Davidsen og Trygve Mort-
ensen hjá NSÍ og Kári Niel-
sen hjá HB.
Hóast fótbóltsaldurin er
farin at tyngja, so høvdu
teir í HB orku til at fegnast
um
sigurin.
Haldgrím
Gregersen handaði steypið,
sum hann sjálvur gav 5.
deild at kappast um í 2000,
eftir at NSÍ í 1999 hevði
vunnið steypið til ognar,
sum Haldgrím í 1985 gaav
at kappast um. Og FSF
bossurin, Dánial Andrea-
sen, var komin ígjøgnum
holið úr Leirvík og til Gøtu
við gullkrónunum til HB
spælararnar og silvurkrón-
unum til NSÍ menninar.
Teir í NSÍ fóru til Eldu-
víkar at fáa sær ein bita
leygarkvøldið. Tað hava teir
gjørt undanfarnu árini, tá
teir hava vunnið, og teir
høvdu bílagt sær pláss aftur
hesa ferð, sjálvt um mann-
ingarliga støðan mundi
leggja upp til, at teir ikki
vóru so sannførdir um, at
tað skuldi eydnast.
Høvuðsrøðarin undan-
farnu árini var ikki við.
Tórbjørn Jacobsen var við
fíggjarnevndini á veg til
Isle of Man. Teir vóru undir
dystinum staddir í lufthavn-
ini í Manchester. Ábyrgdar-
maðurin hjá NSÍ, Sigmund
Johannesen, mundi kanska
kenna seg eitt sindur órógv-
aðan í sínum starvi. Einar
tjúgu ferðir undir dystinum
vóru telefonboð úr Man-
chester. Tað var ikki Sir
Alex, sum var í hinum end-
anum, men Tórbjørn Jacob-
sen, sum fregnaðist.
Í Elduvík tóku teir í NSÍ
saman um. Eitt var taktikk-
ur og orka. Men vit skilja á
lagnum, at tað vóru heilt
onnur viðurskifti, sum teir
vístu á, tá orsøkin til tapið
skuldi finnast. Ein av spæl-
arunum hevur undanfarin
ár altíð brúkt fyrrapartin
finaludagin at fiska íl í, og
tá hevur gingið væl. Hann
var ikki og fiskaði síl leyg-
armorgunin og niðurstøðan
var, at hetta mátti vera
orsøkin til, at tað ikki
eydnaðist í ár.
Gomlu HBarunum verð-
ur ynskt tillukku við FM
heitinum.
5. deild hjá HB, sum um vikuskiftið vann deildina. Standandi f.v. Birgir Hansen, Hans Waag, Jónfinn Simonsen, Tummas Óli Mortensen, Johannes Ejdesgaard,
Petur Amon Dalbø, Gunnar í Liða, Kári Nielsen og Regin Nolsøe. Húkandi f.v. Marni Mortensen, Birgir Enghamar, Erling Eysturoy, Ingi Kirke, Bjarki Ellefsen,
Árni Arge og Eirikur Rasmussen. Á myndini vantar Leif Olsen
Mynd: www.hb.fo
Í mikudagsblaðnum,
har vit viðgjørdu venj-
araspurngin í fleiri før-
oyskum feløgum, stóð
millum annað at lesa:
»Piotr Krakowski, sum
í summar fekk Odd-
bjørn Joensen at hjálpa
sær við venjingini,
verður ikki venjari hjá
B36 næsta ár«.
Vit
skulu
hervið
koma við eini umber-
ing til B36 fyri háttin,
sum hetta var frambor-
ið uppá. Talan var her
um eina meting hjá
greinaskrivaranum, og
byggir hetta ikki á út-
talilsi frá hvørki B36
ella Piotr Krakowski.
Kristian á Neystabø,
formaður í B36 sigur,
at enn er einki avklárað
viðvíkjandi
venjara-
spurninginum
fyri
komandi ár.
– Sáttmálin hjá Piotr
Krakowski við felagið
rennur út í ár, men enn
hava vit ikki gjørt av,
hvørt hesin sáttmálin
verður longdur, ella
um talan verður um
annan venjara, sigur
Kristian á Neysabø í
stuttari viðmerking.
-jm
Rætting
Nr. 180 • fríggjadagur • 20. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
25
24
Nr. 180 - 20. september 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Krevjað Norðurkorea revsað
Nógvir japanar eru í
øðini, nú norðurkore-
ansku myndugleikar-
nir hava váttað, at
ellivu japanar vórðu
burturfluttir til Norð-
urkorea í sjeyti- og
áttatiárunum.
NORðURKOREA-
JAPAN
Árni Joensen:
– Norðurkorea má revsast.
Stjórnin má seta hørð revsi-
tiltøk í verk ímóti landin-
um, segði talsmaðurin hjá
einum tvørpolitiskum jap-
anskum tingbólki í gjár
eftir ta óhuganligu avdúk-
ingina av lagnuni hjá teim-
um ellivu horvnu japanun-
um.
Tað var týsdagin, at norð-
urkoreanski leiðarin, Kim
Jung-il, greiddi japanska
forsætisráðharranum, Jun-
ichiro Koizumi, frá, at tað
var
Norðurkorea,
sum
hevði burturflutt teir ellivu
japanarnar.
Hann
bað
samstundis japanska stjórn-
arleiðaran
og
japanska
fólkið um umbering og lov-
aði, at slíkt skal ongantíð
henda aftur. Kim Jung-il
upplýsti samstundis, at fýra
av teimum rændu japanun-
um eru framvegis á lívi.
Men japanar eru ikki
nøgdir við umberingina.
Flestu japanar krevja, at
norðurkoreanska stjórnin
skal koma við einari ná-
greiniligari frágreiðing um
tað, sum hendi, og avvar-
andi hjá teimum sjey, sum
eru deyð í Norðurkorea,
krevja allar smálutir lagdar
fram.
Stríðið um tey ellivu
horvnu hevur leingi sett
dám á viðurskiftini millum
Japan og Norðurkorea.
Tokyo hevur í fleiri ár
kravt,
at
Norðurkorea
skuldu viðganga, at landið
hevði rænt og burturflutt
tey ellivu fólkini, og at
myndugleikarnir í Pyongy-
ang skuldu upplýsa, hvat
var vorðið av teimum.
Treytaleys umbering hevur
eisini verið eitt krav úr
Tokyo.
Darvar friðartil-
gongdini
Men nú norðurkoreanar
loksins
hava
viðgingið
burturflytingarnar og biðið
um umbering, hevur tað
elvt til slíka vreiði í Japan,
at tað er ein spurningur, um
hetta fer at bøta um við-
urskiftini millum londini.
Stjórnarkeldur í Tokyo
søgdu í gjár við blaðið
Japan
Times,
at
tann
óhugnaliga
norðurkore-
anska váttanin fer uttan iva
at darva arbeiðinum at bøta
um viðurskiftini millum
londini bæði. Koizumi for-
sætisráðharri hevur sagt, at
stjórnin er ikki nøgd við
tað, sum er komið fram, og
at stjórnin fer at krevja, at
norðurkoreanar revsa teir
seku. Tað hevur Kim Jung-
il givið tilsøgn um. Stjórnin
í Tokyo vil eisini hava eina
nágreiniliga
frágreiðing
um, hví norðurkoreansku
myndugleikarnir rændu og
burturfluttu
tey
ellivu
fólkini.
Japanska stjórnin hevur
eisini gjørt greitt, at hon fer
at leggja trýst á norður-
koreansku stjórnina, so teir
fýra japanarnir, sum fram-
vegis eru á lívi, sleppa aftur
til Japan sum skjótast.
Amerikanarar sleppa undan
rættarsókn í Haag
Nú hava níggju lond
lovað, at tey fara ikki
at senda amerikansk-
ar ríkisborgarar til
nýskipaða revsirættin
í Haag.
USA OG REVSI-
RÆTTURIN
Árni Joensen:
Mikudagin skrivaðu USA
og Usbekistan undir ein
sáttmála, sum sigur, at us-
bekisku myndugleikarnir
fara ikki at senda amerik-
anskar ríkisborgarar til
rættarsókn í altjóða revsi-
rættinum í Haag.
Týsdagin skrivaðu USA
og Mauritania undir ein
tilsvarandi sáttmála, og
mánadagin fekk USA eisini
ein slíkan sáttmála við
Dominikanska Lýðveldið.
Sostatt hava níggju lond
nú skrivað undir uppá, at
tey fara ikki at lata altjóða
revsirættinum amerikansk-
ar ríkisborgarar. Hini lond-
ini, sum hava gjørt tílíkar
sáttmálar við USA, eru
Ísrael, Eystur Timor, Mar-
shalloyggjarnar,
Palau,
Rumenia og Tadjikistan.
Av teimum níggju lond-
unum eru tað bara Tadjik-
istan, Rumenia og Mar-
shalloyggjarnar, sum hava
staðfest sáttmálan um al-
tjóða revsirættin. Dominik-
anska Lýðveldið og Usbe-
kistan hava skrivað undir
sáttmálan, men hava ikki
staðfest hann.
USA vil ikki viðurkenna
revsirættin, tí landið ber
ótta fyri, at amerikanskir
hermenn
kunnu
verða
drignir fyri rættin av polit-
iskum orsøkum. Seinastu
mánaðarnar hava amerik-
anskir diplomatar roynt at
fáa onnur lond at binda seg
til ikki at lata rættinum am-
erikanskar ríkisborgarar, og
hetta hevur møtt harðari
mótstøðu nógvastaðni, ser-
liga í Evropa.
Norskir oljupengar
til vápn
Loyva kjarnorkueftirliti
Hávur við Mallorca
Nansen í Moskva
Ein
frágreiðing,
sum
norska fíggjarmálaráðið
hevur latið gera, stað-
festir, at norski olju-
grunnurin kann halda
fram at seta pengar í fyri-
tøklur, sum gera ymisk
vápn so sum bumbur og
minur.
Fleiri hava funnist at, at
oljugrunnurin hevur sett
pengar í dótturfeløg hjá
fyritøkuni
Singapore
Technologies, sum gera
landminur. Tey atfinning-
arsomu halda tað vera
heilt burturvið, at al-
mennir norskir pengar
verða nýttir til vápnaídn-
að, samstundis sum tað
almenna Noreg roynir at
virka fyri friði ymsa-
staðni kring heimin.
Frágreiðingin hjá fíggj-
armálaráðnum í Oslo
staðfestir, at tað er ikki í
stríð við altjóða fólka-
rættin, at oljugrunnurin
ger íløgur í feløg, sum
gera vápn, og Per-Kristi-
an Foss, fíggjarmála-
ráðharri skal nú gera av,
um grunnurin skal sleppa
at halda fram við íløgum
av hesum slagnum.
Norðurkoreansku mynd-
ugleikarnir eru nú til
reiðar at lata fremmandar
eftirlitsmenn
kanna
landsins kjarnorkuútbún-
að.
Tað segði japanski for-
sætisráðharrin, Junichiro
Koizumi, í gjár. Koizumi
hitti fyrr í vikuni norður-
koreanska leiðaran, Kim
Jung-il.
Sambært forsætisráð-
harranum er Norðurkorea
sinnað at lata menn hjá
altjóða kjarnorkustovnin-
um IAEA kanna landsins
kjarnorkuútbúnað og tær
verkætlanir, sum mynd-
ugleikarnir hava. Summi
vilja vera við, at Norður-
korea roynir at fáa sær
kjarnorkuvápn, men hes-
um hava norðurkoreanar
víst aftur.
Spanskir fiskimenn, sum
royna við tætt við frí-
tíðaroynna
Mallorca,
siga, at har er nógvur
hávur at síggja.
Ein av fiskimonnun-
um, Rafael Mas, sigur, at
hávurin heldur serliga til
norðan fyri oynna, og teir
hava ongantíð sæð so
nógvan háv har fyrr. Bara
ta seinastu vikuna hava
fiskimenninir
fingið
tíggju hávar.
Hávarnir eru meiri enn
fýra metrar til longdar og
viga góð 600 pund. Fiski-
frøðingarnir siga, at háv-
arnir eru av einum slagi,
sum er vanligt í Miðjarð-
arhavinum, men at hetta
hávaslagi vanliga heldur
til á djúpum vatni. Háv-
urin er ikki vandamikil
fyri fólk, siga fiskifrøð-
ingarnir.
Mikudagin
varð
ein
standmynd av tí kenda
norska pólgranskaranum
Fridtjof Nansen avdúkað
í Moskva.
Russiska
sjónvarpið
TVS sigur, at tað er ikki
sum pólgranskari, at russ-
ar hava valt at heiðra
Nansen, men heldur fyri
tað arbeiðið, sum hann
gjørdi fyri svøltandi fólk í
Ukraina og flóttafólk í
Armenia.
Fridtjof Nansen fekk
friðarheiðursløn Nobels
fyri arbeiðið, sum hann
gjørdi í 1920-árunum fyri
táverandi
heimsfelags-
skapin.
Tann
nýggja
standmyndin er tí hósk-
andi sett uttan fyri skriv-
stovuna hjá Reyða Krossi
í Moskva.
Samstundis sum viðurskiftini millum Norðurkorea og Japan eru spent, eru viðurskiftini millum
Norður- og Suðurkorea batnað munandi. Her eru suðurkoreanskir hermenn farnir undir at
beina fyri minum á markinum millum londini. Eisini er avgjørt at knýta jarnbreytar- og
vegasamband tvørtur um markið
C
M
Y
K
24