Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 20. september 2002 23 22 Nr. 180 - 20. september 2002 Hósdagur 26. september 23:30 World Business Report (r) 23:45 Asia Today 05:00 Garfield Og Venner 05:25 Børnehjørnet 07:10 Tv-Shop 08:50 Tv3 Extra 09:20 Ricki Lake 10:10 Horton-Sagaen 11:00 Horton-Sagaen 11:55 Ricki Lake 12:50 Familien Walton 13:50 Din Heldige Hund 15:35 Med På Moden 16:05 Ricki Lake 17:00 Alle Elsker Raymond 17:30 Sabrina - Skolens Heks 18:30 Tv3 Extra 19:00 Dawsons Creek 19:50 Den Eneste Ene 20:50 Sex And The City 21:30 Mysterious Ways 22:30 Line's 23:30 Tv3 Extra 00:00 Ti Tommelfingre 00:30 Walker Texas Ranger 01:25 Simpsons 01:55 Træneren 02:25 Ricki Lake 03:15 Ti Tommelfingre 03:45 Sunset Beach 04:35 Godnat 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur - Jóna Thomsen á Strondum lesur 07.15 Barnaløtan - Katrin og Kári stíla fyri 07.30 Tíðindi 07.35 Góðan morgun Føroyar 08.00 Tíðindi 08.03 Góðan morgun Føroyar 09.00 Tíðindi 09.03 Sjónarringurin (e) - Árni Joensen leggur til rættis 09.35 Dagsins tónar 09.50 Morgunlestur (e) - Jóna Thomsen á Strondum lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fimleikaløtan 2 10.10 Tit skriva, vit spæla 11.00 Tíðindi 11.03 Faktor fimm (e) - Lættur summartónleikur hjá Gunnari Nolsøe 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.15 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindini 12.40 Døgurðatónar 13.00 Tónatímin 14.00 15 tær bestu (e) - Jákup Magnussen stílar fyri 15.00 Tíðindi 15.03 Nýtt og gott gamalt 16.00 Tíðindi 16.03 Aftur á gamlar slóðir - Ferðafrásøgn úr íslandi. 3. og seinasta sending. Jógvan Arge leggur til rættis 17.00 Tíðindi 17.05 Í víngarðinum - Símun Jóannesarson Hansen stílar fyri 18.00 Barnaútvarpið - Vit fara at spæla tónleik fyri børn. 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Upplestur 19.30 Krás - Tónleikasending hjá James Olsen 20.00 Ljóðmúrurin - Regin Egholm skipar fyri 21.00 Tíðindi 21.05 Dagsetur - Femja Petersen leggur til rættis 22.00 Tíðindi 09:45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen. 10:00 Leysaløtan (e) - Endursending frá í gjár. Innsløg, prát og tónleikur. Sonne Smith leggur til rættis. 11:00 Tónleikur 12:00 Tíðindi 12:15 Tónleikur 13:30 Ynskiløtan - Heilsanir frá lurtarum. Send heilsanir um (www.ras2.fo) ella á fax. 359990. 14:00 Lýsingar 14:05 Ynskiløtan (framhald) 15:00 Tíðindi 15:15 Leysaløtan - Innsløg, prát og tónleikur. Sonne Smith leggur til rættis. 16:00 Indie - Bylgjan - Tónleikasending sum Rúni Korsgaard leggur til rættis 17:00 Norðlýsið - Aktuell sending úr Studio 7 í Klaksvík. John William og Oliver Joensen leggja til rættis. 18:00 Tíðindi 18:15 Tónleikur 19:00 Orð á leiðini (EvR) - Evni: Andaligur búnaðskapur (4. partur av 8) - Jógvan Zachariassen leggur til rættis. 19:40 Tónleikur 21:00 Tíðindi 21:15 Orðið (e) - Endursending frá í morgun. Bíbliulestur v/ Anju Hansen. 21:30 Tónleikur 22:00 Girlzone - Undirhaldssending fyri ung, Súsanna Clementsen og Ruth Reinert skipa fyri. Telefon: 35 99 93 Fax: 35 99 90 E-mail: girlzone@ras2.fo 00:00 Liðugt 13.00 Byrjan – Dagsskráin verður lisin 13.05 Bankabók Trúarinnar – eftir C.H. Spurgeon 13.30 Sjómanssendingin Vitin v/ Símun Absalonsen (e) 14.30 Barnalindin endursending frá Sunnudegnum (e) 15.00 Horizon Star v/ Stella Zachariassen 18.00 Dagsins Orð eftir Svenning av lofti 19.00 Brot og bitar ein ørvísi tíðindasending. 20.00 Barnalindin (e) 20.55 Bankabók Trúarinnar – eftir C.H. Spurgeon (e) 21.00 Bønarlinjan, beinleiðis sending við gesti vertur er Jenis av Rana Bønarevnu kunnu ringjast inn frá kl. 20.00. Tlf. 321377 og til ber at senda fax á nr. 321379. 00.00 Dagsins orð eftir Svenning av Lofti (e) 23.10 Blandaður tónleikur, Dagsins Orð, o.a. 02.00 Ein forvitnislig ferð gjøgnum Bíbliuna v/ Símun Absalonsen gestur Jógvan Zachariassen 03.00 Blandaður tónleikur, Dagsins Orð, o.a. 06.00 vit gevast 17.30 Viftan 18.00 Toktummas 18.05 Pocahontas 21:26 18.30 Atlantis High 4:13 18.55 Kærleiksvenjing - donsk sending fyri ung 19.15 Eitt arbeiði fyri meg e 20.00 Dagur og Vika 20.25 Grannar okkara 20.50 Gesturin 21.15 Upprunin til menniskjað 8:8 22.15 Krimitímin: Burturi á heiðini 1:3 - bretsk krimi 23.05 Borð um borð e 23.55 Liðugt 07:30 Golf: Challenge Tour - African Tournaments Review 08:00 Sailing: Sailing World 08:30 Motorsports: Series 09:00 Grand Touring: 2002 Series Japan Gt Championship Motegi 09:30 Pool: World 8 Ball Pool Championships In Shetland Islands, Scotland 11:00 Cycling: World Track Championship Denmark Copenhagen 11:30 Cycling (Live): Tour Of Spain 16:30 Tennis (Live): Wta Tournament Leipzig Germany 18:00 News: Eurosportnews Flash 18:15 Cycling (Live): World Track Championship Denmark Copenhagen 20:45 Boxing: International Contest 22:00 News: Eurosportnews Report 22:15 Formula 1: Inside Formula 22:45 Sumo: Grand Sumo Tournament (Basho) 23:45 Superbike: Superbike Mag 00:15 News: Eurosportnews Report 0.00 TLZ: »Renaissance – The End of the Renaissance« 1.00 TLZ: »Copland's America« 2.00 TLZ: »Jonathan Miller's Opera Works – The Chorus« 2.45 TLZ: »Lesley Garrett Tonight« 3.15 TLZ: »Inside Dot Coms – usa.com« 4.00 TLZ: »Informer, Eduquer, Divertir« 4.25 TLZ: »Pause« 4.30 TLZ: »Cinema for the Ears« 5.00 TLZ: »Greek Language and People – Ordering a Meal« 5.30 Look Ahead 6.00 Bits & Bobs: »Harvest« 6.15 The Story Makers: »Special Occasions« 6.35 Angelmouse 6.40 Dinosaur Detectives: »What did the Dinosaurs eat?« 7.05 Blue Peter flies the World: »Spain/Fiesta« 7.30 Ready Steady Cook 8.15 House Invaders: »Horsham« 8.45 Going for a Song 9.15 The Antiques Show 9.45 Changing Rooms: »Winchester« 10.15 Vets to the Rescue 10.45 Hetty Wainthropp Investigates: »How Time flies« 11.45 The Weakest Link 12.30 Passport to the Sun 13.00 Eastenders 13.30 House Invaders: »Halifax« 14.00 Going for a Song 14.30 Bits & Bobs: »Harvest« 14.45 The Story Makers: »Special Occasions« 15.05 Angelmouse 15.10 Dinosaur Detectives: »What did the Dinosaurs eat?« 15.35 Blue Peter flies the World: »Spain/Fiesta« 16.00 Barking Mad 16.30 Ready Steady Cook 17.15 The Weakest Link 18.00 Gardeners' World 18.30 Ground Force: »Lancashire« 19.00 Eastenders 19.30 Dog Eat Dog 20.30 People like us: »The Actor« 21.00 The Blackadder: »The Archbishop« 21.35 French and Saunders 22.05 Attachments: »Plug and Play« 23.00 The Sculptress 00:00 BBC News 00:30 HARDtalk (r) 01:00 BBC News 01:30 Fast Track (r) 01:45 Holiday (r) 02:00 BBC News 02:30 Simpson's World (r) 03:00 BBC News 03:30 Asia Today (r) 03:45 World Business Report (r) 04:00 BBC News 04:30 HARDtalk 05:00 BBC News 05:30 World Business Report 06:00 BBC News 06:30 World Business Report 07:00 BBC News 07:30 World Business Report 07:45 Sport Today 08:00 BBC News 08:30 Fast Track (r) 08:45 Holiday (r) 09:00 BBC News 09:30 HARDtalk (r) 10:00 BBC News 10:30 Simpson's World (r) 11:00 BBC News 11:30 Asia Today 11:45 World Business Report 12:00 BBC News 12:30 HARDtalk (r) 13:00 BBC News 13:30 World Business Report 13:45 Sport Today 14:00 BBC News 14:30 The Comeback Cars (r) 15:00 BBC News 15:30 Asia Today 16:00 BBC News 16:30 HARDtalk (r) 17:00 BBC News 17:15 World Business Report 17:30 Talking Movies (r) 18:00 BBC News 18:30 World Business Report 18:45 Sport Today 19:00 BBC News 19:30 HARDtalk (r) 20:00 BBC News 20:30 Click Online 21:00 BBC News 21:30 World Business Report 22:00 BBC News 22:30 Developing World 23:00 BBC News Pocahontas Pocahontas, ið fór á eina langa ferð um alt Amerika við tí endamáli at hitta øll indiansk ættfólk at greiða teimum frá tí boðskapi, sum skaparin í fyrndini boðaði Hopi-fólkinum er nú aftur á skránni. Hósdag og leygardag í Sjónvarpi Føroya. Jóna Thomsen á Strondum lesur Sálmar og skriftstøð: Mánadagin 23. september: nr. 267 “Eg veit, hvar góð er grundin” nr. 274 “Gev mær treyst og trú í treytum” Týsdagin 24. september: nr. 330 “Yndislig, føgur” nr. 345 “Alt í føðurhendi er” Mikudagin 25. september: nr. 270 “Kúra og klaga” nr. 269 “Hvat er tað, sum tyngir sinnið” Hósdagin 26. september: nr. 271 “Eg fátækur snúgvi mær faðir” nr. 276 “Miskunna mær, Guð” Fríggjadagin 27. september: nr. 272 “Ivi í huga tungur er” Leygardagin 28. september: nr. 540 “Almikið árið líður” nr. 393 “Guð faðir meg vara” Morgunlestrar 23.–28. september Din heldige hund Ein millióningur letur sína ogn fara til sín hund og ein hundapsykolog, meðan familja hjá tí farna ikki far eitt klov í oyra. Hesin skemtifilmur fylgir kampinum hjá familjuni um rættindini til teir eftirlætnu pengarnar ... og hvat tó fylgir við! Hósdagin kl. 13.50 Hóskvøldið kl. 18.05 TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein MC Hár fer at spæla fyri fyrstu ferð nakrantíð í Klaksvík fríggjakvøldið. Teir spæla í Borgini, sum fyrrverandi Lognbrá nú verður kallað MC Hár hevur verið nógv frammi seinastu ár- ini, teir hava givið sangir út á fløgu, teir hava spælt á alskyns konsertir, men hóast hetta hava teir ong- antíð vitjað í Klaksvík. Higartil. – Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at sleppa til Klaksvíkar at spæla, hetta hevur verið ætlanin í nógv ár, men tað er ong- antíð lukkast at fáa tað í lag, sigur Niels Uni Dam, sangari í bólkinum. – Tá vit góvu “Fram- vegis uttan vit” út í 1998, fingu vit at vita frá plátu- felagnum Creative Mus- ic, at fløgan seldi væl á trimum støðum, hetta var í Suðuroynni, í Havn og í Klaksvík. Í Havn hava vit spælt eitt ótal av ferðum, í Suðuroynni spældu vit í summar, og skulu aftur leygarkvøldið, so nú manglar Klaksvík, sigur hann. Elska klaksvíkingar Fríggjakvøldið koma teir provokerandi tónleikarar- nir úr høvuðsstaðnum umsíðir til Klaksvíkar at spæla. Teir fara at spæla í Borgini, sum er í KÍ-høll- ini. – Tað er eisini for galið at vit ongantíð hava spælt í næst størsta býnum í Føroyum. Vit í MC-Hár elska klaksvíkingar, ja, so nógv at ein av okkum er giftur við einum klaks- víkingi. – Vit gjørdust eisini ordiliga heitir um hjarta, tá ein klaksvíksbólkur í seinastu Prix kapping segði seg hava okkum sum tónleikarligar fyri- myndir, sigur Niels Uni. Gingið væl Tað er gamla Lognbrá, sum tey nú rópa fyri Borgin. Tað er tónleika- felagið Sjey00, sum sam- an við KÍ stendur fyri til- tøkunum í Borgini. – Vit hava havt dansitil- tøk fleiri vikuskifti á rað, og undirtøkan hevur ver- ið góð, sigur Ólavur Sim- onsen, skrivari í Sjey00. Felagið vónar at fáa inn- tøkur burtur úr tiltøkun- um í Borgini, sum skulu brúkast at keypa ljóðan- legg. Fríggjakvøldið verður tað tó felagið Lognbrá, sum stendur fyri ljóði- num, tá MC Hár fer at spæla. TÍÐINDASKRIV – millum Inuit Ataqati- giit, Tjóðveldisflokkin og Vinstrihreyfingina - grænt framboð. Undirritaðu formenn í teimum trimum flokkun- um í Útnorði, sum hava samhaldsfesti og um- hvørvispolitikk í sínum stevnum, vátta hervið vil- jan hjá okkara flokkum at samstarva og styrkja bondini millum okkara flokkar og tjóðir. Hetta verður at fremja við m.ø. hesum stigum: 1. At skipa fyri fundum - í minsta lagi árliga - millum leiðslurnar í flokkunum til tess at viðgera felags áhuga- mál og at menna sam- starv okkara. 2. At bjóða floksumboð- um á landsfund hvør hjá øðrum og til onnur tiltøk av felags áhuga. 3. At virka fyri øktum samstarvi millum ung- dómsfeløg í flokkun- um og at stuðla og eggja ungdómi til at hittast at skifta orð um politiskar hugsjónir og visiónir. 4. At arbeiða í felag - úti sum heima - til tess at samskipa og tryggja áhugamálini hjá tjóð- unum í Útnorði. Flokkarnir eru samdir um at leggja serligan dent á hesi samstarvsøki: - Sjálvsavgerðarrættur og fullveldi tjóðanna - Verjupolitikkur - Uttanríkispolitikkur - Altjóða samhaldsfesti - Mannarættindi og - skyldur - Sosialmál og vælferð- armál - Lokal menning og økismenning - Umhvørvismál og burðardygg troytan av náttúrutilfeinginum - Mentan og verju av tjóðarmálum og tjóð- ararvi Undirskrivað í Nuuk, september 2002 Vegna: Inuit Ataqati- giit: Josef Motzfeldt Tjóðveldisflokkin: Høgni Hoydal Vinstrihreyfingina - grænt framboð: Stein- grímur J. Sigfússon Samstarvsyvirlýsing HUGLEIÐING Ása undir Kletti Eg havi verið úti í Svínoy. Nakrar dagar í juli fóru vit — saman við góðu vinfólk- um okkara — út til Svínoy- ar at ferðast. Hetta vælsign- aða pláss — andarholið, sum ber av øllum. So dánt, tú hevur sett fótin á land, fer pulsurin niður, tú andar djúpan, og strongd og onn- ur óhumska fer við lýggja lotinum út móti Draganum og hvørvur sum døggdropi fyri sól. Undurfult. Størsta hending á degn- um er, tá Másin kemur við ferðafólki. Hvør er við henda túrin? Og hvør er farandi? Jú, vit hava ov mikið at gera við at kaga út gjøgnum vindeygað um morgnarnar, tá vit svøvn- pískut koma niður av lofti- num inn í køkin at fáa okkum ein bita. Hetta er ongantíð áðrenn kl. 10.00! Eingin grund til at skunda sær. Tá tú soleiðis fert at ferðast "í egnum landi", so má ferðin fyrireikast væl og virðiliga. Tú kanst ikki bara fara avstað. Nei, nei. Her krevst ein neyv til- rættalegging, sum stendur mát við, tá amerikumenn ætla sær upp á mánan! Fyrst skal vikan/dagurin veljast – nær fer Másin – fer hann einaferð ella tvær ferðir út til Svínoyar, dag- in, vit hava kosið okkum at ferðast hagar. Eingin grund til at fara avstað á hálvari nátt, um sleppast kann undan tí. So skulu tær innleiðandi venjingarnar viðv. mati- num gerast. Hvussu nógv verða vit? Hvussu nógvar dagar vera vit harúti? Hvussu nógvar døgurðar skulu vit keypa? O.s.fr. Seti góðu vinkonu míni stevnu hjá handilsmanni- num, tá vit hava avgjørt at fara mikudag seinnapartin. Deiligur dagur mikudagur. Soleiðis mitt ímillum tvey vikuskifti. So fer at rigga væl at vera harúti til sunnudagin. Mikumorgunin verður farið til handils, og vit fylla vognin við alskyns døgurðamati, eplum, rísi, grønmeti, breyði, viðskera, skipskeksum (tað er tað mest umráðandi), og so einari rúgvu av góðgæti. Hetta sær væl út — ikki ov nógv at dragsa við okkum út hagar. Vit meta, at her eru einar tríggjar hampu- liga stórar ítróttartaskur. Tað eiga vit at klára. Vit hava eisini verið henda túr- in so ofta, at nú vita vit, hvat vit skulu hava við okkum. (Gera vit nú tað?) Avtalað er, at konurnar og børnini fara í einum bili, meðan menninir, við- førið og hundarnir fara í einum øðrum! Tilsamans fara 8 fólk, tveir hundar, 1 lítil súkkla, ein klappvogn- ur og 14 onnur kolli til Svínoyar henda fagra mikudagin. Og nú havi eg ikki talt ryggsekkir og aðr- ar taskur uppí. Tað var ikki sørt, at grannarnir øtaðust, meðan vit stúvaðu og bóru inn í bilarnar — hildu kanska, at vit fóru med alla! Á ja, gloymdi at nevna, at tá vit vóru komin oman ímóti Studentaskúla- num, vendu menninir aftur — teir høvdu gloymt eitt løbihjul! (Nú eru 15 kolli umframt tað leysa). Leiðin norður til Leir- víkar gekk sum eftir ánni – vit spældu The Beatles og sungu og murraðu við eftir besta førimuni – til vit komu á Leirvíkskei – tá var eingin murring meira. Har stóðu eitt ótal av treyl- arum og bilum – tað var ikki hugsingur um, at bil- arnir sluppu við henda túr- in. Vit vóru farin alt ov seint heimanífrá. Spyr ikki hví – lat tað fara, men eitt er vist – vinkonan undir liðini á mær skifti andlitslit nakrar ferðir! Hon visti óivað nakað, eg ikki visti! Hvat var nú til ráða at taka. Skjótt skuldi berast at – báturin fór um skamma stund, og fyrst skuldi av- ráðast, hvør skuldi við og hvørji kolli! Aftaná stutta samráðing varð avrátt, at konurnar og børnini skuldu fara við Dúgvuni, og garp- arnir (eitt av mínum yndis- orðum) skuldu so koma dagin eftir við (næstan) øllum dragslinum og.... hundunum. Sum teir so fittir søgdu í felag: "Kvinnur og børn fyrst". Nú var bara eitt at gera og tað var at finna taskuna við blæum, mikudagssupp- una og onkrum øðrum og so avstað umborð. Borgar- stjórin í Svínoy, Pól, sum fekk sín bil við umborð henda túrin, sá okkara "di- lemma" og var so beina- samur at koyra okkum út- valda viðførið til Hvanna- sunds og fáa tað umborð á Másan. Stak fittur maður, Pól. Nú var at renna fyri lívi- num og skunda sær um- borð. Komin at sita í sal- ongini, var vinkonan við at fáa vanliga dæmið aftur. Hetta, at vit báðar, saman við børnunum, sótu um- borð á Dúgvuni á veg til Svínoyar var eitt slag av "Deja vu" – nú var bara at vóna, at Másin ikki fór á víkina! Vit báðar hava mangan tosað um túrar, har Másin, hetta deiliga far frá 1959, er komið í "clinch" við opna havið við okkum umborð. Blæur hava flotið aftur og fram á dekkinum, saman við And- ers And bløðum og skips- keksum. Børn og vaksin hava spýð, og sjórokið hevur staðið himmalhøgt. Og menninir? Eisini ta ferðina komu teir dagin eftir í besta veðri, og sjálv- andi var eingin trupulleiki at leggja til á Eiðinum. Nú var bert at seta seg afturá í salongini og njóta eitt Mars ella bæði tvey á veg til Klaksvíkar. Í Klaks- vík er ruta av bryggjuni beinleiðis til Hvannasunds. Nýtt steðgipláss er beint uttanfyri dyrnar hjá Kunn- ingarstovuni, og har stóðu vit so og bíðaðu so tolin saman við øðrum góðum fólki, sum skuldu til Fugl- oyar. Við gamla busssteðgi- plássið á horninum stóð ein riðil av børnum, men tað gáaðu vit ikki um, fyrr enn "okkara" bussur steðg- aði júst har! So var bert eitt at gera — skunda okk- um oman at fáa okkum sess. Ryggsekkir og børn uppá pláss og so at renna. Kendi meg eina løtu sum Garbage í filminum hjá Chaplin "The Great Dictat- or", tá Garbage vegna Hinky skuldi taka ímóti Mussolini á tokstøðini, og tokið koyrdi aftur og fram á perrongini. Stuttligt. Her vóru tað vit, sum runnu aftur og fram frá einum busssteðgiplássi til hitt. Ikki so stuttligt.. Ná. Endiliga komu vit til Hvannasunds og so um- borð á Másan. Viðførið var uppá pláss, veðrið av tí allarfagrasta, so eingin vandi var fyri, at vit fóru á víkina. Fugloyarfjørður er lumpisligt farvatn – sær út sum deyðavatn, men kókar beint undir vatnskorpuni. Gav at bíta, tá dótturin knappliga fekk karm. Havi hug at rósa manningini. Teir vóru um okkum alla tíðina, so eingin kendi seg ótryggan. Fjálgaðu um ommusonin, sum fyri fyrstu ferð skuldi til Svín- oyar. Og hvussu við okkara kæru húsbøndrum, er tað kanska onkur tykkara sum spyr. Jú. Tað skal eg so væl siga tykkum. Veit ikki, um gandur var uppií, men ann- ar teirra meiðslaði sær fingurin so illa umborð á Dúgvuni, at hann mátti á skaðastovuna í Klaksvík. Eftir slíka hending er gott at sessast í fjálgari mat- stovu hjá góðum vinmanni og fáa sær ein bita. Á ja. Og morgunin eftir, tá teir komu út við Másanum, gjørdi annar hundurin ikki mætari enn at leypa á blá- man. Varð við bit og slit bjargaður umborð aftur. Gandaðir? Góður spurn- ingur. Nú er uttan iva onkur, sum heldur, at vit gera okkum lívið alt ov trupult. Hví ikki fara við tyrluni? Bert 10 minuttur og vit standa í Svínoy. Einki stríð og næstan eingin beran og dragsan. Vóru vit farin við tyrl- uni, vóru ongar stuttligar og øðrvísi upplivingar á túrinum: Eingir Beatles- sangir at lurta eftir í bili- num, einki Mars at seta tenninar í umborð á Dúgv- uni, eingin voffur fyri borð á Eiðinum (heldur álvars- ligt) - og heldur eingin grein skrivað. So einfalt er tað. Og við tyrluni risikerar mann eisini at verða gloymdur eftir umborð! ...um átta minuttir fer Másin avstað MC Hár skal verja borg í Klaksvík C M Y K 23 22