Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 18. apríl 1984 Tað eru bara tey stóru, donsku verjuskipini, sum vera fer fyri at gera e ftir boðunum hjá verjumalarådharranum Sleppa nú at søkkja kavbátar við Feroyar Danska verjan fær nú boð um at fara harðligari fram móti fremmandum kav- bátum, sum ikki vilja koma upp. Nyggju skerpadu regl- urnar koma i gildi 14. mai i år hevur Hans Engell, verjumálaráðharri, av- gjert og kunngjert. Reglurnar eru eisini galdandi fyri Feroyar og Grenland. Tað vil siga, at verður ein kavbátur uppdag- aður innan fyri tríggjar fjórðinga markið og ikki kemur upp við góðum, kann hann blíva fyri- beindur í versta feri. Forboð er móti at sigla í kavi innan fyri 3 fj., sum er sjómarkið. Færøernes kommando veit ikki um, at ókendir kavbátar eru sæddir undir landi í Feroyum seinastu árini. Bert tey stóru, donsku verjuskipini, t.d. Vædde- ren, hava meguleika at finna og noyða upp kav- bátar. Tey eru útgjerd við sonar og djúpvatnsbumb- um. Bumbast upp Tað eru tær nógvu kav- bátajagstranirnar í Sve- ríki og Noregi, sum hava fingið danska verjumála- ráðið at seta somu reglur, sum flest onnur lond hava, í gildi í danska ríkinum. Mannagongdin er, til 14. mai, tann, at kavbátar, sum gera seg inn á danskt eki, verða noyddir upp óskalaðir og síðani vístir burtur. Men nú er neyðugt at fara harðari fram, sigur Hans Engell og sipar til hendingarnar serliga í Sveríki. — Endamálið er fram- vegis tað sama, at noyða upp kavbátar, sum gera seg inn á sjógki okkara, fyri m.a. at síggja, hvað- ani teir eru. Koma teir ikki upp kort- ini, er tað nú heilt greitt fráboðað, at eftir ávaring kann vápnamegi brúkast til at noyða kavbátarnar upp, um neyðugt eisini á ein slíkan hátt, sum kann føra til, at teir ganga burt- ur, sigur verjumálaráð- harrin í einari frágreiðing frá verjumálaráðnum. hd Freistin at app- ellera uti Freistin at skjóta dómin hjá Feroya rætti í sakar- málinum, teir tríggir burturvístu skipsførara- næmingarnir legdu móti Landsstýrinum, inn fyri Landsrættin var úti í gjár. Démurin fall 20. mars og freistin er fýra vikur, tað vil siga 28 dagar. Seinast vit vistu, seinnapartin í gjár, var dómurin ikki appelleraður Í Landsstýrinum ar- beiddi ein fulltrúi við mál- inum og gjørdi tað klárt at leggja fyri Landsstýrið til stødutakan. Føroya rættur dømdi Landsstýrið at viður- kenna, at burturvísingin var ógildug. Hinvegin fríkendi rætt urin landsstýrið undan endurgjaldskravinum, til- samans 440.000 kr., men demdi tað at gjalda sakar- málskostnaðin hjá teimum trimum, 5.000 kr. í part. Skipsføraranæmingarnir blivu vístir frá próv- tekuni, tí teir skuldu havt svikað í skrivligum ensk- um. Teir kærdu beinan- vegin avgerðina og kundu tí halda fram. Teir stóðu royndina í ellum greinum. Verður dómurin hjá Fer- oya rætti tann endaligi, fáa teir tríggir nú skipsfer- araprógvið. Tann eini kemur tá í ta legnu steðu at hava tvey prågv, ti hann fór til royndina næstu ferð og stóð hana. Feroya rættur tekur í dómi sínum ikki steðu til, antin teir tríggir hava snýtt ella ikki. Rætturin er samdur í, at sverini hjá teimum líkjast nógv. Men tað er ikki nóg væl prógvað, at talan skal vera um avskriftir, sigur rætturin. hd Síða 5 Skuldi ringja seinast hann var sæddur A middegi í gjár var tann 14 ára gamli Trygve Lis- berg úr Hvalba framvegis horvin Trygve sigldi sum kokk ur við farmaskipin Star. Mikukveldið, skipið lá í Fuglafirði, var Trygve í landi Um níggju-tíðina um kveldið var hann á bryggj- uni og spurdi eftir telefon Hann fekk at vita, at ein mynttelefon var inni á Handils- og frystivirk- inum. Hann fór hagar, men telefonin var í ólagi, sigur politiið í Runavík. Trygve var sæddur fara út aftur á bryggju Síðan et ngl ont 2 sig UT en sæd 1 kk knaði K KKAa! ix SKUÍGI 10 nma | var , Star i Vestmanna Politiid sigur, at frosk menn hava leitað i havnini í Fuglafirði uttan úrslit Eftirlýsing Utvarp- inum hevur heldur ikki givið úrslit. hd Á flog til onga nyttu Ræðist tú at flúgva, so nytta hagtel og frá- greiðingar frá flogskip- arum ikki tað allar- minsta. Um nakað kann lækna flogræðslu, annað enn brennivín og nervapillarar sjålvan- di, so er tað okkurt annað enn tel, sum siga, at tú ert í sterri vanda í bili enn í einum flogfari. Hóast ell trygdartil- tek, so henda kortini flogvanlukkur. Og myndir og frá- greiðingar frá teimum ræða meira enn hagtel og alfaðirligir flog- skiparar sissa. Ferðslusendingin má- nakveldið var um flúgving. Flogferðsla er jú eisini ferðsla. Sendingin var ikki tað stóra skotið. Mesta av tí, har bleiv sagt, hevur ein hoyrt ella lisið áður. Og, sum sagt, tað er burturspilt at siga við fólk, sum eru bangin fyri at flúgva, at onki er at vera bangin fyri Væntaði - okkurt meira ítekiligt og upp- lýsandi um hesa ferðslu í luftini. Tá var meira krút í „Rockredaksjónini<. Hetta er frægasta sendingin av hesum slagnum hjá teimum, sum dámar rokk, at lurta eftir. Her er tónleikur við lívi í. Ikki hesin kaldi, sálarleysi disko- komputaramusikkurin, sum fyllir hinar festu tónleikasendingarnar. Hegni Djurhuus