mikudagur 18. apríl 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Nr. 48 — 18. apríl 1984
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Hegni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Ein miðvísur ídnað-
arpolitikkur
Í SAMBANDI við framløguna av
ídnaðarprojektinum á Sundi, varð
sagt, at vit ongan ídnaðarpolitikk
eiga, og tí er tað neyðugt við
einum risaprojekti sum tí á Sundi.
VIT HALDA tað ikki vera rætt, tá
sagt verður, at vit ongan ídnaðar-
politikk eiga. Fyrst vórðu útvegir
gjørdir fyri at danski egnsudvik-
lingsgrunnurin kom at virka í Før-
oyum. Hesin grunnur letur fígging
tá talan er um fiskiidnadarvirkir og
størri ídnaðarvirkir annars. Í sjeyti-
árunum fingu vit bæði ídnaðar-
grunnin og menningargrunnin.
ØLL ÁRINI síðani vit fingu teir
báðar føroysku grunnarnar, eru
stig alla tíðina tíkin frá almennari
síðu fyri at økja um lániorkuna hjá
hesum grunnum. Eisini verður
peningur settur av á figgjarløg-
tingslógini til ídnaðarfremjandi
endamál. Burtur av hesi játtan
verður peningur latin til kann-
ingararbeiðir í sambandi við nýggj
ídnaðarvirkir. Eisini hevur Ídnaðar-
stovan hjá Feroya Ídnaðarfelag
fingið stuðul burtur av hesi játtan.
ÚRSLITIÐ av teimum tiltøkum,
sum eru framd á hesum øki tey
seinastu árini er, at hundraðtals
nýggj arbeiðsplássir eru skapt á
hverjum ári. Hesi arbeiðspláss eru
skapt í ymiskum ídnaðargreinum
og so at síga kring alt landið. Kort-
ini mugu vit ásanna at hetta ikki
hevur verið og ikki er nóg mikið.
Tað var eisini orsøkin til at
javnaðarflokkurin í landsstýristíð
síni tók stig til at seta eina nevnd
at kanna ídnaðarspurningin.
Í ÁLITINUM frá ídnaðarnevndini
eru ymisk skilagóð tilmælir. M.a.
verður mælt til at seta á stovn
eina menningarstovu fyri ídna,
handverk og tænastufyritøkur.
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
oddagrein
Hesin stovnur, sum skal liggja
undir landsstýrinum, skal verða
ráðgevandi hjá landsstýrinum,
lánigrunnunum og hjá ídnaðar-
virkjum og øllum teimum, sum
hava í umbúna at fara undir nýggj
idnadartiltøk. . Menningarstovan
skuldi kanna tørvin á framleiðslu
til heimamarknaðin og somuleiðis
gera marknaðarkanningar í ðrum
londum við útfluttningi fyri eyga.
TAÐ SUM ER neyðugt, fyri at vit
kunnu koma víðari við ídnaðarút-
byggingini er, at slíkur stovnur
kemur at virka, soleiðis at øll
idnadarutbyggingin og fram-
leidslan bædi til heimamarknadin
og til útfluttnings verður meira
samskipað, so at vit ikki koma í ta
stóðu, at vinstra hond ikki veit
hvat høgra ger. Vandi er nevniliga
fyri at fleiri fara undir eina og
somu framleiðslu meðan aðrir
sjálvsagdir møguleikar ikki verða
troyttir.
STOVNURIN kundi eisini tikið stig
til ídnað á teimum plássum har
arbeiðsloysi er. Soleiðis kundi
menningarstovan verið við til at
framt bygdamenningina. Verið við
til at sett nakað í gongd úti á bygd-
unum eisini. Ídnaðargrunnurin og
menningargrunnurin eiga at fáa
munandi størri peningaupphædd-
ir. Eisini eiga vit at seta menn-
ingarstovuna å stovn.
VIÐ BÁÐUM lánigrunnunum og
við eini menningarstovu fyri ídna,
handverk og tænastufyritøkur
høvdu vit grundarlagið fyri einum
miðvísum ídnaðarpolitikki her á
landi. Men nakað annað er at sit-
andi samgonga ikki hevur tikið
hugskotið um eina menningar-
stovu í fullum álvara. Tí eru vit ikki
komnir longur og tað er harmiligt.
samreðuformi, har
men heldur verða skipað í
sum
Telda
Føroya blaðmannafelag,
yrkisfelagið hjá tíðinda-
fólki í Feroyum, spurdi
herfyri málstovnin, um
tað kundi borið til at
fingið í lag okkurt slag av
málsligari leiðbeining, tí
felagið ásannaði, at iva-
málini trutu ikki dag og
dagliga bæði viðvíkjandi
stavseting, orðavali og
orðalag. Tad var gaman i,
og 28. mars komu vit
saman fyrstu ferð, átta
tíðindafólk og tríggir fyri
málsstovnin. Avrátt varð,
at hetta skuldu ikki vera
skeið í vanligari merking,
opið varð talað um teir
spurningar, sum mest
leikaðu á. Biðið varð um,
at vit valdu nekur domi
um rang tella óheppið mál-
brúk úr síðstu bleðunum
ella úr útvarpi. Fyrsti
fundurin gekk í bestu
semju millum báðar
partar, og tíðindafólkið
ynskti eftir, at hetta datt
ikki niðurfyri aftur í
bræði, og avgjert varð at
hittast aftur fyrst í mai.
Hetta tiltak, sum blað-
mannafelagið sjálvt hevur
ynskt, er ikki ætlað at
vera málslig kúgan av
nekrum slag, men ein tæn-
asta móti teimum, sum í
dagliga yrki sínum nýta
amboðið, sum er føroyskt
mál. Tílík ráðgeving
verður veitt í ellum
londum uttan um okkum,
og tað verður hildið vera
bæði natúrligt og neyð-
ugt, men millum summar
foroyingar tykist tann
hugsan vera ráðandi, at
»eingin skal koma og siga
mær nakað=<.
Eisini er hent í slíkum
føri at vekja upp gomul
møletin trøll sum »dana-
hatur« at ræda tey vid, id
hava hug og vilja at røkja
føroyskt mål. Hetta er
gamalt og vælroynt våpn,
sum afturhaldið fyri
skjótt hundrað árum síðan
við »g6dum ursliti« fór at
venda ímóti teimum, sum
vildu unna feroyskum
rætt og gróðrarvánir í Fer-
oyum.
Vart tú fyri foroyskum,
ja, so kundi tú ikki annað
enn vera ímóti donskum.
-kp. grevur hetta rust-
aða vápn upp aftur í álops-
grein í Sos. nr. 46. Hann
sparir ikki heggini, og ikki
dylst yvir, at summi teirra
svíða sárt. Serliga illa
verður tú við, tá ið tú fært
at vita, at tú skalt hava
sagt nakað, sum aldri er
dottið tær av munni, tí-
ansheldur komið tær til
hugs — hatta um tveing-
irnar og lissurnar!
Tá ið maðurin fer við
ósannindum um so lítils-
verdan lut, hvussu er so
haldið í øllum hinum, sum
hann kroystir úr sær í hesi
ótespiligu grein. Eitt nú,
at íslendskt er „einasta
mál í heiminum, sum um-
setur altjóða hugtek<!
Eingin kann umseta
hugtek, men tú kanst
umseta orð fyri hug-
tekum. Men lat tað fara
Ju, tað eru fleiri mål enn
íslendskt, ið umseta ella
skapa heimlig orð fyri »al-
tjødahugtøkum«, hvat tað
so er. Finst er eitt — á
finskum eitur plast
»muovi« — swahili sigst
vera annad, og tey eru
mong, mong onnur. Enskt
t.d. er so heimfødisligt at
nevna útvarp »broad-
cast«.
Annars røkka tey so
hålovadu altjóðaorðini
ikki altíð so víða, sum
summi vilja vera við. Eitt
heldur nýtt føroyskt orð,
sum nú er í hverjum
munni, er umhvervi. Tað
argaði ikki sert, tá ið tað
fyrst kom fram: Hví
skuldu vit steingja okkum
inni at hyggja at nalv-
anum, tá ið allur tann
mentaði heimurin segði
»milieu«? Tey, sum tóku
sær tykni, hugsaðu ikki
um, at á enskum æt tað
environment og á týskum
Umwelt. Hvat er so al-
tjóðaorðið? Hiá summum
er alheimurin onkustaðni
við Oyrarsund, víðari er
sjónarringurin ikki.
Eingin hevur sagt, at
vit skulu umseta øll
fremmandaorð, men tað
ræður um at nýta skil, so
málið kódnar ikki í tí
stríða streyminum av út-
lendskum orðum og mál-
iskum, helst enskum.
Hesin vandi verður tikin
upp í ramasta álvara víða í
Norðurlondum í letuni,
hugsi eitt nú um oljumálið
í Noregi.
Vandin er kanska ikki
so stórur, tá ið tílíkur mál-
burður = verður hildin
innanfyri hjá serfreð-
ingum, men tá ið eitthvert
nýtt fyribrigdi gerst al-
mannakunnugt og verður
nógv umtalað í fjølmidl-
um, er eðrvísi. Hava tíð-
indaberar hverki hug ella
hegni at evna til hóskandi
innlendsk heiti á hevuðs-
hugtøkunum, fáa vit hetta
ófimsliga útlendska og
hálvútlendska — oftast
enska — orðatilfarið, sum
illa sigst og uppaftur verri
skrivast av flestum.
Nú er tann nýggja dátu-
teknin brátt hvers mans
ogn. Dátutól rokna nú
skattin út hjá okkum
ellum so hvert, og hesi tól
eru nú skúlaamboð og
eisini leiku hjá bernum
yvirhevur. Við hesum
fylgir ein hópur av fremm-
andum orðum, meira og
minni ringum at hava við
at ger til framburð, stav-
ing og bending. Tí havi eg
leingi hugsað, at tað heyði
verið eftirynskjandi at
fingið nekur hevuðsorð í
hesum eki á føroyskum.
Hyggja vit okkum um í
heiminum her uttan um
okkum, eru nevnini á tól-
inum sjálvum og tí, sum
tað ger, ikki so einsháttað.
Á enskum er tað computer
og tilgongdin automatic
data processing, stytt
adp. Á fronskum eitur
tólið ordinateur og gerðin
informatique (og helst
annað við). Danskt hevur
datamaskine, nýggjari
datamat (myndað av
Peter Naur) og edb,
svenskt dator og adp.
Heldur ikki í hesum feri er
nøkur altjóðaeind at
hóma, hvert málið leggur
sína leið. Íslendska navnið
á tólinum er tølva, kvenn-
kynsorð, ið Sigurður
Nordal professari sáli
gjørdi seint í 1960-
árunum. Hann hevur
hugsað um merkingina
hjá enska orðinum com-
puter, ið er »røknari«. Rót-
in i orðinum tølva er tal,
tólið arbeiðir tel, roknar;
harafturat kemur, at orðið
skal bera upp á rím við
orðið vølva, fornorð, ið
merkir »spåkona«.
Hvussu er og ikki, orðið er
lætt og fitt í viðferð bæði í
tali og skrift og ikki minst
í samanseting við onnur
orð; tá er hent, at orðið
sjálvt er myndað við av-
leiðslu heldur enn við sam-
anseting: Tað, sum tólið
ger, eitur á íslendskum
tølvun ella tølvuvinnsla.
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brøvini.
Hetta alt hevði eg fyri
mær, tá ið eg hugsaði um
foroyskt heiti á tí, sum nú
vanliga við stytting nevn-
ist edv og á tólinum sjálv-
um. Eg helt skil vera í at
hava orðið tal at gera
burturúr, leitaði eftir av-
leiðsluendingum og steðg-
aði á við eina, ið ikki fær
verið styttri, nevniliga -d.
Soleiðis enda ikki so fá
kvennkynsorð; tíðum fær
rótarsjálvljóðið ta broyt-
ing, ið nevnist i-umljóð,
t.d. tyngd (av tungur),
negd (nóg-), svongd, eldri
svengd (svangur), grend
(granni), deld (dalur). Burt-
ur úr orðinum tal kom so-
leiðis við hesi ending -d
nýggjyrðið teld, kvenn-
kynsorð, ið hóskandi
kundi verið nýtt í staðin
fyri ta óhentu styttingina
edv, sum tekur somu tíð
sum 3-stavilsa orð at siga.
Nú enda mong nevn á am-
boðum við -a, veik kvenn-
kynsending, td. ríva,
kirna, reka, og tí valla fitt-
ligari heiti at finna tól-
inum enn telda. Tað er
stutt, lætt at siga og smid-
ligt í samanseting. Aftaná
datt mær í hug, at teimum
»altjédahugadu« til ugga
kundi orðið teld eisini vera
at skilja sum stytting av
t.d. »tøkni til elektróniska
dátuviðgerð<. Soleiðis
verður ótal av orðum
myndað úti í heiminum nú
á døgum, sonevnd »akro-
nym«.
Henda frågreiding gjør-
dist i drúgvara lagi, og
turrlig ivaleyst við. Eg
var so djarvur at siga tíð-
indafólkinum á málfund-
inum frá hesum mest til at
vísa á teir meguleikar til
orðagerð, ið liggja í heim-
ligum tilfeingi. Kanska
eisini ti at »teldan« hjá
Fiskirannsóknarstovuni
stóð inni í fyrilestrastov-
uni frá laksafundi fyrr um
dagin. Jan Miller skrivaði
um orðið telda, men ikki
um teld. Heldur ikki nam
hann stórvegis við,
hvussu orðið telda var
hugsað og gjert. -kp. fleyg
upp í vong, tí hann einki
hevði at »assosiera« vid.
Tí henda drúgva og helst
leiðiliga greinargerð. Men
eina mest er hon ætlað
teimum, sum kundu havt
hug at nýtt nýgjerda
foroyska heitið á hesum
merkisverda amboð, sum
longu hevur broytt tilveru
okkara so nógv, og fer at
broyta hana uppaftur
meira, sum tíðir líða.
Jóhan Hendrik W Poulsen