mikudagur 18. apríl 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 18. apríl 1984
J. Lindenskov:
Ta vit tóku
Í ár eru 25 ár síðan lands-
stýri varð skipað við Javn-
aðarflokkinum, sum leið-
andi flokki á fyrsta sinni.
Hetta var 5. januar 1959
saman við Sambands-
flokkinum og Sjálvstýris-
flokkinum.
Í hesum landsstýri var
Petur Mohr Dam leg-
maður, Kristian Djurhuus
og Niels Winther Poulsen
landsstyrismenn.
Undir hesum $tyrinum
var ferdur ein slíkur fram-
burðspolitikkur, sum á
mongum ekjum feordi
samfelag okkara fram til
so nógv betri kor hjá
teimum flestu.
Stórsta framlopið
mundi vera skipan av
nýggjari sosiallóggávu við
fólkapensjónini sum tann
stóri reformurin — broyt-
ingin — fyri vanliga føroy-
ingin í nýggjari tíð.
"Tá gjerdist tað rúmsátt-
ari í mongum heimi, har
tað frammanundan
mangan kundi vera meti-
mikið, tí okkara eldru og
veiku fingu so lítlan
pening at liva av.
Ellisrentan var tá fyri
ein persón 260 kr. annan
hvenn mánaða. Fólkapen-
sjónin 1/10-59 186 kr. pr.
mánaða, tá hon kom í fulla
hædd 1/4-61 268 kr. um
mánaðan. Eitt veldugt
framlop.
So nú var í hvussu er
eitt sindur at rutta við.
Hetta framtak hevur nú
25 ár á baki. 21. apríl 1959
samtykti tingið at seta í
gildi lóg um fólkapensjón
at galda frá 1. okt. 1959.
Hjá yngra ættarliðnum,
hjá teimum sum standa í
mandómsins besta blóma,
er hetta ein sjálvfylgja.
Hetta at samfelagið
hevur eina vælskipaða
sosiala vernd, um illa vil
til. Fólkapensjón, avlamis-
pensjón, einkjupensjón,
heimahjálp, heimasjúkra-
røkt, forsorgarlóg,
minstulen fyri fiskimenn,
dagpengaskipan undir
sjúku o.s.fr. Men hetta
vofu alt annað enn sjálv-
segd rættindi fyri fáum
árum síðani.
Og als ikki sjålvsøgd
rættindi fyri 25 árum síð-
ani.
Men Javnaðarflokkurin
skorðaði á. Og hóast vit
siga, at hetta framdi Javn-
aðarflokkurin ikki einsa-
mallur, so var tað við
åhaldni og stríðsfísni
Javnaðarfloksins, at vit i
Tingmanning javnaðarfloksins
tíðindablaðið
dag eiga hesi mongu væl-
ferðarrættindini, ja hesi
dýrmettu rættindini.
Tað er nú so, at vit siga
hetta eru sjálvsegd rætt-
indi.
Nakað sum altíð hevur
verið, vilja summi siga.
Í veruleikanum eru
hetta nekur av eyðkenn-
unum fyri fólkaheiminum
ella um vit heldur vilja,
vælferðarsamfelagnum
ella sosiala demokratin-
um.
Borgarligu flokkarnir í
norðanlondum royna nú í
veruleikanum alt tað teir
kunnu fyri at taka niður
vælferðarsamfelagið. Tað
eydnast treyðugt.
Fólkið fer ongantíð tig-
andi at góðtaka at tilveru-
grundarlagið verður
skrikt undan teimum
flestu. Tí so fáa vit eitt
samfelag, sum bert er til
fyrimuns fyri tey fáu,
teimum ríku og sterku.
Og nú 25 ár eru liðin
síðani lógin um fólka-
pensjón kom í gildi í Fer-
oyum var mær lesandi
grein í AKTUELT 19.
mars 1984, sum hóskar í
hesum sambandi. Havi tí
foroyska hana.
Tað er N. H. Rose, yvir-
i
Á
i:
Petur Mohr Dam, såli
lærari, sum skrivad hevur.
Hann hevur ligid å sjuk-
húsi leingi og er komin til
ta niðursteðu, at hann
bert kann vera væl nøgdur
vid samfelagid.
Er vorðin eitt »nøgdar-
menniskja“, sum hann
sjálvur tekur til.
Hann endar grein sína
soleiðis: „Jeg ville være en
hykler, hvis jeg pástod, at
jeg betaler min skat med
ublandet glæde. Men nár
jeg siger, at det er med en
vis tilfredshed, jeg betaler
Síða 7
den, lyver jeg ikke.
Jeg har begrebet, at i
vort samfund er skat og
solidaritet sider af samme
sag«.
J. Lindenskov
Ta tey ómúgvandi
fingu vald —
broyttust
viðurskiftini
Eg havi ligið á sjúkhúsi
eitt longri skifti. Henda
sjúkalega hevur givið
mær hevi til at grunda
yvir mangt og hvat, ikki
einans av persónligum
orsøkum, men eisini av
samfelagsligum í víðari
merking.
Tær drúgvu leguvik-
urnar hava gjert, at eg eri
vorðin meira negdur við
tað, sum av samfelagnum
verður gjert fyri einstak-
lingin. Eri vorðin eitt
nøgdarmenniskja.
Eitt nøgdarmenniskja
er ein samfelagsborgari,
sum er sannførdur um, at
tey vælferðarsamfeleg,
sum hesa síðstu eldina eru
skapt í Norðanlondum og í
Norðureuropu, eru væl-
ferðar samfeløg.
Í hesum samfelogum
verður einki menniskja
latið i st.kkuna, um tað
verður rakt av sjúku og
neyð. Frá myndug-
leikanna síðu verður roynt
summest at mildna um til-
veruna hjá teimum, sum
uttan annara hjálp annars
vóru farin til grundar.
At hjálpa medmenn-
iskjum sum eru í neyð, at
lætta um hjá teimum, sum
eru komin illa fyri, er ein
samfelagsuppgáva hjá
okkum. Og tað er ófert.
Hetta, at staturin hevur
skyldu til at taka sær av
sjúkum og fátekum er í
veruleikanum gamalt hug-
tak her í landinum.
Longu í 1708 verður
sagt í eini konguligari fyri-
skipan, at staturin hevur
skyldu til at hjálpa ellum
neyðlíðandi. Hver tað so
var, sum hugsaði hetta 40
ár undan Montesquies við
ti sosialt kollveltandi
skriftinum »Andi lógar-
innar«, veitst ikki.
Munurin á sosialfor-
sorgini, sum hon er, og
sum viðurskiftini tá vóru
er hetta, at vit sum nú
liva, royna at lagað okkum
eftir reglunum í sosialu
lógfyriskipanunum.
Soleiðis var ikki í goml-
um degum, tá ráddi líka-
sæla í statsumsitingini
móti teimum fáteku og
kronisk sjúku, í grundini
ein ófatulig líkasæla
Heilt fram í okkara old
var fólkahugsanin um tey
kronisk sjúku og fáteku.
at tað var lagnan, illir
tankar, straffur Guds,
sum elvdu til at tilveran
gjørdist tung fyri summi.
Og tað átti staturin
samfelagið — ikki at taka
sær av.
Ikki fyrrenn tey ómúgv-
andi fingu politiskt vald,
m.a. gjøgnum fakfeløgini,
broyttust vidurskiftini hjå
teimum fåtøku og neydlid-
andi rættuliga, korini
batnaðu og hugsan manna
um at beta um viðurskift-
ini hjá teimum líðandi
vann sterri og sterri ans.
Tað hugsjónarliga
Framhald á síðu 13