Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

„48 — 18. apríl 1984 Síða 8 tíðindablaðið Nr p Tormóður Dahl, ídnaðarráðgevi Ídnaðardepilin á Sundi er ein beinagrind — har er einki kjøt og blóð -........... — Vit mugu gera okkum heilt greitt, um vit ynskja ein slíkan lívsstíl, sum ein slík- ur risastórur ídnaðardepil leggur upp til. Tað meti eg vera av alstórum týdningi, og eg ivist stórliga í, um føroysk ídnaðarfólk ynskja at verða trunkað saman á ein slík- an hátt. Tað er Tormóður Dahl, ídnaðarráðgevi sum sigur hetta. Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við hann um nýggja projektið >Ídnaðardepilin á Sundi«. Hetta er bert ein beinagrind. Her manglar bæði blóð og kjøt og fram um alt hjarta. Heilan hevur hann tó fing- ið við í projektið. Tað er Tórmóður Dahl, idnaðarráðgevi sum sigur hetta í samreðu við Tíðindablaðið Sosialin. Tórmóður Dahl heldur, at tað hevur stóran týdning, at vit spyrja okkum sjálvi, um vit ynskja ein slíkan livsstil, sum henda við einum stórum idnadar- depli. — Vit eiga eisini at gera okkum greitt, at tað er munur á handilsfólki og ídnaðarfólki. Handilsfólk eru eðrvísi, tey vilja nakað annað. Kanst tú síggja fyri teg t.d. ein Poul Mohr, sum skal leiga seg inn í ein slíkan bygning ella fyri tað ein Bjarna Joensen, ein Olaf Olsen o.s.fr. Eg dugi ikki at ímynda mær nógvar av okkara ídnaðarleiðarum, sum í dag vilja gera tað. Kanska onkur Hvat viðvíkur ti, sum Pauli Ellefsen segði her- fyri í Sosialinum, at vit ongar leiðarar hava, vil eg siga, at vit hava leiðarar og tað vísir eisini okkara bruttotjóðarúrteka, sum er millum tær sterstu í heiminum. Hvat viðvíkur >kjarn- uni< í projektinum á Sundi sigur Tórmóður Dahl m.a. — Vit hava eisini sjálvir lagt uppskot fram um hesar spurningarnar, ein miniteknologiskan stovn, eina selumiðsteð, inn- keypsmiðsteð, eftirlits- og kvalitetseftirlit 0.s. fr. Alt hetta er lagt fyri politikar- arnar men teir hava bert súltað tað ferð eftir ferð. Álitið frá 1978 var einar 500 síður og snúði seg um allar hesar spurningar. Tað er als ikki lisið. Viðvíkjandi virkisætl- anini á Langasandi, so er har bæði blóð og kjøt. Har eru konkretar ætlanir fyri tey 8 virkini. Hetta projekt hevur ligið hjá politikarnum og liggur tað enn. Tað er eisini súltað. Nú hómast tó ein glotti, við tað at grønt ljós er givið fyri einum crab-stick virki. Ov stórt ov skjótt Tórmóður Dahl heldur annars, at tað er skeivt at byggja ein idnad á Sundi í so stórum skundi og hann heldur ikki, at tað er gott fyri Havnina at fáa so skjóta urbanisering. : — Tað er so nógv annað, sum eisini skal rigga, tá tú byggir út í so stórum eindum og so stórum skundi. Tað er bæði talan um vatnveit- ing, veganet 0.s. fr. So eg må enn einaferå visa å, at eg sakni svar uppå fleiri spurningar. Eg sakni harmoniina i hesum. Er hetta nakad, sum vit øll i Føroyum vilja. Er hatta nakad, sum vil gera okkum gott, er hetta nakað, sum ger okkum glað, ella er tað bert ein spurningur um at vinna pengar. Er yvirhevur nek- ur meining við einum slík- um projekti! — Men Hans Morten- sen hevur víst á, at tervur er á einum sunnum ídnaði, sum útflytir veruna. Er tað ikki gott. — Vit hava sjálvir arbeitt við hesum spurningum leingi og hava lagt mong áhugaverd projekt fram, men tað er so tungt at fáa politikararnar at trúgva hesum. Hevði ídnaðarstovan havt meguleikan at givið út fýra litað offsett, so kanska kundi ein selt hugskotini skjótari. Tað hava vit ikki havt megu- leikar til. Tverturímóti er projektið hjá idnadarstov- uni skorið niður ár um ár. Allir politikarar — ikki bert teir í Havn! — Um nú onkur býráðs- politikari i Havn spurdi teg, um ráð um hann skal lata Hans Mortensen fáa Tormóður Dahl, ídnaðarráðgevi her saman við John Smith og Árna Olafsson. Frá av dúkingini av projektinum »Idnadardepilin á Sundi«, á Hotel Feroyum i farnu viku hatta eki til leigu ella keyps, hvat vildi tú tá sagt. — Eg hevði sagt, at tann dag, at tað ber til at visa, at kjøt, blóð og hjar- ta er inni í hasum bygning- unum, tá kann ein betri gera sær tankar um tað. — Men eg skal tó viðmerkja her, at talan er ikki bert um býarpolitik- ararnar í Havn. Tað skulu eisini býarpolitikararnir í Klaksvík, á Tveroyri, í Vági o.s. fr. uttan mun til, hvar tað er, vera við til at avgera, um vit skulu hava ein slíkan ídnaðardepil. Eitt er heilt givið, at tað, sum hevur dripið ís- lendska búskapin, er, at allur ídnaðurin flutti til Reykjavikar. Øki aðra- staðni i landinum vóru heilt gloymd. Tað eri eg bangin fyri skal fara at henda her. Eg eri bangin fyri, at Havnin skal fara at vaksa, soleiðis at hon verður meira enn 1/3 av Feroyum. Um rætt varð, so skuldi hon ikki verið meira enn 1/5 av Fer- oyum. Eg trúgvi heldur ikki, at tað er rætt móti restini af Feroya fólki, at fara undir slíkt projekt. Lívsstílur Eg trúgvi heldur ikki, at hetta er tann lívsstílur, sum feroyingar vilja hava. Hvat vilja vit hava! Jú, allir foroyingar vilja hava egið hús, ein bát og okkurt pláss, har tú kann fáa frið. Skulu vit hava eitt sovorðið býarsamfelag í einum stóridnaði, sum vit kenna til nógva aðra- staðni, so verða tað innantóm menniskju vit fáa. Tey ganga bara aftur og fram til arbeiðis og eru - yvirstressað. Eg trúgvi ikki tey eru lukkulig. Langasandur Tórmóður hevur í nekur ár verið millum teirra, sum hava arbeitt við einum virkismiðdepli á Langa- sandi. Hann fevnir m.a. um turkivirki, ensiljasju- virki, svartkjaftavirki, virki til flatfisk og ymsan alifisk o.s.fr. Hann sigur: — Har var neyv ætlan fyri hvert virki og varð hon víst fram í SMS fyri trimum árum síðani — á Feroya Vikuni. Politikararnir mugu tí ikki gloyma, at tað longu fyriliggur ein virkismið- depil. Bert ein lítil partur av honum hevur fingið grønt ljós t.v.s. 2 av 8 virkjum. Mær dámar annars, at menn hava hugflog at taka upp tílíkt. At Havnin fær produkktivt arbeiðspláss Men eg trúgvi meira uppá eitt slíkt hugskot sum virkismiðdepilin á Langa- sandi, sum er meiri individuelt rættaður enn ein sovorðin sentraliserað- ur idnadarmiddepil. Hann hevur verið royndur í bæði Danmark og Noregi. Hann hevur ikki eydnast, men fyri tann skuld, kann hann eydnast her. Men orsekin til, at eg eri ivasamur er kanska á meira filosofiskum bógvi. Ein handilsmiðsteð hevur eitt heilt annað slag av menniskjum. Meðan framleiðandi menniskju nógv meira eru individual- istar í aðrar mátar. Tey eru sera ring at koyra inn í bás. Hetta er ikki bert nakað eg sigi, men hatta eru royndir, sum norð menn hava havt. Imóti miðsavnan — Er tað skeivt at fara undir ein slíkan miðdepil