Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fortiðina gloyma vit ivast um nútiðina framtiðina óttast vit Vit hava vent okkum til kenda húsamann- in Jóannes Joensen, vanliga nevndur Jóannes á Geil og fregnaðust um mangt og hvat frá eldri tíðum. Hóast síni áttati ár stóð ikki á honum at greiða frá mongum og hverjum forvitnisligum um lívið á Húsum fyrr í tíð- ini. , Vit lata hann sjålvan greida frå. Arbeidi Teir gomlu høvdu deilt sina tíð inn alt eftir sum líkindini á árinum vóru til teir ymsu gerningarnar. Teir byrjaðu árið vælvitandi um, hvat var at gera og havast at til ávísa árstíð. Har mátti alt verk lagast eftir teimum hevum, náttúran veitti fyri ymsu arbeiðssetning- arnar. Mesta arbeiðið var uppi á landi. Fiskiskapurin var ikki nógvur. Heldur ikki var fongurin tann stóri, tá roynt varð. Í so máta hevur tað lagað seg frægari í nýggjari tíð. Men fastur táttur var tó fiski- skapurin norðanfyri um várarnar. Við abba á floti Lag: Tað er vakurt í Klaksvík... Eg við abba man vera á floti og vit fara á Norðastamið, Ymiskt var sum hann gav. Tó so, so mundi henda vinna verða tann, sum gav eina frægast til húsarhaldið. Tað mundi verða rógvið út til farið var um krossmessu. Tá var so langt liðið út á summarið, at terri kundi væntast. Torvið skuldi skerast og skuldi ikki alt koma uppi rekur seinni á sumrinum, bar ikki til at drála við torvinum. Hetta var stórarbeiði, ið ell vóru við í. Tað er ikki lika nú á degum, har vit fáa brenni úr Persaraflógvanum — har stendur krógvin nú. Torvið varð fyri tað mesta skorið í fimtu og sættu viku á sumri t.v.s. hjá eftir summarmála. Síðan kom vár- fjallið fyri. Hetta var fyri tað mesta gingið sjeyndu og áttandu viku. Torvið skuldi verða liðugt til ólavseku, tí seinni enn tá mátti slótturin ikki byrja. Annað putl var eisini mangt at takast við áðrenn hoyggingini. Kornveltingin var arbeidskrevj- andi. Tó minnist meg ikki so nógv til hetta arbeiði. Tó so, rættuliga nógv korn var velt undir fyrra heimsbard- aga. Sum kornpláss vóru Húsar heldur vánaligt. Miðað var altíð ímóti at hava akurin skornan seinast á mikkjalsmessu. Byrjað varð at skera um mánaðarskiftið august-septem- ber. Hetta var ivaleyst seint í mun til á frægaru kornplássunum. Fjellini vóru so eftir at ganga. Helst skuldi einki verða ógjert hesum viðvíkjandi aftaná mortans- messu. í Tá ráddi um at brynja seg til veturin, áðrenn hann kom óvart á. Vetrararbeiði var sum vituligt mest ullavirkan og tetan. Onkrar stundir vóru eisini til minni álvarsemi. Vetr- arspelini vóru havd uppi. Hesi byj- aðu í adventini. Kortspæl var ikki óvanligt. Tey vóru tikin fram um sjey-tíðina og spælt varð til nátturða, sum varð Aftur rógva vit so her til gjónna við tí veiðu vit fingu í dag sum vit kasta her upp við lónna takka Harranum vár fyri tað. her er sjóslætt og einki er lotið, her vit nú kunnu royna í frið. Abbi sigur: >Nú skulu vit kasta« og hann egnir sær agnið á húk og at botni man loddið sær hasta, hann man heinta og fast er í grúk. Hann er kvikur og upp hann man draga og eg hyggi mær út fyri borð, hann nú sigur: >Tú mast ikki kaga, ella kasta teg nú út í borða. Nú í ljósmála fiskur man vera og av bekki hann lættir sær á skjótt í rúmi man fongurin vera, ein stór spragga, sum góð er at fá. Og vit royndu nú her allan dagin og av fiski tað almikið var nú vit damla at landi og lagið tað er gott yvir fong, Harrin gav. Abbi sigur, at vit skulu takka fyri fong, um enn lítið ella nógv tað vil gleða sinnið væl lætta bæði fongur av landi og sjógu. Abbi sgur: > Vit kryvja og bera allan fongin til húsar í dag, sum vit greipað og skrædlað skal verða, tað sum vit best her fáa í laga. Nú er báturin drigin í neystið og so móður nú abbi mín er, móti stokki hann skroðuna festi og til húsa eg fongin nú ber. Hesin dagurin komin at enda eg av helluni leypin tá bar og nú fyri meg minnini venda tá við abba á floti eg var. JÓANNES Á GEIL 1983 etin nakað seinni enn nú á døgum. Tað var ikki tað nógva spælið, men varð skýmingin longd myrku tíðina við onkrum tilikum. Fyrsta dansikveldið var annað jólakveld. Seinasta dansikveldið var fostulávint. Vanligt var, at koma saman við mikladals-, syðradalsfólki og onkun- tíð eisini við kunoyingum einafer um árið. Festa og páskir So títt og knapt føstan var komin, var alt tílíkt niðurlagt. Kort helt eingin á ei heldur nøkrum eðrum til spæls. Tó var ikki óvanligt at hava talv standandi í festuni. Ikki tað, tað var ikki tann nógva telvingin. Heldur tað at hver í sínum lagi hevði sínar tankar um frægasta leikin, sum vóru fáir hvenn dagin, um hann var meira enn tann eini. Slíkt talv stóð stundum í vikuvís. Einki minnist meg at vit telvaðu fýrtalv á okkara leiðum. Talvfólkið var fyri tað mesta evnað til myrku kveldini, men onkur átti >handils- talva. Sigast má, at telvað varð í stórari fordragiligheit. Kappdráp kom ikki fyri, og frúnna varð altíð varskógvað um. Stilla vikan skilti seg ikki so nógv frá hinum føstudøgunum sum so. Talvið varð ikki nortið, ei heldur annað til spæls. Langifríggjadagur var avgjerdur heilidagur. Men verandi í vártíð lá illa fyri at sleppa øllum hesa vikuna, so arbeitt varð. Útróðrartíð var hetta hin besta og varð eins dúliga roynt hesar dagar sum aðrar, um líkindi vóru. Sjálvt skírisdag varð farið til útróðrar, men helst skuldi verða afturkomið og avriggað til kirkjutíð — um trytidina. Men var bátur i eygsjón á Leitinum so gavst klokkarin at ringja eina letu so eisini hesir menn skuldu hava hevi til at koma sær í kirkju, hóast klokkan kanska var farin av trý, tá teir lendu. Útsýnið hevði klokkarin gott úr torninum og mundi klokkarin meta tað sum part av starvi sínum at laga lestrartíðina sum frægast eftir valdandi viður- skiftum. Fyri mína tíð var tað soleiðis, at var bátur ikki afturkomin skírisdag í so frægari tíð, at veiða og reiðskapur ikki varð fingin til hóldar og báturin skorðaður klokkan trý, so fór nakað