mikudagur 18. apríl 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 18. apríl 1984 tíðindablaðið B | S É | | | | | ] ; Síða 11
Frásogumaður okkara á Húsum Jóannes á Geil
av veiðini til Argjar — helst til
sjúkrahúsið. Um so var, at hetta
ikki var liðugt klokkan seks, so fór
øll veiðan til Argjar — so stórt
halgibrot mettu teir tað vera at njóta
nakað av Harrans gávum, sum ikki
vóru fingnar til sættis áðrenn
halguinngang.
Halgidagarnar um páskini varð
farið í kirkju tvær ferðir. Heilar
triggjar ferðir dýra biðidag, tó ikki i
minari tíð. Føstuguåstænastu mitt í
viku høvdu tey gomlu eisini eins og
nú víðahvar um landið, men er hetta
fallið niðurfyri hjá okkum, men í
Mikladali hevur siðurin hildið. Har-
afturímóti er okkara langafriggja-
dagslestur — guðstænasta munandi
longri enn aðrar.
Hvussu gamalt tað er at ganga
grýla, veit eg ikki, men hetta hevur
verið gjert tað eg minnist. Ikki vóru
tær altíð so nossligar. Men øll tóku
lut í hesum, lág eins og há, stór sum
smá.
Ikki vóru grýlurnar heilt sakleys-
ar á at líta. Kvíslin var fastur
útbúnaður hjá summum, so álvar-
samt sá tað út, hóast leikur altíð
endaði væl.
Allastaðni var okkurt hjá teimum
at fáa, hver lat eftir førimuni —
mest mundi tað vera kjøt, hóast ikki
var so nógv til av slíkum í ellum
húsum.
Tunnusláingin er heldur ikki
nýggj. Hon hevur verið uppi alla
mína tíð og áðrenn við. Endabrest-
urin á dansivitjan úr eðrum bygdum
plagdi at vera felags tunnusláing. Tá
hon var bard, var til hús at venda og
gloyma alt um dans og dagdvølju til
komandi annað jólakveld.
Húsar var fyri tað mesta jólabygd
og Syðradalur var nýggjarsbygd.
Blankskálamenn vitjaðu fast eina-
ferð árliga, og var hetta antin á
nýggjárinum ella á trettanda.
Trettandi var mettur rættuliga
halgur dagur ella í øllum forum sum
hátíðardagur, tí fá lógu eftir heima
henda dag um tey bert kundu flyta
seg.
“ Gamli trettandi ella tjúgundi var
ikki hjá okkum sermerktur dagur
sum so. Tó kom tað onkuntíð fyri, at
komið varð saman at fara uppá gólv.
Mariumessudagur var haraftur-
ímóti hátíðardagur. Tá varð altíð
lestur lisin. Somuleidis varð mikkj-
alsmessudagur hildin við kirkju-
gongd. Eisini varð allahalgannadag-
ur og kyndilsmessa hildin við kirkju-
gongd. Tó hava ikki øll messuhald
við kirkjugongd hildið sær til mína
tíð.
Til matna í festu og stillu viku var
fiskurin hin vanligasti. Útróðrartíð-
in var hin frægasta. Heldur ikki bar
til tá sum nú at vraka og velja. Men
Við Harrans lið
Lag: Lítla Guðs barn...
Tú fylgdi við mær tá barna ár
runnu í skundi til ungdóms var
Takk kæri Jesus fyri tað
tú hevur fylgt mær til hendan dag
Guð havi lov.
Tú fylgdi við tá burtur frá tær
syndin meg førdi og ansaði mær
visti mær orðsins klára ljós
beindi meg aftur á beina kós
Guð havi lov.
Tú fylgdi við mær í ungdómsvár
mangan eg hugsi nú um tey ár
at eg væl vardur varð av tær
má eg so ikki takka tær
Guð havi lov.
Tú fylgdi við í mandómsár
tald vórðu øll á høvdi hár
Hvar ið eg silgdi, róði, gekk
signing eg altíð frá tær fekk
Guð havi lov.
Tú fylgdi við til lands og vatns
skal eg so ei hesum geva ans
Tú sum meg hevur vart so væl
skal eg so ikki takka tær
Guð havi lov.
Tú fylgdi við í vandaferð
tá ongin vón um liv var her
Tá var tað tú sum hjá mær stóð
so eg fekk harvið frið og ró
Guð havi lov.
Tú hevur fylgt mær til ellisár
mátturin minkar eitt grønkandi vár.
Styrki tín andi gevur mær
skal eg so ikki takka tær
Guð havi lov!
JÓANNES Á GEIL 1983
líka nógv man tað vera tí, at tað
lagaði seg so hesa árstíð, at einamest
varð etið av fiski, sum tað, at hetta
var festusiður sum so.
Men besta krovið í bóndahúsum
her á leiðini varð kókað á páskum.
Kanska skuldi tað viga upp ímóti
minni forkunnuga føstukostinum.
Á útróðri varð kjøt etið, antin tað
var festa ella ikki, og tað er ikki 6-
hugsandi, at útróðrarmenninir ótu
líka frægt av kjøti á báti sum á landi
annars restina av árinum. Annað var
ikki til viðskera og margarin varð
ikki nýtt og smerið var mestsum
einki. Tað sindrið sum var, fór til
høgtidsbrik.
Meg minnist onga serstaka
pátrúgv, sum serliga var galdandi
undir fiskiskapi í festu. Har ráddi
um sum vanligt at vara seg fyri ikki
at nevna ávísar lutir og skapningar
við rettum navni, sum t.d. kúgv
mátti ikki nevnast kúgv, men
langhali. Roykur mátti heldur ikki
nevnast, men skuldu vit siga gøv
ella vesa. Heldur ikki mátti sigast
kráka men topputa ella tann topp-
uta. Knívur mátti heldur ikki
havast á munni.
Tað av slíkum, ið nú á døgum man
vera eftir, er neyvan annað enn tað
vanliga við, hvussu vit bera okkum
at í báti likamliga og tað við ikki at
peika. Í veruleikanum skuldi ongan-
tíð peikast, hvorki á landi ella á floti.
Slíkur atburður kundi metast sum
undirvegan av persóni ella luti.
Annars haldi eg, at tað katólska
man hava hildið sær væl longur
norðuri hjá okkum enn sunnanfyri.
Meg minnist gamlan mann, ið
helst mundi vera feddur í 1840--
unum, siga frá konu, kallaðari
Gilja-Anna. Helst hevur hon itið
Julianna, men áður í tíðini var valigt
at leggja afturat gji- ella gjú-,
haðani navnið. Helst hevur hon
livað, tá kirkjan fór av lopinum
umleið 1775.
Skíriskveld skuldi hon leggja
stein undir hevdið; til tess ikki at
sovna, men líða saman við tí
krossfesta. Hennara atburður í
kirkjuni víkti eisini frá eðrum.
Hvenn sunnudag legði hon seg á
knæ frammanfyri stólin - ikki bara
teir sterru halgidagarnar.
Guðsóttin hjá teimum gomlu var
meira merktur av sjálvspínslu enn
hjá okkum. Eisini hevdu tey
meiri avgjerda fatan enn vit av, at
vit sjálvi kunnu virka fyri okkara
egnu bjarging. At vit eina og aleina
verða bjargaði av Guðs stóru náði,
var fyri tey gomlu kanska ov gott til
at vera satt.
Sjálvur haldi eg, at kristindómur
ikki kann gerast ov náttúrligur.
Hann skal innast í tí verki, vit eru
stedd — við gerðum og atburði, ið
samsvara við talu og hugsan; lættur
og livandi.
Páskirnar vóru sterri hátíð anda-
liga enn jólini. Her snúði tað seg um
gleðiboðskapin og náðigávurnar sum
so, meðan jólini meira vóru hátíð fyri
okkum sjálvi við gávum, sum
næstan altid vóru pløgg.
Dýribiðidagur var mestsum burt-
urfallin sum hátíðardagur í mini tíð,
men helst var tað tí hann lá í
vártíðini, bestu fiskitíð. Tó minnist
meg tey gomlu siga frá, at tey áður
fóru til kirkjugongd heilar tríggjar
ferðir henda dag.
Halgimennunum varð ikki gjørdur
mismunur á, ella rættari ikki gjørt
almikið burturúr nekrum teirra.
Mariumessa og teir dagar Jesu
móðir stendur fyri, vóru havdir til
áminningar. Nikolaj, Mikael vóru
við sviðið soð, men pætursmessa
hevur helst verið hildin fyri mína tíð.
Gøtu-Tréndur og onnur sega
Í mínum barnaárum vóru 24 hús her
í bygdini. Merkurnar eru einans 24,
so jerð var ikki til hverji hús.
Ognarjerðin er 16 merkur og kongsið
8 merkur.
Tað var í triatiårunum, at flyt-
ingin tók dik á seg. Barnaríkastu
húsini fluttu nógv til Klaksvíkar.
Haldi eini tíggju húski búleikast her
sum er.
Einki vita vit við vissu um, nær
fyrsti maður settist á Húsum. Segn
er um mann, ið átti tveir synir.
Nevnini kenna vit ikki. Hesin skuldi
eitast at býta oynna í helvt millum
dreingirnar. Annar settist her á
Húsum og hin í Mikladali, so forn
ættarbond eru óiva bygdanna í-
millum.
Eg fall einaferð yvir eitt arvaskjal
viðvíkjandi ognum á Húsum. Hetta
varð váttað av vitnum. Eitt teirra