Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 var húsfrúgvin í Húsavík, sum á Viðareiði hevði skrivað undir skjalið í árinum 1402 — minnist meg rætt. Tey gomlu segdu, at nakað altíð hevði verið ímillum Húsar og Húsa- vík. Hvussu hetta hongur saman, er ilt at siga. Tráðin missa vit kanska eisini, um so er, sum sigst, at hús- frúgvin livdi av bæði bernini. Men Húsa- navnið er so í báðum stødum. Toftirnar eru magar her, tó veit eingin við vissu at siga nakað um aldur og uppruna. Tó hevur helst fyrsti niður- setimaðurin bygt syðri í bygdini, niðan av flesjunum, har óvanliga stórar neystatoftir. eru. Gamalt var altíð her, at Gøtu-- Tróndur skuldi hava Kalsoynna til tíðindablaðið spæls. Hann skuldi reka hana ein dag og rættað varð á Rættargrøv, vanliga kallað á Kallsrættini. Hon skuldi taka 1800 seyð, sum skipanin segðist at vera. Men vissuliga má tað vera talan um forna smáa seyðin. Staðarnavnið Geytagrógv fyri vestan hevur verið sett í samband við kenda Geytan, ið kanska hevur sitið sum uppsitari hjá Trónda á Blankaskála. Hvat er í hesum ella ikki, kunnu vit bert gita um, men navnið er so har. Av Blankaskála var ikki einans gingið gjøgnum lidina og so uppum Eið og so oman til Húsar. Eisini varð gingið suðurum eftir getuni, vit kalla Likkinigeta, helst hevur hon itið Líknageta, men ivi er eingin um, Tlf. 12190 -Tórshavn at fólk javnan hevur ferðast her eisini í fornari tíð. Floksmenn hildu til nakað nógv norðanfyri, men á Håsum eru ikki frásagnir, ið benda á, at teir hava verið her. Harafturímóti eru frá- sagnir um at kunoyingar skuldu vísa teimum norður til Trellanesar, hagar teir ætlaðu sær. Kunoyingar søgdu teimum, at ættin var hin besta, landnyrðingur norðan, sum sjålv- sagt er vánaligasta ætt, ið hugsast kann. Ivi hevur verið um, hvussu floks- menninir vóru lyddir, men at døma eftir ráðum kunoyinga, so vóru teir ikki overfegnir um teir. Vekhús hava vit frá sjórænara- tíðini, men sagnir um ágang frá sjónum kenni eg ongar, hvat við- víkur okkara bygd. Harafturímóti var sambandið við fremmandu skipini rættiliga gott. Einamest mundi tað vera há- lendsku loyniskipini, ið handlað varð við. Tey pløgg, handilin hevði vrakað, stóð ikki á at selja til skipin:, men gakk, so fóru teir at krossa troyggjurnar, seta kross- merki á tær, tá bar ikki longur til. Grimma merkið, ið Kviviks-Jogvan talaði um, var hesin sami krossur. Trellanesmenn hava frásegn frá tilburði um skip, sum sníkjandi kom óvart á bygdina og fór við ellum, ið takast kundi. Fólkið varð tó eirt, men sjálvir máttu teir undir hóttan dragsa teimum fongin oman í fjøruna. Hóast væl undansloppin, so hava húsafólk eisini havt sin ótta og fyriskipanir um hvussu at skuldi berast um á stóð. Rákalærið uppi á eiðinum kalla vit Húsrók, og var hon tilhald hjá bygdafólkinum. so leingi vandi var á ferð. Vekhúsið norðuri á Leitinum, har siggjandi er langt út í hav, var altíð mannað hesi vondu ár. Á Syðradal kom einaferð skip. Bátur kom inn undir páskoti at taka vatn. Maður, ið fór oman, sá at vápn lógu í skutinum. Hann gjørdi ikki vandari enn at hann fekk ein hund at míða upp á seg, so brátt fylgdu allir hundarnir honum til strandar. Vápnaður við hvalvákni og horna- klingru niðuryvir grúkin fór hann teimum åmøti. Bátin vildi hann ikki skala, men legði seg á bakkan at grýta grót eftir monnunum, sum tá gjørdu skjótt av og rýmdu. Standurin av sjórænaraáðum var ikki so ringur norðanfyri sum t.d. í Suðri. Helst hevur fongurin har suð- uri verið sterri enn í okkara fåtøku smáoyggjum. Ivaleyst man fólkameingi hava verið einamest í Suðri, ti veiði- og búnaðarmeguleikar teirra vóru ikki at samanlíkna við okkara vánaligu í Norðoyggjum. Utróður Agnstríðið var ikki tað minsta. Fjerumatur var tað mest vanliga. Annað varð eisini nýtt, t.d. var seyða- og neytainnvølur ikki Ovanl- igur. Her plagdu vit at skemta okkum við segu um tveir, ið fóru norður fyri Kall at royna eftir kalva. Hetta var vanligt, tá vártíðin var av. Vanir við tann stóra fongin, vóru teir ikki, Men tolið høvdu teir so gott, at teir Nr. 48 — 18. apríl 1984 vanliga hevdu karðarnar og onkran lagdin við. Gjerdu fast, beinið uppá stokkin og so at karða. Tá so nívdi á, ómakaðu teir sær til at hyggja, hvussu vorðið var. So var einaferð so illa statt, at einki agn var. Hin eini heldur seg kunna royna gamlar toknir, sum hann bloytir. Lat okkum so sjá, hver hevur frægasta agnið! Hin hevur eisini hug at royna nakað nýtt og kutar av einum stubbileggaldi og egnir. Tilvildin vildi tað so, at hann við stubbileggaldinum á húkinum kendi og fekk ein rimmar kalva. So eiðaserar agnvánir vóru helst ikki altíð, men minni enn so at nýt- iligt agn fekst í eini handavending, um líkindi vóru til at royna. Stundum vóru línurnar langar, uppí seksti stykki seinnu tíðina, tá eg sum yngri róði út. Heilt líkatil var tað ikki at fáa agn til áhaldandi várróður. Svøvnurin var mestsum eingin, tí egnast og rekjast skuldi dag um dag, stundum á landi og stundum á báti. Og syndarliga lítið gav tað av sær, men har einki er, er alt kærkomið. Men eisini tí livdu vit við, kendu ikki til annað. Neytini Sætt var til, at neytini kálvaðu í februar og mars, tá tey kundu vera leys úr bandi. Leið longur út, kundi mangt og hvat fara at ganga undan. Hoytrot var vanligt og syndarliga rak vóru tey stundum. Tey lógu so úti til mikkjalsmessu. Tó havi eg hoyrt, at gomul kona norðuri á Nesi hevur verið til neyta í Hevdagili sjálvan jólaaftan. Har var altíð síður hógvur, men hjá okkum var altid í minna lagi av grasi. Ketilosturin kom sum vituligt er stundum fyri í festu. Hetta var forkunnugt við lít. Eisini kom atð fyri, at mjólk til ketilost fekst undan rættiliga góðum kúm, sokallaðum brynjum, áðrenn tær høvdu kálvað. Tiggjund Tiggjundurin var avfallin langt fyri mina tíð, men sum smådrongur minnist meg at teir gomlu høvdu nøvn fyri ymsu kleivirnar og kullur- nar i fjøruni. Hesi nøvnini sipaðu til hvørt slagid av tiggjunda, tær høv- du verið nýttar til. Onkur kleivin kallaðist prest- tíggindin, onnur syslumanstigg- indin 0.s. fr. Um øll lótu tíggjund í fullan mun, veit eg ikki, men helst man tað hava verið so, at åvis hús kendu sær sterri skyldu enn onnur í so máta. Nógv strev Livsvånirnar vóru vånaligar og strevið nógv, men tess størri var tøkkin fyri tað lítla, ið fekst burt- urúr, og meining var onkur í ollum, fólk tá hevdust at. Tað man vera so, at fortíðina gloyma vit, nútíðina ivast vit um og framtíðina óttast vit. At enda vil eg ynskja Føroya fólki einar góðar påskir og eitt gott skiris- hald og Harrans signing yvir land og fólk og teir ráðandi og at tað má virkast til friðar. / Jóannes á Geil