Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 26. apríl 1984 — tíðindablaðið Síða 3 Uppsparingin å |Fórikkií bankabok vaks við 130 mill. kr. i 1983 Nettoyvirskotið hjá Sjóvinnubankanum varð 30 milliónir í 1983 Frásogn frá aðalfundi Sjóvinnubankans Jóhann Mortensen Sjóvinnubankin kann aft- ur í ár ásanna í við- merkingunum til ársrokn skapin, ið Steingrim Nielsen, stjóri, legði fram á aðalfundinum týsdagin, at rakstrarliga hevur und- anfarna árið verið eitt gott ár fyri Sjóvinnubankan. Rakstrarúrslitið fyri 1983 var áðrenn burtur- leggingar og avskrivingar 80,8 mill. kr. Hetta er stívliga 21 mill. kr. meira enn rakstrarúrslitið fyri 1982. Tá avskrivingar, skatt- ur, burturleggingar var farið av, og ein flyting frá rakstrargrunninum varð løgd afturat, var netto- úrslitið hjá Sjóvinnubank- anum 31,9 mill. kr. Í fjør var nettoavlopið 18,2 mill. kr. V.ø.o. 13,7 mill. kr. í vekstri. Av teimum 31,9 mill. kr. fara 6,2 í lógásettan til- taksgrunn, 4,7 fara afturat í lógásetta tiltaks- grunnin, 8,0 mill. kr. fara í eyka tiltaksgrunn, 3,0 mill kr. fara til vinningsbýti til partaeigararnar, 3,0 mill kr. fara í ílegugrunn, 0,4 mill. kr. fer i rakstrargrunn, 5,8 mill. kr. verða settar av til skatt og at enda eru 0,7 mill. kr. flutt til næsta roknskaparár. RENTUINNTØKUR- NAR VUKSU VID 30 MILL. KR. Rakstrarroknskapurin visir, at rentuinntøkurnar vuksu við umleið 30 mill kr. Ur 149,5 upp i 181,5 mill. kr Hinvegin vuksu rentu utreiåslurnar bert við stivliga 12 mill kr Rentuútreiðslurnar vóru 88,6 mill. kr. afturímóti 76,1 mill. kr. i 1982. Netto vóru rentuinn- tøkurnar 92,9 mill. kr. Harafturat kemur provis- ion og aðrar inntekur, soleiðis at samlaðu inn- tøkurnar vóru 109,5 mill. kr. Utreiðslurnar til lønir og eftirlenir vóru 15,9 mill. kr.Annar kostnaður var 12,7 mill. kr. Sum nevnt var brutto rakstrar- úrslitið 80,9 mill. kr. Av tí fara 37,3 mill. kr. til avksrivingar og burtur- leggingar. og í skatti rindaði Sjóvinnubankin 12,8 mill. kr. ifjør. Netto- yvirskotið var 30,7 mill. kr. Tá yvirskotið er býtt, og grunnar bankans hava fingið sítt, er eginpen- ingurin komin uppá 146 mill kr. Veksturin er um 40 mill. kr. Fíggjarsteða bankans vis- ir, at samlaðu innlårini í bankanum eru 935,5 mill. kr. Hetta er ein munandi vøkstur frå årinum fyri, nevniliga 175,7 mill. kr. Stórur partur av inn- lánunum er tað, ið stendur á bankabók.Innskotini við meira enn ein mánaða uppsegn vóru 560,2 mill. kr. Her er talan um ein vekstur uppá 113 mill. kr. Innskotini á bankabók við stytri enn ein mánaða uppsegn vóru 160,7 mill. kr. Her er veksturin um 17 mill. kr. Í prosentum er veksturin í innlánunum á bankabók 22 prosent Samtals er skuldsíðan 1.469,8 mill. kr. Ella nær- um hálvonnur milliard Veksturin á javnvágini eru meira enn 260 mill. kr. Ognarsíðan vísir, at samlaðu útlánini hjá Sjó- vinnubankanum vóru 914,4 mill. kr. Veksturin í útlánunum er 109 mill. kr. Annars er ognin býtt í nógv ymiskt. Eitt eru lán yvirhevur, 418,6 mill. kr. Kassakredittirnir eru 328,4 mill. kr. Meðan virðisprógvini hjá Sjó- vinnubankanum telja 224,5 mill. kr. Annars vísir figgjar- staðan, at Sjóvinnubank- in hevur ábyrgdir — t.v.s. veðhald fyri við- skiftafólk bankans — fyri 245,8 mill. kr. Her er í nógvum førum talan um veðhald fyri lán, kundar bankans hava tikið í út- londum, íalt 170 mill. kr. Í ársfrágreiðingini verður upplýst, hvussu útlánini býta seg. Meginparturin av útlánunum eru privat lán og lán til sethús, íalt 513 mill. kr. Veksturin frá árunum fyri eru um 70 mill. kr. Utlånini til fiskivinnun- a, handil, byggilån til skip eru 250 mill. kr. Lånini til handverk og ídnað, og undir hetta koma t.d. flaka- og fiskavirki, eru 104 mill. kr., soleidis at samlaðu lánini til vinnuna eru 354 mill. kr. Tey vóru 308 mill. kr. við árslok í 1982. Tey almennu lánini eru 82 mill. kr. Sjóvinnubankan — nei, heim til Rasmus Forstjórin, Rasmus Olsen, sum situr við borðendan, er nú farin frá. Teir, sum nú stjórna Sjóvinnubankanum, eru Regin Olsen, uttast vinstrumegin, og Stein- grim Nielsen, uttast hogrumegin. Nevndarlimirnir eru fýra, Høgni Mohr, Jákup Kass, Thomassen. næstformaður, — Nei, tú fór ikki í Sjó- vinnubankan — tú fór heim at tosa við Rasmus. Nakað segði Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, tá hann í eini reðu takkaði soleiðis Rasmussi Olsen fyri beinasemi í stjóratið hansara. Rasmus Olsen, sum hevur verið stjóri í Sjó- vinnubankanum í 25 ár, fór frá á nýggjárinum. Rasmus hevði tá starvast í Sjóvinnu- bankanum í stívliga 50 ár. Sjóvinnubankin er ti — sum Poul Mohr vísti á — ofta identifiseraður við Rasmus Olsen. Birgir Danielsen, nevndarformaður, takk- aði eisini Rasmusi Olsen fyri trúgva tænastu á ársaðalfundi Sjóvinnu- bankans týsdagin: „Rasmus Olsen kom ikki til skorin klæðir tá hann kom í bankan í 1933 — og heldur ikki til skorin klæðir, tá hann tók við sum forstjóri í 1958. Tað kann av rettum sigast, at Rasmus Olsen hevur myndað bankan gjegnum bæði ringar og baldrutar tíðir, eins og hann hevur verið við í uppgangstiðum til at taka nýggj ódnartek. Eisini hevur hann kunnað litið aftur á sítt egna verk og kunnað mett úrslitini av tí, hann hevur átikið sær og fingið av skafti til frama fyri okkara banka, tað foroyska vinnulivid og til frama fyri hvert heim Birgir Danielsen, í Feroyum, bæði bein- leiðis og óbeinleiðis. Urslitini síggja vit nú. Teimum kann Rasmus Olsen vera stoltur av. Vit eru tað“. Segði nevndarformaður bank- ans. TAKKAÐI FYRI GOTT SAMSTARV Rasmus Olsen sjálvur takkaði eisini nevnd, starvsfólkum og við- skiftafólki fyri gott samstarv. Hann segði, at hevði samstarvið ikki verið so ómetaliga gott millum nevnd og stjórn bankans, hevði tað ongatið eydnast at fáa bankan til tað, hann í dag er. Um samstarvið við landsstyrini, ið sitid hava, segði hann, at tað hevði verið ógvuliga gott, líka mikið hverjir flokkar myndaðu tað. Rasmus Olsen kom eisini inn á spurningin, at tað ofta verður sagt, at bankarnir forvinna so og so nógvan pening. Hann segði, at hetta at bankarnir eru sterkir peningaliga hevur nógv at týða, tí hetta skapar gott umdemi og kreditt- virði. Hann upplýsti, at tað var ikki stuttligt at koma til útlandið fyri 20- 25 árum síðani at tosa um peningavidurskifti, tá bankarnir vóru veikir peningaliga. VIÐ IVINGARSEMI Annars treiv fyrrverandi neundarformaður, og Marius forstjórin í ymiskt í segu bankans. M.a. nevndi Rasmus Olsen, at hann varð ógvuliga skeptiskur, ta Sjóvinnubankin aftur lat deild — útbanka — upp í Hvalba 1959. (Tá hevði bankin ikki latið deild upp á bygd síðan hann í krígsárunum fekk sær útbanka í Servági). Men tað hevði íkki verið neyðugt at vera ivingarsamur, tí deildin fekk góða undirteku. Og í dag hevur Sjóvinnu- bankin 28 deildir umframt hevuðssæti í Gongini. Eftir at Rasmus Olsen hevur lagt frá sær, eru Regin Olsen og Stein- grim Nielsen stjórar í Sjóvinnubankanum. Saman við fyrrverandi forstjóranum hava teir í fleiri ár sitið í stjórn bankans. LEGGUR EISINI FRÁ SÆR Eitt annað kent andlit leggur eisini frá sær í Sjóvinnubankanum i næstum. 1. mai fer Louis Højgaard, kassameist- ari, ur starvi sinum. Hann hevur starvast i Sjóvinnubankanum i 47 år. — Spell, at tú ikki eisini vil runda tey 50, segði Birgir Danielsen, tá hann takkaði honum fyri tann máta, hann hevði umboðað »Okkara Banka« uppá, og fyri tað andlit úteftir mótvegis kundunum, sum bankin gjøgnum Højgaard hevur fingið Louis