Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Tiggju milliónir i fri-partabrøv- um ur tiltaks- grunni Tysdagin var gott at vera partaeigari i P.f. Sjóvinnubankanum. Henda dagin vaks áljóðandi virðið á parta brøvum við helvt. Arsaðalfundur bank- ans tók undir við einum uppskoti frá nevndini um at hækka partapeningin við 30 mill. kr. Av teimum eru tær 10 mill. kr. fri-parta- brev, soleiðis at fyri hverjar 200 kr. ein partaeigari hevur, fær hann 100 kr. í frí-parta- brevum. Hesar 10 mill. kr. skulu takast úr til- taksgrunni bankans. Verandi partaeigarar fáa somuleiðis rætt at tekna 15 mill. kr. Fyri hverjar 100 kr., teir eiga, kunnu teir tekna . av 100 kr. í nýggjum partabrevum til kurs 102. Tær 5 mill. kr., ið so eru eftir, verða bjóðaðar út til fría tekning til kurs 120. Steddin á partabrev- unum er 100 kr., 200 kr.. 1000 kr, og 100.000 kr. Partapeningur Sjó- vinnubankans er 20 mill. kr. Sum grundgeving fyri uppskoti sínum at hækka partapeningin sigur nevndin, at tað er fyri at fáa lutfallið millum eginpening og partapening á eitt meira hóskandi steði. Og eisini fyri at fáa partapeningin upp á eina stedd, sum er meira hóskandi fyri ein banka við eini balansu upp á hálvaaðru milli- ard. Eftir at avlopið frá seinasta fíggjarári er lagt afturat eginpeningi bankans, er eginpeningurin íalt 146,1 mill. kr., soleiðis at eginpeningurin í prosentum av parta- peninginum er 731. Sjóvinnubankin skal byggja við R.C. Effersøesgøtu Um kanska ikki so langa tíð hevur P.f. Sjó vinnubankin fingið reist nýggja hevuðs- deild við R.C. Effer- søesgøtu i Havn. Í årsfrågreidingini frå nevnd bankans verður sagt, at nú er endalig loysn fingið. Bankin hevur gjert makaskifti við Tórs- havnar kommunu, soleiðis at kommunan fær ogn bankans við Joannes Paturssonar- getu, meðan bankin fær eitt eki við R.C. Effersøesgøtu. Hetta liggur eystan fyri SMS. — Hølisvidurskiftini hava í nógv ár lagt meinbogar í vegin fyri eini liðiligari arbeiðs- gongd á hevuðsskriv- stovuni, segði Birgir Danielsen, nevndarfor- maður, í ársfrágreið- ingini. Marius varð aftur- valdur Ein nevndarlimur í P.f. Sjóvinnubankanum var á vali. Tað var Marius Thomassen, stjóri á Tryggingarsam bandinum. Hann varð afturvaldur við nærum øllum atkvødunum. Einki annad uppskot var, men onkur hevði við atkveðugreiðsluna skotið upp á onnur nevn. Nevndin í Sjóvinnu- bankanum er soleiðis hin sama. Hinir nevndarlimirnir eru Birgir Danielsen, stjóri á Feroya Fiskaselu, sum er nevndarformaður, Jákup Kass, sóknar- prestur, sum hevur verið næstformaður, og Hegni Mohr, havnameistari. Tiltakslimirnir, Tummas Thomsen, stjóri, á Tveroyri, og Jákup Joensen, stjóri, í Lopra, vórðu aftur- valdir. Somuleiðis vórðu grannskodarar- nir Jógvan Sundstein og Hans Olávus Danielsen afturvaldir. tíðindablaðið 1010 VI landsbanka! Landsbanki fer at minka likviditetin hjá peningastovn- unum Nevndin í P.f. Sjóvinnu- bankanum mælir landsins politikkarum frá at stovna landsbanka: »Okkara ráð skulu verð- a: Bíða við at seta landsbanka á stovn til vit hava veruligar tjóðbanka- uppgåvur at loysa.« I årsfrågreidingini visir nevndin á, at málið um landsbanka aftur hevur verið á lofti. Sagt verður, at peningastovnarnir hava at kalla ikki verið tiknir við upp á ráð. Í hvussu hevur ikki verið lurtað eftir ti, sum sagt hevur verið. — Einasti møguleiki fyri innteku hjá lands- bankanum vil verða at koma inn á arbeiðseki hjá teimum privatu peninga- stovnunum, eins og hjá grunnum og stovnum. Ætlanirnar ganga eisini týðiligt fram av lógini um landsbanka sum m.a. sigur: — at landsbankin er bankasamband hjá tí al- menna. — vil taka ímóti inn- skotspeningi frá trygging- arfeløgum og eðrum figg- ingarstovnum vil taka ímóti inn- skoti frá privatum, felog- um og persónum, tá hetta er eitt náttúrligt lið í millumverandi við tað al- menna. — villåna út il almennar stovnar, kommunur, virk- ir v.m. — vil keypa virdisbrøv og upptaka lán, bæði innan- og uttanlands 0. s. fr. Í fjør lat Sjóvinnubankin upp nýggja deild i Kollafirði — tann 28. Vit lækka ikki utlåns- rentuna Um útlánsrentan verður lækkað, lækkar innlånsrentan i sama mun Sjóvinnubankin fer helst ikki at lækka útláns- rentuna. — Verður útlánsrentan lækkað, má innlánsrentan eisini niður tilsvarandi, tí vit meta, at rentumarg- inalin kunnu vit ikki broyta, verður sat í ársfrágreiðingini hjá nevnd Sjóvinnubankans til ársaðalfundin, ið varð hildin týsdagin. Víst verður á, at Fer- oyar hava kunnað havt sín egna rentupolitikk, og føroysku peningastovnar- nir vórðu ikki tvingaðir at hækka rentusteðið, tá út- lánsrentan í Danmark fyri 1 — 2 árum síðan var oman fyri 20 pst. Nú er danska rentan farin niður og er á umleið sama stæði sum tann føroyska. — Nógv týður uppá, at danska rentan nú kvinkar upp aftur — í hvussu so er fer hon neyvan longur niður. Vit meta her í >Okkara banka<, at fer danska rentan ikki longur niður, so gera vit ongar broytingar í út- og inn- lánsrentuni her hjá okk- um, verður sagt í árs- frágreiðingini. Víst verður á, at tað er tekin um stabilitet, tá út- lansrentan ikki svingar ov nógv. Sagt verður, at Nr. 49 — 26. apríl 1984 ð at stovna Tað er okkara skylda at siga frá her og biðja um at fáa myndugleikarnar í talu, tí nú grípa landsins myndugleikar inn í virk- semi hjá peningastovn- unum og minka um likviditetin, skerja útláns- meguleikarnar tilsvarandi og tað sama verður við inntøkumøguleikunum, segði Birgir Danielsen, tá hann greiddi frá virksemi Sjóvinnubankans á aðal- fundinum týsdagin. stabilitetur er boð um álit millum peningastovnarn- ar og viðskiftafólk teirra. Annars sigur nevndin, at rentuskatturin eigur ikki at hækka, tí so fellur stórur partur av grundar- lagnum undan tí stóru uppsparing, sum vit eru so heppin at hava í okkara samfelag.