Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller tidindabladid Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Málini verða útsett AV OG Á ber útvarpið tíðindir frá landsstýrisfundum. Vit hoyra um at eini tvey ella trý mál vóru fyri á landsstýrisfundi í gjár. Og so koma tey orðini frá útvarpsmann- ingini sum øll duga: Målini vórðu útsett til ein seinni fund. ÁRINI FRÁ 1906 til 1928 vóru bert tveir flokkar á tingi. Hesir vóru sambandsflokkurin og sjálvstýrisflokkurin. Á tingi var ein endaleys togan millum hesar báðar flokkar øll hesi árini. Spurn- ingurin, sum flokkarnir stríddust um, var ríkisfelagsskapurin. Skuldu vit hava meira ella minni sjálvstýri ella skuldu vit íkki. TAÐ SIGST at hesi árini vórðu onnur mál ikki vidgjørd. Tey vórðu útsett. Utsett til næsta fund. Til næstu tingsetu o.s. fr. Millum manna varð tosað um, at á endanum á tinghúsinum átti at skelti at staðið við áskriftini: „Det er her sagerne udsættes til næste samling. Men eftir at javnaðarflokkurin kom á ting í 1928 var spurningurin um skeltið ikki aktulellur longur. Í LØTUNI er stødan umleið tann sama sum í tíðarskeiðinum frá 1906 til 1928. Landsstýrisfundir verða hildnir, men málini verða útsett. 40 umsóknir frá einstak- lingum og feløgum um innflutn- ingsloyvir til skip liggja úti í Tinganesi. Men øll málini eru út- sett og verða útsett av nýggjum ferð eftir ferð. Hópur av øðrum málum hava fingið somu lagnu. Á TINGI er stødan lítið ødrvisi. Vit hava í hesum valskeiðnum dømir Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 oddagrein um, at mál eru framløgd í eini tingsetu, men ikki avgreidd á tingi fyrr enn tvær tingsetur seinni. Er hetta ikki heilt nýtt á Føroya Løgtingi? Og tingseturnar verða ongantíð lidnar. Eisini tað, at enda tingseturnar, verður hvort ár útsett. Fyrst í einar tvær ella tríggjar vikur. Síðani í eina viku. So aftur í eina viku 0. s. fr. ALMENN størv verða lýst leys við ávísari umsóknarfreist. Fólk senda umsóknir inn, men størvini verða ikki sett fyrr enn fleiri mán- aðir seinni. Tey verða eisini út- sett. Vit kunnu nevna studenta- skúlan í Eysturoynni, eitt deildar- leidarastarv vid ein skúla á Tvør- oyri, starvið sum stjóri fyri al- menna sjónvarpinum og fleiri onnur. ALT VERÐUR útsett og øll skulu bíða. Tey, sum hava umsóknir hjá landsstýrinum um innflutnings- loyvir til skip, skulu bíða. Tey. sum hava sekt almenn størv, skulu eisini bíða. Alt samfelagið skal bíða. Og landsstýrið útsetir málini til næsta fund. SKELTIÐ við áskriftini: »Det er her sagerne udsættes til næste samling«, er aftur aktuelt. Fyrr í hesi øldini sluppu vit undan skeltinum við tað at javnaðar- flokkurin kom inn á ting og fekk broyting í soleiðis at fólksins áhugamál vórðu vidgjørd á tingi og ikki útsett ti Inæstu tingsetu. SKULU VIT sleppa undan skelti- num nú, má javnaðarflokkurin taka ábyrgdina og leiðsluna bæði á legtingi og í landsstýrinum, men hetta má flokkurin fáa tykk- ara fulltrú til. Hana geva tit á vali- num sum stendur fyri framman. Nordafar gongur aftur ØN vilja vit fjålga um út- gerðar- og fiskivinnusteð okkara í Feroyingahavn- ini, men ósamd eru vit um, hvussu langt figgjar- liga vælvildin skal røkka. Felagið er av rætta privata slagnum, t.v.s. at almenningurin skal gjalda alt í rubb og stubb um talan er um hall. Hinvegin skal heilaga privata init- iativið fáa ágóðan, um raksturin er frægari. Fyri- treytirnar fyri virksemin- um skal hitt almenna eisini skapa, kosta hvat tað má. Hoyrdu í útvarpinum um dagarnar, at landið stóð fyri 40, Fiskaselan fyri oðrum 40 og sjóvinnu- felog fyri seinastu 20 procentunum av pening- inum aftanfyri Grenlands- felagið, sum eigur hetta danska felag, vit nevna Nordafar A/S. Um hitt almenna av rottum eigur umboð i felagnum Nordafar veit eg ikki, men um so er, so er alt ov tilvildarliga arborið. Almenna ábyrgdarkensl- an mótvegis felag sum skilagóðan rakstri hevur seinastu árini ikki verið til staðar eðrvísi enn so, at menn á tingi, einahelst Nr. 49 — 26. apríl 1984 Nordafar — Faroemar Tað tykist mær í hvussu so er meira enn legið, at Føroya Løgting idag ikki vil stuðla NORDAFAR, men glaðbeint stuðlar FAROMAR Faromar, sum stendur so langt frå Feroyingum, sum mánin er frá jerðini, líka fjart og óveruligt er hetta tiltak fyri okkum. Eitt projekt, sum teir føroysku bankarnir eru parteigarar í, og sum teir ikki sjálvir vilja stuðla, ikki hava tiltrúgv til. Tað skal Føroya Legting studla vid 3,5 mill. og tad taka tit undir vid. Tað må vera nakað annað, sum stendur aftan- fyri; livst so spyrst. Men eitt er mær greitt — veðhaldið hjá legting- inum er bert ein byrjan, og einki fæst fyri tað. Sjálvstýrisflokkurin tekur undir við tiltakinum FAROMAR, men ikki við NORDAFAR, ein legin politikkur. Nú tað veruliga ræður um at verja tað, sum vert er at verja, og her hugsi eg um viðurskiftini við Gren- land, nú verður kvett á stokkinum. Og JAVNAÐAR- FLOKKURIN, sum ann- ars hevur havt tað í skildri sínum »ARBEIDI TIL ALLAR HENDUR Á SJØGVI OG LANDI« er eisini ímóti at varðveita meguleikarnar við GRØNLAND. Um hetta tiltak stedg- ar, verða nógvar hendur arbeiðsleysar, og nógvar familjur verða raktar av hesum. Tíðin er ikki at niður- leggja, men at byggja upp; tað gera tit ikki við at fella NORDAFAR. At málið verður kannað er í lagi, men verður tað av javnaðarflokkinum felt, verður torført framhald- andi at skildra við >Ar- beiði til allar hendur á sjógvi og landi«, tí tå er tað bert eitt slagorð, ikki veruleiki. Um so verður, at flokk- urin ikki farmyvir vil verja og berjast fyri so nógvum arbeiðsplássum sum gjerligt her heima á landi og í Grenlandi við, so er steðið undir flokk- inum, um ikki burtur, so politisk viðmerk- ing viknað. Hava verandi umboð okkara gloymt, hver tað var, sum legði steðið undir framhaldandi virki í í Grenlandi. Slóðarin mikli legði stødid, og hansara getur skullu gangast. Kannið avgjert viður- skiftini viðvíkjandi NOR- DAFAR, men kappið ikki á stokkinum. Sverre Midjord rættiliga óvitandi um støduna, glaðbeintir år um ár fyri friðar sakir hava verið við til at játta árligu 3-milj. upphæddina. Vani bitur best, og von vóru vit mestsum við hesa árligu upphædd til Nor- dafar, sum ivaleyst mest- sum mundi vera góðtikin av fólkinum. Tó fingu vit í fjør nakað av einum hvekki yvir tær eykajáttanir, ið skuldu til skip við meira umframt til rakstur av stødini. Tó var eisini hetta lirkað igjøgn- um, og steðin lat upp sum vant. Onkur maður á tingi hevur sýnt hug til at kanna roknskapirnar hjá Nordafar seinnu árini, men alt ov lítið er enn komið burturúr hesum viðvíkjandi. Eg skal vera tann sein- asti at ivast í, at so frægt verður arbeitt sum tað nú einaferð kann haryviri um sumrarnar. Men hetta er ikki nóg mikið, eftirsum ráverunegdirnar at virka burturúr sigast at vera ov smáar. Men ófatuligt er tað, at roknskapirnir fyri so al- ment virki sum Nordafar ikki verða almannakunn- gjørdir. Var alt í lagi og vóru almennu áhugamál- ini vard sum best, skulu vit ikki ivast i, at roknskapirnir hevdu verið almennir, eins og teir eru tað fyri tryggingarsam- bandið og aðrar lands- stovnar. Eingin skal leggjast undir nakað óregluligt, men stýringin av Norda- far seinastu árini eru á- taluverd. Hugaligari hevði tað verið, um almenningurin í samband við broyttu vinnutreytirnar hjá virk- inum hevði fingið nakað at vita um, hvussu nógv vit skuldu av við til danir og normenn, tá hesir tóku seg burturúr eins og um risastóru ílegurnar, sum vóru framdar í samband við umleggjan til rækju- vinnu, sum ivaleyst í stóran mun man hava verið viðvirkandi til ván- aligu figgjarstødu Norda- far's. Eingin skal ivast i, at hesar iløgur gagnaðu á- vísum skipum og selu- felagskapi frægari enn nakar hevði vágað sær at vænta — bert ikki Norda- far, sum, so stutt hetta stóð við, ikki á nakran hátt man hava fingið niðurskrivað hesar risa- ílegur í rímiligan mun. Lat teir so bert nú varpa út um Feroya land, at frægast fyri allar partar framvegis er, at Nordafar verður so privat so privat. Feroyingar fáast næst- an at trúgva, at gren- lendingar ikki á nakran hátt vilja flættast við foroyskar politiskar myndugleikar, tá talan er um samvinnu landanna í- millum, eitt nú um Nor- dafar. Er hetta veruliga so, sum leiðsla Nordafars vil vera við, so man Nordafar eiga sín góða lut í hesum grønlendska ill- vilja mótvegis politisku myndugleikum okkara. Tó munnu slík úttalilsi helsur vera serprivat-fer- oysk roynd til enn einaferð at fáa hitt almenna at leggja pening á broðið — hesuferð heilar 11 milj. — tó uttan at miðvís politisk ætlan skal verða aftanfyri veitingina. Hetta kann sjálvsagt ikki standa við longur, men má politisk ábyrgd leggjast í ell okkara viður- skifti við grenlendingar. Skulu vit vegna Nordafar tingast við grenlendingar um ráveru, so skal hetta verða á politiskum stæði. Skulu vit tingast um føroyskt / grønlendskt ognarbyti av Nordafar, so skal eisini hetta gerast politiskt. Ikki minst mugu vit taka til politiska viðgerð raksturin av steðini sein- astu árini, sum heilt fór av Framhald á síðu 14