Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 26, apríl 1984 Sjónvarp Føroya tíðindablaðið Spell at útvarp og sjónvarp eru skild hvert frá eðrum, skrivar Jergen Thomsen tingmaður m. a. Almenni stovnurin Sjón- varp Feroya er farin at senda í staðin fyri sjón- varpsfelegini. Ymiskt man vera, hvussu vit meta um sjónvarp yvir hevur — um tað er gagnligt ella minni gagn- ligt. Hvussu er og ikki, so må ásannast, at sjón- varpið er veruleiki. Tað ið nú ræður um er at fáa sum frægast burtur úr. Eingin ivi er um, at tey ið umsita hendan stovn gera sítt besta, so at sjónvarpið fær best meguligt inni- held. Eyðsæð er kortini, at skulu vit fáa eitt gott sjónvarp, so má manning til hendan stovnin. Sjón- varpsstjórin hevur uttan iva brúk fyri tí manning, sum hann hevur sett ynski um at fáa, og eigur hettar hansara ynski at verða gingið á meti. Ein spurningur stingur seg fram í hesum sam- bandi, og tað er, um landsstýrissamgongan bar seg rætt at, tá ið sjón- varpið varð gjert til sjálv- stødugan stovn. Mangt er ið bendir á, at í hesum sambandi hevur politiskt trongskygni valda í alt ov stóran mun. Tað kann illa hugsast sum rætt, at eitt so lítið samfelag, sum tað ið okkara er, skal hava tveir stovnar, tá ið meguleikar vóru fyri at hetta kundi gerast ein og sami stovn- ur, tí sagt verður at nógv er, sum sjónvarpið og út- varpið kunnu vera felags um, og sum harvið gerst bíligari. 28. august 1970 sam- tykkir logtingið lóg, um at seta fimmannanevnd at fyrireika Sjónvarp Fer- oya. 20. november 1972 kom drúgvt álit frá hesari nevndini. Sigast kann, at fimmannanevndin hevur gjørt eitt gott og lætt skiljandi arbeiði. Tað gongur kortini týð- iliga fram, at henda nevndin metir tað sum rættast, at sjónvarpið og útvarpið verða ein stovn- ur. Til dømis verður sagt, har teir viðgera manning- arspurningin, har ið teir mæla til, at fyrst fáa umleið fýra fólk sær kunn- leika til sjónvarp. Síðan verður sagt sum her endurgivið: Tá ið henda manning hev- ur fingið góða venjing, og hollan kunnleika til ar- beiðið, eigur at verða farið undir at innlima útvarps- manningina á arbeiðið, so at báðar manningarnar kunnu reka ljóð og sjón- varp í felag. Í Sveríki hava teir tær royndir at besta fólkið til programmarbeiði er fólk við journalistiskari út- búgving og nevndin mælir til at manningin, ið verður sett, hevur hesa útvúgv- ing. Í tingtíðindum frá 1976 bind Á, stendur soleiðis í samband við bygging av útvarpshúsum: Fíggjarnevndin hevur havt fund við D. P. Dan- ielsen, landsstýrismann, og við stjóran fyri Útvarp Feroya, Niels J. Arge. Á fundinum varð umreddur spurningurin um rakstrar- ætlan fyri húsið og nýtsl- una av tøkum rúmum. Tað varð upplýst at gólv- ekið í ætlaða húsinum er 2200 Kvm. Útvarpsstjórin upplýsti, at útvarpstæn- astan kann rekast við tí manning, ið nú er tek, men lagt er upp fyri at rúm er fyri meiri fólki. Umrett var, hvat tað stóra studiorúmið kann nýtast til, og varð her víst á sjónvarpsspurningin. Her kemur fram at fyri- reikingarnar hava miðað ímóti at leggja sjónvarpið og útvarpið saman. Hetta ljóðar eisini mest náttúr- ligt, bæði hvat rakstri og umsiting viðvíkur. Í legtingslógini um Sjónvarp Feroya, sum varð viðtikin, stendur í viðmerkingunum, um sjónvarpsgjaldið. Við einum sjónvarpsgjald- i uppá 250 krónur (sum limagjaldið í sjónvaps- felagnum í Tórshavn) verður inntøkan 1,75 mill- iónir árliga, og raksturin harvið bera seg sjálvan. Tað sum síðan frættist er, at hendan upphæddin verður trýfaldað ella í- millum 700 og 800 krónur í sjónvarpsgjaldi um árið. Spurningurin verður tí, um ikki hetta gjald vildi verið munandi lægri, um sjónvarpið og útvarpið vóru saman. Tað er mangt ið bendir á, at so hevði verið. Ti er tað spell! Jergen Thomsen ——. Skelkandi frágreiðing og vanvird religión Soleiðis målber Høgni Djurhuus, blaðmaður og „ummælari< á Sosialinum seg, 10-4-84. Okkurt er at finnast at, millum alt tað góða Út- varp Feroya gevur okk- um, treygugt so. Alt gott at siga um tað, at Hegni roynir seg sum »serfrøding« millum gott og ringt. Men ikki var tad verri, um tað var eitt lítið vet av skili í eisini. Trúarfrælsi: Er rættur- in hjá hverjum einstakum at trúgva ella ikki solangt eru vit samdir. Men mær tykir ov- boðið, at Hegni krevur av Útvarpinum, í eini kveðu- ljómasending (sum jú eru ynski lurtaranna, og gold- ið er fyri), at kveistra teirra grundlógarfesta rætt, at trúgva á Jesus kristus og takka honum, fyri ta fullgjørdu bjarging úti á GOLGATA: — bæði í talu og sangi. Vit eru so væl fyri í Føroyum, at vit eiga Bibl- iuna á okkara móðirmáli, og har finnur tú nógvar »gudar« og eisini hvussu nógvur dugur var í teim- um, tá ið á stóð. Nei, royn tú heldur handan hugsunarháttin á eðrum stað, hvar ikki so nógv stendur uppá spæl, sum hvar tú skalt verða í ævinleikanum. Tú nevnir, at milliónir eru glatað, sum nakað ó- hugsandi, ella kanska uggandi? Tær frásagnir, sum eg havi hoyrt og sæð, tá »Titanic« sakk, tykist ikki prógva, at nakar stór- vegis uggi var í tí, at nógv onnur máttu doyggja eis- ini. Ella fert tú at verja ell sløg av politikki, við sama eldhuga nú? Vinarliga Christian Holm- Jacobsen Ein superfrelstur syndari, av Guðs stóru náði. Eingin, ið trýr á Hann, skal verða til skammar. Rómbrævið 10. Kap. ll vers. KKA ——w—wmMM———wm Til Sjónvarp Feroya og ráðandi menn okkara Vinarligast hýsið mær hesum reglum í blað tykk- ara. Ja, nå kann eg ikki halda MÆR LONGUR: Sjálv havi eg ongantíð havt nakað ímóti al- mennum stervum, og at lógvatak verða tikin av privatum so langt teir eru mentir. Síðan má tað almenna geva sín sterka skrástívara, tað er sjálv- sagt. Tað fær ikki verið nógv eðrvísi í tí lítla landi, vit búgva í. 40.000 til 45.000 fólk. Men at tað almenna sjónvarpið skuldi blíva eitt slíkt vónbrot, tað er komið nógvum illa við. Sjálv var eg alla tíðina ikki í iva um, at málið var ov fekst og har varð sett nakað á stovn, sum vit ikki kendu avleiðingarnar av. Tí undrar tað meg sera nógv, at ein sjónvarps- stjóri verður settur uttan royndartíð, uttan vitan um sjónvarp yvirhevur, — hettar er ein gáta? Hví settu teir ikki t.d. Preben Heide at royndarkoyra í 1 ár, tí byrjanin er altíð tað ringasta, og hann hevði so í ellum feri nógva erfaring í starvinum. Fyri tað fyrsta rokni eg ikki við, at nakar fer- oyingur vil gjalda kr. 700,- til 800,- fyri tað, sum nú verður víst. Ti tað sum Sjónvarp Feroya nú vísir er einki vert, hverki so ella so. Fyri tað fyrsta er ongin T.V. avís. Hon var tað frægasta, sjálvt um hon var 1 dag gomul og um hon var tappað frá danska T.V. Vit skuldu verið fegnir, tí T.V. avísin er dýr hjá danskaranum. Føroya fólk hevur ikki ráð at hava 1 mann í London, 1 mann í New York 0. s. fr. runt í heiminum + tað stóra arbeiðið, sum liggur í sjálvari T.V. avísini. So sigur núverandi sjónvarpsstjórin bert nei takk, til at vit í hvussu so er nekur ár fram kunnu fáa donsku T.V. avísina. Hann sigur nei, fyri øll tey fólk, sum her búgva, sum sera fegin vilja síggja T.V. avisina. Kann hann tað? uttan at fela seg fyri, — tað er síggjarin sum skal avgera, hvat hann ella on ynskir. Tað føroyska vit higar- til hava sæð, er so innan- tómt, at orð er ikki fyri ti.Fyrsta kveldið var ein syning um Føroyar, sum ein fransi stóð aftanfyri. Vit sjålvi høvdu ikki enn á sinni kunna presenterað tílíka sending. Tað vóru sera vakrar myndir, — men hann ið tikið ella av- myndað tær hevði, dugdi tað hann varð settur til. At fara niðan í Lista- skálan við I. av R. eitt heilt kveld fyri at síggja nakað, sum vit sjålvi kundu geva navn og halda hvat var, — er eftir míni meining at halda fólk fyri spott. Tað er sum tá vit hava við smábern at gera, — og tey farva og mála — koma til mammuna og siga, hygg hetta eru hús- ini hjá okkum og har er hundurin; tá so barnið vísir, hvussu tað sær myndirnar fyri sær, kann man bara fraðast, tí tað er upptikið av sínum verki og er í góðum lag. Men tað er ótilgeviligt fyri opnum skerki at vísa fleiri túsund fólkum slíkt í tímavís, har hverki hevd ella hali er á. Vóru tað 10 min., kundi man borið yvir við tí. Og hava fólk áhuga av hasum slagnum, kunnu tey sjálvi fara á Listaskålan at hyggja, tá framsýning er. Og lat meg ikki gloyma, hvussu frástoytandi tað virkar, tá sjónvarpsstjór- in kemur á skermin, fyrst stendur skrivað skráin bæði klárt og týðiliga í 5 — 10 min. Síðan trínur myndin av sjónvarps- stjóranum fram, hvar hann sigur tað sama, sum vit líka hava lisið, — tað er kanska fyri tey sum síggja illa ella ikki duga at lesa, men tey eru fá. Heði hann so verið eitt sindur smílandi og vælnegdur, men tað er stikk hinvegin. Er man troyttur og kanska keddur áðrenn, missur man fullkomiliga mótið, tá man fær hatta „Gott kvøld«, í andlitið. Tá var munur á at síggja Mogens Berent. ella hinar frá danska T.V. Her má ein broyting koma í, — — — Feroyingurin virkar ofta meira tung- lyntur enn aðrar natiónir, tað er kanska viðfett, vit hava heldur ikki so víða um at fara, sum nógv onnur. Men tann sum á Sjónvarpsskerminum er, má kunna útstrála vón og virka vælnegdur, eitt smíl er ikki ov nógv kravt. Tí ávirkanin er so nógv sterri enn vit trúgva. Og hvat senda teir so nú — í staðin. Tað er skjótt sagt, tað allarmesta hevur lítið og einki uppá seg. Hjá okkum verður sjón- varpið slókt 9 útav 10 ferðum, aftaná at skráin hevur verið. Fyrr varð altíð hugt, tá var tað næstan ov mikið av tí góða. Og hvat við »sportin- um« ella ítróttinum, — vit vilja sleppa at síggja tann danska ítróttin eisini. Feroyingum dáma so væl ítrótt ; tað var sjálv kjarn- an fyri ein stóran part av fólkinum — eisini at síggja fótbóltskamp mill- um ensk lið. Tað er ikki lætt at venja seg við, at tað ikki er meira. Hetta má broytast, annars verða nógvir trú- fastir gjaldarar, sum ikki gjalda síggjara-gjald, av teirri einklu orsek, at vit gjalda ikki fyri nakað, vit ikki fáa nakað fyri. Eg vil siga at .V. avísin er upp- lýsandi fyri fólk og pol- itikarar, vit vilja hava hana aftur. Ónegdur síggjari Til blødini Eftir fundin, sum L.F.Ú. skipaði fyri uttanfyri Tinghúsið, hevur Dag- blaðið lagt L.F.Ú. undir at vera partur av ávísum flokkum her í Feroyum. Hesum vilja vit í L.F.Ú. harðliga avsanna, tey ið hildu reðu á Vaglinum, gjørdu tað sum limir í L.F.Ú. og ikki í nekrum politiskum felagsskapi. L.F.U. er politiskt óheft, men vit gloyma ikki teir politikkarar, sum við sam- tíðarskattaskipanini slepti Feroya ungdómi upp á fjall. L.F.Ú. nevndin