hósdagur 26. apríl 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíði z 49 — 26. april 1984
Siåa 8 tíðindablaðið Nr p
Nýggjasta fiskifarið kostar umleið 100 mill. kr. -
Høgifossur skal :
fiska fyri 40 mill.
fyri at bera seg
Høgifossur skal fiska rækjur og svartkjaft
Ord og myndir: Jan
Beint fyri påskir kom nyggi vågatrolarin,
Høgifossur å Midvåg. Hetta er ein kombi-
neradur rækju- og svartkjaftatrolari og
kostar hann nærum 100 mill. kr. Hann er
bygdur i Noregi.
Båturin tekur umleið 600 tons av rækj-
um og fór hann fyrsta túrin til Svalbard
mikudagin. Við eru 29 mans. Skipari er
Herluf Thomasen
Tíðindablaðið Sosialurin hitti reiðaran,
Jóhan á Plógv á bryggjuni í Havn, júst
sum skipið skuldi fara avstað
At byggja eitt nýtt
skip fyri nærum 100 mill.
kr. til at fiska í einum so
ótryggum eki sum Sval-
bard, er tað ikki eitt vága-
ligt stig?
— Tað kann ein væl
siga, at tað er, men vit
hava nú ikki bert gjørt
skipið út til at fiska við
Svalbard. Vit hava eisini
hugsað nógv um svart-
kjaftin. Vit rokna eisini
við, at tað einaferð í tíðini
fer at lena seg at fiska
svartkjaft.
Víðari sigur Jóhan á
Plógv:
— Tað sær út til, at tað
minkar hjá okkum alla
staðni á fjarleiðum, men
eg haldi ikki tað er rætt,
at vit skulu missa mótið
fyri tað. Vit mugu royna
at halda áfram. Skulu vit
gevast, ja so endar alt í
kaos.
nm Er hetta nýggja skipið
eitt tekin um vón um
framtíðina?
— Eg haldi tað er eitt
tekin um, at vit hava á-
ræði. Vit eiga enn nógvar
foroyingar, sum hava á-
ræði og sum trúgva uppá,
at tað gongur. So leingi
Nógv skal vigast, fyri at skipið skal bera seg
vit hava tað, so trúgvi eg
uppá, at tað verður liviligt
í Feroyum.
nm Væntar tú tað fer at
bera til at fiska 2000 tons
um árið, sum skal til fyri
at svara hverjum sítt?
— Ja tað haldi eg.
Hetta er eisini best út-
gjørda skipið í føroyska
flotanum — og eisini í
Europa. Skipið er bygt til
at kunna fiska, har nógv-
ur ísur er. Pláturnar eru
25 mm tjúkkar. Hetta
man helst vera tað sterk-
asta fiskiskipið, sum yvir-
hevur er bygt.
Reiðarin, Jóhan á Plógv og skiparin, Herluf Thomasen
Johan á Plógv sigur
víðari, at arbiðið upp á
skipið hevur gingið skjótt,
hóast tað er nakað seink-
að. Arbeiðið byrjaði fyri
sjey mánaðum síðani.
— Tað gekk nakað seint
við at fáa loyvi at byggja
skipið, og tí eru vit
kanska nakað ov seinir.
Fiskiskapurin er sera góð-
ur við Svalbard, so høvdu
vit verið eitt sindur fyrr,
so høvdu vit helst fingið
eina sera góða byrjan
Vóru vit lidnir ein mánað
fyrr, so hevdu vit kanska
longu fingið last, men vit
Rúmligt er inni á sjálvari verksmiðjuni
vóna so, at tann góði
fiskiskapurin fer at halda
seg nakað enn.
„. Men hvat nú um
fiskiskapurin við Svalbard
fer at minka og tit kanska
í framtíðini bert fáa eina
kvotu uppá eini 500 tons
við Svalbard!