leygardagur 28. apríl 1984síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
brødralag|
Nr. 50 * leygardagur 28. april 1984
57. årg. % kr. 5,-
Fyrrverandi formaðurin
i MU saboteraði málið um
minstuløn til útróðrarmenn
Nevndin i Sjóvinnubankanum:
Nú má vend koma í
í landsbúskapin
»Tad er neyðugt at
traðka á bremsur-
nar ella missa vit
tamarhaldið á ak-
farinum og koyra
útav.
Tað er hverki Olivur Næs
ella Atli Jensen, sum eru
vanir at koma við slíkum
formaingum, ið eiga sitat-
ið omanfyri.
Orðamyndina eigur
nevndin í P.f. Sjóvinnu-
bankanum. Hon er ikki
farin at arbeiða við
ferðslutrygd, men brúkar
myndina í ávaringum til
landsins politiska stýri
um búskaparligu steðu
landsins.
Í ársfrágreiðingini til
aðalfund Sjóvinnu-
bankans, ið varð hildin
fyrst í vikuni, verður
eisini nomið við vinnuligu
og búskaparligu steðu
landsins.
Víst verður á, at hand
ilsjavnin við útheimin
vísti 625 mill. kr. í halli
ifjør Gjaldsjavnahallið
var 400 mill. kr., soleiðis
at samlaða skuld fer-
oyinga í útlondum var við
árslok í 1983 komin upp á
2,2 milliardir
— Vit hava sagt tað fyrr,
og taka tað uppaftur her,
at tað er avgjørt neyðugt,
at fáa vend í hesi gongd,
um vit framhaldandi skul-
u hava álit í útheiminum,
sigur nevndin í Sjóvinnu-
bankanum.
Stórur vandi
fyri feil-iløgum
Víst verður á, at nátt-
úrutilfeingið — fiska-
stovnarnir — ikki hevur
verið til staðar til ta
øking, ið er farin fram í
fiskivinnuni. Ti hevur ver-
ið neyðugt hjá ti almenna
at ekja beinleiðis stuð-
ulsveitingina.
Henda er nú 20 prosent
av landskassans útreiðsl
um og 16 17 prosent av
útflutningsvirðinum
Harumframt hevur tað al
menna ekt munandi um
landskassaveðhaldini
Hetta hevur gjert og
kemur í framtíðini at gera,
at risikoin fyri feililøgum
er ógvuliga stór og vil
vaksa. Tað er neyðugt at
traðka á bremsurnar eila
missa vit tamarhaldið á
akfarinum og koyra útav,
sigur nevndin í Sjóvinnu-
bankanum.
Mæla til
licensskipan
Frágreiðingin nemur eisini
við fiskivinnuna. Upplýst
verður, at samlaða veiðan
í 1983 var 325.000 tons
aftur ímóti 232.000 tons-
um í 1982.
Veiðitrýstið á botn-
fiskastovnarnar var ovan
framhaldandi at veiða
tosk og upsa í slíkum
nøgdumundir Føroyum
Fyri at stovnarnir ikki
skulu koma undir ov stórt
veiðitrýst, hevur innflutn-
ingsbann verið fyri skip.
Um hetta bannið og av-
leiðingar av tí verður
sagt:
„Úrslitið av hesum hev-
ur verið, at brúkt skip í
nógvum førum hava verið
seld innanlands til prísir,
sum lítið hava við tað
veruliga virðið at gera.
Peningurin frá hesum sel-
um er farin til forbrúk. Vit
meta tað at vera rættari
við eini licensskipan, sum
ikki vil verða í vegin fyri
skynsamari endurnýggjan
av flotanum.«
jo-mo
| tykkja
Uppskotið um minstulen
til útróðrarmenn sum
Javnaðarflokkurin hevur
lagt fram var til 2. viðgerð
í gjár fyrrapart
Ein samd fiskivinnu
nevnd mælti til at sam
uppskotið við
smærri broytingum
Tað framgekk m.a. á
álitinum, at nevndin
M.U. hevur verið á fundi í
| nevndini og tók undir við
liga stórt, og nevndin í |
Sjóvinnubankanum held- |
ur tað neyvan vera ráðiligt |
minstulenarskipanini
eins og at henda skuldi
setast í gildi í ár
Tá hendi tað løgna, at
Adolf Hansen,
andi formaður í M.U., fór
upp á reðarapallin og
segði, at henda loysnin
var ónýtilig! Hann mælti
til, at málið varð beint aft-
ur í fiskivinnunevndina
Eftir tingskipanini
kann eitt mál beinast aft-
ur í nevnd á einum og
hverjum viðgerðarstigi.
Tað vanliga er at mál fáa
nevndarviðgerð millum 1.
og 2. viðgerð.
Her nýtti Adolf Han-
sen, fyrrverandi formaður
í M.Ú. meguleikan á
tingsetuni og mælti til at
2. viðgerð av málinum
varð steðgað og at tað
varð beint aftur í fiski-
vinnunevndina.
Síðan varð atkvett um
spurningin og spurt var
fyrrver
um, hver atkveddi imóti
at málið varð beint aftur í
nevnd. Har atkveddu 16
ímóti og sostatt restaði
ein atkvøda i, og er tað nú
aftur í fiskivinnunevndini
Úr tinginum frættist
annars, at tað er óvist un
t
uppskotið um minstulør
til útróðrarmenn kemur
aftur tingið í hes
fyri
tingsetu
Annars var
skuldi setast
ætlanin
skipanin
gildi frá 1. oktober í ár
Vilhelm
sum fyri Javnaðarflokkin
uppskotið fram
ólavsekutingsetuni 1982
sigur við Sosialin, at tað
er væl meguligt, at
skipanin hevur brek
Tó haldi eg, at hetta
málið hevur prinsipiellan
Johannesen
setti
týdning at vit fáa eina
lenarskipan. Tá hon er
komin at virka, so ber
altíð til at rætta megulig
brek. Hann skoytti uppi
— Av tí at málið varð
lagt fram í 1982, so hevur
fiskivinnunevndin arbeitt
millum tvær tingsetur, og
hevur gjert eitt stórt
arbeiði. Hon hevur m.a.
kannað viðurskifti hesum
viðvíkjandi í eðrum lond-
um, eins og hon hevur
ráðfert seg við M.U
Dag.
STÓR JUBILEUMSTILBOÐ!
Mánadagin 30. apríl byrja vit í Klaks-
„vík og í Tórshavn við stórum
JUBILEUMSTILBOÐUM!
Í samband við at tað eru 20 ár síðan vit byrj-
aðu handil okkara í Tórshavn, verður nú
hevi at gera eitt gott keyp og at spara nógv-
an pening.
JUBILEUMSTILBOÐINI
fevna um:
Hi-Fi Radio, Rack, Kasettu-stereo, Auto-
stereo, Videobandupptakarar, Sjónverp, —
El-husarhaldst6l, Vaskimaskinur, Turkitrum!-
ur, Centrifugur, Uppvaskimaskinur, Køliskåp,
Frystiboxir, Komfýrar, Eimhettur 0. a.
Í KLAKSVÍK:
Klaksvíkar Radiohandil,
Telf. 5 69 70
marstein
Aarvegur 12 - tlf. 11305