Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Stovnan av sjónvarpinum: Ein fyrimunur at vit byrja seinni enn hini Ein itøkiligur - fyrimunur hjá føroyska sjónvarpin- um er, at tað kann gera brúk av teimum royndum, sum londini kring okkum hava gjert seinastu 25 — 30 árini. Við hesum fyri eyga, skipaði Rithevundafelag Feroya fyri skeiði í Norð- urlandahúsinum, ið fevndi um fyribrigdið at skriva fyri sjónvarp og hvussu tekniska mannagongdin er frá byrja og til endaliga úrslitið myndast á skerm- inum. Hóast innihaldið í tí sum ein rithevundur skapar ofta er tikið úr egnu verð, so lættir tað um arbeiðið, at hann fær innlit í, hvussu hann á besta hátt kann seta inni- haldið saman, til gagns fyri tað hann vil greiða frá og fyri einstaka hyggjar- an. Hetta skeiðið er fyrsta av sínum slag, — at skriva fyri sjónvarp, út frá sjónarmiðnum, at før- oyingar sjálvir skulu royna at skapa innihald í nýggjasta fjølmidli okk- ara. 10 fólk fingu innivist á skeiðnum, har Arne Forc- chammer, rithevundur og Carsten Overskov, medar- beiðari í danska sjón- varpinum, skipaðu fyri. Arne Forchhammer og Carsten Overskov, skeiðleiðarar báðir úr Danmark tíðindablaðið Spsjalurin Nr. 50 — 28. apríl 1984 Skeiðið var hildið í Norðurlandahúsinum, sum júst hesar dagar var afturlatið fyri almenninginum. Jóan Pauli Joensen, Gunnar Hoydal, Ebba Hentze, Car- sten Overskov, Malan Johannesen, Arne Forchhammer, Astrid Luhin, Randi Jacosen og Eyðun Andreassen Sóu útgerðina Skeiðið fevndi um fyri- brigdið at dramatisera fyri sjónvarp eðrumeðni og hinumeðni, hvussu tekn- iska arbeiðsgongdin fer fram, — frá hugskoti til sendingin myndar seg á skerminum. Her var eisini umredd ymisk sløg av sendingum frá tíðindum og eðrum fråsøgnum til alment upplýsandi send ingar fyri sjónvarp Fyri at geva teimum 10 sum hevdu skeiðið fólkunum. teknad seg til innlit í, hvussu slík tekn isk útgerð virkar, varð farið oman í Sjónvarp Feroya at síggja nýggju útgerðina, sum er keypt við tí fyri eyga, at fer- oyingar skulu gera send- ingar. Í mun til onnur lond, sum hava havt sjónvarp í eitt langt áramál, so hevur føroyska sjónvarpið tann fyrimun, at útgerðin á tekniska økinum er tann mest framkomna, sum er løtt at handfara. Hetta hevur samstundis við sær, at fólk ikki nýtast stór- vegis royndir, áðrenn tey kunnu fara undir slíkt ar- beiði saman við teknik- arum, sum eru á staðnum Tekniska manna- gongdin Adur var tað soleiðis, at stórt innlit skuldi til, áðrenn ein kundi gera fyrstu royndirnar við sjónvarpi. Ti varð nógv gjørt fyri at veita upp- lýsing um teknisku mannagongdina í slíkum arbeiði. Seinastu árini er tó komið til, at sjónvarps- stovnar hava ásannað, at tað lønar seg at skipa fyri skeiðvirksemi fyri rithev- undum, so hesin stættur fær betri sømdir, tá hann skal skriva fyri sjónvarp. Ikki Ogjørligt, men frameftir = prenta bøkur og blød. Skeiðið i Norðurlandahús inum vísti, at tað ikki er gera sending- ar, men eisini, at tað ikki er alt sum er hóskandi til henda fjølmidil og at tað eisini frameftir er neyðugt at nýta aðrar hættir at koma í samband við fólk, so, enn nýtist eingin at verða bangin fyri, at bøkur og blød ikki longur verða prentað. ogørli rt at gjørligt í Til Liberia at virka 2. påskadag for serlig hending fram i Kristians- kirkjuni i Klaksvik, har Hilda og Johannes Jo- hannessen, bædi år Klaksvík, vórðu vigd sum trúboðarar. Í fyrsta um- fari fara tey til Liberia at virka, har tey hava bundið seg fyri trý ár, fyribils. Aðrenn Hilda og Jo- hannes Johannessen vórð- u vigd sum trúboðarar, hava tey nomið sær út- búgving, — hann sum lærari og hon sum sjúkra- systir. Síðan hava tey bæði fingið útbúgving sum diakonar, sum er ein liður í útbúgvingini at gera slíkt arbeiði, sum tað er at fara út at virka millum onnur fólkaslog. Tað var Jens Pauli Danielsen, prestur, sum helt guðstænastuna henda dagin. Síðan fór vigslan fram, har Bent Tage Niel- sen, prestur og stjórn- arlimur í Dansk Ethiopia missionsselskab, vigdi nýggju trúboðararnar, eftir at Henning Bøges- vang og Niels Pauli Dan- ielsen, prestar og Inger Nielsen og Helia Neder- gaard, diakonar, hevdu lisið tekstir úr Bíbliuni. Hilda og Johannes Jo- hannesen fóru flaggdagin úr Feroyum til Liberia. Dag. Lesnaður til alla familjuna