Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — 28. apríl 1984 tidindabladid Gerdarrættur um matgerð å sjukrahusi Føroya arbeiðs- gevarafelag gong- ur nú við til at fara í gerðarrætt við ein- um tulkingar- spurningi, sum hevur stungið seg upp í køkinum á Suðuroyar sjúkra- húsi. Eitt sakarmál mill- um arbeiðsgev- ararnar og Feroya arbeiðarafelag, sum Feroya rættur skuldi viðgera í gjár, verður tí av ongum. Tá Arbeiðsgevarafelagið ikki í fyrsta umfari vildi vera við til at seta ger- arrætt, avgjerdi F.A. at stevna fyri á tann hátt at fáa arbeiðsgevararnar við. Stevningin er nú tikin aft- ur og gerðarrætturin sett- ur. Sorinskrivarin er biðin um at útnevna uppmann. Í gerðarrættinum sita Ingeborg Vinther og Halgir W. Poulsen fyri F.A. og Torstein Vilhelm og Tormóður Djurhuus fyri Arbeiðsgevarafelagið Tveir tímar Osemjan er um len hjá fimm — seks kvinnum, sum arbeiða í kekinum á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tær arbeiða fyrrapart við reingerð og koma so aftur kl. 16.30 og arbeiða til kl 18.00 við matgerð. Tær arbeiða hálvanann- an tíma seinnapartin og fáa len fyri hálvanannan tíma. Men í sáttmálanum millum F.A. og Arbeiðs- gevarafelagið stendur, at fólk eiga ongantíð at fáa goldið fyri færri enn tveir tímar. Men arbeiðsgevarin, Sjúkrahúsverkið, sigur, at hetta er ikki galdandi her, tí kvinnurnar eisini ar- beiða fyrrapartin. Kvinn- urnar eru limir í arbeiðs- kvinnufelagnum Drósini Felagsformaðurin, Elisabeth Matras-Olsen, sigur, at tær góðtaka ikki grundgevingina hjá ar- beiðsgevaranum. — Grein 14 í sátt- málanum sigur, at vit skula altíð hava fyri minst tveir tímar, sjálvt um vit arbeiða styttri. Elisabeth sigur, at Drós fyri yvir einum ári síðani bað F.A. um at taka sær av mál- inum. Onga heimild Sakferarin hjá Feroya ar- beiðsgevarafelag, Tor- móður Djurhuus, sigur, at teir ikki vildu hava gerðarrætt, tí hetta málið er uttan fyri heimildina hjá pertunum. Sjúkra- húsverkið er ikki limur í felagnum og er tí ikki við, tá sáttmálin við F.A. verður gjerdur, hóast sáttmálin verður brúktur á til demis Suðuroyar sjúkrahúsi. — Ósemjan á Tveroyri er um viðurskifti á einum eki, sum vit ikki hava fyri eyga í sáttmálagerðini. Partarnir gera ikki sátt- mála fyri sjúkrahúsverk- ið, sigur Tormóður Djur- huus. — Tí er hetta eitt mál, sum fellur uttan fyri kom- pentansuøkid hjá pørtun- um. Nú fer málið i gerðar- rætt og hann kann so sjalvur taka steðu til, um hann er kompetentur at viðgera tað ella ikki Degurðaímin Gerðarrætturin skal eisini viðgera ein spurning, sum Fuglafjarðar arbeiðs- mannafelag hevur biðið F.A. fáa greiðu á. Spurningurin er, hver len skal latast fyri deg- urðatíman sunnu- og halgidagar, tá arbeitt verður í vaktum alt sam- degrið. Um gjaldast skal dupul sunnudagsløn, sum er dupu! vanlig løn, ella dupul vanlig løn. Simun Abrahamsen, formadur i Fuglafjardar arbeiðsmannafelag, sigur, at teir fáa ikki dupulta sunnudagsyvirtiå sum teir halda, teir eiga. — Hetta er ein spurn- ingur, sum hevur ligið og spekt fleiri ár og tí hava vit biðið F.A. farið í gerðarrætt við honum. Vit vilja hava greitt at vita, hvussu sáttmálin skal skiljast, sigur for- maðurin í Fuglafjarðar arbeiðsmannafelag. Konfirmantar í Sands kirkju sunnudagin Jonhard Johannesen, Øv vind Hentze, Birna Mohr, Jåkup Veyhe, Liv Skoubo, øll av Sandi; Laila M. Pe- tersen, Rúna Clementsen, Onika Clementsen, allar úr Skopun: Dánjal Hentze, Skúvoy Konfirmantar Sunnudagin konfirmerast í Herstedvester kirkju Hansa dóttir Bjarka Fosgár- 2620 Al Jacobsen, Jacobinu og Jacobsen. Adr den 15, 3. sal tw bertslund Sunnudagin konfirmer ast í Oksbøl, Alice Rubek sen, dóttir Petreu Jørgen sen. Adr.: Østergade 40, 5840 Oksbel Brúdleyp Í Morgin giftast í Havn Elma Magnussen, Tver oyri og Hans Djurhuus, Vági Br.adr Hotel Hafnia Konfirmantar í Sandvíkar kirkju sunnu- dagin: Úr Sandvík: Jarmund Kjærbo, Jonhard Klett- heygg. Ur Hvalba: Tór- hallur Randrup, Jean Eysturberg, Rúna Holm, Bjarndis Mortensen, Mal- an Næs, Paula Olsen, Mal- an Olsen, Ann-Kirstin Pe- tersen, Johild Poulsen, Berghild Poulsen, Hal- bjørg Poulsen, Anja Thomsen, Sóleyð Thom- sen og Joan Vang. Leikararnir eftir fyrstuframførsluna. Ætlanin er eisini at sýna »Joa« á Oyrabakka, tå pallurin er komin aftur úr Danmark i Danmark Eini 330 fólk i Danmark sóu Klaksvíkar sjónleikar felag spæla »JOa« Tvær sýningar vóru. Í Baltorphallen í Ballerup vóru 250 áskoðarar og í Renne Teater á Bornholm vóru umleið 80 Renne Teater er elsta virkandi leikhús í Dan- mark. Ætlanin var eisini at leika í Nexe, men pall- urin hjá Nexø Amatør- scene var ov litil. So tann syningin bleiv av ongum Annars gekk leikferðin, sum er tann fyrsta uttan- lands hjá Klaksvíkar sjón- leikarfelag, av tí besta, sigur Eliesar úr Pállstovu, sum spælir Dóra, svágin hjá Jóa 22 fólk vóru í ferðalag- num, millum teirra leik- stjórin, Asdis Skúladóttir. Neyðugt gjerdist at fáa annan leikara fyri Jógvan E. Ósá stutt áðrenn tey fóru úr Feroyum. Jógvan kundi ikki fara við vegna sjúku, so Olavur Klakk spældi Bjarna, bróður Jóa. Klaksvíkingar fingu studning frá landi og kommunu, MáF og NAR til ferðina og Skipafelagið Feroyar var so beinasamt at flyta leiktjøld og aðra útgerð ókeypis millum londini. Nú stríðast limirnir í Klaksvíkar sjónleikarfel- ag við at gera Atlantis Bio liðugt til Norðoyastevnu. Felagið hevur ongan pall so leingi, tí pallurin í KI- hellini er tikin niður. Helið skal nú brúkast til ítrótt. hd Krevja endurgjald Skaðin, sum stóðst av herverkinum í skóta- húsinum á Tveroyri fyri stuttum, er mettur tilgóðar 7.000 kr. og hevur skótaliðið Flett sett fram endurgjalds- krav móti tí ella teim- um. sum gjerdu her verkið Politiið á upplýsti hósdagin, at teir vóru í ferð við at greiða málið Endurgjaldskravið er m.a. fyri tvey vind eygu, sum blivu brotin út við karmi og ellum Tveroyri Vilhelm í Fuglafirði 1. mai Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur, verður hevuðsreðari á 1. mai- dagshaldinum í Fugla- firði í ár. Arbeiðsfólkið og handverkararnir i bygdini skipa fyri haldinum týsdagin Fuglafjarðar ar- beiðsmannafelag hevði aðalfund flaggdagin Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Næst formaðurin, Símun P Poulsen, varð aftur- valdur, men Ajlif Han sen kom í staðin fyri kassameistaran, Vald emar Ennigarð, sum bar seg undan aftur- vali. Felagið hevur nú innrættað ovastu hæddina í felagshús- inum og eru har góðir 100 fermetra stórt fundarheli, skrivstova kekur og goymsla Hinar báðar hæddir nar í ti 200 fermetra stóra húsinum eru út leigaðar Arbeiðskvinnu felagið og handverk- arafelagið hava eisini skrivstovu í húsinum hjá arbeiðsmannafel agnum hd Tit ringja sosialurin, tíf. 11820 — vit skriva