leygardagur 28. apríl 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Nr. 50 — 28. apríl 1984
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Fiskaaling
og alginat
HOSKVØLDID var ein sending i
útvarpinum um fiskaaling. Lisid
varð úr eini frågreiding, ið er
gjørd av tí nevndini, sum varð
sett at ráðgeva landsstýrinum í
slíkum spourningum. Frágreiðing-
in var sera positiv og nevndin var
bjartskygd.
NEVNDIN METTI at alivinnan
verður ein týðandi táttur i før-
oyska búskapinum um nøkur ár.
Møguleikarnir fyri at ala fleiri ym-
isk fiskasløg umframt síl og laks
eru helst til staðar. Eisini eru góð-
ir møguleikar fyri at ala skeljafisk.
HUGSKOTIÐ UM at ala fisk kom
frá einum privatmanni og varð
fiskaaling eisini roynd á privatum
grundarlag. Hendan royndin at
ala fisk í hyljum gav tíverri ikki
góð úrslit í fyrstu atløgu. Við javn-
aðarflokkinum á odda, tók lands-
stýrið, ið tá sat, ta støðu, at tað al-
menna skuldi halda fram við
fiskaalingini.
UM SLÍKT STIG ikki varð tikið frá
almennari síðu tá, vóru vit helst
ikki komnir í gongd á hesum øki
enn, og vóru vit kortini komnir í
gongd, so vóru vit í øllum førum
komnir nógv styttri enn vit veru-
liga eru. Tað vildi sostatt tikið
fleiri ár, áðrenn vit kundu tosað
um fiskaaling, sum ein týðandi
part av okkara framleiðslu og
okkara útflutningi.
EIN ONNUR VINNA, í júst somu
stóðu sum fiskaalingin, var algi-
natframleiðslan inni í Hulki. Í
fyrstu atløgu gav hendan vinna
ikki nóg góð úrslit. Orsøkirnar til
hetta vóru fleiri. Talan var um
byrjunartrupulleikar. Um ov lítla
fígging til sjálva iløguna. T.d.
fekk taratrolarin onga fígging.
Eisini tørvadi fígging til raksturin
ta fyrstu tíðina.
MEN HVAT GJØRDI sitandi
landsstýri við alginatframleidsl-
oddagrein
una? Setti seymin í hurðina bert
fimm vikur eftir at landsstýris-
skifti hevði verið og bert tveir
mánaðir eftir at virkið var farið í
gongd. Um hetta landsstýri tók
somu skilagóðu støðu, sum javn-
aðarlandsstýrið tók í spurningi-
num um fiskaalingina, kundi algi-
natframleiðslan møguliga verið
ein lønandi vinna um nøkur ár.
Henda vinna kundi møguliga ver-
ið ein lønandi vinna um nøkur år.
Henda vinna kundi meguliga eis-
ini fingið stóran tydning fyri før-
oyska búskapin.
MARGHÁTTLIGT tykist tað
eisini, at ein persónur, sum var
ráðgevari hjá alginatvirkinum tá
tað varð fyrireikað og bygt, eisini
gekk aftur, tá dyrnar vórðu negld-
ar. Hesin var sjálvur løgmaður.
Sum grannskoðari var hann fíggj-
arligur ráðgevari hjá alginatvirki-
num. Og fimm vikur eftir at hann
hevði tikið við í landsins fremsta
politiska starvi var hann inni á
Hulki og setti seym í hurðina.
EFTIR ØLLUM at døma leggja
borgarligir flokkar størsta dentin
á, um ein ætlan verður framd á
privatum ella almennum grundar-
lag. Teir læsa seg fastar í prin-
sippir. Alt skal vera á privatum
hondum og gongur tað ikki so
verður onki. Sjálvandi átti tað al-
menna annaðhvort at stuðla algi-
natvirkið meira ella eisini kundi
tað almenna yvirtikið virkið fyri at
kanna um møguleikarnir vóru fyri
hesi vinnu.
TAÐ VAR SO í øllum forum tað al-
menna sum bjargaði fiskaalingini.
Í dag verður mett at henda vinna
kemur at hava stóran týdning fyri
føroyska búskapin í framtíðini.
Tað kundi alginatframleiðslan eis-
ini fingið um tey borgarligu prin-
sippini ikki tóku lívið av henni í
sjålvari fødingini. Men harmiligt
var tað.
Sólskinsskaldið
Hýs hesum reglum blað-
at tit kunna finna uppá, at
åtalad.
stjórin.
Til Sólskinsskaldið í
Sosialinum nr. 48 og eisini
til blaðstjórn Sosialsins;
seta sovorðið fjant í blað-
ið, er út av allari leið, og
so at nevna nøvn.
Hetta verður harðliga
Vinarligast
Kristian Højsted
Bygdamenning og
høvudsstadurin
Eg las fyri nøkrum døgum
sidani i Sosialinum grein,
ið havnamadur/K skrivar
um bygdamenning.
Eg kundi ikki lata vera
við at tríva eftir penninum
og skriva nakrar reglur.
Hvussu greinin so er
ætlað, so haldi eg tað
hevði verið nógv betur 6-
gjørt.
Ti hvussu ólukkan bera
havnafólk seg at úti á
bygd? Eg haldi tú skuldi
betur tagt, tí vit gera ikki
nógv um okkum.
Eg eri sjálvur 17 ára
gamal og skal skjótt út at
lra til tað eg hevði ætlað
mær, so eg má til Havnar.
Hví skal tú renna okkum
út á bygdirnar aftur.
Skúlarnir, hvussu er við
teimum. Um eg skal til
student, so má eg til
Havnar. Tú skalt íkki
spilla avbygdafólk út í
bløðunum, og tað tú
skrivar um avbygdafólk er
ófantaligt.
Eg veit ikki hvat tit
halda tykkum vera har
norðuri. Men eg veit, at tá
ungdómar úr Havnini
koma út á bygdirnar er
tað, sum tey hava verið
innistongd í einum leyvu-
bøli.
Nei tit skuldu heldur
tagt, vit eru nóg góð til
tykkum. Eg eri sjálvur
feddur og uppvaksin í
Havnini, so eg kenni til
lívið har. Eum ein kemur
eftir havnagetum og ikki
er klæddur í seinasta
nýggja frá Paris verður
flent at einum.
Nei, eg eri skelkaður av
hasum tú hevur skrivað.
Ein fyrrverandi
havnadrongur
Pynta fyri teimum fínu
Nú kemur drottningin
skjótt at vitja og stákast
verður fyri at prýðka alt,
ta ið hon kemur, serliga á
Tveroyri, hvar kommun-
an í fleiri ár hevur fyri-
reikað havnalagið til hesa
vitjan.
Á Tveroyri skal túrurin
hjá Margrethu byrja vest-
an fyri smiðjuna við báta-
hylin, sum ongantíð er
gjørdur liðugur fyri at
hóska saman við lands-
lagnum.
Grótið er tveitt her og
har og mitt í rúgvuni
liggja leivdirnar av einum
brendum báti, sum minni
um eina forna víkinga-
gravarferð. Okið rundan-
um er prýtt við gomlum
bilvrakum og jarnlutum
uppstillaðum á sama hátt,
ið danski listarmaðurin
Robert Jacobsen nýtir, tá
ið hann setur gomul rer og
tílíkt saman. Alt hetta er
dekorerað við gomlum
trolgreiðum av ellum slag
og knústum fløskum í tús-
undatali.
Fylgið fer úteftir og har
verður steðga og hildin
tøgn við ta gomlu truml-
una, meðan tey minnast
slóðbrótararnar, ið bygdu
veg millum bygda. Og er
henda rustaða trumlan
ikki nógv vakrari enn til
demis kópasteinurin, ið er
tveittur í eitt skot millum
nekur pakkhús.
Uttanfyri egningar-
skårin kunnu prinsarnir
stuttleika sær vid at renna
imillum tað gamla
skramblið, ið flakavirkið
hevur tveitt burtur.
Skuldu tey tráa eftir at
sæð meira vakurleika,
kunnu tey koyra framvið
onkran gamlan hjall, og at
enda kann borgarstjórin
hald: reðu fyri teimum í
søguligu leivdunum av
gam'a telefoncentralinum.
Ein ið gleðir seg
Grovur mismunur
við fritidrlønini
Tað verður gjørdur grovur
mismunur við frítíðar-
lenini. Summi fáa hana
útgoldna óskerda, meðan
onnur verða afturhildin
við skatti av henni longu
nú.
Úrslitið verður, at nøk-
ur fáa trekt 50% av lønini
hesa fyrstu tíðina av sam-
tíðarskattaskipanini. Eg
veit væl, at landsstýris-
samgongan sigur, at alt
hetta verður útjavnað í
síðsta enda av skattaárin-
um og kanska er tað eisini
satt. Men tað hjálpir bara
ikki her og nú, tí vit ar-
beiðsfólk hava ikki ráð at
byrja við so høgum skatti.
Hetta hevur rakt nøkur 6-
rímuliga meint, ja, tað eru
tey, sum als ikki hava ráð
at halda summarfrí, tí tey
orsakað av tí vitleysu
afturhaldsskipanini skulu
gjalda 50% í skatti nú í
fleiri mánaðir. Hesi somu
guldu bert eini 32 — 40%
áður.
Samstundis sum tíma-
lent arbeiðsfólk bløda i
skatti hevur samgongan
forert B-skattagjaldarun-
um ein eykalikviditet
svarandi til eitt árs skatt
við rentunum.
Soleiðis hevur henda
samgonga roynst okkum
lønartrælum!
Arbeiðsmaður
Sinnisbati
Í samband við henda
panelfund hevur verið
vístur filmur í sjónvarp-
inum: 3 dagar fyri aftur-
latnum durum á Odense
psykiatrisku deild.
SINNISBATI 6 vónar
luttøkan verður góð. Eitt
av aðaltáttunum hjá
SINNISBATA — ið i
hesum døgum hevur 2 år å
baki — er upplysing um
sinnisbrek, og hevur fel-
agið seinasta árið fyri-
reikað fyrilestrar á bygd
umframt at 2 fyrilestrar
vóru á Fróðskaparsetrin-
um á heysti 1983.
Í næstum verða eisini
send út girokort í hvert
hús, og vóna vit at væl
verður tikið ímóti. Tað ber
til at lata gávu og eisini at
gerast limru í SINNIS--
BATA.
Eitt annað mál, ið
SINNISBATI hevur ar-
beitt við, er útvegan av í-
búðum til sinnisbrekað,
og er felagið í hesum
døgum við at útvega eini
hús, har 7 fólk kunnu
búgva, umframt at eitt
rúm verður til umlætting.
Peningur er fingin til vega
lutvís við bingo og — tað
ið veruliga munaði var
selan av Kiwanis lyklinum
í november mánað - hon
gav 80.000 kr. Harum-
framt hava nakrar komm-
unur og stovnar stuðlað
okkum.