leygardagur 28. apríl 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 50 — 28. apríl 1984
Atli Dam um Sumbiarbergholið:
Fólkaflokkurin er ikki
til at lita á
sigur fyrst ja
síðani nei til berghol
„Í samgonguni 1975 80
gekk fólkaflokkurin frá
givnum skrivaðum orði
Hetta orsakaði sum kunn
ugt samgonguslit, og
hevdu fólkafloksmenn
harvið ábyrgdina av, at
bergholsgerðin Lopa
Sumba ikki byrjaði í 1981
soleiðis sum útbyggingar
ætlanin tá segði
Vit hava síðani frætt frá
samgongumonnum fólka
floksins, at heldur íkki í
hesi borgarligu samgongu
kunnu orð hansara takast
fyri fult, tí flokkurin er
ikki til at líta å.«
Hetta sigur Atli Dam,
tingmaður í minniluta-
álitinum til uppskotið um
at farið verður undir berg-
holsgerðina millum Lopra
og Sumba
Uppskotið varð herfyri
vidgjørt i figgjarnevndini,
har ein meirluti (Ivan
Johannesen, Svend Åge
Ellefsen, Øssur Dam Jac-
obsen og Hilmar Kass)
ikki tekur undir við upp-
skotinum at farast skal
undir bergholsgerðina
millum Lopra og Sumba í
hesum árinum
Ein minniluti, sum um-
framt Atla Dam, er Ove
Mikkelsen og Adolf Han
sen, mælir til at sam-
tykkja uppskotið
Uppskotið varð til 2
viðgerð á tingi friggja
dagin
Í sínum viðmerkingum
sigur Atli Dam:
„Sagt verður, at papp
irid er tolið, og liggur í
hesum, at hetta óseka
pappir uttan eymkan tek-
ur ímóti sjálvt ti mest
ótrúliga
Oyðslið av virðisleysum
orðum frá umboðum
fólkafloksins og pappirs-
spilli, sum hesi umboð
gera seg sek í í fyriliggj
andi máli, ber tó av
Í longu sjóforkláringini
liggur ikki bert ein van-
virðan av tingmonnum,
sum skulu leggja eygu og
oyru til, at veruleikin
verður so tóvdur upp í
tóva, men eisini ein undir-
meting av hugsunnarevn-
um veljaranna, sum skulu
slúka hesa umbering fyri,
at fólkaflokkurin — sær
sjálvum líkur — eina ferð
enn rennur frá teim lyft-
um, hann gevur
Í samgonguni 1975 — 80
gekk fólkaflokkurin frá
givnum skrivaðum orði
letta orsakaði sum kunn-
ugt samgonguslit, og
høvdu fólkafloksmenn
harvið ábyrgdina av, at
bergholsgerðin Lopra
Sumba ikki byrjaði í 1981,
soleiðis sum útbyggingar-
ætlanin tá segði.
Vit hava frætt frá sam-
gongumonnum fólkafloks-
at heldur ikki í hesi
borgarligu samgongu
kunnu orð hansara takast
fyri fult, tí flokkurin er
ikki til at líta á.
Tað er í ógvuliga soltið
og virðislítið, at fólka
flokkurin nú sigur, at eftir
valið í heyst skal flokkurin
halda tey lyfti, hann í hesi
samgongu hevur givið um
bergholsgerð Lopra
Sumba (Páll vang: >Eing-
in undanfersla verður góð-
tikin«)
Tingmenn kundu helst
skilt, at tað er ilt hjá
fólkaflokkinum at seta seg
i ta stødu, at hann enn
einaferð hevur ábyrgdina
av einum samgongusliti,
ns,
* -
SE) SOSÍa/UNn
men tá væntaðu teir
eisini, at flokkurin av
semiligheitsgrundum
gekk spakuliga um hurð-
arnar og ftagdi Men
ístaðin speirekur fólka-
flokkurin tey hesum máli
avvarðandi við lyftum,
sum hann á ongan hátt
kann geva innihald, ti
trygdin fyri, at nakar vil
geva hesum flokki med
ávirkan á gongdina í hes
um samfelag eitt komandi
valskeið er eingin als
eingin
Skal ein kunna takast
fyri fult í politikki, mugu
menn kunna líta á, at
álvari er í, og at givin orð
halda, ti kemur fólka
flokkurin helst somu
stødu, sum hann nú hevur
sett hesa samgongu í
„Bert at ana politiskt.«
NORDAFAR
Løgtingid og borgarar landsins mugu
hava ávirkan, ið samsvarar við almennu
veitingarnar
Støda skal nú takast til,
um Nordafar stødin skal
latast upp í summar, ella
hendan steðin skal latast
aftur, fyri neyvan nakran-
tíð at latast upp aftur av
foroyingum. Soleiðis verð-
ur steðan mett í dag, tí
meguleikarnir, sum bodn-
ir eru í ár, ikki verða
brúktir, bjóðast hesir ong-
antíð aftur.ø Seinru
årini hava teir politisku
myndugleikarnir staðið
við avgerðini. Av í at
landið hevur veðhildið fyri
rakstrarlánum, hevur bor-
ið til at hava steðina
gangandi, men hetta hev-
ur kostað landskassanum
pening. Upplýst er, at
Nordafar skyldar lands-
kassanum 22 25 mill-
iðnir krónur frammanund-
an.
Ongantið hevur tað ver-
ið meira neyðugt enn júst í
ár at opna Nordafar steð-
ina, tí Nordafarsteðin
kann gerast karmur um
fiskivinnuavtalur.
Nakað soleiðis segði
løgmadur, tá lógin um
veðhald til rakstur av hesi
steðini var til fyrstu við-
gerð á tingi. Hann segði
eisini, at tær 11 mill-
iónirnar, sum her er tala
um, ongan týdning hava í
mun til teir fyrimunir,
sum feroyingar kunnu fáa
við at halda staðina opna í
summa
Upplýst varð, at tað
hevur eydnast Nordafar at
fáa eina kvotu uppá 3000
tons, umframt tey 1000 —
1500 tonsini, sum gren-
lendingar væntast at av-
reiða til stødina.Annars
eru meguleikar fyri at
keypa ein so nær sum
nýggjan hekkutrolara fyri
20 milliónir krónur. Við
hesum trolara fylgja 3500
tons av tonski og 1000
tons av kongafiski. So her
er talan um eina rættiliga
stóra kvotu.
Skuldi tað eydnast at
fingið skip til at fiska til
stødina, so kundi hetta
verið eitt rættiliga stórt
arbeiðspláss. Tí er spurn-
ingurin rættiliga avgerð-
andi um, hvussu nógv fer-
oysk arbeiðspláss kunnu
væntast.?
Landsstýrið hevur lagt
eitt lógaruppskot fyri
tingid, eina lóg við fýra
veðhaldsheimildum. Sam-
anlagt snýr hetta seg um
eina upphædd uppá 11
milliónir krónur.
í einum
3 milliónri, rakstrarlán
fyri staðina 1984.
3 milliónir fyri leysa-
skuld 1983.
2 milliónir veðhald,
rakstur av fiskiskipum.
3 milliónir rakstrarlå av
meguliga keyptum trol-
ara.
Í viðmerkingunum til
málið stendur, at veð-
haldið er treytað av, at
landsstýrið fær 60% av
partabrevunum íhandveð,
— vid atvødurætti. Men
samtíðis sigur landsstýrið
»notati«, sum
fylgir við málinum, at
landsstýrið sær sær ikki
nakra grund vera stærri
løgtingsluttøku, hvørki
sum eigari, ella i nevnd-
ina.
Á henda hátt verður
inndragingin av parta-
brøvunum nyttuleys, og
bert upp á kvamsvis.
Hetta fer javnadarflokk-
urin ikki at góðtaka, men
halda fast við, at løgtingid
velur fleirtalid i nevndina,
alt annað er órimiligt.
Við útflytingini av sjó-
markinum her hjá okkum,
broyttust vinnumeguleik-
arnir soleiðis, at meira er
av arbeiði bæði á sjógvi og
landi her heima. Kortini
so hevur tað verið neyðugt
hjá føroyingum at søkja
sær vinnumeguleikar í
eðrum londum.
Tað er og hevur verið
ein samfelagsuppgáva at
skapa tær fyritreytir, sum
gera hetta meguligt. So-
leiðis má ásannast, at
spurningurin viðvíkjandi
Nordafar er ein samfel-
agsuppgåva.
Sum ellum kunnugt so
fer Grenland at taka seg
burtur úr EF. Tá verða
samráðingar um fiski-
rættindi at fara fram
imillum grenlendskar og
føroyskar myndugleikar
Eftir ti ið skilst, so metir
landsstýrið, at tað kann
vera heppið tá at eiga hesi
vinnutól í Grenlandi
Ivaspurningurin í ellum
hesum máli er, um her eru
nakrir veruligir vinnuligir
ella politiskir fyrimunri,
sum kunnu verða til gagns
fyri framtíðar samráðing
ar ímillum londini bæði
Slíkar spurningar vil
javnaðarflokkurin hava
kannaðar, áður enn steða
verður tikin til hetta mál
Mangt er ið bendir á, at
um ein loysn skal finnast
so má javnaðarflokkurin
vera við til at finna hana,
ti samgongan er neyvan
samd í hesum máli heldur
Jergen Thomsen