leygardagur 28. apríl 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bilsin má ein verða, sum
býr her á staðnum um,
hvussu ið nú brádliga alt
vil endavendast um tað,
at eitt bryggjuspor skal
gerast her á staðnum.
Kallar og konur, ungt og
gamalt seta nú hendur og
fetur ímóti at nekur
atlogubryggja skal gerast
í Kirkjube — bítið merki í,
at so at siga stersti part-
urin av hesum fólki kann
koma sitandi í bili til
hevuðsstaðin.
Er kavi niðurfallin og
ikki koyrandi, gleða tel-
efontræðrirnir um at fáa
gravkúgv at rudda vegin.
Tær koma eisini, ella eru
longu á veg. Kanska ein
dag á árinum, hvar fólk
uttanum Havnina liggja
veðurfest.
Fólk, ið eru ímóti ferju-
legu í Kirkjube, sigast í
sama andadrátti ikki at
vera ímóti at Sandoyggin
fær ferjusamband við
vestursiðuna av Streym-
oynni, men vísa á megu-
leikarnar ímillum Velba-
stað og Árnanes ella á
Velbastað.
Henda tala teirra sigur
sjálv frá, at einki verður
gjørt, tí hetta verður ikki
gjørt og letur seg heldur
ikki gera uttan so, at mill-
iónirnar ganga aftur, og
ivaleyst hevði eitt mis-
fostur spurst burturúr. —
Var ikki skilabetri at lagt
hetta pláss í Kirkjube, so
at vit um somu tíð, ið her
búgva, og Hestur við,
kundu fingið nyttu av
havnalagnum?
Tað er rætt, tá tað verð-
ur sagt um fornminnini í
Kirkjube, at tey finna ikki
sín líka her á landi, og at
hetta er av so stórum
týdningi fyri Feroyingar
og Norðurlond, ja um
tann víða heim. So her
eigur at ansast eftir.
Hvussu verða so hesi
fornminni vard ímóti hav-
ódnum og ímóti vindi og
frosti, bæði av feroying-
um og av Noråurlondum,
A :
á
i
hesum fólkum, sum nu alt
í einum eru so góð við
fornminnini í Kirkjube?
Stólarnir, sum í sínari
tíð vóru stolnir úr Kirkju-
bear kirkju, eru vit ikki
førir fyri at fáa aftur av
berum áhugaloysi (munur
á monnum, íslendingar
fingu øll síni handrit aft-
ur). Norðurhornið á múr-
inum er frostsprongt úr
erva og niður í grund,
afturat eðrum frosts-
sprungum, sum fylgja
hverji aðrari eftir. Hvi
hevur eingin barmað seg
yvir tað?
Í 1937 var slík land-
synningsódn, at gluggar-
nir í kirkjuni, sum nú
stendur, brotnaðu inn,
soleiðis at bæði tari og
kongafiskur iå inni á
kirkjugólvinum. Tað var
eisini tá bæði laðað og
stoypt undir kirkjuni.
Verið vís í tí, at land-
synningurin er ikki hálv-
bardur enn. — Úti á lík-
húsi stendur Gæsu (?)
kirkja, har er laðað upp-
undir og tað i mini tid.
Tað eru longu nekur ár
síðani, at har byrjaði at
skrædna frá. Hvi barmar
eingin seg yvir tað.
Malagrótið norður frá
núverandi bryggju liggur
omaná mógvi. Har kann
ein og hver stinga 2—3m
stong í tann svarta mógv.
(Gamalt er, at tann, ið
byggir av nýggjum ella
byggir gamalt neyst upp-
aftur, skal flyta tað eina
alin longur niðan). — Hví
ger eingin nakað við tað?
Inni á Árnanesleiðini,
liggur Kapilhúsið; har
hevur bara í mínari tíð ein
favn breiður álur av velli
máast burtur av brimi, so
at nú er sár komið á
grundina á Kapilhúsinum.
Hví tveita fólk, ið eru so
góð við hesi fornminni,
ikki bilarnar, skoða seg
væl og ganga heim eftir
fornum getum, til at beta
um tílík sár, tí allur bati
betur. Myndugleikarnir
tíðindablaðið
gera tað ikki!
Soleiðis kundi verið
hildið fram, men lat fara
um sinn, og heldur halla
vanga nakrar ferðir og
hyggja upp um garðarnar.
Í sínari tíð lá vekur flota
ímillum Hólmin og land.
Á teirri fløtu sigur segnin,
stóð bygdin. (Tá mest
var, reyk úr 50 húsum).
Tað er óvist hvert ið
Kirkjubeingar tá hava
verið so fegnir um henda
góða múr, tí stórur og
ógvusligur er hann og
fellur ikki væl inn í fer-
oysku náttúruna.
Men eitt er vist,
»mannvirki« er hetta, og
mangur heilin er gingin
undrandi frá, eftir at hava
sæð hetta risaverk. Yvir-
friðingarnevndin steðgaði
ikki fullfiggjanini av múr-
inum, men partur av
fjøldini, sum ikki vildi
ganga undir tann harða
skatt, ið lagdur varð á
herðar teirra, og tí stendur
sum er. Men sum oman-
fyri nevnt, fornminnis-
gripur burturav.
Hvat hava so vit
føroyingar at vísa einari
seinri slóð, ið kemur
aftaná okkum? Man tað
kanska fara at vera eitt
niðurbrotið helli, her norð-
anfyri Árnanes við for-
bergi rundanum, og einum
lítlum brúgvaskapilsi
burturúr? Fer tað at verða
— »mannvirki« — ið
eftirkomarar okkara skulu
síggja eftir okkum?
Tað sum verri er, teir
kunnu væntast at hava
skil á streymi. Teir fara at
duga at síggja eystfallið
koma líka av Slættanes-
tanga og innferðina vest-
uri á Grunninum koma
skúmandi suður fjørdin og
tvíhalda um Streymoyar-
land — sleppur tí ikki
fyrrenn á Kirkjubønesi. —
— ja, vorðið sum. Ímeðan
máar havið strondina í
Kirkjube og sýgur mógvin
upp ímillum malagrótið og
ferir tað út á hav.
Enn eru ráð á hali, segði
neytadrongurin á sinni og
knýtti neytsbondini sam-
an fyri at hjálpa manni, ið
ikki slapp upp av helluni.
Soleiðis er her. Vit mugu
knýta neytsbondini sam-
an og bjarga okkum.
Brimgarður átti at verið
bygdur av Líkhúsi út
ímóti eystara horni á
hólmanum á ta hellu og
grót, sum har liggur
(Syðra Sugga). Síðani av
Árnanesleiðini út ímóti
norðurhorni á hæélmanum,
stødid liggur eisini har
(Vestara Sugga). Tó
hvergu meðin landfast.
Sunnari garður, um 2,5 m
á miðalvatni, tann norðari
ikki meira enn 4 m. Verju-
garðarnir skulu vera úr
gróti og rundir omanå.
Ryggurin á Hevdasundi
er góður sum fyrimynd.
Tað er áhugavert at
síggja, so væl hann tekur
ímóti og brýtur aldurnar,
iðkoma úr Vesturhavin-
um.
Við hesari brimverju
høvdu vit bjargað øllum
fornminnunum og undir-
lendi í Kirkjube fyri hav-
ódnum. Vit hevdu fingið
rúman og kyrran sjógv
ímillum báðar suggurnar
og útundir hólman, júst
tað ekið, sum havódnir so
dýran hava tikið frá
okkum.
Eg ivist ikki i, at vit,
sum eru góð við fornminn-
ini í Kirkjubø, her høvdu
kunnað drigið tað longra
stráið og tveitt avtoftað
sundurlyndi fyri borð.
Verið vís í tí, at sundur-
lyndið fer eisini, um ikki
hetta verður gjert nú, at
forða fyri allari verju, líka
av Líkhúsi og inn í Árna-
nesvikina. Ti ein vil so, og
annar hitt. Alt ímeðan
gripirnir bíða eftir teirri
betandi hond, sum aldri
kom.
Fyri at fáa hesa brim-
verju, mugu vit lata. Tað
ið tað kostar er: At ein
ferja nakrar ferðir um
dagin sleppur at flyta
sandoyingar, skúvoying-
ar, hest- og koltursmenn
henda vegin. Men so
inneftir bakkanum. Hann
náði meg — heim í
bygdina mugu teir ikki
koma, hverki fólk ella bil-
ar — tí her koma ikki bilar
ella bussar!
Eg fari at loyva mær at
spyrja, hví hest- og
koltursmenn aldri hava
verið nevndir, tá talan
hevur verið um ferjulegu í
Kirkjube? Eg veit ið
hvussu er, at hestmenn
bíða í spenningi eftir, hvat
ið fer at spyrjast burturúr.
Tað skilji eg væl, tí í Hesi
er so at siga bert útróður,
ið gevur av sær. Men teir
treingja, so raskir teir eru,
eisini til at kunna leggja
bátarnar tryggar uttan at
vera drignir upp. Og ikki
dugi eg at síggja nakað
lýti á, um so nakrir bátar
lógu her í ringum veðri. So
sanniliga heldur tað, enn
tann berserkargongd á
hesum leiðum bæði av
tómum bilum og bussum,
tí tað eru teir sum oftast.
Frammanfyri minnti eg
á tosið um ferjulegu norð-
anfyri Árnanes. -ÆFólk
eru samd um, at kostn-
Nr. 50 — 28. apríl 1984
aðurin verður fleiri ferðir
sterri, enn um hon varð
bygd í Kirkjube. Greitt
átti tað at ligið í hverjum
mannseyga, at lagt
bryggjuna í Kirkjubø,
fingið verjugarðar upp har
fyri havinum, og fyri
tann pening, ið hitt hevði
kostað meira, at umvælt
fornminnini so dyggiliga,
at tað gjørdi mun, og ikki
sum nú eina bótina her og
aðra bótina har. Vóru
verndargarðar lagdir
sunnanfyri og norðanfyri,
alt úr gróti, hevði eitt
seinri ættarlið eisini kunn-
að sæð „mannvirki frá
okkara døgum, og at vit
hevdu verið hygnir menn,
ið vildu verja tað undir-
lendi, ið eftir var.
Á landnyrðingi settu í
sínari tíð Getuskeggjar
upp í Sugguni í Kirkjubø.
Tað man hava verið vest-
ara Sugga (millum Árna-
nes og Hólmin). Teir
gingu sum vituligt var,
tigandi at húsum. Har
hevur tá verið ein fleta, alt
sum tað var.
Kanska um 100 ár hava
eftirkomarar okkara fingið
vallað lendið, hálva leið út
í hólman.
Hevði tað verið vandal-
isma?
Hålendingurin sigur,
>Guð skapti landið, vit
hava skapt strondina«
Sverri Patursson,
Kirkjubø