Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Viderønavnid i Sandoynni Eg eri ein av teimum mongu, ið við stórum áhuga havi lisið teir søguligu stubbar, sum Viggo á Mølini, Gunnar á Toft og Petur An- dreassen hava skrivað í Sosialinum. Hesir glottar úr segu okkara - helst úr Sandoynni - hava sidsøguligan tydning, og tað er at Leygardagur 28. apríl 1984 vóna, at teir ikki leggja pennin frá sær, men lata almenningin fáa meira av teirra stóru vitan. Málsligi framburðurin er eisini góður. Tá ið eg veit, at tað hevði glett og stimbr- að teir til at halda á við at skriva, um onkur annar eisini kom við onkrum stubba av søguligum slag, skal eg her gera eina roynd. Sum yvirskriftin sigur, vil eg skriva nakað um Viderenavnið, ella eftir- navnið í Sandoynni. Ja, hvussu kom hetta navn í Sandoynna? Fyrstur, ið fær Viderenavnið í Sandoynni, var triði sonur Mikkjal Clemensen undir Skarði á Sandi. Hann varð feddur 18. apríl 1787, og í dópinum annan dagin eftir fær hann navnið Jacob Michael Widere Michelsen. Hesin, ið seinri varð kendur undir navninum Mikal av Reyni, er ættfaðir til øll tey í og úr Sandoynni, ið hava eftirnavnið Viderø. Men hvat samband hava Mikkjal undir Skarði og kona hansara Frid- rikka Eisenberg við Viðoynna? Jú, Fridrikka var dóttur Eisenberg prest, ið var sonur Frede- rik Jonassen sorinskrivara, ið var sonur harra Jónas prest á Viðareiði og Beintu Broberg. Tey bæði Jónas og Beinta eru kend úr >SAgnum og ævintýrum“. Men beinleiðis orsøkin til Viderø- navnið í Sandoynni er henda: Fridrikka dóttir prestin Jacob Eisenberg kom fyri barn við Tróndi í Króki á Sandi. Hetta var sonn gela, at prestadóttur ógift kom fyri barn og tað við fátækum drongi. Her vóru góð ráð dýr, og presturin, ið var ættaður úr Havn, sendi tí dóttrina til Havnar, fyri at fáa hana úr fólkaeygum. Í Havn kom Fridrikka at vera hjá fastur síni Annu Margrethu Frederiksdatter, ið var gift við bóndanum á Húsa- garði Jacob Mikal Widere, og hjá teimum átti hon ein son á sumri 1773. Í kirkjubókini stendur bert: 24. juli 1773 debt Trond Olesens barn fra Sande, som var uægte, nom: Isaach«. Hesin Ísakur doyði bert fáar dagar gamal. Tá ið sokallað »leysingarbarn« varð fett, varð gjert burturúr tá á degum. Tá skuldu bæði faðir og móðir í skriftastólin, og tað varð so bókfert í kirkjubókina, men í hesum feri mátti gerast sum minst burtur úr, nú prestadóttur var komin í trongsteðu. Húsagarðsbóndin Jacob Mikal Viderø var eisini ættadur av Vidar- eiði. Hann var sonur Jónas Jonasen, ið var sonur harra Jónas í fyrru giftu, so hann og konan vóru syst- kinnabern. Sum frá leið kom Fridrikka suður aftur til SAnds, og tá ið pápi hennara, ið tá var Feroya próstur, doyði á vári í 1783, skuldi hon veri næst at taka sær av nýggja presti- num Peturi Hentze, ið kom til Sands á sumri hetta sama ár. Men hon var sum kvinna ikki órerd, og tí helt yngra systir hennara Marin Kristina seg hava meguleikan og fór prestinum á meti við orðunum: „Min søster er ikke jomfru«, hver skal siga, tað er meg tygum skulu hava til konu. Soleiðis varð, Marin Kristina giftist við nýggja prestinum, men Fridrikka varð tó ikki við sviðið soð, tí hetta sama heystið giftist hon við kongsbónda- num Undir Skarði, ið hevði 7 1/4 mk í festi. Tað man vera í takksemi til bóndan á Húsagarði fyri tíðina, tá ið hann og konan vóru um Fridrikku, at hon kallar sín triðja son upp eftir honum, og soleiðis kom Viderenavn- ið í Sandoynna. Mikal giftist í 1821 við Marini Jensdatter úr Koytu. Hon var ættað av Reyni, og tey giftust inn hagar. Her skal verða greitt eitt sindur frá eftirkomarum teirra. Tey fingu 5 børn (ABCDE,): A. Fridrikka f. 1822 giftist við Jó- annesi í Soylu. Tey fingu 5 børn a. Anna Elisabet f. 1845 giftist til Porkeris við Zakarisi í Hólum. fingu 4 bern: 1. Fridrikka f. 1878 2. Jóannes 3. Zakaris 4. Jacob 5. Sofía 6. Margreta b. Marin Sofía f. 1847 giftist við Klæminti undir Kvíggjum. Hon doyði í barnsneyð. c. Sunneva f. 1852 giftist við Jóa- nnesi úr Koytu. Tey fingu 6 bern: 1. Óli f. 1884 2. Mikal f. 1885 3. Sofus f. 1886 4. Jóannes f. 1887 5. Julianna f. 1888 6. Sofía f. 1890 d. Janus Mikal f. 1854 giftist við Mariu úr Skemmuni. Tey fingu 5 bern: 1. Jóannes f. 1882 2. Lisa f. 1886 3. Jógvan f. 1889 4. Fridrikka f. 1892 5. Marianna f. 1897 e. Arina f. 1862 giftist við Johan Joensen úr Skemmuni. Tey fluttu til Amerika. B. Janus f. 1823 fall í Steinsdrangi í 1851. Hann var ógiftur. G. Mikkjal f. 1826 giftist inn á Reyn við Annu Kristinu av Heyggi. Tey fingu 9 bern: a. Mikal f. 1861 giftist yvir í Traðir við Jóhonnu Winther. Tey fingu tvey bern: 1. Andrea f. 1887 2. Kristian f. 1893 b. Janus f. 1863 giftist við Kristensu av Heyggi. Tey fingu 7 bern: 1. Mikal f. 1891 2. Katrina f. 1893 3. Anna Kristina f. 1894 4. Oliva f. 1898 5. Jéan Hendrik f. 1900 6. Jóhanna f. 1903 7. Jensia f. 1908 c. Fridrikka f. 1866 giftist við Mikk- jali av Heyggi. Tey fingu 7 bern: 1. Henrietta f. 1889 2. Adrian f. 1891 3. Engelbrekt f. 1893 4. Klara f. 1896 5. Tina f. 1902 6. Oskar f. 1905 7. Janetta f. 1912 d. Marin Sofía f. 1867 ógift e. Charlotta f. 1870 giftist við Óla Jacobi á Skejlalaðnum. Tey vøoru barnleys. f. jógvan f. 1873 giftist við Marin Elisabet úr Skopun. Tey fingu 4 bern: 1. Mikkjal f. 1899 2. Elisabeth f. 1900 3. Ewald f. 1905 4. Jenny g. Jóannes f. 1876 giftist 5i Leigh í Skotlandi men var barnleysur. h. Marin Kristina f. 1880 giftist í Danmark men var eisini barnleys. i. Anna f. 1882 ógift D. Marin f. 1829 giftist við Dánjali í Soylu. Tey fingu einkardøottur: a. Anna f. 1860 giftist við Mourits Mohr úr Hoyvík. Tey fingu 6 synir: 1. Mourits f. 1881 2. Dánjal f. 1882 3. Petur f. 1883 4. Jens f. 1885 5. Emil f. 1889 5. Aksal f. 1896 E. Arabo f. 1833 giftist við Jóannes Joensen av Dímun. Tey Gerðabrekku í Skálavík og fingu tvey bern: a. Anna Margreta f. 1860 giftist við Dímunarbóndanum Janusi, kona hansara. Tey fingu fleiri bern, flestu teirra doyðu smá, og bert sonurin Ola Jacob giftist. b. Jógvan Mikal f. 1863 giftist við Billu úr Sakrastovu í Hesti. Tey fingu 9 bern: 1. Anna Katrina 2. Johannes Ewald 3. Poul Johannes 4. Martin Luther f. 1901 5. Margreta 6. Gustav Adolf f. 1904 7. Kristian Osvald f. 1905 8. Astrid 9. Kristina Tað eru eftirkomarnir hjá Mikkj- ali á Ryni og Arabo undir Gerða- brekku, ið hava Videre sum eftir- navn, meðan onkur av hinum eftir- komarunum hava tað sum millum- navn. Ein onnur ætt í Feroyum hevur eisini Videre sum eftirnavn. Hon er úr Miðstovuni í Fodlendi á Viðar- eiði, men hesi fólk eru ikki í ætt við Viderefólkið í Sandoynni. Ólavur Clementsen