Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 28. apríl 1984 | Dynamitt Jóannes Nielsen: PINNABRENNI TIL SOSIALISMUNA Yrkingar Forlagið Oyggjaframi Tórshavn 1984 Kåpumynd: Tove Gutte- sen Baksidumynd: Kalmar 32 bladsidur Kostnadur: 40 kr. heft Ikki síðani eg í teimum ro- mantisku studentaskúla- ár im dugdi >Lýtt lot« hjá Guðrið Helmsdal utt anat havi eg verið so hug tikin av føroyskum yrk ingasavni sum >Trettanda mánaðinum< hjá Jóanesi Nielsen Hesar yrkingar eru so góðar, tí tær eru so greið ar, so lættar at lesa og samstundis siga tær so 0 metaliga nógv. Her kom ein yrkjari, sum við sera væl valdum orðum segði hygg. soleiðis er lívið í hesum lítla samfelagnum! Og tú svaraði innantanna ja, tú hevur rætt. Soleiðis er tað. Hesar ríku yrk- ingar eru sum einfaldar strikumyndir, sum eru so greiðar, at tær kunna ikki misskiljast. Men tær eru eisini sum stórir málning- ar, fullir av heitum, sterk- um litum. Jóanes Nielsen fekk sær pláss í fremstu rød før- oyskra yrkjara. So gingu árini Jóanes Nielsen skrivaði greinir, mest í blaðið »Arbeidid«, og royndi seg sum stutt- seguhevundur. Men so frættist, at hann fór at geva út nýtt yrkingasavn. Tað skuldi eita >Pinnabrenni til sos- ialismuna<. Og beint fyri páskir blivu so leysa- tíðindini tíðindi. Skula brúkast Jóanes er sosialistur og ongin, sum lesur tað, hann skrivar ivast í hansara meiningum, sum eru heilar og óvikandi: , »] mínum landi sita trúgvandi menn við ræðið, seinferir, óreinir spell eingin dómadagur er tila. (I mínum landi) Jóanes ynskir „Menn við riddarakross- um, heykar í flippum hálentir duraverðar, full- trúar útbúnir á teim bókasevnum, fylgir av klyvjarossum pinnpakkað við fanan- skapi, ið selja okkara land fyri rublar og dollarar (Til Feroya) svertu norður og niður. Hví hann ger tað?, Ja, tað er júst tað, hann yrkir um. Jóanes hevur ikki mist vónina um, at arbeið- ararnir fara at reisa seg móti órættinum, »lit altíð á kúgaðan mann.<, sigur hann í einari yrking Hóast hann við hvess- um orðum, ella >drepandi orðum<, sum hann sigur um Neruda, skilið her í landinum, so er onki ippgåvulyndi at finna Hann hevur ongan hug at rýma hiðani sum so nógv lýsir onnur, sum ikki eru nøgd Jóanes sigur bart út, at Feroyar eru hansara land her er „fallið hansara akker« Hann er, hóast alt, bjartskygdur. Hann tryr uppá stættina, >ið ber vónina i/arbeiðssomum hondum« Og bjartskygni er júst sterkasti trumfur hjå ein- um politiskum yrkjara Hon gevur orðum hansara styrki. Prógvar, tey eru sonn, koma frá hjartanum — gjøgnum heilan. Jóan- es ætlar sjálvandi, at yrk- ingar hansara skula brúk- ast. Pinnabrenni ger onga nyttu, so leingi tað ikki er komið í ovnin Og sosialisman í Fer oyum hevur so avgjert brúk fyri pinnabrenni, nógvum pinnabrenni Abstrakt Men sum tílíkt pinna- brenni haldi eg, fyrra savnið hjá Jóanesi sum heild er betur egnað. Tí í hesum seinna eru summar yrkingar í so tungar til, at ein og hver tekur tær at sær. Málningurin er vorð in abstraktur Striku- myndin sæst ikki aftan- fyri. Sjálvandi eru yrking- arnar sum so ikki verri fyri tað. Men styrkin hjá Jóanesi er, at hann dugur at yrkja, so ell tey, sum annars ikki tíma at lesa yrkingar, lesa og, hetta til Føroya hevur alstóran týdning, kenna seg aftur. Kunna identifisera seg við tað, tey lesa. Í »Pinnabrenni til sos- ialismuna< eru 11 yrk- ingar. Tú freistast næstan til at siga hver er betri enn onnur. Sterkasta yrkingin er tó Til Feroya, ognað minninum um Janus Eg- holm, sum fyri nekrum árum síðani >sjarmerandi sum altíð, /bað fødilandin- um farvæl á einum kassa av dynamitt«. Henda stóra yrking er ein samnevnari fyri skald- skapin hjá Jóanesi Niels- en. Eitt meistaraverk við sama krafti sum dyna mittið í skúrinum við Dalavegin Soleiðis er ongantíð áður yrkt í Feroyum Onkur hevur ivaleyst dug að. Men ongin hevur torað Hegni Djurhuus At roykja ball er eitt eyðkenni hjá foroyskum ar- beiðarum og fiskimonnum og sjálvandi er tað ikki tilvild, at bakgrundin á kåpuni er gjørd úr vørulys- ingini á Niemeyerpakkunum Í dag klokkan trý og fimm seinnapartin framferir Havnar Sjónleikarafelag Pinocchio í Vakhúsi í Sandavági. Atgongu- merki fáast við dyrnar ein tíma fyri sýningarnar og eisini við at snara 32990. Telefonin verður tikin frá klokkan eitt. Bussur koyrir úr Ser- vági klokkan hálvgum trý til fyrru sýningina. Leikurin er fyri øll børn undir 80 ár, verður sagt í lýsingini. Bern yvir 80 ár sleppa tó eisini inn Um øll børn undir 80 eisini gjalda barnaprís, 15 kr., vita vit ikki. Men annars kosta atgongu- merki fyri vaksin 25 kr. Leikurin er um træ- drongin hjá tí fátæka barnleysa snikkaranum, Gepetto, sum eina náttina verður gandaður til ein veruligan drong. Gleðin verður tó stokkut, tí Pinocchio verður lokkaður upp í eitt ivasamt ferða- leikhús hjá ti illavoråna Stromboli. Pinocchio (Kári Jacobsen) og ålvagentan (Anni Arge Ja- cobsen) hava okkurt í kvittanum Lesið um ítrótt í i ER