Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VA fø 0 A á * # — mn AO Leygardagur 28. april 1984 o , . Vit liva i størri vanda , , enn nakrantið áður ,; eo oe >. á jørdini Fyri stuttum var rithøvundurin Toni Liversage og vitj- aði i Føroyum. Ferðin varð stuðlað av Dansk-Færøsk Kul- turfond, og hon helt fyrilestrar víða um landið — í Havn, Vági, Gøtu og Klaksvík. Fyrilestrar hennara snúðu seg um tað sama, hon mest hevur skrivað um í bókum sínum: kvinnusøga og fridarrørsla. I 70-árunum hevur Toni verið aktiv í tí donsku kvinnurørsluni og er nú við í fridarrørsl- uni. Vit hava spurt hana hví? Sum við so mongum eðr- um í Danmark — og Vest- europa annars — var tað NATO-avgerðin 12. des- embur 1979 um at seta 572 nýggjar atomrakettir upp í Vestureuropa frá des- ember 1983, ið fekk meg at síggja tann deyðs- vanda, vit eru komin í. Atomdubbingin er so líð- andi farin fram heilt síðan annan heimsbardaga, men vit munna hava latið okkum rura í blund av, at okkurt fór helst at spyrj- ast burtur úr avvápnað- arsamráðingunum. NATO-avgerðin um at seta hesar nýggju atom- rakettirnar upp hevur tó gjørt tað heilt greitt, at um ikki sokallað vanlig fólk nú fór at gera vart við seg og tala at hesi eru gongd, ja so kann skjótt gerast ov seint. Nú eru góð fýra ár liðin, síðan avgerðin varð tikin, og vit hava sæð ein ó- trúligan vekstur í frið- arrersluni fyrst í Vest- ureuropa, so í USA og nú eisini summastaðni í Eystureuropa. Her hugsi eg ikki um tær »offisiellu« friðarrerslurnar, ið bara finnast at vápnadubbing- ini vestanfyri, men eg hugsi um tær óofisiellu rørslurnar, fram um alt í DDR og Ungarn, ið vilja finnast at dubbingini hjá báðum stórveldunum. Og tað er av sonnum munur á, at tað er vandamiklari hjá teimum at gera vart við sína steðu, enn hjá okkum. Tú arbeiðir sjálv í >Nei til Atomváben< í Dan- mark. Hverja steðu hava tit til Eystureuropa í fylkingini? — »Nei til Atomvåben« finst at atomdubbingini bædi eystanfyri og vest- anfyri, og vit métmæla eisini, tå myndugleikarnir eystanfyri vilja gera seg inn á tær óoffisiellu frið- arrerslurnar í Eystureur- opa. Vit hava samband við tær, men annars royna vit at hava samband við so nógv fólk, sum vit kunna, eystanfyri. Á øll- um stigum. Vit meta, at tað er av stersta týdningi, at fólk eystanfyri og vest- anfyri læra hvenn anna at kenna — vit mugu royna at niðurbróta tær figg- indamyndirnar vit hava av hverjum eðrum. Tá saman um kemur hava vit felags áhugamál — antin vit búgva eystanfyri ella vestanfyri — í at slenna undan ragnarroki. Tú hevur ferðast ein hóp í USA fyri at greiða frá fridarrørsluni i Eur- opa. Hvørjar uppfatanir hevur tú av hesum ferð- um? — Jú, eg havi verið tvær ferðir vestan hav — í USA. Fimm vikur tilsam- an. Tað er sjálvsagt íkki nógv, tá vit hugsa um, hvussu stórt og fjølbroytt landið er. Og tað er tí sjálvsagt ikki gjørligt at siga so nógv, men okkurt kann eg nevna. Eitt sumserliga gjørdi meg bilsna, fyrstu ferð eg var har yviri, var hvussu akt- ivar kirkjurnar eru upp í friðarrerslunum og friðar- arbeiðnum. Bæði tann katólska og tann prote- estantiska. Teir katólsku biskupparnir viðtóku eitt nú síðsta vár eitt hirða- bræv, har teir hvassliga fordema atondubbingini. Samstundis varð eg eisini ovfarin av, hvussu lítið nógvir amerikanarar vita um europeisk viður- skift, og at høgravongurin alla tíðina ger, hvat hann kann, fyri at birta upp undir ta svert-hvítu anti- kommunismuna, ið altíð hevur merkt amerikansk- an politikk. Nú eri eg sjálv sera kritisk mótvegis tí sovjettiska stýrislagnum — tað er totalitert og undirkúgandi, og tað skal sjálvsagt rópast hart, men hinvegin meti eg, at tay ið halda fram, at Sovjett- samveldið bara bíðar eftir fyrsta og besta hevi til at loypa á og gera innrás í Vestureuropa, antin hava eina ófatiliga órealistiska uppfatan av viðurskift- unum, ella einans vilja ræða fólk til kritikkleyst at góðtaka alla framhald- andi atomdubbing vestan- fyri. Eg hugsi, at russarar hava meira enn nokk við at basa teimum trupul- leikum, teir hava heima hjá sær sjálvum og eystanveldunum yvirhev- ur. Og hartil er at siga, at ein hópur av hegtstand- andi hernaðarleiðarum her vestanfyri, víst á, at út frá heilt einfeldum hernaðar- strategiskum sjónarmið- um er tað púra burturvið at hugsa sær, at russar skulu koma tyskjandi við stíðsvagnum sínum og herseta Vesteuropa. Og hesar ber so valla til at å- kæra fyri at vera komm- unistar ella agentar. Hugsa tær til dømis, hvussu teir skulu kunna varåveitt eitt hernadarligt útgerðarsamband millum Sovjettsamveldið og Vestureuropa. Til demis gjegnum Polen, har fólkið er ógvuliga óvinarliga inn- stillað móti Sovjettsam- veldinum? Og hvussu skulla russar kunna klára Vestureuropa, tá tað gongst teimum so illa í Afganistan. Og eitt aftur- at — russar hava upplivað og liðið undir tveimum heimsbardøgum— amer- ikanarar ongan. Hvussu metir tú útlitini fyri friðararbeiðnum, nú rakettir verða settar upp bæði vestanfyri og eyst- anfyri? — Hetta vísir, at frið- arrerslurnar hevdu rætt, tá víst varð á, at upp- setingin av rakettum vestanfyri ikki fór at noyða russarar til sam- ráðingarborðið, men held- ur fekk teir at taka til móttiltek. Dubbingar- skrúvan hevur fingið eina umferð afturat. Tað er tað sama gamla mynstrið: amerikanarar leggja fyri við dubbingini, russar fylgja eftir so gott teir kunna. Og tað er ikki lítið. Men tað vóru eisini fleiri, ið mettu, at tá uppsetingin byrjaði, fóru friðarrerslurnar at detta niðurfyri, ti tær høvdu lagt næstan alt arbeidi sitt í at forða fyri uppset- ingini. Tað hevur ikki hent. Fólk vita ógvuliga væl, at hesar 572 vestur- rakettirnar og tær sovj- ettisku S-20 rakettirnar bara eru tindurin á ísfjall- inum. Tað ræður ikki bara um at forða fyri einum einsekum vápnaslag, men fáa fólk at skilja, at fleiri vápn ikki skapa størri tryggleika. Tverturímóri. Í dag roynir friðar- rerslan í Danmark — og aðrastaðni — at leita aft- urum tær einsteku vápna- skipanirnar og royna at lýsa orsakirnar fyri kapp- dubbingini. Fleiri og fleiri skilja, at tað ikki er nóg mikið at siga, at vit vilja hava frið — vit mugu royna at skilja, hvat tað er, ið forðar fyri friði, og hvat kann gerast fyri at náa fram til eina frið- arligari verð. Men hver er hevuðs- uppgávan hjá friðarrersl- uni í Danmark í næstu framtíð? — Bæði í Danmark og aðrastaðni verður meira og meira arbeitt við tí ábyrgd hvert land sær hevur fyri dubbingini. Fyri Danmark vil tað siga, at vit mugu venda okkum ímóti donskum limaskapi í NATO og medábygdini fyri atom- strategiina hjá hesum fel- agsskapi. Ein hevuðs- uppgáva í Danmark verð- ur tí, at fáa landið 100% at taka frásiga sær lut- tøku í dubbingini. Vit mugu sýta fyri at lata okkum »verja« av vápn- um, ið at enda kunna týna alla mannaættina. Við- haldsfólkið heldur fast við, at her er talan um ræðuvápn — vápn, ið skula ræða onnur til ikki at nýta vápn — vápn, ið ongantíð skula brúkast. Hetta er tvætl. Ongin kann hótta nakran, um viðkomandi ikki sjálvur er til reiðar at brúka hótt- anina. Tað merkir í síðstu atløgu, at tey, ið meina, at atomvápnini eru ein neyð- ugur partur av verjuni, eisini eru til reiðar at týna alla mannaættina. Og tað meini eg, er ómoralskt. Tú arbeiðir í >Nei til Atomvåpn« og áður hevur tú verið aktiv í kvinnu- rørsluni. Hvi ert tú so ikki við í >K vinnum fyri Fridi« — Eg arbeiði við í >Nei til Atomvápn< har menn og kvinnur arbeiða sam- an, tí eg meini — og tí er valla nakar ósamdur í — at hetta snýr seg um øll. Steðan vit eru í, er ein hóttan móti allari manna- ættini, og vit kunna ein- ans gera okkum vónir um broytingar, um ell eru við. Samstundis meini eg, at sjålvstødug kvinnuinitia- tiv eru umráðandi og týdningarmikil. Minst til, hvussu treiskar Greenham Common kvinnurnar hava verið uttanfyri hesa her- stød, ið nú hýsir atom- rakettum. Teirra friðar- arbeiði hevur verið sum ein varði i ellum frið- ararbeiði. Harafturat hugsi eg, at reinir kvinnu- bólkar kunna vera vit til at halda fast um fleiri av teimum góðu royndunum úr kvinnurersluni. Eg hugsi millum annað um ta »fløtu« skipanina, at øll hava eins stóra ábyrgd, at ongin valdur formaður skal umboða hini o.s. fr. Men samanumtikið haldi eg, tað er heilt av- gerðandi at kvinnur og menn arbeiða saman. Í USA sá eg í summum pørtum av kvinnufrið- arrersluni eitt ávíst rák framundir at gera and- segnina millum kvinnur og menn — ið veruliga eyðkennir okkara sam- feløg — til hevuðsand- søgnina i friðararbeiðnum. Og tað er vandamikið, ti hvussu kunna vit arbeiða frameftir tá? Vit mugu hava seguna við okkum eisini, ikki kvetta á stokk- inum. Kynsmynstrið, ið nivir okkum, er skapt av uppalingini, hevur søgu- ligar røtur, og at leggja å- byrgdina fyri dubbingina å tann einstaka mannin, bara ti hann er mannfólk, og ti tad eru menn, iå sita við valdið, tað er frukta- leyst. Tað má vera tað, ein ger, ið er umráðandi, ikki hvat kyn, hver hevur. Sjálvandi skula vit stríðast móti kvinnukúg- ing og mansveldi har, tað stingur hevdið upp. Hes- um er tíverri ikki beint fyri enn, men júst í friðar- Framhald á síðu 18