leygardagur 28. apríl 1984síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Tit ringja — vit skriva | #
Frålikur tónleik-
ur í Fuglafirði
Frits Johannesen var við til konsert í Fugla-
fjarðar skúla flaggdagin. Hann hevur sent
okkum hetta ummælið saman við nøkrum
tekningum
Meðan merjandi orð ljóð-
aðu á Muntra og á Vagl-
inum um flagg okkara
komu tríggir havnamenn
norður til Fuglafjarðar og
spældu bæði listuliga og
fagurliga á eini konsert
fyriskipað av konsertfel-
agnum.
Her var ein annar dúkur
vundin á stong — aðrir
litir tulkaðir enn teir í
merki okkara. Jens Smith
(bratsch) og Árni Hansen
(klaver) legdu fyri við
sonatu fyri bratsch og
klaver av Carl von Ditt-
ersdorf, væl spælt við ein-
um sáttligum, hevisklig-
um samspæli, ið tamdi
kenslur bæði hvítar, reyð-
ar og bláar. Dúkurin
blaktraði, sum hann átti í
teimum 5 satsunum — 5
ymsir litir, ið stóðu seg
væl hver móti eðrum.
Fantasistykki fyri klar-
inett og klaver spældu
Árni og Martin Mour-
itsen. Teir dandandi litir-
nir smoygdu sær ikki
burtur, men spældu sær í
loftið, sum láin á sumri —
skeyt seg upp og niður í
ljómandi tónum — reyð-
um, bláum og hvítum.Ein
góð framfersla — bæði
tekniskt og musikalskt.
William Heinesen átti
sín part av konsertini.
Jens Smith spældi tema
við 10 variatiónum yvir
Kingolagið »Vågn op og
slá på dine strenge« — alt
uttanat. Tey sum hava
hoyrt kingosang, mundu
óivað fáa hugrensl aftur til
letur, har hesir tónar bitu
seg fastar undir bjálkum
og bitum í roykstovum og
kirkjum. Jens Smith er
ein sneggur tónlistamaður
og sama kann sigast um
lagið hjá William Hein-
esen. Snøgt, yndisligt og
fagurt.
Dialogurin millum Kåra
Bæk (obo) og Martin
Mouritsen (klarinett) eftir
Finn Høffding — var eins
og ståsilig, sum samrøda
er manna millum. Tú sást
reyðdæmd fólk, fólk við
bláum dæmi og fólk
heldur bleik og skrámut
tala
sína millum —
myndin frammana úr in-
strumentunum — oystu
av tí ið mangan fellur av
mannamunni. Martin er
ein dugnaligur musikari,
ið handfer instrumentið
bæði rámandi, kensluliga
og fjálgt. Tað sama kann
sigast um Kára.
Seinast var ein trio fyri
klaver, klarinett og
bratsch av Mozart spæld.
Alt tað sum nú er sagt um
hesar menn, stóð sína
roynd í hesum sera yndis-
liga stykki. Alt tað góða,
sum sagt er um flagg
okkara í dag, kundi eisini
verið sagt um hesar
fosturlandssynir okkara,
ið komu og vundu flagg í
húnar hátt og góvu tær og
mær eitt merki, sum bert
tónlistin kann gera.
Komin útum vóru eingi
flogg longur á stong. Tey
vóru tikin niður, men í
huganum sveimaði tann
reyði, blái og hvíti liturin
og nakrir ljómandi litir
vóru komnir afturat.«
Frits Johannesen
Framhald av síðu 11
Spjaðing av
idnadi
= Tá vit fyri 20 árum
síðani fóru at byggja
flakavirki helt m.a. tú, at
vit áttu at byggja nekur
fá. Nú hava vit fingið 20
viki. Hevur hetta verið ein
heppin gongd?
— Tað er púra rætt.
Fyri 20 árum síðani, tá vit
mettu um hetta, vildi ein
hver í mínum stað sagt, at
tað vildi verið rætt at
bygt nøkur fá fiskavirki.
Men politikkurin hevur
verið púra greiður. Tað
hevur verið ein spjaðing
av ídnaðinum og ein
menning av bygdunum.
Tað hevur eydnast.
Hvat viðvíkur ídnaðar-
depilinum á Sundi, so er
mangt, sum bendir á, at
tað gongur tann evugta
vegin. At hava 40 virki á
sama plássi er haldgott
prógv um hetta. Eg ivist
tí heldur ikki í, at tað í sær
sjálvum fer at skapa viss-
ar trupulleikar.
Víðari sigur Birgir Dan-
ielsen: — Hevdu vit bygt
3 — 5 flakavirki heldur
enn 20, so høvdu vit i
hvørt fall sambært læru-
bøkurnar fingið eitt rat-
ionelt upplegg. Men um
vit høvdu ment samfelag-
ið á sama hátt og um úr-
slitini hevdu verið eins
góð, tað veit eg ikki.
Eg eri tí fegin um
gongdina, sum hevur ver-
ið.
Alment Privat
Nú verður nógv tosað um
kjarnuna og tær uppgávur
hon skal taka sær av.
Heldur tú íkki fleiri av
hesum uppgávum eru al-
mennar uppgávur?
— Tað eri eg ikki vísur
í. Skulu vit hava ein liv-
andi, dynamiskan og slag-
kraftigan idnað, so skal
tað almenna sjálvandi
loysa ymsar uppgávur,
men teir, sum eru í
ídnaðinum skulu eisini
loysa sín part av upp-
gávunum.
Alt slíkt, sum hevur við
veru- og selumenning og
figgjarliga styring at ger-
a, eru uppgávur, sum
dnadurin sjálvur eigur at
taka sær av.
— Tit koma at fån
harða kapping frá einum
slíkum nýggjum selu-
stovni!
— Tað er altíð eggjandi
at fáa eina kapping. Er
hon uppá líka fót, so
trúgvi eg eisini uppá fyri-
munirnar av henni. Ann-
ars hava vit í dag 80% av
øllum føroyska útflutn-
inginum, so vit kunnu ikki
vera annað enn fegnir.
nm Hans Mortensen vís-
ir å, at tørvur er å
vørumenning, men hetta
er jå eitt øki, sum tit eisini
eru farnir i gongd vid.
Skal tað skiljast sum at tit
ikki gera eitt nóg gott
arbeiði?
— Tað nýtist tað ikki.
Tað kann altíð gerast
meira og betur og uppá ein
annan máta. Tað er eingin
av okkum, sum hevur
nakað ímóti tí. Tað er
pláss fyri fleiri.
Góðsking!
Birgir Danielsen setur
eisini eitt spurnartekin við
spurningin góðsking. —
Tað er einki at ivast í,
sigur hann, at góðsking út
yvir tað steði vit hava í
dag við at tilseta mjel og
litevni, tað hevur sínar
trupulleikar.
— Vit skulu ikki gloym-
a, at vit hava heimsins
hægstu tímalen og vit
hava ikki ov nógvar trad-
itiónir. Tað tekur sína tíð.
Vit liggja langt frá
marknaðinum. Vit hava
tolltrupulleikar, tí vit eru
uttanfyri ta stóru markn-
aðarsamgonguna. Hevdu
vit loyst spurningin um
tollin, so vóru vit komnir
eitt stig víðari.
Ja til brennistød
= Nógv hevur verið tosað
um brennisteðina og ta á-
virkan hon kann fáa á
okkara fiskaútflutning.
Heldur tú at ein brenni-
steð mitt í aligkinum í
Sundalagnum kann verða
til ampa fyri okkara
fiskaútflutning.
— Nei so avgjørt ikki.
Tann brennistødin hevur
ongan sum helst åvirkan å
alivinnuna. Ti verður hon
bygt rætt, so verður einki
burturkast frá eini brenni-
steð, sum er til ampa fyri
alivinnuna.
Tað liggja brennisteðir
mitt í New York og eðrum
stórbýum sum einki dálk-
a. So hví ikki hava eina
brennistød við Åir, sigur
Birgir Danielsen at enda.
jan