týsdagur 1. mai 1984síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður
brødralag
57. årg. % kr. 5,-
Fakfelagsformenn:
Trygdin å arbeidsplåssum
sum best ber til = ásíus
Hægri skattatryst og hægri tollur!
Borgarligi
politikkurin
liggur í sori
Teir segdu skuldina svara til 19.700 kr. í part, tá teir tóku við.
Hon verður tá teir leggja frá sær 68.200 kr. í part.
Teir segdu fíggjarlógina uppá 700 mill. kr. í 1980/81 vera alt
ov stóra. Ja, tað var reint oysl.
Hon verður í 1984/85 meira enn 1.450 milliónir kr. uttan at
tænastusteðið er hækkað.
Bert oyslið er vaksið.
Teir vóru bragdligir í 1981 og einki mark var fyri hvat gerast
skuldi.
Nú eru teir negdir við — sambært legtingsformannin — at
samgongan og hervið samfelagið, bert anir hetta seinast árið av
valskeiðinum.
Er slíkt åbyrgdarpolitikkur? spyr Atli Dam formaður javnað-
arfloksins og svarar:
Nei hetta er ábyrgdarloysi í hægsta potensi.
Síða 7
1. mai — verkafólk fylkist!
Tað var tann tíð, tá verka-
fólk óttaðust fyri ar-
beiðaradegnum fyrsta
mai. Ottadust, at tað
sindrið av undirlentum
arbeiði, ið fekst við benar-
tænastu, skuldi verða
tikið frá teimum, um tað
av undangongufólki ar-
beiðararerslurunar = varð
borið so at, at dagurin
hóast hungursræðslu fólk-
sins fekk dám av ar-
beiðaradegi — dagurin á
árinum tá verkafólk
steðgaði á og royndi at
gera upp við seg sjálvi
um mannaverdug meining
var við framhaldandi slit-
inum bert fyri at ana enn
eitt ár.
Ymiskliga djarvar hava
broytingarhugsanirnar
verið, og ymiskt er,
hvussu skjótt borið hevur
rætta vegin til tess at beta
kor verkafólksins.
Onkustaðni vóru korini
so vánalig, at vandin fyri
ótespiligari meislan og
lívláti ikki helt teimum
vånaligast støddu frá at
gera uppreistur ímóti
trælkandi harraveldinum
og nógv armóðsblóð hevur
runnið.
Á okkara leiðum hevur
hetta vanlukku stríð tíð-
anbetur dugna verkafólk-
astættunum so dánt, at
almennur illvilji av týdn-
ingi ikki longur er ímóti,
at verkafólk eisini eiga
mannaverdug lívsrættindi
í samfeløgunum kring
okkum.
Frægast hevur vignast í
teimum londum, sum av
álvara fullu fyri teirri tá
av mongum illasæddu
humanismuni, sum meir
enn aðrar heimsspekir
undan vidgjørdu manna-
virði sum so, sum ávísti
sjálvsagda rætt einstak-
lingsins til frælst at
hugsa, trúgva og tala.
Aðalvápnið var upplýsing
og aftur upplýsing um
lyndi menniskjans og tess
meguleikar fyri andaligari
og handaligari menning,
um lívskorini vóru
mannaverdug.
Striltið hevur gingist
hjá teimum stóru at vinna
fatan fyri tervinum á
upplýsing fyri fjeldina.
Heima hjá okkum liva
kanska enn fólk, ið minn-
ast illviljan frá teimum
ráðandi í heimbygdum
teirra móti nekrum so
sjálvsagdum.
Tað gav at bíta, tá
bendur í bygd í Norð-
urstreymi fingu prest til
at nokta myndugleikun-
um at byrja skúla í
bygdini. Mótmæli varð
eisini undirskrivad av
tegnum hjá presti og
bóndum, men ólukkutíð
— med páholden pen, so
myndugleikarnir gjørdu
av at fara undir skúlan
beinanvegin.
Niðurlagið um, at tað er
vandamikið at upplýsa
fiskara- og verkamanna-
børn, er nú hjá okkum
mestsum dottið niðurfyri.
Men kortini ikki meira enn
mestsum. Afturhalds-
reddir eru tó enn í
Føroyum um, at priv-
atisera útbúgvina, um at
tey, ið ikki eru fødd inn i
åvsa stætt, ikki skulu
hava hevi at nýta viðfedd
evni og skil í tí verki, har
tey á besta hátt kundi
dugna samfelagnum.
Upplýsingar- og útbún-
aðarrætturin, sum sein-
astu og frægastu árini í
segu okkara hevur verið
rættiliga sjålvsagdur, er
nú aftur fyri svartasta
afturhaldságanginum. Er
nakað verkamannamál
burturav, so er tað hetta.
Men var hinvegin rætt-
ur verkafólksins so sjálv-
sagdur í allramannaeyg-
um sum demokratiskt
sinnaður fylkingarnar her
á landi halda hann vera,
so vóru heggini ikki so
tung og títt. So vóru
verkafólk ikki tey einastu
í hesum landi, ið dag fyri
dag yvir teldur skuldu
prógva teirra framleiðslu-
fori. Heldur ikki hevdu
verkafólk verið tey einast-
u, ið ikki vóru tryggjað
fulla samsýning í sam-
band við fráfall vegna
sjúku. Heldur ikki hevði
verið góðtikið, at verka-
fólk yvir forskotsskattin
bæði av vanligari- og
fritidarlønini lutvist
skuldu figgja eftirsteður
hjá sokallaða vinnulívs-
fólkinum /B-skatt-gjald-
arunum.
Stovnsetan av fyritek-
um við íognarrætti verka-
fólksins hevði ikki verið so
illasæddur av teimum
stýrandi sum seinastu ár-
ini. Heldur ikki høvdu
hóttanir um arbeiðsmiss
vegna politiskar áskoðanir
komið uppá tal.
Altsamalt ítekiligar á-
bendingar um, at manna-
rættindi okkara á jøvnum
foti við aðrar stættir ikki
enn eru so sjálvsegd, sum
tað semir seg í sokallaðum
demokratiskum upplýst-
um samfeløgum.
Uppaftur sterri áminn-
ing til arbeiðandi feroyska
fólkið er hetta um, at
langt er á mál og at stríðið
fyri eins lívstreytum fyri
alt okkara fólk ikki enn er
hålvstriiit, men at hetta á
ongum sinni má vikna.
Men vónina hava vit og
amboðið, okkara virkis-
føri, hava vit eisini. So nú
ræður um meira enn
nakrantið at fylkjast um
hugsjónarligu rættferås-
stevnuna og sameint reka
í dýpið mannatýnandi
svartaspilluna, ið serstak-
liga seinasta valskeið hev-
ur nívt einasta sanna til-
fang okkara — arbeiðandi
fólkið.
Kristjan Dahl
——————————