týsdagur 1. mai 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Síða 2 tíðindablaðið |s0sialurin Nr. 51 — 1. mai 1984
Aðalfundurin hjá FÅ
eydnaðist stak væl
Asla vald
, .. .
1 stjórnina
,
í FA
Føroya Arbeidarafel-
ag hevur fingið ein
nýggjan stjórnarlim.
Aðalfundurin valdi
leygardagin Áslu Jes-
persen inn í stjórnina
í meginfelagið hjá før-
oysku arbeiðarunum
kring landið.
Ásla er formaðurin
í Fiskepigernes Fag-
forening á Tveroyri.
Hon tekur við eftir
Onnu Berg, av Skála.
Anna hevur sitið í
stjórnini hjá FA í
heili sekstan ár, og
nakað undan aðal-
fundinum boðaði hon
skrivliga frá, at hon
fór ikki at taka við
aftur vali í ár.
Annars vóru fýra
stjórnarlimir á vali.
Umframt Annu Berg
var næstformaðurin,
Arne av Rógvu, Vest-
manna, kassameist-
arin og skrivarin,
Johannes Olsen,
Sandavågi og Jogvan
D. Poulsen, Sandi, å
vali.
Teir vórðu allir
afturvaldir. Atta
uppskot vóru til
stjórnarlimir.
Til tiltakslimir
valdi aðalfundurin
Karlu Einarsson sum
fyrsta, Torleif Augus-
tinussen, formaður í
Framtíðini, sum
annan og Símun
Abrahamsen, formað-
ur í Fuglafjarðar Ar-
beiðsmannafelag sum
triðja tiltakslimin.
Símun Pauli
Poulsen, Fuglafirði,
var tiltakslimur.
Hann bar seg undan.
Fyri hann varð Karla
vald. Hinir báðir sótu
frammanundan.
Grannskoðari hjá
Feroya Arbeiðarafel-
ag er P.f. Grannskoð-
arafelagið. Framman-
undan vóru Carl
Vilhelm Weihe
sjålvur og Steingrim
Nielsen, bankastjøri,
grannskoðarar. Men
Steingrim Nielsen
hevði undan aðal-
fundinum boðað frá,
at hann sambært
bankalógini ikki
kundi halda fram.
jo-mo
Ásla Jespersen er ný-
vald í stjórnini i FA
Ársaðalfund-
urin fordom-
di framferð-
ina hjá Fjall-
brúður í Vági
undir merkja-
málinum og
tók fult
undir við
stjórnini
Aðalfundurin 1984 hjá
Feroya Arbeiðarafelag
eydnaðist stak væl.
Uppmetingin var góð og
ein góður felagsskapsandi
var á fundinum.
Hetta er stødan hjá
FA-formanninum, Inge-
borg Vinther. Men hetta
heldur hon ikki einsamøll.
Tå fundurin endadi møtti
Sosialurin fyra av fundar-
luttakarunum uttan fyri
FA-husini.
Bædi Karla og Eiler
Einarson, Dånjal av Rana
og Siimun Abrahamsen
vóru á einum máli um, at
fundurin hevði verið væl
eydnaður.
Bæði tey og formaðurin
leggja dent á, at nógv ung
fólk vóru við.Og sjálvandi
vísa kvinnurnar á, at
kvinnurnar gerast fleiri og
fleiri í tali.
Eiler vísir á, at tá hann
fyrstu ferð var á fundi,
vóru so at siga bert
mannfólk á fundinum. Og
onkur av teimum hevði
sagt, at har og har plagdi
hasin at sita og har hasin.
Símun, ið var fundarstjóri
báðar dagarnar, og Dánjal
av Rana, siga ja, ja, tað er
so.
Næstan øll um-
boðað
Ingeborg upplýsir, at
næstan ell felegini vóru
umboðað á fundinum.
Okkurt felagið var ikki
friggjadagin, tá fundurin
varð settur klokkan eitt,
men tey vóru í fleiri forum
til staðar leygardagin.
Tey feløgini, ið einki
umboð hevdu á fundinum,
eru felog sum meira og
minni slettis eru virkin, tí
ofta er einki arbeiði á stað-
num. Hetta er galdandi í
fleiri av smábygdunum.
Sjálv fegnast hon um,
at so nógv ung fólk eru
komin upp í fakliga ar-
beiðið og vóru við á fund-
inum, og at felagsskaps-
andin á fundinum var so
Orð og mynd
Jóhann Mortensen
— Nógv fólk var á aðalfundinum hjá FA. Fundurin var stak góður, eru tey fýra, Dánjal av RAna, Símun
Abrahamsen, Einar Einarsson og Karla Einarsson, samd um.
tá aðalfundurin var liðugur leygardagin seinrapartin. Ein a
fjølmidlarnir sleppa ikki til aðalfundin
góður. Ikki minst fegnast
hon um, at kvinnurnar
gerast meira og meira
virknar og meta alt í størri
og sterri tali á fundunum
hjá FA.
Stívliga 70 fólk vóru á
aðalfundinum. Hetta er
helst tann fjølmentasti
fundurin í FA. Nevndir-
nar í ellum teimum lokalu
arbeidarafeløgunum hava
rætt at meta upp á aðal-
fundinum hjá meginfel-
agnum. Feløgini hava eina
atkveðu fyri hverjar 50
limir. Men øll feløgini,
sjálvt um tey eru minni.
hava altíð eina atkvødu.
Merkjamálið
drúgva umrødu
Málið, ið fekk drúgvastu
umreðuna á aðalfundin-
um, var merkjamálið og
steðan hjá Arbeiðskvinn-
ufelagnum Fjallbrúður í
Vági.
Hvorki tann drúgva
ársfrágreiðingin, sum for-
maðurin legði fram, ella
ársroknskapurin, ið Jo-
hannes Olsen, kassa-
meistari legði fram, fingu
nærtil so nógva umreðu.
Fundurin tók allur sum
hann var undir við teim-
um tiltøkum, stjórnin i
FA gjerdi í samband við
merkjamálið.
FA-formaðurin upplýs-
ir, at ikki ein tann einasti
av teimum mongu, sum
hevdu orðið undir um-
reðuni, tóku undir við at-
burðinum og framferðini
hjá Arbeiðskvinnufelag-
num Fjallbrúður í Vági.
Umreðan av hesum
málinum endaði við at
samtykkja eina fundar-
samtykt. Í henni verður
sagt:
>Aðalfundur Feroya
arbeiðarafelags fordømir
atgerðirnar hjá Arbeiðs-
kvinnufelagnum Fjall-
brúður, og tekur fult undir
við tiltøgunum hjá stjórn-
ini í Feroya Arbeiðara-
felag viðvíkjandi merkja-
málinum, og samtykkir,
at Arbeiðskvinnufelagið
Fjallbúður verður verandi
í karantenu til nýggj stoða
fyriliggur.«
Ynskja veruliga
bonusskipan
Annars upplysir Ingeborg
Vinther, at bonusskipan-
in, sum flestu flakavirkir i
dag arbeiða við, varð
eisini nógv umredd.
Tá arbeiðið varð tikið
uppaftur, eftir at ráfiska-
keypararnir noktaðu lim-
um sínum at keypa undir
merkjamálinum, fóru tey
flestu virkini yvir til
bonusskipanir.
Sosialurin hitti tey uttan fyri FA-husini,
ðalfundur í FA hevur áður samtykt, at
Hesar eru rættiliga
ymiskar, og tað er ójavnt,
hvat kemur burturúr.
Fólk vilja hava skil á hesi
viðurskift. Skal talan
verða um veruligar bonus-
skipanir, so mugu sam-
ráðingar fáast í lag millum
virkisleiðslurnar og fa
saman við feleogunum.
Sáttmálin millum FA
og arbiðsgevararnar
gongur ikki út í ár. Ifjør
gjørdu partarnir ein tvey-
ára-sáttmála. = Fundurin
tosaði einki um komandi
samráðingarnar, tær
koma fyri á tí árliga kjak-
fundinum til heystar.
Arbeiðsmannafelag tikið
felagshøli i brúk
Fuglafjardar Arbeiðs-
mannafelag hevur júst nú
tikið nýggj felagsheli í
brúk. Helini eru í handils-
húsunum City, ið ar-
beiðsmannafelagið keypti
í 1976.
Felagshelini fevna um
skrivstovu og stórt fund-
arheli. Símun Abraham-
sen, formaður í arbeiðs-
mannafelagnum, upplýs-
ir, at helini eru 100
fermetrar til støddar og at
tey væntandi fara at rúma
150 — 200 fólkum.
Tervur er á slíkum
fundarheli í Fuglafjirði.
Símun sigur eisini, at ætl-
anin er at leiga hølini út til
felagslig endamál o.a.tl.
Saman við helinum er
eisini kokur.
Á somu hædd hevur ar-
beiðsmannafelagið eisini
skrivstovu. Eisini hevur
Fuglafjarðar Arbeiðs-
kvinnufelag og Fugla-
fjarðar Handverkarafelag
skrivstovur í húsunum.
Annars leigar felagið rest-
ina av húsunum út til
privatar.
Tað hevur kostað ar-
beiðsmannafelagnum um
500.000 kr. at seta húsini í
stand. Snikkaravirkið á
Kamsdali hevur staðið
fyri timburarbeiðnum,
Jákup P. Joensen hevur
gjert máliarbeiðið, meðan
Poul Jakke Hansen hevur
gjørt tað elektriska.
Arbeiðsmannafelagið
hevði ætlanir um at lata
innbúgvið gera í Fugla-
firði, men tað varð kortini
av ongum. Tað er keypt úr
Danmark, men er ikki
komið enn.
Alment tók arbeids-
mannafelagið helini í brúk
Framhald á síðu 4