Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Føroyar uttan mið og mál UTTAN MID og mál siglir før- oyska skútan fyri fullum seglum. Ongin veit hvar vit skulu og teir sum hava róðurtern lata bara standa til. Ja, teir viðganga at vit sigla uttan mið og mál. FYRI EINUM ári síðani søgdu umboðini fyri sjálvstýrisflokkin á tingi, at fíggjarlógin var dottin á gólvið, og at allur fíggjarpolitikk- urin lá í knúsi. Í hesum sambandi er vert at undirstrika, at tað er sjálvstýrisflokkurin, sum umsitur fíggjarmál í landsstýrinum. FYRI TRIMUM vikum síðani varð ein ætlan um stóra ídnaðarútbygg- ing á Sundi framløgd. Í sambandi við framløguna, sum annars kom frá privatari síðu, hevði løgmaður orðið. Løgmaður, sum umsitur íd- naðarmál í landsstýrinum segði ella viðgekk, at vit heldur ongan íanaðarpolitikk hava. FYRI NØKRUM døgum síðani kom seinasta frágreiðingin frá ráð- gevandi nevndini viðvíkjandi Før- oyum. Nevndin sigur at hallini á handilsjavnanum og gjaldsjavn- anum eru alt ov stór og støðugt vaksandi. Eisini sigur nevndin at uttanlandsskuldin er komin uppá 2,2 milliardir krónir og at hendan eisini er vaksandi. Ráðgevandi nevndin kemur til ta niðurstøðu at føroyski búskapurin er ósunnur. ALLIR TEIR, sum vilja fremja iløgur í fiskiskip siga, at vit ongan fiskivinnupolitikk hava. Hesir fáu undirtøku fyri sínum sjónarmiðum frá okkara laksamonnum, okkara rækjumonnum — ja, frá so at siga øllum okkara fiskimonnum og øllum teimum, sum hava eitt ella annað tilknýti til fiskiskap ella fiskivinnu. Stuðulslóggávan til fiskivinnuna fær hvorki undirtøku frá Føroya Fiskimannafelag, Meg- infelag Útróðrarmanna ella Land- leiðini. tíðindablaðið Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 oddagrein HER ERU TAÐ íkki Per ella Pól ella andstødan á tingi sum gevur førda politikkinum skåsmål. Tað er flokkurin sum umsitur fíggjarmál í landsstýrinum. Tað maðurin sum umsitur ídnaðarmál í landsstyr- inum. Tað er ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Føroyum sum er sett av forsætismálaráðnum. Og tað eru einstaklingar og felagsskapir sum hava við okkara høvudsvinnu at gera. TÁ SEINASTA landsstyri sat søgdu andstøduflokkarnir at vend átti at koma í. Tann størsti and- støduflokkurin tá, segði seg hava eitt alternativ til tann førda politikkin, men vildi ikki siga meira um hetta alternativ. Tad skuldu vit fåa at siggja tå flokkurin kom til stjórnarvaldið. Í dag undrar tað ongan at alternativið var eitt dulsmál. FØROYINGAR mugu ásanna at vend er komin í. Men vendin var ikki til nakran bata. Hvorki fyri tann einstaka ella fyri samfelagið sum heild. Alternativið var at lata skútuna reka fyri váð og vind og at tørna inn. Soleiðis hava Føroyar nú i skjótt fýra ár siglt uttan mið og mál. Føroyski veljarin má nú purra teir út sum hava havt róður- tørn og koyra teir í land við koyggjusekkinum. SÍÐANI mugu aðrir taka um styris- vølin. Flokkar sum eru førir fyri at lappa hin knústa fíggjarpolitikkin saman aftur. Sum eru førir fyri at reka ein miðvísan ídnaðarpolitikk og ein miðvísan fiskivinnupolitikk og sum kunnu endurreisa ein sunnan búskap í landinum. Hetta verður ikki nøkur løtt uppgáva. Men javnaðarflokkurin er til reiðar at gera tað. Nr. 51 — 1. maí 1984 Hugsið tykkum um, tað Mær var dettandi á eina grein, ið stóð í Dag- blaðnum fyri páskir — ivaleyst hevur hon verið í eðrum bleðum eisini. Hon var ikki so ó- hugnalig at lesa, sum lestrarnir hjá Óla, sum nú eru nakað turrisligir — sama fordømandi svassið øll hesi árini, hann hevur verið uppi í politikki. Eðun var tað, ið skriv- aði um ferjuleguna i Kirkjube. Sum eg skilji á honum, so er tað javnað- ar- og tjóðveldismenn, sum eru so hart ímóti hesi ætlan. Men har haldi eg, at Eyðun enn einaferð fer skeivur. Bæði javnaðar- og tjóð- veldisfólk eins og fer- oyingar flestir vita, at frægasta plássið til ferju- legu er við Kirkjubø. Hetta man Eyðun, sum heldur seg hava skil fyri málinum, eisini vita. Hinvegin meina vit, at tað ikki her skal farast fram eftir fummum, sum fólkaflokkurin, við ellum hann nertur við, hevur sýnt so gott hegni til. Her má hugsast væl og virðiliga, áðrenn spaðin verður settur í. Teir klóku siga, at forn- gripirnir ikki mugu for- farast, og rætt hava teir í tí. Fólkaflokkurin við ferðslumálaráðharranum á odda sigur, at teir altíð kunnu pjessast uppá aftur um t.d. múrurin skuldi farist. Vit javnaðarmenn vita harafturímóti, at ferjulega kann gerast á staðnum so skinsamiliga, at hverki fornminni ella landaøki sms | man vera tað besta verður skemmað — og hetta haldi eg okkara menn vilja eins og alt Fer- oya fólk. Annars haldi eg ikki, at risa-vakstrarhúsið = mið- skeiðis í fornu bygdini er minni skemd enn snegg- liga laðaðir verjugarðar í sjóarmálanum. Hví hetta skrímsl ikki er farið niðan í líðina er ófatuligt. Niðursteðan hjá okkum sandoyingum er, at vit allir sum ein eru fegnir um at fáa eina ferjulegu í Kirkjube — men við ansni fyri umhvervinum. Men val stendur fyri durum. Í so máta eru greinirnar hjá Eyðun um fuglar, frið og ferjulegur — og hvat tað næsta so má verða — væl skiljandi. Qw Osømiligt tvætl Í blaðnum tann 18. apríl er ein sokallað »yrking« undir yvirskrivtini »Lær- arastørv i fólkaskúl- anum«. Tad sum sermerkir hesa annars marghåttligu »yrk- ing« er tann heilt opinlysa manglandi virdingin fyri ávísum trúarsamkomum og at gjøldur verður gjørdur burtur úr eini ávísari familju vegna hennara steðutakan til ávísar samfelagsspurn- ingar. Tað skal her verða átal- að at Sosialurin hýsir slík- um undir dulnevni, sum stríðir beint móti tí, sum Sosialurin annars sigur seg at virka fyri, nevniliga virðing fyri trúarviður- skiftum hjá fólki, og annars virðingina fyri rættinum hjá ellum at hava síni egnu sjónarmið um øll samfelagsviður- skifti, og t.v.s. eisini sjón- armið, sum vit sjálvi ikki taka undir við. Víst skulu vit verja skrivifrælsið eisini. Men hetta má vera undir per- sónligari ábyrgd, so tann sum vil fera fram sjónar- mið, sum hesi nevndu, má gera tað undir egnum navni. Tilfar við dulnevni heftir blaðið fyri, og tað má vera eitt krav frá okkum, sum hava tilknýti til Sosialin, at blaðstjórn- in syrgir fyri, at blaðið heldur seg frá tí runudýki, sum vit annars við rettum ákæra aðrar at válka sær í. Óli Jacobsen Hvat er Rikisfelagsskap- urin Sverre Midjord? Hesin spurningur verður settur mær í Sosialinum nú um dagarnar. Eg svari vanliga ikki dulnevndar- brevum, men hetta fari eg tó at gera nakrar við- merkingar til. Eg havi jú mangan bæði í skriving og í talu týðiliga og greitt sagt mína steðu til henda felagsskap, og eg vil eisini her týðiliga undirstrika, at tað er ein felagsskapur. Hvat er Ríkisfelags- skapurin, ljóðar spurning- urin. Hann er fyrst ein felagsskapur ímillum tvey lond, ein felagsskapur ímillum tvey fólk, sum sjálvi ymisk uppá so mangar mátar, tó við hesum felagsskapi hava greitt stórar samfelags- uppgávur. Ríkisfelagsskapurin er fyri mær tann felags- skapur, ið hevur veitt meguleika fyri stóra fram- burðinum í samfelag okk- ara. Hann hevur stuðla skilagóðum foroyskum politiskum tiltøkum og fólkinum sjålvum í djørvu stremban tess ímóti veru- ligum sjálvbjargni. Ríkisfelagsskapurin er eisini, og tað hevur fyri meg stóran týdning, tann tryggleiki, sum gomlum og sjúkum, einkjum er vunnin — frá í 1958 at fáa í ellisrentu 119 krónur annan hvenn mánaða til hjún, til at fáa semulig kor, at tryggjað verður teimum sum hava lagt grundarlagið undir sam- felagið FOROYAR eisini eru vunnin góð kor, nú megin gongur frá, uttan mun til inntøku. Hetta er ikki nakað vit fáa, hetta er ein rættur, sum vit eiga. Ríkisfelagsskapurin er skúlaskapur okkara, er sjúkrahúsverkið við tí rætti, sum allir foroyingar eiga at fáa viðgerð á donskum sjúkrahúsum á líka feti við aðrar ríkis- borgarar, og tilskotið til Sjúkrahúsverk Føroya, útbyggingar bæði í Tórs- havn, í Klaksvík og í Suðuroy. Ríkisfelagsskapurin er tilskot til teir føroysku sjúkrakassarnar. J; felagsskapurin er tann rættur, við sum ríkisborgarar hava og ikki at gloyma yvirskotið í nationalbankanum, sum uttan orð ella boð kemur føroyska samfelagnum beinleiðis tilgóðar. Og til seinast, hesin felagsskapur tryggjar »kkum, at tað føroyska samfelagið ikki verður stýrt á húsagang við talan og virkan fyri sjálvstýri. Vit hava tað, sum mong onnur lond tráa eftir, ikki beinleiðis tjóðarfrælsi, men lívsfrælsi. Hetta er ríkis- felagsskapurin fyri meg. Sverre Midjord