Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 181 - 21. september 2002 Nr. 181 - 21. september 2002 7 Lastvognsførara í Vágum eru so mis- nøgdir um, at last- bilar úr Kollafirði hava fingið undir- hondsavtalu við landsverkfrøðingin í samband við asfalter- ingina av vegnum frá undirsjóvartunlinum, at teir fríggjamorgun- in steðgaðu arbeið- inum ÓSEMJA Edvard Joensen á Fútakletti: Vágamenn gjørdu bart fíggjamorgunin og steðgaðu asfaltarbeiðinum við tunnilsvegin á Fúta- kletti. Lastbilar úr Vágum hava seinastu dagarnar koyrt grót til vegin frá undirsjóv- artunlinum, men vórðu hóskvøldið útskeiðaðir, tí nú var liðugt hesaferð, fingu teir at vita. Men samstundis koyrdu bilar úr Kollafirði skerv gjøgnum undirsjóvartunnil- in og løgdu í rúgvu fram við tunnilsvegnum Vága- megin. Og fríggjamorgunin fóru somu bilar at leggja skervin út til at asfaltera oman yvir. Niels Olgar Joensen, sum er talsmaður hjá lastbilfør- arunum í Vágum, sigur við Sosialin, at teir meta tað vera vanbýti av ringasta slag, at bilar koma av oynni at gera arbeiði, sum teir líka væl kund gjørt. Seriga tá teir hóskvøldið vórðu koyrdir til hús við teimum boðum, at tað var ikki meira arbeiði at gera í samband við asfalteringina. Undirhonds avtala – Hevði arbeiðið so av ill- um verið boðið út, og onkur annar var lægri enn vit, so kundu vit góðtikið tað. Men tað er bara latið einum ávísum felag undirhonds at gera frá landsverkfrøðin- ignum, sigur Niels Olgar Joensen. Hann sigur, at tað tykist sum at landsverkfrøðingur- in tekur felagið IR Last- vognar í Kollafirði fram um aðrar, tá talan er um koyr- ing av skervi. Og tað vilja hinir lastvognførararnir ikki góðtaka. Óli Petersen, sum umsitir málið hjá landsverkfrøð- inginum, viðgongur fyri Sosialinum, at talan veru- liga er um eina undirhonds avtalu, sum hann hevur gjørt við IR Lastvognar. – Grundin var tann, at ar- beiðið skuldi gerast her og nú, og vit høvdu ikki tíð at bjóða tað út, sigur Óli Petersen á landsverkfrøð- ingsstovninum. Hann sigur, at landsverk- frøðingurin fyrr hevur boðið koyring av skervi í samband við asfaltverkið í Hundsarabotni út, og IR Lastvognar høvdu nógv lægst tilboð og fingu sostatt arbeiðið at koyra skerv úr Kollafiðri niðan í Hundara- botn. Í hesum førinum varð so avtalað, at IR Lastvognar skuldu koyra skervin, sum er innfluttur úr Noreg, frá skipinum í Kollafirði til arbeiðsplássið. Avtalaði prísurin fyri tað er kr. 21,- fyri tonsið, sigur Óli Peter- sen. Plássið ella vegin Men Óli Petersen dugdi ikki at siga, um tilboðið umfataði koyring til sjálvt arbeiðsplássið, sum hann segði, at tað stóð í avtaluni, ella um tað eisini umfataði útlegging á vegin, sam- stundis sum afalterað verður. Víst varð á, at skervurin í fystta umfarið verður koyrdur vestur í Vágar, gjøgnum undirsjóvartunnil- in, og lagdur í rúgvu við vegin. Síðan koma lastbil- arnir hjá IR Lastvognum aftur og leggja í sleðuna, sum landsverkfrøðingurin brúkar at leggja hann út á vegin við. Men um hetta arbeiðið eisini var uppi í teimum 21,- krónunum fyri tonsið, visti hann ikki at siga. Heldur ikki dugdi hann at siga, hvør rindaði fyri gravimaskinuna hjá lands- verkfrøðinginum, sum brúkt varð at fylla í aftur bilarnar við, tá teir skuldu leggja út. Hinvegin visti arbeiðs- formaðurin hjá landsverk- frøðinginum í Vágum, at hon varð brúkt av asfaltar- beiðarunum hjá landsverk- førðinginum. Men Begga Rasmussen, sum rekur fyritøkuna IR Lastvognar í Kollafirði, segði við Sosialin fríggja- morgunin, at útleggingin av skervinum var íroknað tær 21,- krónurnar fyri tonsið, sum avtalað var við lands- verkfrøðingin. – Landsverkførðingurin er so mikið góður kundi hjá okkum, at vit hildu tað vera í lagi, at vit eisini lata bilarnar leggja skervin út á vegin fyri sama prís, sum avtalaður er fyri flutningin vestur, sigur hon. Løgin atburður Begga Rasmussen heldur tað vera sera løgnan atburð av vágamonnum at forða fyri, at teirra bilar sleppa til arbeiðis. – Soleiðis gera vit ikki, tá teir koma á Streymoynna at arbeiða, sigur hon, og held- ur, at tað at binda oyggjar saman soleiðis, sum undir- sjóvartunnilin ger, júst skuldi verið fyri at gera tað lættari at flyta arbeiðsmegi ímillum. Tí vísir Niels Olar Joen- sen aftur við teirri við- merking, at vágabilar fáa einki arbeiði á Streym- oynni. Teir hava verið onkr- an hendinga túr Leynameg- in í samband við arbeiðið í undirsjóvartunlinum, og so er tað onkur túrur í Hunds- arabotn eftir tilfari at brúka í Vágum. – Men vit noyðast at sigla við Ternuni aftur og fram og gjalda fyri tað, meðan hesin flutningurin fer gjøgnum tunnilin uttan gjald. Tað er eisini ójøvn kapping, vísir hann á. Óli Petersen á landsverk- frøðingsskrivstovuni sigur, at har varð ikki hildið nak- að skeivt vera í at koyra gjøgnum tunnilin, tí talan var um tilfar til tunnils- vegin. Hóast Sosialurin kennir innihaldið í avtaluni mill- um landsverkfrøðingin og IR Lastvognar, varð um- sókn um alment innlit sýtt okkum frá landsverkfrøð- inginum við teirri grund- geving, at talan var um eitt innanhýsis skjal. Landsverkfrøðingurin ger undirhonds- avtalu um koyring Lastbilførarar í Vágum steðgaðu asfaltarbeiðinum á tunnilsvegnum fíggjamorgunin, tá teir avbyrgdu maskinurnar hjá landsverkfrøðinginum við lastvognum sínum Lastvognarnir úr Kollafirði leggja skervin í rúgvu við vegin fyri seinni at koyra hann út aftur til asfaltering C M Y K 7 6