Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 181 - 21. september 2002 Nr. 181 - 21. september 2002 9 Játtanin hjá Landssjúkrahúsinum heldur ikki til og tí skulu sparingar setast í verk og tað fer at fáa avleiðingar fyri sjúklingarnar LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen Landssjúkrahúsið er aftur komið í fíggjarligar trupul- leikar. Tað hevur mangan verið so, at tá ið árið fer at líða, kemur Landssjúkrahúsið í trupulleikar tí at játtanin ikki heldur og árið í ár er onki undantak í so máta. Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sig- ur, at tað er verður trupult at fáa játtanina at halda. Hann sigur at tað sær rættiliga tepurt út og at tað serliga eru lønarútreiðsl- urnar, sum ikki halda. – Men Landssjúkrahúsið er eitt rættiliga stórt ar- beiðspláss, sum hevur næstan 200 milliónir í løn- arútreiðslum um árið. – Tað merkir, at eru vit bara eitt prosent tann skeiva vegin, kostar tað tvær milli- ónir, so tað skal ikki nógv til, áðrenn játtanin verður yvirtrekt. Poul Geert Hansen sigur, at soleiðis sum tølini síggja út í løtuni, verður undir- skotið hjá Landssjúkrahús- inum einar sjey milliónir í ár. Seta sparingar í verk Sjúkrahússtjóin leggur tó afturat, at fyri at avmarka undirskotið mest møguligt, er ætlanin er at seta tiltøk í verk teir mánaðirnar, sum eru eftir í árinum. Hann sigur, at farið verð- ur á hvørja einstøku deild fyri at vita, hvat kann gerast fyri at spara. – Vit noyðast at finna fram til sparingar allastaðni har tað ber til, men tað skulu ógvuslig stig til at rætta fíggjarstøðuna upp aftur. – Men hann vísir sam- stundis á, at einasti møgu- leiki at spara, er at avmarka virksemið á Landssjúkra- húsinum. – Men hann leggur kort- ini dent á, at í løtuni er ikki talan um at siga fólki upp. – Hinvegin fara vit at kanna eftir, hvar vit kunnu spara við tí tímalønta fólk- inum, samstundis sum ósett størv ikki fara at verða sett. Hann viðgongur samstund- is, at verður virksemið skert, slepst ikki undan, at tað fer at fáa avleiðingar fyri sjúklingarnar. – Vit fara at royna tað, vit kunnu, fyri at sparingarnar skulu raka sjúklingarnar sum minst. Men tað slepst ikki undan, at verður virk- semið skert, merkir tað at færri sjúklingar fara at vera viðgjørdir og tað fer eisini at merkja longri bíðilistar. Men hann vísir á, at tað verður bara í eisini skiftis- tíð, at virksemið fer at vera avmarkað, tí arbeitt verður miðvíst fyri at eggja virk- semið um, so at fleiri sjúklingar kunnu viðgerast ambulant, uttan at vera inn- lagdir. – Men ein slík umlegging tekur tíð og hon kosta eisini nakað av pengum, sigur Poul Geert Hansen. Sjúkrahússtjórin sigur, at Landsstýrið er kunnað um støðuna og hann ivast ikki í, at tað verður neyðugt at biðja um eina eykajáttan í ár. Men, hvussu stór hon verður, veit hann ikki fyrr- enn tað er greitt, hvussu nógv tað ber til at spara, tað, sum eftir er av árinum, men hann væntar ikki, at tað slepst undan eini um- sókn um eykajáttan. Betri fíggjarstýring Poul Geert Hansen vísir eisini á, at í fleiri ár hevur gongdin verið tann, at løn- arjáttanin ikki heldur. – Fyri fýra árum síðani var yvirskotið á lønarjáttan- ini seks milliónir, sum varð brúkt til annan rakstur. Fyri trimum árum síðani var yvirskotið tvær til tríggjar milliónir. Men fyri tveim- um árum síðani stóð akk- urát upp og niður og í fjør var undirskot uppá eina góða millión. – Hetta er tann sama gongdin, sum sæst aftur í ár, sigur Poul Geert Han- sen. Men hann sigur, at ætlan- in er nú at leggja fíggjar- stýringina um, so at tað fæst eitt greitt samband ímillum játtanirnar og virk- semið, sum skal vera á Landssjúkrahúsinum. Hendan fíggjarstýringin skal miðja eftir, at tá ið Landssjúkrahúsið fær eina játtan, skal tað framman- undan gerast greitt, hvussu stórt starvsfólkatalið skal vera og, hvussu nógv fólk kunnu koma í viðgerð fyri at sleppa undan sparitiltøk- um, tá ið tað líður út á árið. – Á einum sjúkrahúsið er virksemið í stóran mun tengt at hjvørjum ørðrum, so at jú fleiri fólk, ið verða løgd undir skurð, tess fleiri seingjapláss skulu vera og tess fleiri starvsfólk krevj- ast og í løtuni hava vit ikki nógv góðar fíggjarligar- skipanir til at gjøgnum- skoða alt hetta samanhang- andi virksemi, sigur Poul Geert Hansen. Ein hin best umtókti bólkurin í landinum, MC hár, fer í kvøld at hava sína seinastu framførslu í Suðuroy í ár TÓNLEIKUR Áki Bertholdsen Í kvøld fáa suðuroyingar seinasta høvi í ár at hoyra ein av landsins best um- tóktu bólkum. Tað hendir, tá ið MC-Hár fer at spæla í Roynhøllini í Hvalba kvøld. Í gjárkvøldið skuldi teir spæla í Klaksvík og í kvøld eru so túrurin komin til hin endan í landinum, Suður- oynna og hetta verður sein- astu ferð, teir spæla í Suð- uroy í ár. Tríggiar av limunum í bólkinum eru í Danmark, so teir spæla ikki so øgiliga nógv, men Niels Uni Dam sigur, at teir hava loksins nú fingið ein rættiliga góðan samanhang í bólkin. – Í fleiri ár hava vit havt skiftandi manning, men seinastu tíðina hava vit havt fasta manning og tað ger samanhangin í bólkinum betri. Niels Uni Dam, ein av oddamonnunum í MC-Hár, sigur, at teir hava vant rætti- liga nógv í summar og hes- ar seinastu dagarnar hava teir pussa teir seinastu kant- arnar á framførsluni, sum teir í løtuni ferðast kring landið við. At teir nú eisini hava fingið fasta manning, hevur eisini eggjað teimum til at taka tónasmíðið upp aftur av álvara og Niels Uni Dam sigur, at arbeiða í løtuni við at gera nýggj løg. Í Hvalba fara teir at spæla nógv av løgun um, teir hava gjørt sjálvir, eisini onkur av teimum nýggju løgunum. Men teir spæla eisini løg, sum onnur hava skrivað. Niels Uni Dam avdúkar eisini, at MC Hár hevur eis- ini broytt stíl eitt sindur. – Fyrr vóru vit rættiliga provokerandi. Men nú er boðskapurin meiri positiv- ur, har vit royna at eggja til kærleika og tolsemi ímill- um fólk. – Men musikkurin er enn tann sami, tað er rættiliga lívligur rokktónleikur, men vit spæla eisini løg, sum fella væl í oyruni. MC Hár eru væl mannað- ir. Teir verða ikki færri enn átta mans á pallinum í Hvalba í Kvøld, og júst stórfingnar framførslur hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri MC Hár og teir lova, at tað verður lív í, tá ið teir fara á pallin í Hvalba í kvøld. Nú skal aftur sparast á Landssjúkrahúsinum – Tað slepst ikki undan askerja virksemið á Landssjúkrahúsin- um tað, sumeftir er av árinum og tað merkir, at færri sjúklingar kunnu koma í viðgerð og at bíðilistarnir veksa, sigur Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri MC hár til Hvalbiar við positivum boðskapi – Tað verður lív í, tá ið vit fara á pallin í Hvalba í kvøld, sigur Niels Uni Dam, ein av monnunum í vælumtókta bólkinum MC Hàr Maður og kona í bønum HEYST Vilmund Jacobsen Hesa frálíku heystmyndina tóku vit nakrar vikur her- fyri, tá ið vit koyrdu oman til Lambar ein túr at venda. Í bønum, vestanfyri hús- ini hjá Alberthu og Mein- hardi Gaardlykke í Gerðin- um, stóðu hjúnini, Mary og Dávur Emil Samuelsen, og hoyggjaðu. Hann við slái- maskinuni; hon við rívuni. Mary og Dávur Emil búgva í Haldórsvík. Tey hava bæði seyð og kálvar at ambata gjøgnum árið, so nógv hoyggj og kraftfóður skal til. Bæði hava tey stór- an áhuga fyri kríatúrum, og tey gera nógv burtur úr fyri, at kríatúrini skulu hava tað gott og trívast væl. Seyðahús og súrhoyggj- brunnar hjá teimum standa nakað sunnanfyri bygdina í Haldórsvík. Í fleiri ár hava tey sligið og hoyggjað nakrar teigar í bønum hjá teimum gomlu í Lamba, sum bæði eru farin í Harrans hendur. – Hetta er gott ískoyti til stráfóðurið, siga tey bæði. Hoyggið verður koyrt úr Lamba og stoytt niður í súr- hoyggjbrunnin í Haldórsvík. Myndirnar av fólki í bøn- um í heyst fara at fækkast, nú oktober mánaði av álv- ara er farin at nærkast. Hjúnini, Mary og Dávur Emil Samuelsen, í bønum omanfyri húsini í Gerðinum í Lamba. Hoyggið verður koyrt til Haldórsvíkar og stoytt í súrhoyggjbrunnar. Mynd: Vilmund Jacobsen - Tað er kostnaðar- mikið at hava ar- beiðsfólkið gangandi fyri einki, tá ið streymslit er, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari á Fiska- virking í Saltangará FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað órógvaði arbeiði á Fiskavirking í Saltangará, at streymurin fór kl. 14.45 seinnapartin mikudagin. Umleið kl. 16 kom streymurin aftur, men tað var stokkut – so var hann burtur aftur. Jason Johannesen, virkis- leiðari, sigur, at hann avgjørdi at lata fólkið fara heim, tá ið streymurin fyrst kom og síðan fór avstað aftur. – Tað kostar okkum 13.000 krónur um tíman at hava fólkið gangandi fyri einki. So, her var einki ann- að at gera enn at lata fólkið fara heim, sigur hann. Aðrastaðni í landinum høvdu tey eisini trupulleik- ar av streymslitinum seinnapartin mikudagin. Nógvur fiskur Í vikuni hevur Fiskavirking í Saltangará keypt nógvan fisk. Hósdagin landaðu Vest- urtúgvan og Safir í Saltangará. Teir høvdu sløk 100.000 og 120.000 pund í part. Fyrr í vikuni landaðu eis- ini Jaspis og Ametyst. Báð- ir vóru fullir undir lúkur- nar. Ametyst landaði á Snodd á Toftum, og Jaspis landaði í Saltangará. Teir høvdu umleið 240.000 pund tilsamans. Hósdagin keypti virkið í Saltangará eisini 120.000 pund frá P/F Beta. Ein partur av fiskinum hjá trolarunum er farin til onnur virkir hjá Fiskavirk- ing. – Vit hava ríkiligt av fiski til alla hesa vikuna og helst fram til týsdagin eisini, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari. - Tað kostar virkinum 13.000 kr. um tíman at hava fólkið gangandi fyri einki, tá ið streymslit er, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari. Mynd: Vilmund Jacobsen Streymslit fyri 13.000 kr. um tíman C M Y K 9 8 Restorffs Cup Í døgunum 27.-28. september 2002 skipar Havnar Bóltfelag fyri innandurakapping í fótbólti fyri firma og einstaklingar í Høllini á Hálsi Leika verður við stórum málum og vanligum málmanni. Á hvørjum liði eru 5 leikarar + 1 eyka. Tað er loyvt at nýta ein leikara, sum hevur leika í 1. ella 2. deild 2002, annars frítt. P/F Restorffs Bryggjarí stuðlar kappingini og letur ognarsteyp og heiðursmerki til trý tey bestu liðini. Luttøkugjaldið er 500,00 kr.fyri liðið. Avmarkað luttøka. Tilmelding hjá: Jan Falkenberg 219555 Oddmar Andreasen 210194 Seinasta freist at melda til er mikudagin 25. september Havnar Bóltfelag