leygardagur 21. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 181 - 21. september 2002
Nr. 181 - 21. september 2002
11
Barnaheimið:
Fyrstu familjurnar koma í næstu viku
Barnaheimið, sum
fekk nýggjan leiðara
1. juli í ár, fer í næstu
viku av álvara undir
virksemi sítt. Tá
koma fyrstu familjur-
nar inn á heimið
BARNAHEIM
Ingrid Bjarnastein
Í gjár skipaði Barnaheimið
fyri kunnandi fundi á Hotel
Hafnia í sambandi við, at
heimið veruliga byrjar virk-
semi sítt í næstu viku.
Finnur Helmsdal, leiðari
á Barnaheiminum, greiddi
frá endamálinum og virk-
seminum hjá heiminum.
Barnaheimið hevur nógv
ár á baki. Tað var Nikolina
Højgaard Simonsen, sum
av fyrstan tíð setti heimið á
stovn. Tað var í 1926, at
hon tók tvey børn til sín í
Rituvík, og smá 30 ár
seinni vórðu hús bygd á
trøðni hjá Emil Rein við
Varðagøtu. Nøkur ár seinni
var Nýggjastova bygdd
uppí, sum í dag virkar sum
ungdómsdeildin.
Barnaheimið
er
ein
sjálvsognarstovnur. Í stýri-
num fyri heimi sita níggju
limir, har Fríða Patursson er
formaður, og tað hevur hon
eisini verið seinastu nógvu
árini.
Sjálvt
heimið
hevur
tríggjar deildir. Ungdóms-
deildin, sum er fyri børn frá
10 til 18 ár, og har er pláss
fyri seks børnum. Á fam-
iljudeildini verða tvær fam-
iljur tiknar inn í næstu viku.
– Pláss skal vera fyri fýra
ella fimm familjum, men í
fyrsta umfari taka vit tvær
familjur inn, sigur Finnur
Helmsdal.
– Ikki fyrr enn allar um-
byggingarnar eru lidnar
verða fleiri familjur tiknar
inn.
Síðani er eisini ein deild
til serlig átøk, og ætlanin er
eisini at hava eina akutta
móttøkudeild undir ung-
dómsdeildini.
– Tørvur er altíð á, at
børn kunnu koma inn á
heimið í tvær vikur ella
líknandi inntil greiða er
fingin á ymsum, og tí er
gott at hava eina akutta
móttøkudeild,
greiðir
barnaheimsleiðarin frá.
– Harumframt fara vit
eisini at hava eina smá-
barnadeild undir familju-
deildini. Vit meta, at tað
hóskar seg betri, at hava
hesa deildina undir familju-
deildini, av tí, at tað ber
ikki so væl til at hava smá-
børn saman við børnum,
sum eru 15-18 ár.
Kunningarferð
Á ungdómsdeilidini starv-
ast átta fólk og á familju-
deildini eru tey níggju í tali.
Harafturat eru fýra til fimm
fólk knýtt at deildini til ser-
lig átøk, umframt vaski-
fólk, húsavørðar og skriv-
stovufólk.
– Fyrst í hesum árinum
avgjørdi táverandi lands-
stýrismaðurin í almanna-
og heilsumálum, Sámal
Petur í Grund, at full segl
skulu aftur setast á Barna-
heimið. Í februar varð ein
arbeiðsbólkur settur at gera
eitt tilmæli, og er tað út frá
hesum tilmælið vit arbeiða
í dag.
Síðani var farið undir at
lýsa eftir fólki. Og fyri
stuttum vóru leiðari, deild-
arleiðari og ein sálarfrøð-
ingur á kunningarferð í
Danmark. Finnur Helmsdal
greiðir soleiðis frá um
kunningarferðina:
– Vit vitjaðu fýra stovnar,
og henda ferðin var ógvu-
liga lærurík og gevandi. Tað
er spell, at vit ikki fóru á
hesa ferðina áðrenn tilmæl-
ið varð skrivað, men tað
gerst ikki við nú. Vit fingu
nógv góð ráð frá teimum
ymsu stovnunum. Millum
annað ráddu allir stovnarnir
okkum til at gera eina
virkisætlan til starvsfólk
okkara.
– Við at hava eina virkis-
ætlan veit starvsfólkið, hvat
tað er tey eiga at halda seg
til, og hvat teirra arbeiðsøki
er, og á henda hátt kunnu
avtalur ikki verða brotnar.
Men treyðugt so. Tað ber
væl til at endurskoða virk-
isætlanirnar um nakrar
mánaðar fyri síðani at gera
broytingar.
Onki dult
Familjudeildin er ætlað
pørum við børnum, einlig-
um við børnum og kvinn-
um, ið eru við barn.
Endamálið er at hjálpa
familjunum við at mennast
sum ein familja, og stuðla
teimum.
Harafturat
at
styrkja og stuðla foreldrini í
teirra leikluti.
– Tá ein barnavernd hev-
ur funnið útav, at ein fam-
ilja átti at verið innskrivað á
barnaheimið, hava vit fyrst
ein forfund við leiðara,
deildarleiðara og sosialum
myndugleikum. Her verður
greitt frá orsøkini, hví fam-
iljan átti at komið á heimið,
og ikki minst, hvat avvarð-
andi myndugleikar vænta
av uppihladinum, sigur
Finnur Helmsdal.
– Síðani verður ein sam-
starvsavtala gjørd, sum for-
eldrini skulu undirskrivað.
Hetta verður gjørt á inn-
skrivingarfundinum. Á inn-
skrivingarfundinum, verða
foreldur kunnað um enda-
málið við uppihaldinum, og
tey skulu eisini verða klár
yvir tíðarætlanina. Tað ver-
ið seg, at tey skulu vita,
hvussu leingi uppihaldið
verður.
Innan tríggir mánaðar eru
farnir, verður eftirmeting
gjørd
við
møguligum
broytingum.
Stórur
dentur
verður
lagdur á, at alt verður gjørt
soleiðis, at foreldrini vita,
hvat gongur fyri seg. Onki
skal dyljast fyri teimum.
Hvørt orð, sum verður nið-
urskrivað, fáa foreldrini at
vita um.
– Áðrenn familjan verður
útskrivað av heiminum,
verður frágreiðing skrivað
um, hvat ætlanin er skal
henda í framtíðini. Um
barnið skal verða verandi á
heiminum, ella líknandi.
Hetta er tað mest avgerandi
í allari prosessini, tí tað er
út frá hesi frágreiðingini, at
sosialu
myndugleikarnir
avgera, hvat skal henda
víðari.
– Men onki verður gjørt
uttan familjan veit av tí,
slær Finnur Helmsdal fast.
Tagnarskylda
Trivnaðarmálaráðið hevur
sagt, at barnaforsorgarøkið
skal virka meira professio-
nelt. Finnur Helmsdal met-
ir, at hugburðurin hesum
viðvíkjandi er ógvuliga
týdningarmikil. Eisini mál-
ið, ið sett verður, og tað at
lýsa og dokumentera tey
enstøku málini.
– Tað er alneyðugt at
geva viðskiftafólki okkara
eina virðiliga og rættvísa
viðgerð. Arbeiðsuppgávur-
nar skulu takast í fullum
álvara, og tagnarskyldan
SKAL yvirhaldast.
– Eitt arbeiðsfólk á
barnaheiminum skal lata
vera við at hava nakra
meining alment um, eitt-
hvørt, ið hevur við heimið
at gera. Hetta kann tykjast
strangt, men soleiðis slepp-
ur ein undan óneyðugum
trupulleikum.
Sjálvt uppihaldið kann
verða millum tríggjar og
seks mánaðar. Ella so leingi
tørvur er á tí. Tað vil siga,
at tað kann eisini bara vera
tvær vikur, men eisini
meira enn seks mánaðar
Familjurnar hava bæði
egið og felagsrúm, og børn-
ini ganga í skúla sum van-
ligt. Um børnini eru so
smá, at tey ganga á einum
stovni, verður í hvørjum
einstøkum føri mett, um tey
kunnu halda fram ella ikki.
Somuleiðis verður gjørt við
arbeiðinum hjá foreldrun-
um. Eisini har verður mett
um, hvørt foreldrini sleppa
at arbeiða ella ikki. Bæði
foreldrini sleppa ikki at
arbeiða, og onkuntíð kann
tað verða soleiðis, at pápin
arbeiðir til dømis tríggjar
ella fýra dagar um vikuna.
Alt eftir, hvør leiklutur
hansara er í uppihladinum.
– Vit ganga høgt uppí, at
familjan skal hava ein bú-
stað at venda aftur til tá
upphaldið er yvirstaðið. Vit
skulu ikki virka sum ein
loysn upp á íbúðartrupul-
leikan, sigur Finnur Helms-
dal.
Í komandi viku verður so
av álvara farið undir virk-
semið á heiminum, tá
fyrstu familjurnar koma
inn. Tá fáa vit at síggja,
hvussu heimið kemur at
virka í framtíðini.
Barnaheimið skipaði í gjár
fyri kunnandi fundi. Finnur
Helmsdal greiddi frá
virkseminum hjá heiminum
Mynd: Jens Kr. Vang
Góður handil í Vágsbotni
Ein kvinna keypti 70
nátar fyri 35 kr. stk.
frá manni, sum seldi í
Vágsbotni. Hon flutti
seg nakrar metrar og
seldi tað, hon hevði
keypt ov nógv, útaftur
fyri 50 kr. stk.
Soleiðis fekk hon
bæði til sín sjálvs og
kundi vinna nakrar
krónur burtur úr tí,
hon ikki skuldi hava
heim við.
HANDIL
Vilmund Jacobsen
Nátatíðin er nú gott og væl
liðug og menn, sum hava
verið á hesi veiði, hava
vaskað bátar, neyst og íløt.
Hetta heystið verður tað,
sum menn fara at minnast
aftur á, sum eitt vánaligt
heyst til fugl. Tað viðraði
illa, og hjá teimum flestu
kom lítið burtur úr. Nógvir
strævnir dagar við lítlum og
ongum fugli, har menn
høvdu nóg mikið við at
vinna upp land aftur, áðr-
enn dagurin var hálvrunnin.
Hildið verður tó ikki, at
minni fuglur er flogin úr
berginum og hevur verið á
sjónum í ár. Orsøkin til
vánaliga fongin er snøgt
sagt veðrið.
Í fyrstuni varð hildið, at
fuglurin var seinur á sjógv-
in, men ivasamt er, um tað
nú er so.
Veðrið fór við
fuglinum
– Náti verpur frá umleið
16. mai og eina viku fram.
Tað er veðrið sum í fyrsta
lagi avger, nær ungin fer á
sjógvin. Liggur hann við
góðveðri, situr ungin leingi
í berginum. Men er vindur
fylgjandi dagar sum í heyst,
flýgur nógv út í senn, og tá
ið so teir góðu dagarnir
koma, eru fuglurin farin,
sigur Finnbogi Jacobsen í
Nólsoy, sum letur illa at
fonginum.
Hann heldur, at teir, sum
fingu frægast burtur úr í
Nólsoy í heyst, vóru útróðr-
armaðurin, Juul M. Jacob-
sen og hansara menn.
– Eg haldi, teir mundu
fáa einar 2000 nátar ella so,
men teir tóku við tveimum
bátum.
Teir frægastu dagarnar
lógu bátarnir úr 100 uppí
150 og 200 fuglar, og tað
meta nólsoyingar ikki at
vera nógv.
– Onkran hendinga dag
fekk onkur bátur einar 300
fuglar, og tað mundi vera
tað mesta, nakar fekk.
Finnbogi sigur, at nólsoy-
ingar lata illa at og heldur,
at hetta man vera eitt tað
vánaligasta heystið til náta í
mong ár.
– Veðrið er altavgerandi,
og tað viðraði bara so
ógvuliga illa í bestu nátatíð,
sigur hann at enda.
Kvinna keypti og
seldi...
Sosialurin hevur skilt, at
menn javnan seldu náta í
Vágsbotni fyri 40 kr. stk.,
og at eingin trupulleiki var
at sleppa av við fuglin.
Onkur seldi tó fyri 35 kr.,
og í báðum førum seldu teir
fuglin eftir fáum tímum.
Vit hava frætt um eina
kvinnu, sum dugdi síni
“ting” í Vágsbotni. Hon
keypti 70 nátar frá manni
fyri 35 kr. stk., flutti seg
nakrar metrar, og seldi teir
avstað aftur fyri 50 kr. stk.
Sostatt slapp hon av við all-
an fuglin, sum hon ikki
ætlaði sær heim við – og
fekk tískil bæði uppí posa
og sekk. Hon fekk til sín
sjálvs og kundi tjena nakrar
krónur uppá fuglarnar, hon
keypti ov nógv.
Lítið kom burtur úr hjá
monnum, sum tóku náta í
heyst. Tað viðraði ov illa, og
tá ið veðrið endiliga gjørdist
støðugari og betur, var
fuglurin flogin.
Mynd: Vilmund Jacobsen
HAVNAÚTBYGGING
Dagfinn Olsen
Í Vági flýtur ein flaki í hes-
um døgum útfyri bryggju-
økinum. Menn síggjast ar-
beiða á flakanum, eins og
ymisk útgerð er umborð og
á bryggjuni sæst eisini tek-
in um virksemi.
Talan er um, at Lands-
verkfrøðingurin
kannar
dýpið, upplýsur Jógvan
Krosslá, býráðsformaður í
Vági.
Hetta verður gjørt í sam-
band við eina møguliga út-
bygging av havnalagnum,
so talan verður um eina
djúpvatnshavn.
Jógvan Krosslá hevur
ikki stórvegis viðmerkingar
til málið enn, tí enn er hetta
eitt mál, sum er í hondun-
um á øðrum myndugleik-
um. Men hann sigur, at
ymsar kanningar eru gjørd-
ar frammanundan, men at
hesar kanningarnar verða
gjørdar í samband við at
kanna dýpið og hvussu
botnurin er. Hetta verður
gjørt í samband við pro-
jektering.
Tað, ið sigast kann um
hetta mál, sum enn er á
byrjanarstigi, er, at Løg-
tingið hevur játtað nakað av
peningi og at málið annars
er í Landsstýrinum. Hvussu
leikur víðari fer fram, vil
tíðin vísa. Løgtingsmenn
fara í komandi viku á ferð
suður til Suðuroyar at
kunna seg um samferðslu-
viðurskiftini sum heild í
oynni, nú orðaskifti hevur
verið um hesi viðurskiftini
og møguligar ábøtur.
Men so leingi arbeiði fer
fram við havnarlagið í
Vági, er neyðugt hjá skip-
um og bátum at hava eyg-
uni við flakanum, ið liggur
skamt frá bryggjukant-
inum.
Kanna dýpið
Skamt frá bryggjukantinum í Va´gi flýtur ein arbeiðsflaki í hesum døgum. Tað er
Landsverkfrøðingurin, ið kannar dýpið í samband við projektering av djúpvatnshavn
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Partrolararnir,
Norna-
gestur og Kolumbus,
sum vanliga leggja veið-
ina
upp
til
Sandoy
Seafood, eru í løtuni á
beding
á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Skipini
hava ligið nakrar dagar,
og væntandi fer bedings-
arbeiði at taka einar tvær
vikur aftrat.
Á Sandoy Seafood
hava tey tó nóg mikið at
gera, tí virkið keypir fisk
á uppboðssølu til virk-
ingar á Sandi og í
Skopun.
Nakað av útróðri er
eisini, bæði á Sandi og í
Skopun, og frægastu bát-
arnir koma uppí eini
1200 pund á snellu.
Meginparturin av veiðini
er toskur 3 og 4.
Enn er línuútróðurin
ikki byrjaður, men tað
verður helst nakað skjótt,
nú liðið er so mikið út á
heystið.
Norna-
gestur og
Kolumbus
á beding
C
M
Y
K
11
10