Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 181 - 21. september 2002 Nr. 181 - 21. september 2002 13 Øssur Winthereig, tíðindastjóri Sjónvarp Føroya Stjórin hjá Wenzel ger í les- arabrævi viðmerkingar til tíðindini í Degi og Viku um útsøluprísin á nýggjum bil- um í Føroyum. Dagur og Vika hevur víst á tvær sannroyndir: Tað ber til sjálvur at bí- leggja sær ein nýggjan bil úr Danmark og spara mill- um 20.000 og 50.000 krón- ur í mun til lýstu útsølu- prísirnar. Hetta er ein upplýsing, sum kann hava týdning fyri nógvar føroyingar. Í øðrum lagi varð víst á í Degi og Viku, at hóast avgjøldini á nýggjar persónsbilar eru munandi lækkað og eru nógv lægri enn í Danmark, so sæst hesin munurin ikki stórvegis aftur í útsøluprísi- num av nýggjum bilum. Ein av grundunum er, at føroysku bilasølurnar taka størri bruttovinning enn danskar, tá nýggir bilar verða handlaðir. Hetta var høvuðsinni- haldið í tíðindunum um prísirnar á nýggjum bilum. At brúktir bilar innganga í handlar broytir einki upp á støðuna, sum tíðindini í Degi og Viku hava lýst hana. Men kanska er orsøk- in til høgu prísirnar, at bila- sølurnar í lýstu útsøluprís- unum leggja so mikið nógv upp fyri, at ráð verður at geva sera góðan prís fyri ein brúktan bil í býti. Men tann spurningurin er ikki enn viðgjørdur í tíð- indasendingunum. Fjølmiðlar hava av álvara sett kikaran á brúkaramál, eftir at norðurlendskur brúakarafundur var í Føroyum seinasta vikuskiftið. Spell, at fjølmiðlar ikki í størri mun viðgjørdu hesi viðurskifti, sum hava týdning fyri Karina og Marina og Hanus og Janus, tá Javnaðarflokkurin í seinastu ting- setu legði fram uppskot at stovna ein brúkarastovn. Tá var nærum tøgn um uppskotið og hugsanirnar aftan fyri tað sera væl fyrireikaða uppskotið, sum fyrst og fremst fyrrverandi tingmaðurin í Norðurstreymoy, Hans Pauli Strøm, hevði æruna fyri. Men nú hevur hann onkurs- vegna dugað betur at selt hesa vøruna, sum næstan kann kallast neyðsynjarvøra í okkara brúkarasamfelag. Orðaskiftið í sjónvarpinum vísti bara einaferð afturat, at tá tað snýr seg at verja mál og rættindini hjá brúkarunum, so er Fólkaflokkurin framvegis á steinaldarstigi. At hann enn ikki er komin á jarnaldarstig, avdúkaði orðaskifti millum Hans Paula Strøm og landsstýrismannin Bjarna Djurholm. Hevði talan hinvegin verið um at verja rætindini hjá borg- arunum ella skattagjaldarunum,og at seta ein skattgjald- araumboðsmann, so hevði Fólkaflokkurin óivað verið skjótur á barrikadunum. (Tað hevur hann annars ikki ver- ið, síðani Fólkaflokkurin legði fram uppskot um at beina NATO-støðina og hermenninar í Mjørkadali av landinum fyri einum 40 árum síðani)!!! Sambært Bjarna Djurholm kunnu brúkari og seljari orðna trætur sínámillum, uttan hjálp frá brúkarastovni ella brúk- araumboðsmanni. Tað er møguligt, at Bjarni sum kendur politikkari kann loysa slíkar ósemjur. Tað sama er gald- andi fyri tey meira ella minni kendu andlitini. Men at Kar- in og Marin kunnu koma í trupulleikar, sum ikki verða loystir sínámillum, avdúkaði útvarpstíðindi um brúkara- viðurskifti hóskvøldið. Bara ífjør hevði rættarhjálpin við- gjørt 23 brúkaramál. Talan er um mál líka frá dustsúgv- arakeypi til bilakeyp! Einaferð høvdu vit ein Tjóðveldisflokk, sum hevði aðrar hugsjónir enn ta einu, sum hann í dag hevur start seg blindan í. Hann hevði ein tilvitandi framherja, tá tað snúði seg um mál, viðurskifti og umstøður hjá tí vanliga fólki- num. Saman við Javnaðarflokkinum kundi hann fremja mál til frama fyri vanliga fólkið. Men atkvøddi Tjóðveld- isflokkurin fyri uppskotinum um ein brúkarastovn? Javnaðarflokurin eigur at koma burtur úr tí “koma”, hann hevur verið í, síðani hann ikki fekk samráðst seg fram til at verða ein flokkur í landssins stýri. Flokkurin eigur at leggja fram uppskotið um brúkarastovn. Kanska í meira átuligum hami. Tá fáa vit at síggja, um hann framvegis stendur einsamallur at verja áhugamálini hjá vanliga før- oyinginum. Ella um Grímur á Skóg er vaknaður! DAGSINS MEINING Sosialurin Brúk fyri brúkarastovni VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Ragnhild Ellingsgaard ragnhild@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktíonin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tað er júst, sum Jacob Vestergaard, formað- ur í Føroya Komm- unufelag sigur. Tað eru kommunurnar og Mentamálaráðið, sum eiga at loysa savns- røktarmálið Elsa Birgitta P. Petersen Føroya Lærarafelag hevur onga ætlan um at samráðast við kommunurnar. Føroya Lærarafelag samráðist bara við landsmyndugleikarnar. Men Føroya Lærarafelag tilskilar sær rætt til at vísa á tað órímuliga í, at undirvís- ingin á teimum smærri skúlunum í Føroyum er skerd munandi av berari tvørheit. Føroya Lærarafelag vil eisini kunna foreldrini í hesum kommunum um, at nú Føroya Kommunufelag noktar limakommununum at gjalda sína helvt fyri savnsrøktina, verður úrslit- ið tað, at børnini hjá teim- um ikki fáa eina fullgóða undirvísing. Formaðurin í Føroya Kommunufelag sigur, at tað snýr seg ikki um peng- ar, men um eitt prinsipp. Hevur formaðurin í Før- oya Kommunufelag greitt foreldrunum í kommunun- um frá, at tey við lands- skattinum gjalda fyri, at børnini í teimum størru kommununum fáa eina nógv betur skúlagongd enn teirra egnu? Hevur hann greitt borgar- unum í kommununum í Føroya Kommunufelag frá, at tað liggur ein upphædd av pengum og bíðar eftir, at grønt ljós verður givið fyri, at fólk kunnu fara í gongd við at røkja amboð og søvn í skúlunum, sum teir, borg- ararnir, hava rindað nógvar pengar fyri? Hevur hann greitt borg- arunum frá, at hesi søvn og amboð nú liggja í órøkt? Um tað bara snýr seg um eitt prinsipp, hví gevur Før- oya Kommunufelag so ikki kommununum í felagnum boð um at fáa fólk uttanfyri skúlan at røkja søvnini og amboðini? Føroya Lærarafelag veit hví. Tað er tí, at tað hevði kostað nógv meira at fingið handverkarar at gjørt hetta arbeiðið fyri tímaløn. So verður ført fram, at kommunurnar ikki gjalda læraralønir. Tað skulu tær heldur ikki. Landið rindar lærarum løn fyri at undir- vísa. Løgreglumenn verða løntir fyri teirra arbeiði av statinum. Tey, sum arbeiða í Føroya Banka, fáa løn frá Føroya Banka o.s.fr. Men av og á er onkur lærari, løgreglumaður ella bankamaður eisini í starvi hjá kommununum. Til dømis er onkur bygdaráðs- formaður, situr í skúlastýri, í barnavernd ella okkurt annað. Tá fáa hesi fólk eina ávísa upphædd fyri hetta arbeiði alt eftir, hvussu nógvar tímar tey arbeiða hjá kommununi. Tá kann mann ikki siga, at kommunan rindar hesum fólki løgregluløn ella lær- araløn. Tá er tað løn fyri kommunalt arbeiði. Soleið- is er tað eisini, tá rindað verður fyri savnsrøkt. Hvør tað so er, sum røkir skúlans amboð, eigur hann at fáa løn fyri hetta arbeiði. Um tað er ein lærari, er tað ikki læraraløn, men løn fyri kommunalt arbeiði, hann ella hon fær. Nakað annað er so, at skúlaverkið í kommununi, sum Jacob Vestergaard er formaður fyri, hevur ikki tað stóra av søvnum ella am- boðum. Tí verður undirvís- ingin ikki darvað í so stóran mun, sum í hinum skúl- unum, sum Føroya Komm- unufelag varðar av. So Jacob Vestergaard kann sum foreldur vera líkaglaður. Skulu næmingarnir t.d. í Vestmanna, á Toftum, í Nólsoy, á Eiði svíða fyri tað? Føroya Lærarafelag er kunnað um, at fleiri komm- unustýrir í Føroya Komm- unufelag høvdu gjørt av at rinda fyri savnsrøkt á teirra skúlum eftir semjuni mill- um Mentamálaráðið, Før- oya Lærarafelag og Komm- unusamskipan Føroya. Spell at tørvandi ábyrgd- arkensla enn einaferð fekk sett fót fyri hesum. Annars ein rættleiðing til samrøðuna við Jacob Vest- ergaard. Hann sigur, at Fíggjarmálastýrið betalir kt-vørðunum fyri røktina av teldunum. Hetta er bert partvíst rætt. Føroya Lærarafelag fekk við samráðingum hildið fast við, at eitt sindur av røkt verður goldið av Fíggjarmálastýrinum, með- an bróðurparturin av tí, sum kt-vørðirnir fáa er fyri námsfrøðiligar uppgávur: vegleiðing av næmingum og lærarum. Her skal kanska úrslitið av kt-semj- uni standa. Røkt út yvir hesa tíðina, eru kommunurnar noyddar at gera uppá rokning. Tað verður dýrt!!!! Kommunurnar hava ábyrgdina av hølum og amboðum í fólkaskúlanum Nýggir dýrir bilar VIÐMERKINGAR YVIRLÝSING til frama fyri rættindi teirra samkyndu og mótmæli móti samanvavstri av átrúnaði og politikki Undirritaðu vilja við hesum vísa á, at vit treyta- leyst taka undir við einum lógaruppskoti um skrásett parlag fyri samkynd í Føroyum. Øll hini Norðurlondini hava samtykt eina slíka lóg, og í øllum vesturheiminum verður í hesum árum arbeitt fyri at bøta um korini hjá ymiskum minnilutum - eitt nú teimum samkyndu. Vit ásanna, at tey sam- kyndu í Føroyum alt ov leingi hava verið ein minni- luti, sum hevur fingið eina mannminkandi viðferð í tí føroyska samfelagnum. Tey samkyndu hava ikki kunn- að vart seg fyri mismuni og happing og hava eisini ofta verið fyri loyniligum hat- ursálopum. Samkyndir føroyingar hava tí verið noyddir at flyta av landinum fyri at sleppa at liva eina virðiliga tilveru. Hetta er ein stór skerjing í frælsinum hjá teimum samkyndu og ikki minst hjá familjum teirra - heilt van- ligum føroyskum familjum - sum hava "mist" síni sam- kyndu børn. Tey samkyndu, sum av ymiskum orsøkum ikki hava megnað at funnið sær friðskjól uttanlands, hava livað í Føroyum undir støð- ugari hóttan og niðurger- ing. Hetta kann als ikki góðtakast í einum siviliser- aðum og demokratiskum samfelagi, sum byggir á humanistiska siðvenju. Í kjakinum um eina møguliga lóg um skrásett parlag hava átrúnaðarligir bólkar ført tað sjónarmið fram, at átrúnaðarligar skriftir skulu vera grundar- lagið undir lóggávuni í Før- oyum. Hetta sjónarmiðið hevur verið brúkt sum grundgeving fyri at forða fyri einari lóg um skrásett parlag fyri samkynd. Vit halda tað hava stóran týdning, at Føroyar eins og øll hini Norðurlondini er eitt nýmótans, demokrat- iskt og sekulariserað sam- felag við trúarfrælsi og eisini frælsi til ikki at vera trúgvandi. Tí mótmæla vit harðliga, at ávísar átrúnað- arligar skriftir og tulkingar skulu vera grundarlag undir landsins lóggávu. Aina Leitisstein Knudsen Áki Davidsen Áki Eyðinsson Allan Dalsgarð Anna Kirstin Thomsen Andras Mortensen Andras Róin Andrass Skaalum Andrea Johansen Angelica Gregoriussen Anita Bringsberg Anker Eli Petersen Ann Ellefsen Anna Dam Anna Johannesen Anna Maria Fossaa Anna Maria Troest Anna S. Olsen Anna Sofía Restorff Anna Thomsen Anni á Hædd Annika Antoniussen Annika Brimheim Annika Gregoriussen Annika Hoydal Annika Sølvará Annika Wardum Joensen Armgarð Weihe Árni Dahl Arnold Ludvig Ásmundur Guðjónsson Ása Andreasen Astrid MacDonald Atli P. Dam Augusta Mikkelsen Axel Nolsøe Barbara Berg Barbara Christophersen Beinta Andresen Beinta Árnadóttir Gregersen Beinta Dam Beinta Ziska Nielsen Bergljót av Skarði Bergljót Debes Hentze Bergtóra Høgnadóttir Joensen Bergur Dam Birgir Djurhuus Birgit Debess Birna Mørkøre Bjarni Johansen Bjarni Richardt-Mortensen Bjørg Joensen Bjørg Róin Bjørt Samuelsen Brynhild Høgnadóttir Brynhild Thomsen Bogi Dánialson Davidsen Bogi Jacobsen Bo Magnussen Børge Egholm Carl Jóhan Jensen Christian Kruse Claus Reistrup Dagfinnur Hammer Dagny Joensen Dánial Pauli Davidsen Dánjal Petur Højgaard Dennis Holm Durita Dam Durita Joensen Døgg Paturssn Ebba Sofia Kruse Edith Dahl Edvard í Skorini Joensen Eirikur Lindenskov Eivindur í Gongini Elin Egholm Rossander Elin Heinesen Elin Súsanna Jacobsen Elsa Thomsen Elsebeth Andreassen Erland Viberg Joensen Erling Eidesgaard Erling Isholm Eyð B. Jacobsen Eyðfinn Jensen Eyðun Andreassen Eyðun Hentze Højgaard Eyðun Jensen Eyðun Nolsøe Fanny av Hamri Finnbjørn Olsen Finnur Hansen Finnur Joensen Flóvin Eidesgaard Fróði Fjallstein Fróði Holm Knudsen Gestur Hovgaard Gisleyg Holm Guðrun Hammer Gulla Øregaard Gunnar Holm Jacobsen Gunnar Hoydal Gunnar Djurhuus Gunnleivur Dalsgarð Gutti Winther Grækaris D.Magnussen Halla Nolsøe Poulsen Hallur Thomsen Hanna Jacobsen Hanna Joensen Hanne Jacobsen Hans Andrias Sølvará Hans Andrias M. Joensen Hansina Iversen Hans Pauli Strøm Hans Petur í Brekkunum Heidi Gásadal Heidi Poulsen Heini E. Egholm Heini Samuelsen Helena Debes Højgaard Hendrik Dahl Henny Egholm Henny á Líknargøtu Heri Joensen Heri Kragesteen Heri Mørkøre Herluf Lützen Herluf Sørensen Hermann Oskarsson Hjørdis Heindriksdóttir Hjørdis Johansen Hugin Eide Høgni Debes Joensen Høgni Djurhuus Høgni Egholm Magnussen Høgni Mohr Høgni Rasmussen Inga M. Arge Inger Flø Jørgensen Ingi Rasmussen Ingibjørg Egholm Ingrid Jacobsen Ingrið Sondum Ingun Askham Ingun í Skrivarastovu Ingun Ziska Nielsen Ingvør Nolsøe Ivy Hansen Jacob Nielsen Jákup Poulsen Jákup Veyhe Jákup Sørensen James Olsen Jan Müller Jane Hoydal Jannie Bjørgvin Jeanette Ellefsen Blåsvær Jenny C. Petersen Jens Nielsen Jens Pauli Heinesen Jensina Olsen Jóannes Dalsgaard Jóannes Dalsgarð Jóannes Petersen Jóannes Østerø Jógvan Bærentsen Jógvan Isaksen Johan Christian Ziska Nielsen Jóhann Mortensen Jóhanna Olsen John Johannesen Jón Henriksen Jón Mortensen Jóna Dalsgarð Jóna Jiménez Jóna Olsen Jónas Bloch Danielsen Jónrit Nielsen Jórun í Dali Julianna Klett Kaj Alstrup Kári Árting Kári Jacobsen Kári Mortensen Karin Egholm Karin J. Leitisstein Knudsen Karin Kjølbro Karl Johan Fossaa Kate Sanderson Katrin D. Apol Katrin Holm Katrin Jacobsen Katrin Næs Katrin Ottarsdóttir Kim Simonsen Kirsten Brix Kitty May Ellefsen Kjartan Hoydal Kjartan Kristiansen Klæmint Olsen Knud Steinø Kristian Blak Kristianna Winther Poulsen Kristina Hansen Kristina Ottosdóttir Kristina Samuelsen Kurt Madsen Laila Jacobsen Laura Joensen Leif Láadal Leivur Thomsen Lena Nolsøe Lena Reinert Leon Smith Lis Samuelsen Magnus Egholm Malan Egholm Malan Johannesen Malan Marnersdóttir Malan Thomsen Margrith Simonsen Marianna Andreassen Marianna Dahl Marita Rasmussen Marita Weihe Marjun Dalsgaard Marjun Patursson Marna Jakobsen Martin Nolsøe Simonsen Martin Næs Mary Ann Hansen Mathea Hilduberg Maud Heinesen Maud Magnussen Meduna Dalsgaard Mikkjal Helmsdal Niclas Thorsteinsson Nicolina F. Skaalum Niels Arge Galán Niels Juel Arge Niels Uni Dam Nina Brockie Oddfríður Marni Rasmussen Oddvá Nattestad Ólavur Olsen Óli Hansen Ole Nielsen Oluffa á Høvdanum Óluva Klettskarð Ottar Schrøter Holm Ova Páll Danielsen Páll Nolsøe Per á Hædd Pernille Olsen Peter Østergaard Petur Suni Lindenskov Peturbjørg Jensen Petur Slyne Poul Davidsen Poul Geert Hansen Poula Simonsen Ragna Maja Kruse Ragnhild Olsen Rakul Guðjónsson Rakel Helmsdal Randi Holm Randi Jacobsen Randi Meitil Randi Mohr Rani Nolsøe Rigmor Dam Rói á Rógvu Joensen Rói Egholm Rói Henriksen Rolf Guttesen Rúnar Reistrup Rúni Petersen Sámal Matras Kristiansen Selma Ellingsgaard Sigmund Poulsen Signar Dam Sigrun Joensen Sigrun Samuelsen Siri Eysturoy Sissal Kj. Kristiansen Sjúrður Johannesen Sólrun Jacobæus Sólrun Michelsen Sólvá Dam Sólveig Rove Sonja Sumberg Sonne Smith Steinbjørn B. Jacobsen Steintór Rasmussen Súni Egholm Súsanna Danielsen Svanna Hanusardóttir Terji Messell Teitur Lassen Terji Rasmussen Thurid Samró Tórður Jóansson Torleivur Hoydal Tór Verland Johansen Tróndur Bogason Hansen Trygvi Jacobsen Trygvi Restorff í Brekkunum Turið Debes Hentze Turið Kjølbro Turið Sigurðardóttir Ulla Stenberg Unn Jakobsen Una Joensen Uni Leitisstein Hansen Vár í Ólavsstovu Vár Jacobsen Vónbjørt Svabo Winny í Pætursastovu Zakaris Svabo Hansen Øssur Winthereig Poul Geert Hansen, Sjúkrahússtjóri Á forsíðuni í Oyggjatíð- indum í gjár 18. september hevur blaðið “avdúkað”, at persónar í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum hava luttikið á kostnaðarmiklum yvirlivilsisskeiði hjá Carst- en Mørch. Hetta er tann reini uppspuni og hevur einki við veruleikan at gera. Landssjúkrahúsið er ein stórur stovnur, og leysa- tíðindi kunnu skjótt fáa stórar dimensjónir. Tí er týdningarmikið at rætta hesa søguna beinanvegin. Tað er umráðandi fyri Landssjúkrahúsið, at leiðsluuppgávan verður tikin í álvara. Sjúkrahús- leiðslan hevur tí sett sær sum mál at menna leiðsl- urnar innan tey ymsu økini. Sum ein íblástur til hetta var Carten Mørch í endan- um av mai mánaði og helt ein fyrilestur í nakrar tímar fyri leiðslubólkinum. Tað var eitt væleydað tiltak, og leiðslan fekk góðan íblástur í arbeiðinum at menna Landssjúkrahúsið - og tað var alt. Uppspuni í Oyggjatíðindum C M Y K 13 12