leygardagur 21. september 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 21. september 2002
15
Í meðal verða sethús
seld fyri tað dupulta í
Havn, samanborið
við restina av
landinum. Hetta er
ein trupulleiki hjá
høvuðsstaðnum, tí
fólk í fleiri starvs-
bólkum við lág- og
meðalinntøkum,
millum annað lær-
arar, hava trupult við
at seta føtur undir
egið borð í Havn, og
velja tí at flyta úr
høvuðsstaðnum at
búgva og arbeiða,
sigur Elsa Birgitta
Petersen, forkvinna í
Føroya Lærarafelag
HÚSAPRÍSIR
Jón Brian Hvidtfeldt
Høgu sethúsaprísirnir og
sera avmarkaðu, alternativu
íbúðarmøguleikarnir í høv-
uðsstaðnum kunnu gerast
ein álvarsligur trupulleiki
fyri Havnina, tí fólk við lág
og miðalinntøkum hava
trupult við at fáa endarnar
at røkka saman, tá tey skulu
seta seg í búgv, og noyðast
tí at flyta úr høvuðsstaðn-
um at búgva og arbeiða.
Tað metir Elsa Birgitta
Petersen, forkvinna í Før-
oya
Lærarafelag.
Hon
kennir nógv dømi um, at
ungir, nýútbúnir lærarar
hveppa seg við at seta búgv
og søkja arbeiði í Havn, tí
lønin samsvarar ikki við
útreiðslurnar
av
einum
sethúsum.
– Eg síggi tað ikki bein-
leiðis sum ein trupulleika
fyri Føroya Lærarafelag,
men heldur sum ein trupul-
leika hjá tí einstaka lærar-
anum, sum virkuliga ynskir
at vera lærari í Havn. Men
størsti trupulleikin liggur tó
hjá Tórshavnar Kommunu,
tí gongdin kann enda við, at
tað verður trot á lærarum í
høvuðsstaðnum,
greiðir
Elsa Birgitta Petersen frá.
Hon veit um fleiri dømi, at
lærarar, sum helst høvdu
ynskt at verið lærarar í
Havn, kortini hava valt at
flyta úr høvuðsstaðnum og
fáa sær lærarastarv uttan-
fyri Havnina, tí húsaprís-
irnir eru so nógv lægri.
– Tað er jú líka gott at
vera lærari, til dømis í Vest-
manna, í Hósvík ella í
Eysturoynni, eisini sjálvt
um tú hevur tíni familju-
bond í Havn. Eg kenni fleiri
dømi um ungar lærarar,
sum kundu hugsað sær at
verið lærarar í Havn, men
sum kortini velja at búseta
seg og fáa sær arbeiði úti
um landið, tí tað er so nógv
bíligari, sigur Elsa Birgittta
Petersen.
– Tað er ein gongd, sum
vit kenna úr øðrum lond-
um, men sum seinastu árini
eisini sæst í Føroyum. Vit
hav fleiri ferðir umrøtt
trupulleikan, men vit fáa
sum so ikki gjørt so nógv
annað uttan at krevja meira
løn undir sáttmálasamráð-
ingum, sigur Elsa Birgitta
Petersen. Eftir hennara
tykki er tað ein trupulleiki
hjá fleiri starvsbólkum, at
so lítið samsvar er millum
lønina og útreiðsluna til
sethúsini, velir ein at seta
seg í búgv í høvuðsstaðn-
um. Elsa Birgitta Petersen
vísir á, at byrjunarlønin hjá
einum lærara liggur um
19.000 krónur, og endaløn-
in um 25.000. Og við hesi
inntøku er trupult at for-
renta eini sethús í høvuðs-
staðnum. Læraralønin er at
meta sum ein miðalinntøka
í samfelagnum í dag, men
fleiri starvsbólkar liggja
undir hesa løn, leggur for-
kvinnan í Føroya Lærara-
felag afturat.
Gunnleivur Dalsgaard er
formaður í Starvsmannafel-
agnum. Hjá stórum parti av
teimum tilsamans 1800
limunum í felagnum, harav
1100 starvast hjá tí al-
menna, er arbeiðsplássið í
Havn. Eisini hann veit um
fleiri limir, sum noyðast at
búgva aðrastaðni enn í høv-
uðsstaðnum.
Orsøkirnar
eru teir sera høgu sethúsa-
prísirnir í Havn, umframt at
trupulleikar eru við barna-
ansing osv.
– Vit hava ikki viðgjørt
teir høgu sethúsaprísirnar í
høvuðsstaðnum sum eitt
serstakt mál, og tað hevur
heldur ikki verið uppá tal,
eitt nú at differentiera løn-
irnar ella lønarkrøvini, tvs.
at fólk í Havn eitt nú skulu
hava meira løn enn aðra-
staðni í landinum. Men tað
er klárt, at tað er ein trupul-
leiki, at tað er so dýrt at
seta seg í búgv her, sigur
Gunnleivur
Dalsgaard.
Hann leggur afturat, at
gongdin í samfelagnum, og
hvat tað kostar at liva, til
eina og hvørja tíð kemur at
vera grundarlagið undir
lønarkrøvunum hjá Starvs-
mannafelagnum. Og so má
man bara ásanna, at tað
loypir meira av, velir tú at
seta teg í búgv aðrastaðni
enn í Havn.
Helvtarmunur
At stórur munur veruliga er
á søluprísurin á sethúsum í
høvuðsstaðnum og restina
av landinum, prógvar eitt
yvirlit hjá Føroya Spari-
kassa. Yvirlitið fevnir um
allar sethúsasølur í landin-
um, undantikið tvings-
ilssølur og sølu av húsum,
har seljari og keypari eru
næstringar, og tískil hava
avtalað ein prís sínamillum.
Sambært
yvirlitinum
skiftu 55 hús í høvuðs-
staðnum eigara í fjør. Hesi
hús vóru í meðal seld fyri
1,34 milliónir krónur. Sama
ár vóru 59 hús seld í størru
bygdunum í landinum, og á
teimum var søluprísurin í
miðal 716.000 krónur. Í
smærru bygdunum vóru
seld tilsamans 66 hús í fjør,
og tey fóru fyri 631.000
krónur í meðal. Sostætt
sæst, at húsini í høvuðs-
staðnum í meðal vóru seld
fyri útvið tað dupulta sam-
mett við húsini í størru
bygdunum, og meira enn
tað dupulta, sammett við
smærru bygdirnar. Her skal
tó havast í huga, at her er
einans talan um sølukostn-
að, og hædd er tí ikki tikin
fyri, hvussu húsini síggja
út, hvussu stór og hvørjum
standi tey eru í o.s.fr.
Men í Sosialinum í gjár
mettu fleiri húsameklarar,
at kostnaðurin á einum
vanliga góðum sethúsum
broytist 500.000 krónur, alt
eftir hvørt húsini standa í
Havn ella t.d. í Runavík. Og
er talan um hús í Suður-
oynni, er munurin á leið
700.000 krónur.
Yvirlitið hjá Sparikass-
anum vísir eisini, at set-
húsaprísurin síðstu árini er
nógv mest øktur í høvuðs-
staðnum. Í 1999 var miðal-
søluprísurin á húsum í
Havn 1,08 millión krónur, í
størru bygdunum var hann
664.000
krónur,
og
í
smærru bygdunum 545.000
krónur.
Fyrsta hálvár í ár vísa tøl-
ini hjá Sparikassanum, at
sethúsaprísurin í meðal
framvegis er á veg uppeftir.
Men sambært húsameklar-
um er miðalprísurin á set-
húsum í Havn við at koma í
eina fastari legu, og prísirn-
ir eru ikki longur á veg
uppeftir. Tó eru húsaprís-
irnir í restini av miðstaðar-
økinum framvegis á veg
uppeftir.
Húsaprísirnir ein trupulleiki fyri Havnina
Miðalprísur á sethúsum
400
600
800
1000
1200
1400
1600
1999
2000
2001
2002
Ár
Tórshavn
Størri bygdir
Smærri bygdir
Kostnaður (100 tús.)
Høgu sethúsaprísirnir í høvuðsstaðnum gera tað trupult hjá
fólki við lág- og meðalinntøkum at seta seg í búgv í Havn, metir
Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag. Hon
vísir á, at fleiri lærarar velja at søkja starv og búseta seg uttan
fyri høvuðsstaðin, tí nógvir pengar eru at spara
Stórur munur er á sethúsaprísunum í Havn, sammett við
restina av landinum. Sum myndin vísir, eru sethúsaprísirnir
øktir sera nógv í høvuðsstaðnum síðstu árini, meðan vøksturin
ikki hevur verið so stórur kring landið. Tølini fyri 2002 fevna
um fyrra hálvár
Kelda: Føroya Sparikassi.
15
14
Nr. 181 - 21. september 2002
Mítt høvur á eitt fat
Eyðun Andreassen
Tá fólk lata seg velja í eina
almenna nevnd, gerast tey
almennir persónar í tí høpi,
sum hevur við nevndina og
virki hennara at gera. Tað er
ótolandi og forkastiligt,
sum tíverri ofta hendir í
Føroyum, at privat viður-
skifti verða drigin upp í eitt
slíkt kjak.
Í kjakinum um teir ný-
valdu limirnar í vísindaliga
siðsemisnevndini eru fleiri
tílík viðurskifti tikin fram. Í
hesum førinum er tó tað
hent, at tey eru útvald nett-
upp fyri sína støðu í viður-
skiftum, sum annars áttu at
verið óviðkomandi og ikki
á nakran hátt áttu at verið
viðgjørd alment.
Bill Justinussen sigur
heilt greitt og klárt í fjøl-
miðlunum, at slík viður-
skifti hava verið avgerðandi
fyri hann, tá hann valdi
nevndarlimirnar í vísinda-
ligu siðsemisnevndina, og
tí hevur kjakið fingið ta
vend, tað hevur. “Eg havi
valt fólk, eg havi álit á,”
sigur hann í viðtali í Sosi-
alinum 11. september. Tað
er í lagi, men so sigur hann
víðari, at nevndin fyrst og
fremst er ein nevnd, ið skal
ráðgeva landsstýrismanni-
num, og at tað “er lættari
hjá mær at velja fólk, eg
kenni heldur enn fólk, eg
einki veit um.” Í kjakinum á
løgtingi segði hann tó, at
hann ikki kendi tey. Hvørj-
um skal ein trúgva? Og í
sama viðtali í Sosialinum
“dylur hann ikki fyri, at
hann hevur hugsað um at
velja nevndarlimir, ið draga
somu línu sum hann í slík-
um málum.” Hvat hetta er
fyri lína, kemur síðani fram
í viðtalinum: “Høvdu vit
ein landsstýrismann, ið
hevði ógvuliga frælslyntar
hugsjónir, hevði hann óivað
eisini mannað nevndina við
fólkum, sum stuðlaðu hans-
ara sjónarmiðjum, heldur
Bill JustinuAssen.” Tí ivist
eg í, nettupp um hann var
frælslyntur.
Heilir tríggir prestar,
tveir av teimum sóknar-
prestar í Klaksvík, hin triði
fráfarin prestur í Fuglafirði,
ein trúboðari og ein starvs-
maður og politiskur ráðgevi
hjá løgmálaráðharranum og
fólkatingsmanninum
hjá
Tjóðveldisflokkinum hava
tikið til orðanna. Umframt
onnur. Alt um at eg blandi
privat viðurskifti hjá ný-
valdu
nevndarlimunum
uppí.
Tað er ikki eg, sum havi
gjørt tað! Sjónarmiðini hjá
Miðflokkinum eru kend, og
her sigur Bill, at nývaldu
limirnir í siðsemisnevndini
hava somu sjónarmið. Hví
spyrja tit tá, sum kjakast,
hvussu eg kann vita, hvat
hesi fólk hugsað? Tað er tí,
at landstýrismaðurin hevur
sagt mær tað! Og hartil at
tey eru vald lutvíst ella
kanska mest fyri at hava
júst hesi sjónarmiðini.
Á ein hátt haldi eg, tað er
synd fyri teir valdu limir-
nar. Eg giti mær til, at teir
hvør í sínum lagi hava fing-
ið fyrispurning ella áheitan,
kanska
frá
landsstýris-
manninum persónliga ella
onkrum í umsitingini, um
at sita í hesi nevnd. Teir
hava játtað, tí hetta tykist
teimum at vera eitt áhuga-
vert arbeiði, og hava so ikki
hugsað meira um tað. Eg
kann hugsa mær, at tey ikki
hava grunað, at tey eru bið-
in í nevndina, tí tey hava
privatar áskoðanir, ið hóva
landsstýrismanninum, men
tí tey fakliga ella á annan
hátt eru skikkað. Tey eru tí
uttan at vilja tað endað í
eini støðu, ið ikki er heilt
góð at koma í. Satt at siga
haldi eg eisini, at tey øll,
hvør í sínum lagi, kunna
sita í nevndini. Trupulleikin
er samansetingin av nevnd-
ini. Ikki teir einstøku limir-
nir.
Og tí skrivaði eg mína
viðmerking. Tí tað er for-
kastiligt, at velja limir í
eina vísindaliga siðsemis-
nevnd eftir, hvørjar áskoð-
anir tey hava privat á økj-
um, sum í stóran mun eru
relevant fyri arbeiðið í
nevndini.
Visti Bill yvirhøvur, hvat
tað var fyri nevnd, hann
valdi limir í? Vísindaliga
siðsemisnevndin skal ikki
ráðgeva landsstýrismanni-
num fyrst og fremst. Har
fór hann skeivur, men hev-
ur vist rættað tað síðani.
Nevndin skal fyrst og
fremst taka nakrar sera týð-
andi avgerðir um innan ávís
granskingarøki. Tí helt eg
tað vera upp á sítt pláss, ja
mína skyldu sum formaður
í Granskingarráðnum, at
føra hesi sjónarmið fram.
Og Granskingarráðið er í
mun til Siðsemisnevndina,
nettupp ein nevnd, ið skal
ráðgeva landsstýrinum. Eg
vildi ávarða ímóti tí, at
meirilutin í nevndini varð
samansettur á religiøsum
grundarlag. Og enntá á víð-
gongdum og trongum reli-
giøsum
grundarlag.
Tí
Miðflokkurin er ein flokkur
við víðgongdum religiøs-
um grundarlag. Eg lurti
javnan eftir Lindini, har
mangur álitismaður í Mið-
flokkinum er at hoyra!
Prentsvertan var valla
turr, so kom róp í. Fyrst
reistist ein ond eftir havi-
num, men hon var veik og
fór framvið. Tað var Símun
Absalonsen. Hann rak tó
fram undir, at eg forfylgi
minnilutum. Tað geri eg
vissuliga ikki, men av tí, at
hansara grein snúði seg
mest um viðurskifti uttan
fyri evnið, helt eg best vera
at lata fara. Onkursvegna
grunaði eg tó, at okkurt fór
at koma afturat. Og so varð.
Tann lítla ondin hevur eftir
eini stuttari viku reist seg til
storm, ið til hesa løtu er
harðnaður so mikið, at
høvdið á mær verður kravt
serverað á fati. Kanska
kemur meira!
Sjúrður Skaale krevur -
ikki í blaðgrein ella lesara-
brævi, men í sjálvari odda-
greinini í Fregnum - at eg
skal skal koyrast frá sum
formaður í Granskingarráð-
num! Meinar hann tað,
skuldi tað verið ein smøl
søk hjá so máttmiklum
manni. Hann kann venda
sær til Høgna Hoydal, løg-
málaráðharra, sum hann í
fleiri ár hevur verið polit-
iskur ráðgevi hjá, at fáa
hetta gjørt. Eg gitið, at
hann framvegis hevur gott
samband har, og kanska
framvegis verður konsul-
teraður. Ella hann kann
venda sær til Torbjørn Jac-
obsen, ið er fólkatingsmað-
ur og løgtingsmaður hjá
Tjóðveldisflokkinum. Eg
veit ikki betur enn at Sjúrð-
ur er skrivari og ráðgevi
Torbjørns. Og endiliga
kann hann jú venda sær til
enn ein Tjóðveldispolitik-
ara: Annliss Bjarkhamar,
landsstýrismann í gransk-
ingarmálum. Tað er hon, ið
setur og loysir meg úr hes-
um sessi mínum.
Eg havi eisini eitt borgar-
ligt alment starv sum lærari
á Fróðskaparsetrinum. Eftir
lógini er tað eitt sindur
truplari at koyra ein lærara
frá, men hvat við at seta ein
sensor, ið kann vera inni, tá
eg havi undirvísing, at ansa
eftir, at eg einki skeivt sigi.
Ella
nakað
óhóskandi!
Sjúrður Skaale hevur fleiri
møguleikar at fáa sínar ætl-
anir framdar!
At teir báðir pastores loci
í Klaksvík geva einum
sóknarbarni sítt besta við-
mæli, er sum tað eigur.
Men at kunngera í bløðun-
um, hvussu ofta klaksvík-
ingar ganga til altars, tað
haldi eg vera ósømiligt.
Tá er tað stuttligari at
lesa Olofsen. Hann hevur jú
humor. Og so dugir hann
nógv fín orð og hartil
kunstin at citera á latíni.
Ikki vánaligt! Tað dugdi ein
ávísur Rasmus Bjerg eisini.
Spell bert, at tað ikki erÁ
Per Degn, hann tosar við.
Ein annar kann eisini tann
kunstin, tá tað krevst, og
má sanna vísdómin hjá tí
gamla rómverksa gramm-
aticus Terentianus Maurus:
Pro captu lectoris, habent
sua fata libelli! Hóast dag-
bløð ikki vóru til á hansara
døgum, munna orð hansara
eisini galda fyri eina lítla
blaðgrein hjá einum for-
manni í Granskingarráð-
num!
PS! Í fyrru grein míni
kom eg kanska at gera
teimum víðgongdu órætt
viðvíkjandi Galilei. Páva-
kirkjan hevur tikið ákærur
sínar og grundgevingar aft-
ur móti vísindamanninum,
ið argumenteraði fyri eini
heliosentriskari
heims-
mynd. Eftir drúgva nevnd-
arviðgerð kundi Jóannes
Páll II pávi gera hetta í há-
tíðarligari kunngerð longu í
1992! Sig so tað!
PPS! Kona mín, ið hevur
lisið hetta, og ikki dugir la-
tín og sum annars ikki er
samd við mær í øllum lut-
um, biður meg vælsignaðan
umseta Terentianus Maurus
fyri sær (og øllum hinum
mongu, ið ikki lesa latín).
Tað geri eg fegin.
Bókanna lagna verður
avgjørd av lesarans evnum
at skilja!
VIÐMERKINGAR
Løgtingið má verað samt um stórmálini. (1)
Edmund Joensen
Sjálvt um okkara politiska
skipan í høvusheitum bygg-
ir á, at sitandi meirlutin
ræður, so er ikki rúm fyri
politiskum sjáldrátti í stór-
málum og grundleggjandi
málum sum til dømis,
- trygdar- og verjupoli-
tikki,
- uttanríkis- og handils-
politikki,
- stovnsrøkt og fiskidaga-
skipan og
- heildarpolitikki
fyri
fiskiskap á fjarleiðum.
Her snýr tað seg í høv-
uðsheitum um trygdina og
lívsgrudarlagið hjá allari
føroysku tjóðini. Ábyrgdin
fyri at rætti politikkurin
verður førdur, er onga aðra-
staðni enn í Føroyum. Hetta
er bæði galdandi fyri mál
sum eru yvirtikin og í
felagsmálum.
Tí krevst í hesum málum
ein breið semja millum
flestu flokkar á tingi, bæði
úr samgongu og andstøðu.
Trygdar- og verjupoli-
tikkur - Tvinnir eru vegirnir
Føroyingar kunnu halda
fram við at gera sum nú,
stinga høvdið í sandin sum
strutsurin og skylda uppá
Danmark, fyri síðani, tá ið
nóg nógv ár eru gingin, at
brúka skattaborgarans pen-
ing, at kanna hvat tað var
sum hendi.
Ella brúka hin sjálvsagda
møguleikan, sum tað sømir
seg røttum kvinnum og
monnum, at luttaka við
opnum sinni sum partur av
skipanini,
og
taka
ta
ábyrgd, sum krevst av okk-
um føroyingum.
Trygar- og verjupolitikk
má breið semja vera um í
løgtinginum.
Í hinum Norðurlondun-
um og í londunum í okkara
parti av heiminum yvirhøv-
ur er vanligt, at breið semja
er um trygdar- og verju-
politikkin. Hesi lond hava
fyri langari tíð síðani
ásannað, at veruliga trygdin
í okkara fría parti av heimi-
num hongur neyvt saman
við politiskum stabiliteti í
sjálvum londunum og í
samarbeiði millum londini
(til dømis í verjufelagskap-
um sum til dømis NATO).
Føroyar hava fyri neyðini
at taka í egnan barm og
broyta sín ”vilja onki gera
ella vita-politikk”, fyri so
aftaná at noyðast at kanna
hvat fram er fari.- Vit hava
dømini, Svørtubók, hernað-
arkannning
eystanfyri
o.s.f., umframt ta miston-
kiliggerðan sum kemur
hesum í kjalarvørrinum.
Hetta er samanlagt ein
óforsvarlig og mannmink-
andi støða at hava.
Føroya løgting eigur at
broyta sín politikk alt fyri
eitt, soleiðis at Føroyar í
framtíðini luttaka eftir føri-
muni, og eisini skulu føroy-
ingar sjálvandi hava neyð-
ugt innlit.
Tingini henda kortini
Tað liva enn føroyingar,
sum minnast fyrra heims-
bardaga. Nógv fleiri minn-
ast seinna heimsbardaga.
Uppaftur fleiri føroyingar
minnast kalda kríggið.
Føroyingar vóru mitt í
øllum hesum orrustunum. Í
fyrra heimsbardaga mistu
vit fólk og í seinna heims-
bardaga mistu Føroyar eftir
fólkatalið uppá seg líka
nógv mannalív, sum tey
londini, sum beinleiðis
vóru í kríggi. Kalda kríggið
kundi lættliga enda við
kjarnorku-ørskapi har fáur
ella ongin slapp undan van-
lukkuni.
Tað sum fram er farið í
heiminum prógvar til ful-
nar, at ikki ber til at standa
uttanfyri og rokna við av
teirri grund, ikki at verða
raktur.
Annað er, at vit føroying-
ar eiga sjálvand eisini at
taka okkara part av ábyrgd-
ini fyri, at friður kann valda
í heiminum. Okkara íkast
skal ikki liggja eftir.
Tað er tí uppá hægstu tíð,
at løgtingið í breiðari
semju, har minst tríggir av
teimum fýra stóru flokkun-
um eru við, broytir sín.
”vilja onki gera ella vita-
politikk” við ein lutakandi
politikk eftir førimuni, har
vit vita og virka saman við
Danmark.
Tað er í dag eitt altjóða
rák fyri einum sameindum
heimi. Onki framkomið
land kan loyva sær at
standa uttanfyri trygdar- og
verjupolitikk. Onki land
kann kalla seg framkomið
heldur, sum loyvur sær at
skifta verju og trygdarpoli-
tikk hvørja fer val er.
Her eru vit eisini við
sjálva kjarnuna, nevniliga
verjuna av demukratiði-
num, tí dýrabærasta, og
verjuna av fræðlsinum hjá
tí einstaka í heimsamfelag-
num.
(Her er bert nortið við
Trygdar og verju politik,
ætlanin er at koma inná
hini málini seinni).
C
M
Y
K
14