leygardagur 21. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 181 - 21. september 2002
Nr. 181 - 21. september 2002
17
57 vørur fyri 4.876
krónur. Tað var tað,
sum Jarmund
Berthelsen kláraði at
»keypa« í Miklagarði
upp á 10 minuttir.
Jarmund vann
haldarakappingina í
sambandi við at
Sosialurin fylti 75 ár
VINNINGUR
Eirikur Lindenskov
– Eg visti einki um, at eg
hevði vunnið, fyrr enn
beiggi mín ringdi umborð
og ynskti mær tillukku.
Hetta
sigur
Jarmund
Berthelsen, innan Glyvur,
sum var tann hepni vinn-
arin í haldarakappingini hjá
Sosialinum í sambandi við
at Sosialurin fylti 75 ár 24.
mai í ár.
Jarmund Berthelsen er
meistari umborð á Brimli,
og tað var beiggi hansara,
sum siglir við Dragasundi,
sum hevði verið á Havnini
eftir ísi – og keypt Sosialin,
sum ringdi umborð á
Brimil til beiggjan.
Johnny Priess, handilsleiðari í Miklagarði, ynskir Jarmundi Berthelsen, innan Glyvur, tillukku við vørunum, sum hann vann í
kappingini hjá Sosialinum, tá hann slapp at fylla sær vognin í Miklagarði í 10 minuttir
Jarmund Berthelsen, innan Glyvur:
Størsta innkeypið nakrantíð
Jarmund Berthelsen, innan
Glyvur, við vørunum, hann
megnaði at fylla í vognin
upp á 10 minuttir
Vinningurin
hjá
Jar-
mundi var, at hann kundi
fylla sær innkeypsvognin í
Miklagarði í 10 minuttir.
Treytin var, at hann bert
skuldi taka eina vøru av
hvørjum slag, og hann
skuldi ikki taka fleiri vørur,
enn tær, sum passaðu í
vognin. Tær vørurnar, sum
komu ígjøgnum kassan
innan 10 minuttir, vóru
hansara.
Jarmund sigur, at hann er
vanur at keypa inn í Mikla-
garði, so hann kendi hand-
ilin, og hetta var kanska ein
fyrimunur, tá hann skuldi
velja sær »bestu« vørurnar.
Hann keypti eitt nú barna-
klæði, Victorinox knívar,
gafflar og skeiðir, kjógv,
steikir av ymsum slag,
blaður – men fyrst av øllum
mintist hann til at keypa eitt
blómutyssi til konuna.
– Knívarnir treingja til at
verða skiftir nú, tí vit hava
búð í húsunum í fimtan ár,
segði Jarmund.
Hóast Jarmund ikki bein-
leiðis spurtaði runt millum
hyllarnar í Miklagarði, so
kláraði hann at »keypa« 57
vørur, sum tilsamans kost-
aðu 4.876 krónur. Tann
dýrasta var ein stór oksa-
steik fyri 332 kronur og 45
oyru.
– Hetta er størsta inn-
keypið eg nakrantíð havi
gjørt í einum matvøru-
handli, segði Jarmund við
einum smíli, tá hann fylti
sær vørurnar í posan.
Johnny Priess, sum er
handilsleiðari í Miklagarði,
segði, at Jarmund nýtti 9
minuttir og 15 sekund frá tí
hann fekk 10-krónuna til
innkeypsvognin, til síðsta
vøran var komin gjøgnum
kassatólið.
– Ja, hetta vísir bara, at
tað skjótt og gott at keypa
inn í Miklagarði, sigur
Johnni við einum smíli,
meðan hann hjálpir Jar-
mundi at fáa posarnar í
vognin.
Johnny sigur, at teir fyrr
hava havt líknandi kapping-
ar, og at hann hevði mett
frammanundan, at Jarmund
fór at keypa fyri einar
5.000 krónur.
Hann heldur, at Jarmund
tók tað nokkso róligt, men
innkeypið var kortini gott
nokk, heldur hann.
Sosialurin
ynskir
Jarmundi tillukku!
C
M
Y
K
17
16