Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 181 - 21. september 2002 Nr. 181 - 21. september 2002 19 Løgreglan: Tey ungu drekka illa Vakthavandi á løg- reglustøðini sigur, at tey ungu í Klaksvík drekka ræðuliga illa. Men tað er ein ómøgulig uppgáva hjá løgregluni at steðga hesum. Vakt- havandi sigur eisini, at síðani Lognbrá lat uppaftur, hevur verið friðarligari í býnum um vikuskiftini LØGREGLAN: Tey ungu drekka illa Klaksvík: Seinasta vikuskiftið var Barna Prix í KÍ høllini og løgreglan koyrdi framvið høllini við jøvnum millum- bilum. Vakthavandi sigur, at tað stóðu eini hundrað uttan- fyri og meginparturin hevði øl í hondini. – Tað er ein ógjørlig upp- gáva hjá tveimum monnum at fara og rudda upp har. Og at fara at pilka nøkur burtur úr, tað er ikki rætt- víst. Vit taka sjálvandi tey ringastu burtur úr og koyra tey til hús, sigur vakthav- andi á løgreglustøðini í Klaksvík. Vakthavandi heldur fram, at tað sær út sum størsti parturin av teimum ungu, sum eru úti og savnast í Lognbrá eitt vikuskiftis- kvøld, eru rúsaði. – Tað, sum gongur fyri seg har, er í stuttum tað, at tey, sum eru ov ung til at fara inn í Barok ella Klubb- an, savnast í Lognbrá. Men tá tey eru ov ung til at fara í Barok ella Klubban, tá eru tey eisini ov ung at drekka. Lógin sigur, at fólk undir 18 hava ikki loyvi at so mikið sum hava rúsdrekka uppi á sær, so sigast má, at lógin verður brotin væl og virðiliga hvørt vikuskiftið. Men tað er, sum sagt, ein stórur partur av teimum ungu, sum ganga í Logn- brá, sum eru rúsaði, sam- bært løgregluni, so tað letur seg illa gera at steðga rús- drekkanýtsluni millum ung. – Vit hava fleiri ferðir spurt ung, sum vit hava eitt nú koyrt til hús um nætur- nar, hvaðani tey fáa rús- drekka, men tey vilja onki siga. Tey siga bert, at tey kenna ikki viðkomandi, vita hvørki navn ella bú- stað. Vit gita okkum til, at tey ungu sláa seg saman og biðja so onkran vaksnan keypa fyri seg. Og kanska viðkomandi, sum keypir fær ein part av tí eisini. Og tey ungu vilja ikki siga, hvør tað er, tí so kemur við- komandi í trupulleikar, greiðir vakthavandi frá. Tey ungu, sum ganga í Lognbrá eru í aldrinum 13 til 17 ár og løgreglan sigur, at tað letur til, at eisini tey um 13 ára aldur er rúsaði. – Og tey kunna so ikki verða straffaði, tí tey eru undir 15 ár, men tey koyra vit til hús, sigur vakthav- andi. Friðarligari nú Vakthavandi sigur, at tað er munandi friðarligari í býn- um um vikuskiftini nú, síð- ani diskotekið byrjaði aftur í Lognbrá. Meðan Lognbrá var stongt, plagdi allur ung- dómurin at savnast á økin- um frá Føroya Banka og heim til parkeringsøkið undir Christianskirkjuni. Og tey drukku líka illa tá og savnaðust har, tí onki annað stað var hjá teimum at fara í. – Tað var mangan, at tað bleiv ringt frá Barok, tí tað var ófriður uttanfyri. Og tá vit so komu á staðið, vóru tað ikki gestir hjá Barok, men onkrir unglingar, sum vóru farnir til hendurs. Síð- ani Lognbrá lat uppaftur, hava vit ongantíð verið har uppi, tí tað hevur verið rok ella bardagi. Spurdur um, hvat kann verða gjørt fyri at minka um rúsdrekkanýtsluna hjá teimum ungu og í summum førum hjá børnunum, sigur vakthavandi, at tað er tor- ført at siga, tí tey eru so mong, og tey halda saman. – Eg haldi tó, at foreldr- ini eiga sín part av skuldini her. Tí tað kann ikki vera rætt, at ein 13 ára gamal unglingi kemur fullur til hús, og ongin leggur tað til merkis. Onkuntíð koyrir løgregl- an sjálv tey ungu til hús, og tá eru foreldur ofta ill og vilja líka so væl sum løg- reglan hava at vita, hvaðani tey fáa rúsdrekka, men tað siga tey ungu ikki. – Vit koyra framvið Lognbrá fleiri ferðir, tá dansur er. Og er onkur, sum er avdottin, so koyra vit viðkomandi heim, og ann- ars halda vit eyga við staðnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaks- vík at enda. Ikki trupult at fáa rúsdrekka Sosialurin hevur tos- að við næmingar í fólkaskúlanum í Klaksvík um ung. Hesi ungfólkini siga, at tað er ikki nakar trupulleiki hjá teim- um at fáa hendur á rúsdrekka, um tey hava ætlanir um tað UNGDÓMUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Vit verða víst inn í eina skúlastovu. Har sita eini 20 ung fólk, sum ikki smæðast okkum fyri tað, um vit koma frá fjølmiðlunum. Prátið byrjar spakuliga tó, men tað ganga ikki meira enn einir tveir, tríggir min- uttir, so práta tey, sum um tað var lærarin, sum stóð framman fyri tey. Hesi ungu fólkini greiða frá, at um teimum tørvar rúsdrekka, tí tey ætla sær í býin, so er tað ikki nakar trupulleiki at fáa hendur á rúsandi løgum. Tey siga, at antin fær ein onkran eldri enn 18 ár at keypa fyri seg ella stjelur ein frá eldri systkjum og foreldrum. – Fleiri gentur hava sjeik- ar, sum eru 18 ella eldri enn tað, og tað er so ongin trup- ulleiki at fáa hann at keypa fyri seg, um tað skal vera, sigur ein av næmingunum og leggur afturat, at tað so ofta kemur fyri, at tað ikki bert verður keypt til ein persón, men fleiri. Dansistaðið fyri ung und- ir 18 ár, Lognbrá, er nú lat- ið uppaftur, og diskotek er á skránni so gott sum hvørt vikuskifti. Tá ein gongur framvið Lognbrá eitt fríggjakvøld síggjast nógv ung fólk. Tey flestu síggja út til at vera hampulig, men so eru tað nøkur, sum eru so full, at tey illa vita, hvar tey eru, meðan onnur stutt sagt liggja avdottin. Ikki nøkur tespilig sjón, men veruleiki. Spurd um tað veruliga er neyðugt hjá teimum at hava kenning ella vera full fyri at fara í dans, svara tey, at tað er tað ikki. – Ein kann væl fara í diskotek uttan at kenna til, men tað er eisini stuttligt, tá ein ikki er edrúur. Og tað eru altíð summi, sum ikki duga og enda so við at detta av ella tað, sum verri er, tað kemur øði í tey, og so verð- ur bardagi. Men tað er ikki so nógv av tí, kortini, greiða tey ungu frá. Tá vit vísa á, at tað ikki er loyvt ungum undir 18 at drekka rúsandi løgir, verður tað bert smílst og flent at tí. Og onkur sigur okkurt um, at tað er ikki nakar trupul- leiki, tí tað er so lætt at fáa hendur á tí. Ótespiligar umstøður Tey ungu fílast á umstøður- nar inni í dansihølinum, Lognbrá. Tey siga, at hølið er í vánaligum standi, og tað kundi verðið gjørt eitt ella annað fyri at betra um umstøðurnar. – Tað tykist ikki, sum um tað altíð verður vaskað so væl inni har. Serliga á wc- unum, men tað vita vit sjálvandi ikki. Til tíðir er tað so skitið inni har, at tað hálvan meira enn nokk, sigur ein av næmingunum, men er so skjótur at leggja afturat, at Lognbrá er fræg- ari enn onki. Tey ungu í Klaksvík høvdu einki diskotek í um- leið hálvtannað ár. Lognbrá lat aftur føstulávintsmána- kvøld í 2001 og var stongt líka til fyri umleið hálvum øðrum mánaða síðani. Nú hava tónleikafelagið Sjey 00 og KÍ gjørt avtalu um, at diskotek fyri tey ungu undir 18 skal verða har aftur. Tað er Sjey 00, sum hevur ábyrgdina av tí. Á Føstulávint í ár, sjálvan Føstulávintsmánadag, gjørdu tey ungu bart á post- húshorninum, har tey steðgaðu ferðsluni og róptu, at tey vildu hava diskotek. Men sjálvi halda tey ikki, at tað er tað, sum hevur gjørt, at tey nú hava fingið diskotek aftur. – Vit vita ikki reiðiliga, hví Lognbrá lat uppaftur. Hava hoyrt, at tað var eitt ella annað við, at tann barnagarðurin, sum er har, fer út. Men tað leggja vit heldur ikki so nógv í, vit eru glað fyri, at hava fingið diskotekið aftur, siga tey flestu við ein munn. Tey siga eisini, at tað eru vaktar við dyrnar hvørt dansikvøld, men tey halda, at teir bert hugsa um peng- arnar og atgongumerkini. – Teir áttu eisini at hugsa eitt sindur um okkum ungu. Ikki tí, at nøkrum nýtist at ansa eftir okkum, men um vaktirnir høvdu verið strangari, so høvdu um- støðurnar kanska verið betri, halda ungfólkini. Tá ein situr soleiðis frammanfyri ein flokk og prátar um eitt ávíst evni, so eru tað ofta tey somu sum svara aftur allatíðina, men í hesum flokkinum eru tað tey flestu, sum tosa. Og ikki øll hesi, hoyra til tann bólkin, sum gongur í disko- tek hvørt vikuskifti. Fleiri av teimum eru ítróttarfólk, sum ganga bæði til fótbólt um summa- rið og hondbólt ella flog- bólt um veturin. – Ítróttur og rúsdrekka hoyra ikki saman. Antin íðkar ein ítrótt ella gongur ein í býnum, tað riggar ikki at gera bæði, siga fleiri av teimum avgjørd á málinum. Onnur tiltøk Tað er ikki bert diskotek at fara til hjá teimum ungu undir 18 ár í Klaksvík. Tey hava millum annað eisini biograf, café og net-café. Umframt øll frítíðarítrivini sum til dømis ítróttur, skótar og tónleik. Hetta lata tey ungu væl at. Tey siga, at tað er nógv at fara til í Klaksvík, men tey gera eitt nú ikki so nógva nýtslu av biografinum. – Tað er tí, at filmarnir koma so seint til Klaksvík- ar. Um ein er í Havn, og har gongur ein spildur nýggjur filmur, so fer ein sjálvandi at hyggja har. Ein bíðar ikki eftir, at filmurin skal koma til Klaksvíkar, siga hesi ungu fólk, sum sum sagt tó fegnast um, at tað er nógv ymiskt at fara til. Skjótt gongur tíðin, og vit mugu fara víðari nú. Tey ungu høvdu helst viljað prátað meira við okkum, um tað skuldi verið, men tað eru ikki stundir til meira hendan dagin. Vit takka fyri okkum og fara útaftur úr tí hugnaligu skúlastovuni, sum er karm- ur um gerandisdagin hjá hesum ungu fólkunum. Ung undir 18 ár í Klaksvík siga, at tað er sera lætt at fáa hendur á rúsdrekka UTTAN ÚR HEIMI Bush vil ikki verða borin saman við Hitler Týski løgmálaráð- harrin, Herta Daeubler-Gmelin, skal hava sammett Bush við sjálvan Adolf Hitler. Tað fall ikki í góða jørð í Washington. IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleischer, segði í gjár, at viðurskiftini millum USA og Týskland hava leingi verið góð. – Men orðini hjá týska løgmálaráðharranum eru uttan fyri alt mark og ófati- lig, segði Ari Fleischer. Tað var hósdagin, at týska blaðið Schwaebisch- es Tagblatt endurgav Hertu Daeubler-Gmelein, løg- málaráðharra fyri at hava borið amerikanska forsetan við Hitler. Tað skal hon hava gjørt á einum fundi við umboð fyri týsk fak- feløg. Sambært blaðnum segði løgmálaráðharrin, at Bush nýtir Irak-kreppuna fyri at fáa fólk at gloyma trupulleikarnar í sjálvum USA. Men hetta er ikki ókent, segði hon og legði afturat, at sjálvt Hitler nýtti somu mannagongd. Tá onkur av fundarluttak- arunum helt hetta vera at fara í so langt, skundaði ráðharrin sær at viðmerkja, at hon kortini ikki metti Bush javnt við Hitler. Dag- in eftir ringdi løgmálaráð- harrin til týska blaðið og gjørdi vart við, at tað var ikki persónarnar Bush og Hitler, hon hevði saman- borið, men heldur manna- gongdina. Amerikanska stjórnin er ikki serliga fegin um sosial- demokratisku stjórnina í Berlin, tí Gerhard Schrød- er, kanslari undir valstríðn- um hevur funnist hvassliga at ætlanini hjá Bush at leypa á Irak. Alment hevur Washington ikki gjørt við- merkingar til støðutakanina hjá Schrøder, men orðalag- ið hjá løgmálaráðharranum bøtir ikki um viðurskiftini. Teir konservativu í Týsk- landi hava sum vera man tikið orðini hjá løgmálaráð- harranum upp í valstríðið. Sagt verður, at orðini hjá Hertu Daeubler-Gmelin eru skaðilig fyri umdømi Týsk- lands í umheiminum, og at ráðharrin eigur at fáa sekk- in alt fyri eitt. OPEC bíðar eftir krígnum Londini í OPEC vilja ikki gera nakað fyri at fáa oljuprísin niður, men velja heldur at bíða eftir einum møguligum amerik- anskum álopi á Irak. OLJUPRÍSURIN Árni Joensen: Hóast londini í OPEC hava bundið til at eina ávísa kvotu, framleiða tey tvær milliónir tunnur meiri um dagin, enn kvotan sigur. Orsøkin er tann skerdi ir- aski útflutningurin, sum ger, at hini londini noyðast at økja sína framleiðslu fyri at halda útflutninginum uppi. OPEC-londini hildu fund hósdagin. Aftaná varð boð- að frá, at londini fara at fylgja marknaðinum gjølla, og at tey eru til reiðar at fremja neyðug tiltøk, skuldi tað hent, at prísurin fer upp um 28 dollarar ella niður um 22 dollarar fyri tunn- una. Hetta er markið, sum OPEC sjálvt hevur sett fyrr. Samstundis avtalaðu lond- ini at hittast aftur tann 12. desember. Í seinastuni hevur olju- prísurin fleiri ferðir verið oman fyri teir ásettu 28 dollararnar, men OPEC sigur, at hetta kemst av am- erikansku hóttanini at leypa á Irak, og felagsskapurin hevur gjørt greitt, at hann hevur ongar ætlanir um at økja framleiðsluna, so leingi vandi er fyri kríggi. Irak útflytir sum er um- leið eina millión tunnur av ráolju um dagin, og tað ljóðar, at landið ætlar at økja sína framleiðslu. Keldur á OPEC-fundinum søgdu, at Irak hevur gjørt sáttmálar við keyparar, sum kundu bent á, at landið ætlar at økja framleiðsluna einar 500.000 tunnur um dagin í næsta mánað. Irak skal eisini hava sagt, at landið ætlar sær at halda fram við framleiðsluni og útflutninginum, sjálvt um USA skuldi lopið á. Brúgvin datt niður Steðga lønarhækkingum Ætla at byggja bygdir í Afghanistan Átta børn ein lærari doyðu, tá ein brúgv datt niður í eina ísakalda á í Argentina hósdagin. Umleið 70 skúlabørn og lærarar teirra vóru á námsferð í landspartin- um Chubut har suðuri í landinum. Vanlukkan hendi, tá nógv børn valdu at fara út á brúnna ísenn at taka myndir av ánni. Summi siga, at beint við brúnna stóð eitt skelti, sum segði, at tað máttu ikki vera meiri enn trý fólk á brúnni ísenn, men onnur siga, at har var einki tílíkt skelti. Stóra norska felagið Storebrand hevur av- gjørt, at einki fólk í leið- andi størvum skal fáa nakra lønarhækking teir næstu tólv mánaðarnar. Talan er um 250 stjórar og varastjórar, og av- gerðin ger, at felagið sparir 20 milliónir krón- ur tað næsta árið. Ikki tí, avgerðin merk- ir ikki, at stjórarnir og varastjórarnir fara at líða nakra neyð. Sagt verður, at skipanin umfatar bara tey, sum tjena meiri enn 527.500 krónur um árið. Sjálvur forstjórin, Idar Kreutzer, er eisini um- fataður av lønarsteðgin- um, men hansara ársinn- tøka er frammanundan oman fyri tríggjar milli- ónir krónur. At Storebrand hevur gjørt av at steðga lønar- hækkingum kemst uttan iva av, at formaðurin í fakliga landsfelagsskap- inum, Gerd Liv Valla, hevur sagt nei takk til lønarhækking tað næsta árið. Hon hevur mælt leiðarum í vinnulívinum og politikarunum at gera tað sama. Bæði í Danmark og Nor- egi verður nú tosað um at byggja bygdir í Afghan- istan, so afghansk flótta- fólk, sum eru komin til Danmarkar og Noregs, kunnu fara heimaftur. Í Danmark er tað flokkurin Vinstri, sum er komin við hugskotinum, og nú hevur norski Fram- burðsflokkurin mælt til tað sama. Vinstri hevur mælt til at nýta 300 milliónir krónur til enda- málið, men í veruleik- anum er talan um eina sparing, tí við at senda flóttafólkini heimaftur, sparir danski ríkiskassin 800 milliónir krónur um árið. Bæði teir konservativu og Danski Fólkaflokkurin taka undir við hugskotinum, og sosialdemokratarnir hava ikki víst tí frá sær. Aðrir hava hug at taka undir við tankanum, men treyta sær, at afghansku flóttafólkini skulu sjálvi gera av, um tey vilja venda heimaftur. Júst hetta kann vísa seg at vera ein trupulleiki, tí sambært danska sjón- varpinum hava afghanar- arnir ongan hug at fara heimaftur. Teir siga, at viðurskiftini í heimland- inum eru als ikki nóg trygg enn. Umboð fyri norður- lendskar hjálparfelags- skapir, sum arbeiða í Afghanistan, ivast í donsku ætlanini. Tey siga, at endamálið er gott í sjálvum sær, men at tað uttan iva fer at elva til trupulleikar í Afghan- istan. Hjálparfelagsskap- irnir halda, at londini í Vesturheiminum eiga heldur at hugsa um at hjálpa teimum flóttafólk- unum, sum í síni tíð flýddu til Pakistan og Iran, og sum nú eru kom- in heimaftur. Her er stór- ur tørvur á hjálp, verður sagt. Formaðurin í norska Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen, heldur hugskotið hjá danska Vinstra vera gott, og hann hevur boðað frá, at hann fer at leggja eitt tilsvarandi mál fyri Stórtingið. Amerikanarar eru ikki blíðir, eftir at týski løgmálaráðharrin hevur borið george W. Bush, forseta saman við Adolf Hitler. Herta Daeubler-Gmelen, løgmálaráðharri sigur, at tað var ikki persónurin Bush, men framferð hansara, sum hon hugsaði um. C M Y K 19 18