leygardagur 21. september 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 181 - 21. september 2002
Uttan tunnilin var økið fátækari
Borgarstjórin á
Akranesi í Íslandi er
ikki í iva um, at var
Hvalfjarðartunnilin
ikki komin, var økið
kring Akranes
fátækari, enn tað er í
dag
TUNNILSFUNDUR
Edvard Joensen
Sørvági:
Hvalfjarðartunnilin hevur
havt framburð við sær á
Akranesleiðini, segði Gisli
Gislason, borgarstjóri á
Akranesi í Íslandi, á al-
mennum fundi, sum Vága
Vinnufelag skipaði fyri í
Sørvági hóskvøldið.
Gisli Gislason kendi seg
sannførdan um, at Vága-
tunnilin eisini fer at hava
mennandi ávirkan á gongd-
ina í Vágum sum heild.
Men treytin er, at vágafólk
duga at taka við teimum
fyrimunum, sum koma við
tunlinum og sálda vansar-
nar frá, segði hann.
Tað var væl av fólki møtt
á fundi í fimleikarhøllini í
Sørvágs Skúla hóskvøldið
at lurta eftir borgarstjóran-
um á Akranesi og seta hon-
um spurningar eftir frá-
greiðing hansara.
Gisli Gislason var eftir
innbjóðing frá Vága Vinnu-
felag komin til Føroya at
greiða frá royndum teirra á
Akranesi av undirsjóvar-
tunlinum undir Hvalfirði.
Og eingin, sum var á fundi,
var eftir framløgu hansara í
iva um, at hann metti tunn-
ilin sum eina góða íløgu.
Dupultur prísur
Hvalfjarðartunnilin kostar
umleið dupult so nógv, sum
Vágatunnilin er settur at
kosta. Einar 500 milliónir
krónur í okkara peningi,
greiddi Gisli Gislason frá.
Tó var kostnaðurin fyri
sjálvan tunnilin umleið 350
milliónir danskar krónur,
meðan restin fór til kann-
ingar og ráðgeving av yms-
um slagi.
Men hann ivaðist ikki í,
at íløgan var rætt givin út,
og hann væntaði heldur
ongan trupulleika av at fáa
peningin innaftur.
Gjaldsfreistin varð sett til
20 ár, tá tunnilin lat upp í
1998, og sum støðan er í
løtuni, bendir alt á, at tað
fer at eydnast at gjalda aftur
til tíðina, segði borgarstjór-
in á Akranesi.
Ferðslan um Hvalfjørðin
var, áðrenn tunnilin lat upp,
umleið 1.200 bilar dagliga.
Væntað varð, at tá tunnilin
varð tikin í nýtslu, fór talið
at økjast til einar 1.500
bilar. Men tá avtornaði, var
talið komið upp á 2.800
bilar dagliga. Í fjør var talið
komið upp á umleið 3.400
bilar um dagin, greiddi
hann frá.
Áðrenn tunnilin lat upp,
varð ferðast um fjørðin við
ferju, eins og koyrandi eis-
ini er kring allan fjørðin.
Hóast annar møguleiki er
at koyra til Reykajvíkar,
ella øvugt, fram við Hval-
firðinum, er tað so at siga
bara tunnilin, sum verður
nýttur. Eisini hóast tað
einki kostar at koyra eftir
gamla vegnum. Men hann
er nógv longri. Einar 100
km., sum tað tekur umleið
fimm korter at koyra, með-
an leiðin undir firðinum er
40 km., og tekur umleið ein
hálvan tíma at koyra.
Onnur ávirkan
Tað er eitt sindur ymsikt,
sum tað merkist á Akranes-
leiðini, at tunnilin er kom-
in, segði Gisli Gislason.
Andstøðingarnir
móti
tunlinum ávaraðu ímóti, at
eitt nú handilslívið fór at
verða fyri bakkasti, og at
ungfólki fór at rýma til
Reykajvíkar, um tunnil
kom.
Men tað øvugta hendi.
Væl var onkur handil, sum
ikki kláraði kappingina,
men tað vóru mest slíkir,
sum ikki vóru nóg væl
riknir frammanundan. Aðr-
ir, sum dugdu at tillaga seg,
komu væl frá avbjóðingini
við bæði betri tænastu og
betri rakstri.
Akranes Kommuna hev-
ur gjørt nógv fyri at halda
fólkinum á staðnum. Eitt
nú
ítróttarfólkinum.
Kommunan
hevur
ikki
stuðla rakstrinum beinleið-
is, men heldur lagt pening í
hallir og vallir. Eitt nú ein
golfvøll fyri meira enn tólv
miliónir í okkara peningi
hevði
kommunan
latið
gjørt, segði borgarstjórin á
Akranesi.
Men betraða sambandið
hevði eisini havt við sær, at
grundstykkja- og summar-
húsprísirnir vóru hækkaðir,
eins og eftirspurningurin
var øktur munandi.
Og jarðarprísurin var
bæði tví- og trýfaldaður, nú
so lætt er at koma úr
Reykjavík á Akranes. Ser-
liga hestamenn vilja hava
jørð uttan fyri stórbýin,
seðgi Gisli Gislason.
Í aðrar mátar vóru upp-
livingarnar, tey á Akranesi
hava havt, á leið tær somu,
sum vágafólk longu nú
duga at síggja í sjónarring-
inum.
Eitt nú segði Gisli Gisla-
son, at bummpengaprísin
fingu tey ikki at vita, fyrr
enn einar tveir mánaðar
áðrenn tunnilin lat upp.
Men slíkt skulu vágafólk
ikki óttast, helt hann. Tað
liggja ókendir møguleikar í
tunlinum, ivaðist hann ikki
í við egnum royndum sum
grundarlagi.
Og duga vágafólk at
síggja fyrimunirnar og nýta
teir, samstundis sum vans-
arnir helst skulu skiljast frá,
verður tað bara framburður
fyri oynna, tá tunnilin letur
upp, heldur borgarstjórin á
Akranesi í Íslandi, Gisli
Gislason.
– Nú standa tit við bóltin-
um fyri opnum máli, og so
er tað tykkara uppgáva ikki
at brenna, segði hann.
Væl av fólki lýddi við áhuga
á framløguna hjá íslendska
borgarstjóranum í
fimleikarhøllini í Sørvágs
Skúla hóskvøldið
Mynd: Edvard Joensen
SKÓTAR
Ingrid Bjarnastein
Føroya Skótaráð hevur
aftur í ár útgivið skótaár-
bókina
»Skóti«,
sum
verður latin ókeypis til
allar skótar í Føroyum.
Hesuferð telur útgávan
192 blaðsíður. Dagføring
er gjørd av álmannakkan-
um, skránni hjá samskip-
arunum, adressulistanum,
og eisini eru fleiri aðrar
síður í bókini. Talan er um
nýggjar hugskotsíður og
eftir ynski eru eisini fleiri
sangir við í hesi útgávuni.
Bókin er úkomin í 2000
eintøkum. Kári Olsen
hevur lagt bókina til
rættis. Filmir eru gjørdir
hjá Hestprent, meðan
prenting og bókabinding
er gjørt hjá Einars Prent.
Skótaárbókin komin
Í morgun ætla
tjørnuvíkingar sær út
á Stakkin at taka seyð
STAKKURIN
Ingrid Bjarnastein
Eftir ætlan fara tjørnu-
víkingar út á Stakkin í dag,
leygardag. Teir møtast niðri
á Grund, og síðani gongur
leiðin út á Stakkin at taka
seyðin, ið har gongur. Fyrst
verður boðið vælkomið, og
síðani
verður
sungið
áðrenn farið verður til
gongu.
Nógv eru, ið fara av húsi
fyri at uppliva henda túrin,
og eisini er stórur áhugi
millum avbygdafólk at vera
við á ferðini.
Vanliga verður farið til
gongu klokkan 8 á morgni,
og komið verður aftur
umleið klokkan 13.
Í ar veru 14 seyðir at
taka. Sjey lomb, seks ær og
ein veðrur. Fýra lomb verða
flett við tí í hyggju at selja
tey í stykkjum. Vanliga er
kiloprísurin fyri hesi lomb
ógvuliga góður.
Eisini verða nakrir lundar
seldir á uppboðssølu, og
plaga eisini teir at hvaa sera
góðan prís. Vanliga verður
uppboðssølan
hildin
klokkan 18.
Peningurin, ið inn kemur,
fer til viðlíkahald av Stakk-
ilinum.
Dagurin endar við dansi í
bygdarhúsinum,
har
Cocktail spæla til dans.
Tjørnuvíkingar
fara út
á Stakkin
Nr. 181 • leygardagur • 21. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
11. september 2002
– Runt alt landið sótu fólk í tøgn og lurtaðu eftir
nøvnunum. Mintust. Stemningurin var sera syrgi-
ligur, og tú merkti veruliga, hvussu neyvt álopini
høvdu rakt, skrivar Halla Nolsøe Poulsen úr
Washington
Lesið síðu 4 og 5
AFTURHVARV
Edvard Joensen
Hann er nú so gamal, at flestu
fólk kennast ikki við hann meira.
Men tað var tann tíð, tá teir í
stórum tali stóðu undir hvørjum
neystaveggi og undir tróðrinum í
mongum hjalli í landinum. Línu-
leyparnir.
Línan varð rakt í kveylum
niður í hann, meðan húkarnir
snøggliga lið um lið vórðu settir
á rimina, hvørja ferð, avegnt var.
Tá so aftur skuldi egnast, varð
hvør einstakur húkur aftur á
hondum, og tá hann so var egnd-
ur, varð hann hongdur niður við
rimini uttan. Onkur var so fram-
komin, at hann hevði gjørt sær
eina lítla hill at leggja egnda
húkin á.
Í mannaminni var útróðurin
álit føroyinga á sjónum. Bara 130
ár eru síðan fyrsta sluppin til
havfiskiskap varð keypt hendan-
veg.
Men framvegis hava føroying-
ar róðu út, og enn í dag er væl av
útróðri kring landið, hóast part-
urin í dag er minkaður í mun til
samlaðu veiðina.
Og neyvan duga vit í dag at
ímynda okkum, hvussu verið
hevur, tá teir í gomlum døgum
fóru við leypinum oman í fjøruna
at egna fyri síðan at rógva á
fiskileiðirnar kring oyggjarnar at
seta. Summir longri og aðrir
styttri.
Í dag verður ikki egnt við sild
ella hálvrotnari øðu, men við
frystum, feskum agni. Og nógvir
egna heldur ikki meira, uttan bara
skera og leggja í eitt ílat til egn-
ingarmaskinuna at klára restina.
Og so kunnu vit sita og hugsa
okkum til, hvussu nógv er broytt,
og hvussu nógv betur tað er
vorðið. Eingin ivi um tað.
So mikið meira eiga vit at
virða tann gamla leypin, sum øll
hesi árini gav okkara forfedrum
tað, tey høvdu at liva av úr
sjónum.
Hóast tað, at tað ikki var
lukkuligt, tá heldur enn nú, at
koma við nýggjum veiðihættum
hendanveg. Føroyingurin er
konservativur, sum eisini er sagt
frá, tá línan fyrstu ferð skuldi
roynast her um leiðir.
Komin skuldi hon vera við
teimum, sum um miðja næstsein-
astu øld ella so vóru á rannsókn-
arferð í Hetlandi og Orkney.
Men tá hon skuldi roynast,
mátti bóndin sjálvur seta, meðan
bátsmenninir ivasamir hugdu at,
men einki søgdu. Teir noktaðu
ikki, verður sagt, men illneittust
innantanna, tí nú óttaðust teir
fyri, at hesin nýggi reiðskapurin
fór at oyða teimum grunnarnar.
Og so brúktu teir kortini línuna
í áravís soleiðis í leypi. Egndu
tað, sum var at fáa. Gággu og
øðu ivaleyst. Sild hava teir fingið
og so okkurt annað fiskaagn sum
ein steinbít ella tað, sum var at
fáa.
Og línan varð egnd og sett.
Hon stóð og fiskaði og varð so
drigin aftur. Og hesa tíðina, með-
an hon stóð, nýttu teir so til eitt-
hvørt annað. Kanska egndu teir
eina aðra línu, ella teir hildu
snøri.
Teir sótu kanska bara niður á
árarnar og hvíldu eina løtu, um
veðrið var gott. Tosaðu um dags-
ins mál ella bara hvør sær hevði
eina stilla løtu soleiðis fyri seg
sjálvan.
Aðrar dagar var ivaveður, og
teir sótu á varðhaldi. Hvør tægr
spent. Alla tíðina klárir at fara til
árar, skuldi eitthvørt borist á.
Kíkurin lá har og vóð í
vatnskorpuni. Tað rak so mikið,
at tað stóð rættiliga á honum. So
ikki gjørdist annað enn at bíða,
til rákið linkaði.
Hetta brædda kálvskinnið,
sum teir høvdu flett í bjølg. Sett
proppar í háls og bein, og har
annars var eitt hol á, og síðan
tjørað. Soleiðis varð alt gangnýtt.
Eisini grindamagar og kópaskinn
vórðu nýtt til flot.
Í dag er alt plastikk. Reyðar
boyur, sum síggjast langt. Og tær
hava stong og flagg. Og eisini
ljós, so til ber at síggja tær í
myrkri. Radarrefleks hava tær,
og onkur peiliboya er eisini av
og á ímillum.
Men gamli línuleypurin liggur
nú fúnaður á onkrum neystalofti
ella undir tróðrinum í onkrum
hjalli. Línan er rotnað, og húsk-
arni rustaðir. Um ikki alt er burt-
urblakað.
Onkur hendinga verður kanska
enn brúktur til eina hissini
skrubbulínu. Men til ordiligan
útróður verður hann ikki tikin
framaftur. Og gott er tað.
Tí hóast vit eiga at virða og
varðveita tað, sum fedrarnir settu
sítt álit og grundaðu sína tilveru
á, er tað kortini ein sannroynd, at
tað gamla er farið og alt er
vorðið nýtt. Og í flestu førum er
tað nýggja hóast alt eitt framstig.
Tí er línuleypurin saman við
gamla kálvakíkinum komin á sítt
rætta pláss, tá hann í dag stendur
í einum skuti á einum savni, har
vit eiga at hyggja at honum,
minnast og virða hann saman við
teimum, sum brúktu hann.
Línuleypurin
Tað, sum fortíðin gav og lærdi okkum, eiga vit í framtíðini at liva av. Línuleypurin er nú vorðin so sjáldsamur,
at fólk neyvan kennast við hann, og hann er tí endaður á savni, har hann kann síggjast sum minni um ta tíð, tá
hann var millum álitini í føroyska búskapinum
Gamli línuleypurin liggur nú fúnaður á onkrum neystalofti ella undir tróðrinum í onkrum hjalli
C
M
Y
K
21
20