leygardagur 21. september 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 181 - 21. september 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Malcom X segði einaferð,
at vandamiklasta menn-
iskjan á klótuni er maður-
in, sum einki hevur at
missa. — Orðini runnu
mær til hugs, tá ið eg sá
ta frálíku týsku sjónvarps-
sendingina um flogskipar-
arnar, sum blivu heims-
kendir við ein brest, tá ið
yvirgangsatsóknin varð
framd móti New York. Tí
tankin rakti meg, hvar er
humanisman í hesum
londunum? Hvussu trívist
humanisman í miklari
fátækt og sosialum órætt-
vísi í einaræðislondum,
sum verða stýrd eftir
andaligum lógum? So
sum so, ella als ikki?
Um vit kunnu siga, at
nakað gott kom burturúr
atsóknunum móti USA,
so kunnu vit staðfesta, at
rættvísiskrossferðin,
George W. Bush spontant
boðaði, tá ið hann segði,
at tann, sum ikki var við
var ímóti, í eini handa-
vending setti andaliga
miðaldarstýrið hjá tali-
banum til viks. Men vit
mugu ansa okkum, at vit
ikki sleppa humanismuni
uppá fjall aftur í Afghan-
istan. Tí so verður tað
sum í 80’unum, har tað
eydnaðist Mujahedin við
amerikanskum stuðli (og
lyftum um frælsi og
fólkaræði) at møða Reyða
Herin so mikið, at russar
stungu í sekkin og rýmdu
norðuraftur, og harvið
ruddaðu slóð fyri taleban.
At russar fóru heim til
glasnost, perestroika og
eitt heimsveldi í lepum, er
ein onnur søga, men eisini
har hevði fólkið fingið
nokk av lygnum, kúgan
og vantandi vælferð. — Tí
tað var humanisman við
sínum kravi um opinleika
og rættvísi, sum átti heið-
urin, tá ið Sovjettsamveld-
ið syndraðist og eingin
annar!
Bæði vit í vesturheim-
inum, muslimarnir og
kúgað fólk um allan
heimin hava brúk fyri
humanismuni. — Og tá
meini eg ikki tann eftir-
gevandi hugburðin, sum í
navni humanismunnar
góðtekur mentanarliga
kúging av medmenniskj-
um okkara, tí man er áh
so hugtikin av fremmand-
um mentanum, tí kúgan er
kúgan og kann ikki verj-
ast útfrá mentanarligum
og søguligum orsøkum,
hvørki beinleiðis ella í
yvirførdum týdningi. –
Tað er einki, ið kann for-
svara umskering av gentu-
børnum og steining av
ótrúgvum kvinnum, bara
fyri at nevna tvey dømi.
Vit hava brúk fyri teirri
humanismuni, sum loyvir
sær at seta orð á sam-
bandið millum hendingar
og gerðir. Teirri human-
ismuni, sum loyvir sær at
seta spurnartekin við
svørt-hvítu fatanina, ið
býtir heimin upp í eitt vit-
hini bílæt, sum jú var
høvuðsorsøkin til, at
niðurtøkan av tvíburða-
tornunum kom sum eitt
sjokk hjá so nógvum. –
Tað er ikki bara talan um
andaligan ørskap, tí um
arabaralondini vóru væl-
virkandi vælferðarstatir,
so høvdu tey sjálvi verið
áhugað í (og helst eisini
før fyri) at steðga teimum
mest ekstremu bólkunum.
Vit eru so errin av, at
vit liva í demokratiska
partinum av heiminum
við talifrælsi og trúar-
frælsi, men hava vit
gloymt, at hesi rættindi
als ikki eru gudgivin? Tað
er heldur tvørturímóti! —
Tað var jú ikki fyrr enn
djarvir einstaklingar
(m&k) í hópatali vórðu
beindir av vegnum ella
settir í misálit, at fleiri og
fleiri raknaðu við og
kravdu, og at enda eisini
fingu, lógarverkið aftur á
verðsliga grund.
Og tað var tað, sum
gjørdi okkum fræls.
Hopi bert, at human-
isman yvirlivir 11. sep-
tember 2001.
Hvar fór humanisman?
Bergur Rasmussen skrivar:
FYRI 40 ÁRUM
SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
Sosialurin skrivar 19. sep-
tember í 1962 um Oyggj-
arvegin, sum enn ikki er
bundin saman millum
Havnina og Kollafjørð.
Blaðið skrivar: »Tórs-
havnar býráð hevur á eyka-
býráðsfundi gjørt lands-
stýrinum vart við, at
kommunnunar partur av
Oyggjarvegnum verður
stongdur, um ikki nakað
munandi verður gjørt bein-
anvegin fyri at bøta um
hann.
Eisini hevur býráðið sagt
landsstýrinum frá, at veg-
urin er sprongdur av koyr-
ing orsakað av tungum
tólum og góðsi.
Býráðið hevur fingið
svar frá landsstýrinum,
men við tað, at tað ikki
gongur býráðnum so mikið
á møti, at ein nútímans
umvæling kann fra fram,
soleiðis at vegurin kann
setast í ein tílíkan stand, at
hann kann bera ta ferðslu,
sum tað kann ætlast, at
hann má og skal taka, sær
býráðið sær ongar áðrar út-
vegir enn at steingja vegin
fyri akførum.
Vegurin er í løtuni ein
sonn deyðsfella fyri akfør.
Um ikki játtandi svar var
komið til býráðsfundin í
gjárkvøldið, vil býráðið
taka tey neyðugu stig til
steingja av vegin fyri akfør
frá íkvøld at rokna.
Samtyktin er gjørd av
øllum býráðslimunum.«
22. september 1962
skrivar Sosialurin, at bý-
ráðið í Havn nú hevur
stongt Oyggjarvegin:
»Mikudagin gjørdi
Havnar býráð av við 8 at-
kvøðum fyri at steingja
Oyggjarvegin fyri allari
koyrslu.
Hetta var so gjørt á mid-
nátt. Tann parturin av
vegnum, sum Havnar
kommuna hevur latið gjørt,
varð stongdur oman fyri
grótbrotið niðan at mark-
inum til Sundshagan, og
innan fyri byrgingarnar
vórðu settar stórar og tung-
ar maskinur, ið vanliga
verða nýttar til vegagerð.
Vegurin er ógvuliga
vánaligur, og býráðarsins
verkfrøðingur hevur sagt,
at hann er ein sonn deyðs-
fella. Løgtingsins verk-
frøðingar siga vegin at
vera vánaligan, men kort-
ini ikki so, at ikki er koyr-
andi á honum.
23. august hevur býráðið
sagt landsstýrinum frá, at
vegurin, tann parturin, sum
kommunan hevur gjørt, er
so vánaligur, at hann mátti
verða stongdur, um ikki
beinanvegin verður farið
undir at bøta upp á hann.
Hann varð sprongdur av
koyringini til NATO-
støðina. Teir bóðu um svar
frá landsstýrinum áðrenn
15. september.
13. september svarar
landsstýrið, men býráðið
helt ikki, at tað veitti
kommununi slíkar sømdir,
at teir kundu góðtaka tær.«
Tann 14. september í
1962 fór løgmaður, Petur
Mohr Dam, til Danmarkar
at samráðast um
peningaíløgu til vegagerð
og her uppí fyrst og fremst
pening til breiðkan av
Oyggjarvegnum, skrivar
Sosialurin eisini.
Ætlanin er, at
Oyggjarvegurin skal hava
somu breidd sum í minsta
lagi sum vegurin frá
Hórisgøtu í Kollfjarðardal,
seks metrar, tí tað vil vera
ógjørligt framveis at nýta
vegin, so smalur hann er,
og hartil vil hann við teirri
nógvu koyring, ið nú er á
honum, ikki verða til at
halda í brúkiligum standi.
Við á ferðini var
Helmsdal,
landsverkfrøðingur, og
ríkisumboðsmaðurin.
– Soleiðis liggur landið,
tá býráðið fer fram eftir
fummum og steingir vegin
fyri allari koyrslu,
staðfestir blaðið, og heldur
fram:
– Ein fer tó at vóna, at
hetta lítið umhugsaða stig
býráðsins ikki fer at fáa til
fylgju eina steðgan av
samráðingunum um
breiðkan av Oyggjarvegn-
um, tí tá hava Tórshavnar
»vísu fedrar« reiðiliga sett
krúnuna á verkið, sigur
Sosialurin.
Sosialurin 26. september
veit at siga, at løgmaður
hevur sent fjarrit til Tórs-
havnar býráð, har hann
sigur, at til várs (1963,
red.) verður farið undir at
gera hálvan annan km av
Oyggjarvegnum oman fyri
grótbrotið í somu breidd
sum oman í Kollfjarðadal.
Vegurin letur nú uppaft-
ur, og semja verður gjørd
um vegaarbeiðið. Eisini
verður semja gjørd við
Forsvarets Bygningtjeneste
um, at hon letur 175.000
krónur til arbeiðið.
Oyggjarvegurin ein
deyðsfella
Mikil orrusta var um Oyggjarvegin í 1962. Býráðið stongdi vegin, tí mett
varð, at hann var ov vandamikil at koyra eftir. Semja varð seinni gjørd
um, hvussu arbeiðið við vegnum kundi halda fram
Sum hendan myndin úr Dimmalætting í september í 1962 vísir, so var Oyggjarvegurin í sera ringum standi.
Tað var hetta, sum fekk Tórshavnar býráð at steingja vegin, og Petur Mohr Dam, løgmann, at taka málið upp á
stjórnarstigi í Danmark. Endin var tó, at Forsvarets Bygningstjeneste traðkaði til…
Sosialurin Nr. 181 - 21. september 2002
3
FILMUR
Jón Brian Hvidtfeldt
Tankin um at gera ein film um
Jens Paula Heinesen birtist eitt
oktoberkvøld fyri tveimum árum
síðan í Tilhaldinum í Havn, sum
var karmur um eitt kvøld við
upplestri av skaldskapi hansara.
Gulla Øregaard minnist, at Jens
Pauli Heinesen var sjálvur hjá-
staddur hetta kvøldið. Hon varn-
aðist nakað seinri, at Sandavágs-
skaldið fór at fylla 70 ár 12. nov-
ember 2002, og setti hon sær sum
mál at fáa gjørt ein film lidnan til
henda dato. Síðan tá hevur
filmurin og Jens Pauli Heinesen
tikið nógv pláss. Eitt nú hevur
hon í eitt ár, frá mai í fjør til mai
í ár, verið í farloyvi úr sínum
starvi á Almannastovuni, og
hevur hon brúkt nógva orku at
finna fígging, fakfólk, familju og
onnur at viðvirka í filminum.
- Eg hevði lisið nakað av
skaldskapinum hjá Jens Paula,
áðrenn eg fór undir hesa ætlan-
ina. Men eg dugdi ikki at seta
skaldskapin inn í eina heild. Tí
kendi eg á mær, at eg noyddist at
lesa allan hansara skaldskap,
skuldi eg fáa røttu myndina av
honum, greiðir Gulla frá. Jens
Pauli Heinesen er útbúgvin lær-
ari, men hevur verið rithøvundur
burturav síðan 1970. Hesi árini
hevur hann latið úr hondum væl
yvir 30 bøkur og umleið 5000
blaðsíður.
Filmsætlanin er býtt upp í ein
høvuðspart, sum skal lýsa per-
sónin Jens Paula Heinesen, og
tríggjar sendingar, sum hvør í
sínum lagi viðgera skaldskapin
hjá honum. Í høvuðspartinum
eru frásagnir frá uppvøkstrinum í
Sandavági, hansara ár sum listar-
maður umframt ein samtíðarlýs-
ing av Jens Paula.
Sendingarnar um skaldskapin
eru býttar soleiðis upp, at fyrsta
sendingin viðger tema’ið bøðil
og offur, sum gongur aftur í
nógvum av skaldskapinum hjá
Jens Paula Heinesen. Í aðru send-
ing verða tvey av høvuðsverkun-
um hjá Jens Paula, "Á ferð inn í
eina óendaliga søgu" og "Frænir
eitur ormurin" viðgjørd og grein-
að. Og í triðju sending verða kor-
ini hjá føroyskum listarfólki fyrr
og nú viðgjørd.
Spennandi ætlan
Hóast filmsætlanin skjótt vísti
seg at gerast rættuliga umfatandi,
so hevur Gulla ongantíð mist
vónina um, at tað nokk skal
eydnast at fáa nakað burturúr. Frá
fyrsta degi hevur hon havt Elina
Heinesen, dóttir Jens Paula, at
ráðgeva sær við verkætlanini, og
eisini hevur hon fingið góðan
stuðul aðrastaðni frá. Gulla
Øregaard metir, at tilsamans 100
fólk hava verið við, so ella so, í
verkætlanini at gera filmin.
– Tað hevði alstóran týdning,
at tað frá fyrsta degi vóru fólk,
sum trúðu uppá ætlanina, sigur
Gulla. Hon leggur afturat, at hon
sum heild hevur møtt stórari
vælvild í arbeiðinum, og nevnir
sum dømi, at hon fekk hollan
stuðul frá Martini Næs, lands-
bókavørði, Jógvani Isaksen, bók-
mentafrøðingi og Ivani Niclasen,
sjónvarpsmanni, tá hon av álvara
fór undir at savna tilfar.
Størri og meiri umfatandi ætl-
anin gjørdist, meira spennandi
gjørdist tað.
– Tað hevur eisini verið áhuga-
vert at læra persónin Jens Paula
at kenna, greiðir Gulla frá. Hóast
hon hevur fingist við sjónleik í
40 ár, hevur hon ikki áður arbeitt
við sjónvarpi og filmi.
- Mínar royndir hava verið eitt
summarskeið í Herning, tá vit
gjørdu filmsupptøkur í eina góða
viku, og arbeiddi við øllum tætt-
um. Hetta er sjálvandi ikki nøkt-
andi, og er tað eisini orsøkin til
at ráðgevi í filmsgerð er knýttir
til verkætlanina, greiðir Gulla
frá. Upptøkurnar eru gjørdar í
Føroyum og í Danmark, og
Bjarni Rubeksen frá Sjónvarpi
Føroya hevur verið høvuðsfoto-
grafur. Upptøkurnar eru nú allar
gjørdar og í oktober verður farið
í holt við at klippa og seta tær
saman til eina heild.
Lagið til yrkingina ”Eitt dýpi
av dýrari tíð” er nú sett út fyri
symfoniorkestur, kór og solist.
Jens Pauli Heinesen skrivaði yrk-
ingina sum 21 ára gamal. Danski
filmskomponisturin Søren Hyld-
gaard hevur saman við Elini
Heinesen skipað filmstónleikin.
Upptøkur eru gjørdar við einum
symfoniorkestri úr Prag, sum
spælir lagið, Tórshavnar Mans-
kór skal syngja og solistur verður
Elin Heinesen.
Hugtikin av listarfólki
– Eg veit ikki, hvat tað er, men
eg havi altíð verið hugtikin av
listarfólki. Hví vilja tey tað, tey
gera. Tað veri seg at mála, tekna,
skriva ella spæla sjónleik. Tað er
henda hugtøkan, fascinatiónin,
sum hevur verið drívmegin í
filmsætlanini hjá mær, greiðir
Gulla frá og heldur fram:
– Jens Pauli er fyri mær ein
stórur rithøvundi. Hann hevur
einki fíggjarligt trygdarnet, gev-
ur sín skaldskap út á egnum for-
lagi, og skal liva við misjøvnum
viðmerkingum frá ummælarum.
Eg spyrji ofta meg sjálva, hvat
tað er, sum drívur verkið hjá ein-
um tílíkum manni. Men nú veit
eg, at tann listarliga tráanin hjá
honum hevur verið so stór, at
hon er leys av, at arbeiðið skal
geva pengar.
Eftir at hon hevur lisið skald-
skapin hjá Jens Paula, hevur
Gulla havt nógvar samrøður við
hann. Hon minnist eina av fyrstu
samrøðum teirra millum. Tá letur
úr Jens Paula: »Eg blívi so
smæðin, tá eg skal seta ljósið á
meg sjálvan – og mínar tankar,
teir havi eg longu skrivað í mínar
bøkur«. Gulla leggur tó dent á, at
Jens Pauli alla tíðina hevur verið
positivur og hevur virkað fyri, at
filmurin skal gerast veruleiki.
Gulla Øregaard greiðir frá, at
hon valdi at gera ein lýsing av
Jens Paula Heinesen, tí at her er
ein føroyskur listarmaður, sum
hevur tikið stór tøk og prógvað,
at tað ber til at vera listarfólk í
Føroyum, hóast í førum tung kor.
– Tað verður sagt, at dygdin í
einum samfelag skal mátast út
frá, hvussu børnini og tey gomlu
hava tað. Eg havi hug at siga, at
skalt tú menna eitt samfelag, so
mást tú geva skapandi fólki kor
at virka undir — íløgan lønar seg
aftur fleiri ferðir, sigur Gulla
Øregaard og leggur afturat, at
eydnast tað henni við filminum
at vísa á, at listafólk eru áhuga-
verd, so er málið rokkið.
Gleðir seg til endaliga
úrslitið
Gulla greiðir frá, at higartil hev-
ur arbeiðið við filminum verið
ein góð prosess, og vónandi
verður úrslitið av felagsarbeiðin-
um gott. Eftir tvey ára arbeiði er
ikki sørt, at hon er spent uppá
endaliga úrslitið.
Filmurin og sendingarnar um
Jens Paula Heinesen verða vænt-
andi at síggja í Sjónvarpi Føroya
um tað mundið, tá rithøvundurin
hevur sín sjeyti ára føðingardag,
12.november í ár.
Sjónvarpsfilmur um skaldið Jens Paula Heinesen
Eitt dýpi av dýrari tíð!
Seinasta hond verður í hesum døgum løgd á ein film um føroyska rithøvundan Jens Paula Heinesen, sum fyllir
sjeyti 12. november. Filmurin skal lýsa persónin, umhvørvið og skaldskapin. - Tú kanst siga, at filmurin er ein
”kærleiksheilsan” til føroysk listarfólk. Eg veit ikki, hvussu hann fer at eydnast, tað vil bara tíðin vísa, men eg
havi so gjørt eina roynd, sigur Gulla Øregaard, sum stendur fyri framleiðsluni saman við Sjónvarpi Føroya
Ein glað
Gulla
Mynd: Jens
Kr. Vang
C
M
Y
K
23
22