Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 181 - 21. september 2002 MINNINGARHALD Halla Nolsøe Poulsen Washington DC er ikki ein býur sum býir flest. Men USA er heldur ikki sum lond flest. Eitt tað fyrsta; eg legði merki til, var, at alt er stórt. Tað ger ikki mun, hvagar tú hyggur, so sært tú stór fólk, stórar bilar, bygningar, ja, sjálvt flogkyktini, kakkerlakkar- nir og eiturkopparnir eru størri, enn eg eri von við. Tá tú keypir inn, fært tú ikki 1 litur av mjólk, men 2. Og tá tú ert á matstovu og etur, kunnu trý fólk bestilla ein rætt, og blíva mett. Men nú eri eg her, og í tí sambandi fari eg at greiða eitt sindur frá, hvat fyriferst heryviri. Seinasti mikudagur var sum kunnugt 11. september, og eg væntaði, at tað fór at merkjast um allan býin, at so var. Dagurin byrjaði við, at vit í sjónvarpinum sóu, hvussu tøgn legði seg um allan New York bý klokkan 8.46. Hesa tíð í fjør rakti fyrsta flog- farið fyrsta tornið. Túsundtals eygu leitaðu til tað víðakenda ”New York Skyline”, har tað nú er eitt gapandi hol. Samstundis savnaðust familjurnar hjá teimum, ið lótu lív á ”Ground Zero”, har ið World Trade Center lá. Meðan tey løgdu blómur og tendraðu ljós runt um “Circle of Honour” og syrgdu, bleiv tøgnin brotin av, at ymisk kend og ókend fólk lósu nøvnini á øllum teimum deyðu upp. Fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rud- olph W. Giuliani, byrjaði við Gordon M. Aarmoth Jr, 32 ára gamal, ið starvaðist innan íløgu- virksemi í eini lítlari fyritøku á 104. hædd. Síðani komu nøvnini á øllum hinum, lisin gjøgnum tann nógva vindin, útyvir eina tyngda mannafjøld. Knappliga hoyrdist ljóðið av einum flogfari nærkast. Fólk gjørdist óttafull og hugdu upp, men skjótt hvarv ljóðið aftur; eingin vandi á ferð. Runt alt landið sótu fólk í tøgn og lurtaðu eftir nøvnunum. Mintust. Stemningurin var sera syrgiligur, og tú merkti veruliga, hvussu neyvt álopini høvdu rakt. Øll nøvnini gjørdust til veruligar persónar, og vóru ikki bara enn eitt offur fyri yvirganginum. Eg hoyrdi onkrastaðni, at 42% av íbúgvunum í New York kendu ella høvdu tilknýti til onkran av teim deyðu. Tað sigur eitt sindur í einum sovorðnum millióna-býi. Sá í sjónvarpinum at tey tos- aðu við ein fire-figther, brand- mann, frá New York, sum var staddur á Hawaii. Hann greiddi frá, at hann barasta ikki kundi verða staddur í býnum henda dag, tí tað var alt ov hart. Hann og konan foru tí út til Pearl Har- bour, har tey heiðraðu hansara fyrrverandi starvsfelagar við at tendra ljós við ein minnisvarða, ið stendur har til heiðurs fyri teimum deyðu undir krígnum. Forsetin á ferð Amerikanski forsetin, Georg W. Bush, hevði ein strævnan dag. Hann var um hetta leitið staddur í Washington, við Pentagon, og sat eisini og lurtaði eftir nøvnun- um saman við 13.000 øðrum. Seinni fór hann víðari til Penn- sylvania, til staðið, har tað eina flogfarið datt niður. Hann gav sær góðar stundir at tosa við fólk, og mong vóru tey, ið fingu eitt klemm og nøkur troystandi orð. Uttan at taka dagar ímillum hvørt førdi uttanríkispolitikkurin hjá stjórnini er tann rætti ella ei, so vísti Bush seg sum ein sera dugnaligan forseta í gjár. Hans- ara umdømi er uttan iva batnað millum fólk eftir 11. sept í fjør, og í gjár vísti hann enn einaferð, at hann hevur tekka fyri, hvat fólkið vil síggja og hoyra. Eftir vitjanina í Pentagon og Penn- sylvania fór forsetin til New York til Ground Zero. Eisini her tók hann sær góðar stundir, og tosaði við tey mongu avvarandi. Her í býnum – Washington – sást ikki so nógv til, at tað var júst 11. sept. Ein hevði tó eina kenslu av, at alt var steðgað eitt sindur, ferðslan koyrdi seinri, folk voru meira still, og sjálvt til arbeiðis var onki at gera. Vit koyrdu ein túr oman í býin, og rendu okkum beint í eina bilkø, ið komst av, at ein stórur kontór- bygningur var í ferð við at bliva evakueraður. Tað var eitt sindur skelkandi, og vit sluppu okkum 11. september 2002 – Runt alt landið sótu fólk í tøgn og lurtaðu eftir nøvnunum. Mintust. Stemningurin var sera syrgiligur, og tú merkti veruliga, hvussu neyvt álopini høvdu rakt. Øll nøvnini gjørdust til veruligar persónar, og vóru ikki bara enn eitt offur fyri yvirganginum. Eg hoyrdi onkrastaðni, at 42 prosent av íbúgvunum í New York kendu ella høvdu tilknýti til onkran av teim deyðu, skrivar Halla Nolsøe Poulsen, sum var hjástødd undir minningarhaldinum í Washington 11. sept. Minnislutir við Penntagon Sosialurin Nr. 181 - 21. september 2002 5 burtur sum skjótast. Hvat orsøk- in var, hoyrdu vit ongantíð nakað um. Vit sóu tó serstakliga nógv politi á gøtunum, og fingu eisini at vita, at hernaðarbilar við miss- ilum koyrdu runt í útjaðaranum av býnum. Til reiðar at skjóta flogfør niður, um tað gjørdist neyðugt. Eitt sindur uttanfyri býin, úti í Pentagon, hildu tey tann 12. sept. minningarhald og jarðarferð fyri teimum, ið lótu lív í Penta- gon. Av teim 184, ið lótu lív har, var jarðarferðin fyri fimm av teimum, ið ikki vóru funnin eftir hendingina, har í millum tann bert trý ára gamla Dana, ið var umborð á Flight 77. Hesi fingu sítt seinasta hvíldarstað í grøv teirra ókendu á Arlington kirkju- garðinum, ið liggur beint yvirav Pentagon. Hækkaða tilbúgvingin Sjálvt um dagurin var ein minn- ingardagur í sær sjálvum, so hekk ein skuggi yvir tí heila. Stjórnin hevði økt tilbúgvingina dagin fyri, so tað var farið frá at verða gult til appelsingult. Eftir 11. sept í fjør varð ein skali gjørdur, ið skal vísa á, á hvørjum støði vandi er á ferð, um man so kann siga. Hildið varð, eftir ávar- ingum frá loyniløgregluni, at vandin gjørdist størri um hetta leitið. Hvat tær nágreiniligu or- søkirnar hava verið, er mær eitt sindur ógreitt. Hetta gjørdi eisini, at tú tann 11. sept. ikki sást vara- forsetan, Dick Cheney nakra- staðni. Hann var ”goymdur” eitt trygt stað, soleiðis at um nakað nú skuldi hent forsetanum, so var varaforsetin til reiðar at taka yvir. Hetta tykist rættiliga para- noid í okkara eygum, men er logikkur fyri amerikanararnar. Tann hækkaða tilbúgvingin gjørdi eisini, at nógvar amerik- anskar ambassadur runt um í heiminum vóru stongdar tann 11., serliga í Miðeystri og suður- eystur Asia. Á amerikonsku ambassaduni í Keypmannahavn høvdu tey móttikið brøv við ein- um hvítum pulvuri, ið sjálvandi varð hildið at verða miltbrand- sporar. Hetta vísti seg tíbetur ikki at verða satt. Til minnist um tey deyðu Týskvøldið var eg við til eina minniskonsert á donsku am- bassaduni. Kendi danski bass- spælarin Niels Henning Ørsted Pedersen spældi saman við amerikanska Mulgrew Miller, og varð konsertin skipað so, at Dan- mark sum formansland í ES kundi verða við til at heiðra teimum deyðu í yvirgangsatsókn- unum. Nógvar familjur hjá teim- um deyðu í Pentagon vóru bjóð- aðar, og eg prátaði eitt sindur við eina av teimum. Tey høvdu mist dóttir og systir sína. Eg hevði ætlað biðið tey greitt frá tí van- lukkudegi síðsta ár, men hetta var nógv torførari enn eg hevði væntað. Vildi ikki verða átrok- andi, so vit sótu bara og prátaðu um leyst og fast. Tey høvdu ongantið hoyrt um Føroyar, so tað kann man altíð fáa eitt gott prát burturúr. Áðrenn tey fóru, søgdu tey tó, at tey vóru sera takksom fyri tiltakið, og at tað hevði stóran týdning fyri for- eldur teirra, tí tey vóru komin ”av bygd” inn til Washington fyri at vera við í minningarhaldinum í Pentagon. Tað hjálpti teimum at hugsa um okkurt annað eina løtu, tí tað var ein sera torfør tíð hjá teimum. Eftir 11. Í døgunum eftir 11. vóru ymisk forvitnislig innsløg í tíðindunum. Allan dagin tann 11. hevði CNN sendingar frá teimum ymisku minningarhaldunum, og ímeðan rullaðu nøvnini á øllum teimum deyðu yvir botnin á skíggjanum. Hetta førdi við sær, at ein kona sá sítt navn á skíggjanum, ið sjálvandi ikki var deyð. Hon skundaði sær at gera vart við seg, men myndugleikarnir eru enn ikki vísir í, at tað er sama kona. Tað er tó ein rættiliga løgin tanki, at síggja navn sítt koyra yvir skíggjan, og at verða hildin at verða deyður. Tann 12. vóru lotto-tølini í New York 9-1-1. Hvussu hetta kann bera til, er ein stór gáta. Tað er tilvildarligt, sjálvandi, men heilt erligt? Næstan ov tilvildarligt. USA og útheimurin Tann 12. var eisini dagurin, har Bush forseti talaði til Aðalstjórn- ina hjá ST. Talan var væntað at verða ein bøn um stuðul til álop á Irak, og tað var hon eisini, men samstundis ein lemjandi ábreiðsla til ST, tí at ST ikki hevur hildið fast um sínar egnu viðtøkur viðvíkjandi Irak tey seinast árini. Spurningurin er, um Irak, hóast eina nýggja ST viðtøku, ikki vil lata vápnaeftir- litsmenn koma inn í landið, hvørjar skulu avleiðingarnar so verða? ES-londini eru komin ásamt um, at avleiðingarnar skulu verða konsekventar, og danski forsætismálaráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur nevt eina tíðarfreist uppá tvær vikur. Bush sjálvur hevur nevnt fýra. Eg hoyrdi eina útvarpssend- ing, har fólk kundu ringja inn og siga sína hugsan um førda polit- ikkin hjá Bush. Fleirtalið av lurt- arunum søgdu, at í teirra eygum er Saddam Hussein ein terror- istur, og USA er í kríggi móti yvirgangi, og eigur tí at leypa á Irak! Sum útlendingur kann ein bara undrast og rista við høvdin- um, tí um tú roynir at fáa tey at grundgeva meira nágreiniliga, so kunnu tey ikki á ein sannførandi hátt greiða frá hesi tankagongd. Tað tykist sum um tey bara svølgja rátt alt tað, tey hoyra forsetan siga í fjølmiðlunum, og ikki seta spurnartekin við nakað. ---------- Frá tí, at tøgnin legði seg yvir New York, og tey byrjaðu at lesa nøvnini upp, gingu tveir og ein hálvur tími til tey vóru liðug. Seinasta navnið var Igor Zukel- man, ein 29 ára gamal tilflytari, ið arbeiddi við teldum á 97. hædd. Hann hevði ein fýra ára gamlan son. Frá Aamoth til Zukelman — 3.025 nøvn. . . Fólkini umborð á Flight 77 fingu sítt seinasta hvíldarstað í Grøv teirra ókendu á Arlington kirkjugarðinum Pentagon í bakgrundini C M Y K 25 24