leygardagur 21. september 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 181 - 21. september 2002
BYGDARLÍV
Solby A. Eliasen
Syðradalur:
Paulina sigur, at hon hugsar ikki
so nógv um, at Syðradalur er ein
so lítil bygd, tí tað er so stutt til
hinar bygdirnar.
– Eg eri ofta av bygdini. Bæði
til arbeiðis í Klaksvík tveir dagar
um vikuna, og so eisini til hand-
ils og í kirkju á Húsum.
Paulina arbeiðir á Føroya Hús-
arhaldsskúla í Klaksvík. Eisini
hevur hon undirvíst á Hand-
arbeiðsskúlanum í Klaksvík,
men hann er ikki byrjaður aftur
enn, og tað er óvist, um tað
verður til nakað í ár, orsakað av
hølistrupulleikum. Harafturat
plagar Paulina eisini at gera
ymiskt handarbeiði, sum fólk
bíleggja frá henni. Eisini er hon í
Kollafirði nakrar ferðir um árið,
har hon hevur handarbeiðsskeið í
vikuskiftunum.
Paulina er úr Kollafirði. Hon
flutti úr Kollafirði til Danmarkar,
har hon fór undir útbúgving til
handarbeiðslærari. Tað tók trý ár,
síðani arbeiddi hon á Santa
Frants skúlanum í trý ár, áðrenn
hon giftist til Syðradals sum 25
ára gomul. Hon og maðurin, Erik
Eliasen eiga tvey børn. 15 ára
gamla Andreas og 12 ára gomlu
Janu Mariu. Tey ganga bæði í
skúla á oynni.
- Tá eg flutti til oynna vóru tað
fýra menn og eg á Syðradali. Og
tríggir av teimum vóru í sjeytiár-
unum, so tað var ein sera stór
broyting hjá mær, sigur Paulina
og leggur afturat, at áðrenn ein
flytir til eitt so lítið pláss, má ein
gera sær greitt, at ein missir nak-
að, men fær eisini nakað. Hon
heldur, tað hevur nakað við hug-
burðin at gera.
- Men eg vildi ikki missa sam-
bandið til Kollafjarðar, so eg
havi havt vikuskiftisskeið í hand-
arbeiði har. Fyri tað fyrsta, tí
mær dámar so væl handarbeiði,
men so sanniliga eisini fyri at
halda sambandið við líka. Eg
plagi at vera í Kollafirði einar
átta ferðir um árið, har eg havi
skeið, sum varir okkurt um
tríggjar dagar, sigur Paulina, sum
hevur tríggjar systrar. Tvær eru í
Kollafirði og ein býr í Mikladali,
sum er tann næsta bygdin norðan
fyri Húsar.
– Tað at hava eina systur í
oynni, gjørdi eisini sítt til, at eg
fór at trívast skjótari og longsulin
var til at liva við. Men tað var
ikki bara sum at siga tað at fara
at vitja hana tá, men vit vóru
ofta har kortini.
Skúlin gevur bygdini lív
Tað hevur verið so nógv at hoyrt
um skúlagongdina á Kalsoynni,
men tað hevur verið ein onnur
søga. Nevniliga støðan millum
tvær tær norðastu bygdirnar á
Kalsoynni, Mikladalur og Trølla-
nes. Har fingu børnini á Trølla-
nesi undirvísing heima í eitt heilt
skúlaár, tá tað gjørdist greitt, at
børnini bert komu at ganga í
skúla í Mikladali. Og ikki
aðruhvørja viku í hvørjum stað.
Men skúlar eru eisini í hinum
báðum bygdunum, Syðradali og
á Húsum. Og har ganga tey aðru-
hvørja viku í skúla í hvørjari
bygd.
Tað heldur Paulina vera av-
gerandi fyri bygdirnar báðar.
- Tað, at skúli er í bygdini,
setur lív í bygdina. Tað er so dei-
ligt at hoyra børn spæla úti, sigur
hon.
Hon vísir á, at um ongi skúla-
børn vóru á Syðradali, so var
bygdin steindeyð.
Paulina heldur ikki, at tað er
nakar trupulleiki, at børnini
skiftast um at ganga í skúla í
bygdunum. Tað heldur hon kann
koma av, at tær sum eru mamm-
ur í dag á Húsum, sjálvar gingu í
skúla á Syðradali, og tí vita tær,
hvat tað er.
– Eg havi so ongantíð hoyrt
nakað ilt talað um, at handan
skipanin er. Og tað er bara gott,
sigur Paulina, sum ikki vil siga
nakað um skúlamálið á Trølla-
nesi og Mikladali uttan, at hon
harmast um støðuna.
– Vit eru glað fyri okkara skip-
an, men samstundis harmast vit
saman við øllum hinum støðuna
ímillum Mikladal og Trøllanes.
Fá ítriv
Hóast tað altíð er nógv at gera á
eini smábygd, so eru ikki nógv
frítíðarítriv fyri børn og ung. So
tey noyðast til Klaksvíkar, um
tey vilja íðka onkran ítrótt ella
annað líknandi. Og tílíkt fer sum
oftast fram um kvøldarnar, og tá
siglir Barsskor ikki. Tí eru
møguleikarnir hjá Kalsoyar
børnum sera avmarkaðir, tá tað
kemur til frítíðina, samanborið
við børnini á Kunoynni og Við-
oynni. Tey kunna koyra ímillum.
– Øll gleða seg til tann nýggja
ferjuhavnin kemur, tí tað verður
nakað heilt annað hjá okkum
øllum, sum búgva her. Barsskor
hoyrir ikki nútíðini til, heldur
Paulina og hon man vita, hvat
hon tosar um. Hon, sum ferðast
so ofta yvir um Kalsoyarfjørðin
Syðradalur – lítla bygd
Paulina Eliasen giftist til Syðradals á Kalsoynni fyri 17 árum síðani og hevur búð har síðani. Hon sigur, at fyri at
trívast á einum smáplássi, má ein hava nóg mikið at gera. Hon er útlærd handarbeiðslærari og arbeiðir bæði í
Klaksvík og í Kollafirði, har hon vaks upp
„Tá eg flutti til oynna, vóru tað fýra menn og eg á Syðradali“, sigur Paulina
Sosialurin Nr. 181 - 21. september 2002
7
til Klaksvíkar til arbeiðis. Og
hon ferðast eisini í øllum veðri,
tá Barsskor siglir. Tað er nú held-
ur ikki so ofta, at hann avlýsir
vegna veður.
Paulina og maðurin eiga ein
son, sum plagdi at fara til Klaks-
víkar at venja við KÍ.
– Tað gekk fínt, inntil hann
bleiv so mikið stórur, at hann
mátti upp til eina eldri deild. Tá
kundi hann ikki meira, tí so
slapp hann ikki til hús aftur, tí
Barsskor var givin at sigla, sigur
Paulina, sum heldur tað vera
synd fyri børnini og tey ungu í
oynni.
– Ikki tí, tað er gott at vera her,
eisini hjá teimum, tí her er altíð
ov mikið at takast við, men tað
kundi verið stuttligt hjá teimum
at kunna farið til eitt hvørt ítriv,
sum teimum dámar.
Paulina greiðir eisini frá, at tað
eru komnir sjey túrar afturat,
síðani ferðaætlanin varð broytt.
Men túrarnir eru fyri tað mesta
tillagaðir teimum, sum ferðast
ímillum til arbeiðis.
– Nú fáa vit so post fimm dag-
ar um vikuna. Tað plagdu vit
ikki, so tað í sær sjálvum er eitt
stórt framstig. Har er ein túrur
klokkan trý korter til ellivu av
Klaksvík um morgunin, og hann
ger, at vit fáa postin hvønn dag
nú.
Tað, sum ein tó leggur til
merkis, er, at í ferðaætlanini
stendur, at Barsskor siglir klokk-
an 10:15 um morgunin, men tað
ger hann also ikki. Tá Sosialurin
ringdi til Paulinu fyri at gera av-
talu um samrøðu, var tað sein-
asta hon segði, áðrenn vit løgdu
hornið á:
”Forrestin, Barsskor siglir ikki
klokkan 10:15, men klokkan
10:45.” Tað er ikki lætt hjá ferða-
fólkum, serliga útlendskum at
vita tað.
Eisini fingu vit at vita umborð
á Barsskor, at tað eru fimm túrar
afturat hvørja viku, sum als ikki
standa í ferðaætlanini. Tað er tí,
at tá siglir hann við farmi, men
umborð søgdu teir, at fólk sleppa
við, um tað letur seg gera. So-
statt kundu teir túrarnir eisini
gott staðið í ferðaætlanini. Talan
er um tveir túrar av Klaksvík
klokkan hálvgum níggju og
tríggjar klokkan trý korter til trý
seinnapartin.
Paulina umboðar Húsa komm-
unu í útoyggjanevndini. Hon
heldur, at um tað verður hoyrt,
lurtað og gjørt eftir arbeiðinum
hjá nevndini, so er tað eitt gott
arbeiði.
– Annars er tað til onkis, sigur
Paulina og vísir á, at Syðradalur
ofta verður nevnd lítla bygd á
oynni.
- Tað er hon eisini. Í dag búgva
vit fýra her, og so er ein onnur
familja her upp á seks fólk. Tveir
av teimum trimum eldru monn-
unum, sum búðu her, tá eg flutti
hertil, eru ikki longur her, so tað
er onki at siga til, at hetta er lítla
bygd. Eg skal av bygdini til so at
siga alt, tað veri seg til handils
ella í kirkju. Men tað havi eg
onki ímóti, tí mær dámar stak
væl á Syðradali.
Ringt tá ódnin leikar
Paulina sigur, at hon hevur havt
nógvar einastandandi góðar løtur
tey seytjan árini, hon hevur búð á
Syðradali, men hon hevur eisini
samstundis gjørt nógv fyri ikki at
missa sambandið til fastlandið -
eitt nú barndómsbygdina Kolla-
fjørð.
– Eg byrjaði at arbeiða sum
handarbeiðslærari á Húsarhalds-
skúlanum vikuna eftir, at eg varð
gift út higar. So eg havi ferðast
inn til Klaksvíkar til arbeiðis
tveir dagar um vikuna í seytjan
ár nú. Tíðin gongur so skjótt,
sigur Paulina.
Minnisvarði fyri tey, sum eru
deyð av vanlukkuávum varð
reistur á Syðradali fyri nøkrum
árum síðani. Tað eru fleiri, sum
bert eru á Syðradali í frítíðum,
men Paulina heldur, at arbeiðið
upp á minnisvarðan var við til at
samansjóða fólkið í oynni og
eisini, at minnisvarðin gevur
teimum, sum eru flutt av oynni
okkurt at koma aftur til.
Paulina hugsar so at siga ikki
um til dagligt, hvussu einsamøll
tey eru har í bygdini. Men hon
sigur, at tá ið ódnirnar leika á, tá
kann tað til tíðir kennast eitt
sindur ræðandi.
- Serliga tá ódnirnar leikaðu í
seinast í áttati árunum og fyrst í
níti árunum. Tá kundi eg til tíðir
gerast eitt sindur bangin við
tankan um, hvat nú um nakað
hendi. Tí vit vóru so einsamøll
og so við tveimum smáum børn-
um eisini. Tá var tað ikki stutt-
ligt, sigur Paulina og leggur aftur
at, at tá sá ein, hvussu hjálpar-
leys menniskjuni eru, tá náttúran
ræður.
– Men fyri uttan hatta, so
hugsi eg sum sagt ikki so nógv
um, at vit eru so fá í bygdini. Tað
er eisini so stutt til Húsar. Men
har við er ikki sagt, at eg ikki
ynskti, at tað komu fleiri fólk til
bygdina, sigur Paulina Eliasen at
enda.
Syðradalur er minsta bygdin á Kalsoynni. Har búgva 12 fólk
Barsskor hoyrir ikki nútíðini til
heldur Paulina
Tað at Barsskor nú siglir fleiri túrar hevur m.a. við sær, at postur kemur til
oynna 5 dagar um vikuna
C
M
Y
K
27
26