leygardagur 21. september 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 181 - 21. september 2002
8
Sosialurin Nr. 181 - 21. september 2002
Árni Gregersen, Bornholm
Fyri einum ári síðani stóð allur
heimurin á gosi. Terrorálopini í
USA fekk okkum øll at hugsa um,
at alt ikki er so trygt, sum vit
annars hildu. Sjálvur var eg í
Amsterdam tveir dagar eftir til
stóra sjónvarpsframsýning. Har
var hildin minningarløta inni í
høllini, og tá ið eg skuldi
heimaftur til Bornholm, vóru
halarnir á Schipol flogvøllinum
ógvusligir. Alt varð kannað og
endavent.
Nú er so eitt ár liðið. Eg var til
somu framsýning, men hesaferð
var onki hóvasták. Onki var
kannað og ongin minningarløta
hildin.
Tað fekk meg at hugsa um,
hvussu skjótt tíðarurið gongur, og
hvussu skjótt vit gloyma. Kanska
er tað gott, tí tað hevði ivaleyst
verið tungt at liva, um vit skuldu
minst alt.
Hetta vendi eg aftur til.
Á Bornholm var summarið og
nú heystið brúkt til at fyrireika
oynna til at gerast ein kommuna.
Fólkaatkvøða var í fjør, og í mei
valdu vit 27 fólk, sum 1. januar
næsta ár skulu stýra oynni.
Tað er ikki sum at siga tað at
leggja fimm kommunur og
Bornholms Amt saman í eina
stóra eind. Tað sigur seg kanska
sjálvt. Kapping hevur til dømis
altíð verið millum Rønne og næst
størsta býin - Nexø. Nú skulu
embætisfólk og politikarar finna
saman og arbeiða meira fram móti
heildarloysnum, sum skulu gagna
allari oynni.
Avtala varð gjørd um, at hvør
kommuna skuldi hava so ella so
mangar krónur í kassanum 31.
desember í ár, men tað tykist
torført at halda hesar avtalur. Allar
kommunurnar brúka pengar nú til
at betra um júst teirra part av
oynni áðrenn samanleggingina.
Summi ilskast inn á hesa
mannagongd, meðan onnur halda
at hetta ikki ger so nógv, tí verða
pengarnir brúkt skilagott, so gag-
na teir Bornholm í øllum førum.
Dømi omanfyri vísir bert, at
tað er torført at broyta og bróta
upp úr nýggjum. Tað sum fyrr
nevndist solidaritetur hevur ikki
so høgan kurs longur. Vit halda,
at vit hvør sær - tað veri seg fólk
ella samfeløg - kunnu klára
okkum einsamøll, men tað letur
seg ikki gera.
Globaliseringin ger tað enn
torførari. Vit mugu arbeiða saman
á øllum økjum. Heimurin rullar so
skjótt, at hvør einstakur - ella
hvørt einstakt samfelag - ongan
møguleika hevur at fylgja við.
Skal nakað koma burturúr, er
neyðugt at gera tað í felag við
øðrum.
Hvussu samanhaldið fer at
verða, tá ið Bornholm 1. januar
verður ein eind, verður spennandi
at síggja. Nógvir spurningar eru
eftir at loysa. Ein er, hvussu
myndugleikarnir kunnu tryggja, at
eldrarøktin verður á sama støði á
allari oynni - ella at barnaansingin
verður eins. Hvussu skal stuðul
latast til ítróttarfeløg ella ung-
dómsfeløg á smáplássunum? Fer
ein stór kommuna yvirhøvur at
hava áhuga í at smásamfeløgini
framvegis liva?
Spurningarnir eru nógvir og
embætismenn og politikarar
arbeiða hart í hesum døgum fyri
at fáa teir svaraðar. Einasta sum
liggur heilt fast nú er, at eisini
nýggja stórkommunan manglar
pengar - og at eingin møguleiki er
at fáa allar spurningar svaraðar
áðrenn 1. januar. Tað ganga helst
eini tvey-trý ár.
Aftur til byrjanina. Vit gloyma
skjótt. Hóast stórt minningarhald
var í USA herfyri, so hava am-
erikumenn helst gloymt sorgina.
Nú er tað meira hevnd teir hugsa
um. Teir gera seg til reiðar at
leypa á Irak. Hvønn tað annars fer
at raka hugsa teir helst ikki so
nógv um - ella leggja onki í.
Jú - heimurin rullar við sama
lag.
Og vit læra lítið og onki.
Heimurin gongur við sama lag
TELDUBRÆVIÐ
Frá: argr@tv2bornholm.dk
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
FØÐINGARDAGUR
Anja Brekkstein & Sólrun
Hansen, praktikantar
Týsmorgunin, umleið klokkan
hálvgum ellivu, vóru vit og vitj-
aðu Føroya Banka í Klaksvík.
Tað sást beinanvegin, at her var
okkurt serligt á vási. Í góð veðr-
inum uttanfyri bankan, stóðu
fleiri ótolin barnagarðsbørn spent
og bíðað u eftir, at Nósi skuldi
koma út. Uttanfyri var prýtt við
fløggum, og ymsastaðni runt í
bankanum, var prýtt við ball-
ónum.
Endiliga kom Nósi so út.
Gleðin var stór, og børnini byrj-
aðu beinanvegin at syngja til-
lukku bæði á føroyskum og ensk-
um, meðan tey dansaðu rundan
um hann. Sum tíðin gekk, komu
fleiri og fleiri barnagarðsbørn.
Hesi dugdu eisini sera væl at
syngja, og sungu tí føðingardags-
sangin umaftur. Tá liðugt var at
syngja, bjóðaði Nósi øllum børn-
unum góðgæti og sunkist. Hetta
fingu tey stóra gleði av, og settust
at eta úti í frálíka veðrinum.
Børnini vóru so mong í tali, at
starvsfólk í bankanum fleiri ferð-
ir máttu inn eftir meira góðgæti
og sunkist.
Í ár fyllir Nósi 12 ár, og í tí
sambandi bjóðar hann øllum
børnum í føðingardag hjá sær.
Sjálvt um Nósi bert var at síggja
týsdagin í Klaksvík, vitjar hann
eisini aðrar Føroya Banka-deildir
runt í landinum. Mánadagin var
hann millum annað og vitjaði á
Norð skála og í Vági, og miku-
dagin var hann m.a. at síggja
ymsastaðni runt í Havnini.
Øll børn kundu í síðstu viku
koma inn í Føroya Banka við
sparikistilinum, og seta pening á
nósakontoina. Aftur fyri fáa tey
eina spennandi gávu heim við .
– Hvørt ár, tá ið Nósi fyllir,
bjóða vit barnagarðsbørnum og
skúlabørnum í føðingardag. Tað
er altíð ein spennandi vika, tá
Nósi fyllir, og okkum dámar sera
væl at fáa vitjan av børnum, sig-
ur eitt av starvsfólkunum í
Føroya Banka í Klaksvík.
Millum øll børnini, ið vóru til
staðar, fingu vit okkum eitt prát
við 6 ára gamla Hans. Hans
gongur í barnagarðinum í Mylnu-
húsinum, og hann greiddi
okkum frá, at hann var sera
spentur at møta Nósa. Sjálvt um
hann helt, at Nósi ikki hoyrdi so
væl, eydnaðist tað honum kortini
at ynskja Nósa tillukku. Seinni
ætlar hann sær at seta allan pen-
ingin, ið hann hevur samlað, á
nósakontoina, og hann gleðir seg
at fáa eina gávu heim við.
– Eg haldi, at børnunum dámar
sera væl at vitja Nósa. Tey hava
glett seg nógv, og hava lært seg
at syngja føðingardagssangin.
Tað er stuttligt at síggja øll tey
spentu børnini, og ikki minst, tá
tey síggja tann sera væl dámda
Nósa, sigur eitt av starvsfólkun-
um í barnagarðinum, Mylnu-
húsið.
Føðingardagurin vardi í um-
leið ein tíma. Tá fóru øll børnini
spákandi aftur til barnagarðin,
bæði mett og væl sett.
Nósi hoyrir ikki so væl
Hetta sigur seks ára gamli Hans, sum gongur í Mylnuhúsinum í Klaksvík. Í góðveðrinum týsmorgunin vóru vit
saman við barnagarðsbørnunum í Klaksvík í føðingardegi hjá Nósa
Nósi var
vælumtóktur.
Børnini sluppu øll
framat at heilsa
uppá Nósa og ynskja
honum tillukku við
teimum 12 árunum
C
M
Y
K
29
28