leygardagur 21. september 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 21. september 2002
31
TB-NSÍ:
Jón skal lyfta TB
Nýggi venjarin sigur,
at fyrst og fremst skal
meira vilji í spælið,
men tað verður ikki
lætt móti NSÍ, sum
framvegis roynir at
spæla sín møguleika
UPPTAKT
Jákup Mørk
TB framdi í vikuni sítt
næsta venjaraskifti, tá Jón
og Óli Johannesen tóku við
ábyrgdini, eftir at Lynge
Nielsen helt seg hava stað-
fest, at hann ikki megnaði
at seta leikararnar nóg væl
upp til seinastu dystirnar.
Nýggjur venjari er Jón
Johannesen, og saman við
beiggjanum, Óla, skal hann
nú royna at lyfta TB av aft-
ur niðasta sessinum.
Men tað er eingin løtt
uppgáva, og hetta ásannaði
nýggir venjarin eisini alt
fyri eitt, tá vit hittu hann á
máli hóskvøldið.
- Tað, sum vit fyrst og
fremst hava lagt okkum eft-
ir, er at fáa spæligleðina
fram aftur í leikararnar. Tað
verður sjálvandi ikki lætt,
nú tað hevur gingið somik-
ið illa, men gleðin og viljin
skulu til, um vit skulu hava
nakran møguleika. Hinveg-
in veit eg væl, at tað verður
sera trupult móti NSÍ, sum
hevur sítt at stríðast fyri,
men tað kunnu vit so ikki
hugsa um. Vit skulu spæla
okkara
møguleika.
Og
hvussu dysturin sunnudag-
in so endar, so hava vit
helst enn ein sera týðandi
dyst annað vikuskifti á
Skála, so tað ræður um ikki
at missa mótið.
- Tað haldi eg heldur ikki,
at leikararnir hava gjørt
heilt. Sjálvandi hevur ringa
gongdin merkt liðið, men
eg haldi tað hevur gingið
rætta vegin undir venjing,
sigur Jón, sum framvegis
ætlar sær at vera partur av
liðnum.
Í mun til seinasta dyst
verður nakað av útskifting á
TB-liðnum, tí Sasha fekk
leikbann tað ferðina, og
hartil tykist greitt, at Milan
Cimburovic heldur ikki
verður tøkur. Hinvegin
verður Dan Mortensen aft-
ur á miðvøllinum, eins og
Nebosja Urtajl eisini verð-
ur við, so alt í alt man tann
kabalin ganga so nøkun-
lunda upp. So er spurning-
urin bert, hvussu Jón fer at
blanda kortini, og um hetta
so fer at rigga betri hjá und-
anmonnum hansara.
Jagstra gullið
Í Runavík ásanna tey, at
tapið fyri HB seinasta viku-
skifti helst var ein sera
dyggur smeitur í gullstríð-
num, men fyri tað tykjast
teir ikki hava ætlanir um at
seta ferðina niður.
- Tað ringasta, sum kann
henda fyri okkum, vildi
verið, um HB gerst meistari
við 38 stigum, og vit bert
hava 37. Vit kunnu røkka
39 stigum, og gera vit tað,
so hava vit í øllum førum
gjørt okkara, og so mugu
vit síggja, hvussu langt tað
røkkur.
Soleiðis sigur ein av leik-
arunum hjá NSÍ, Helgi L.
Petersen.
Sjálvur verður Helgi tó
ikki við sunnudagin. Hann
hevur leikbann eftir enn eitt
gult kort, men hann ætlar
sær so avgjørt at vera til
staðar á Sevnmýru kortini.
Umframt Helga, er iva-
samt, hvørt Ulrik Balling
fer at vera tøkur. Lærkrikin,
sum helt honum uttanfyri
móti HB, argar framvegis,
men hann hevur runnið
nakað hesa vikuna, so vón-
irnar eru ikki heilt ongar
fyri, at hann kortini fer at
spæla.
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
22.09
EB/S-B36
Oddmar Andreasen
22.09
TB-NSÍ
Petur Skarðenni
22.09
B68-VB
Birgir Sondum
22.09
KÍ-GÍ
Páll Augustinussen
22.09
HB-Skála
Jens Petur Brattalíð
2. deild menn
21.09
LÍF-B71
Tummas Pauli Olsen
21.09
NSÍ-B36
Hans Falkvard Hansen
21.09
FSV-Sumba
Jón Kári Frederiksen
21.09
HB-ÍF
Rúni Gaardbo
21.09
VB-KÍ
Georg Rasmussen
3. deild menn
22.09
AB-B36
Kristoffur Vidtfeldt
22.09
TB-FSV
Poul Erik Jacobsen
22.09
B68-ÍF
Jákup Martin Kjeld
22.09
B71-GÍ
Eigil Olsen
22.09
HB-Royn
Dia Lamhauge
1. deild kvinnur
22.09
KÍ-B68
Palli Gergersen
22.09
B36-HB
Hans Eivind Olsen
22.09
Skála-GÍ
Jan E. Glyvradal
KÍ-GÍ:
KÍ livir í FM vónini
Og í GÍ rokna teir
framvegis við møgu-
leikanum, at tað skal
eydnast teimum at
sleppa upp í part í
Intertoto
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Við 3–3 javnleikinum í
Gundadali ímóti B36 og
HB sigrinum í Runavík
minkaði FM vónin hjá KÍ
rættuliga nógv. Men klaks-
víkingar ætla sær at vera
klárar, um tað óhugsandi
skuldi komið fyri, og HB
tapti ímóti Skála, EB/-
Streymi ella TB.
Fyrsta treytin hjá KÍ er, at
teir vinna allar sínar dystir.
Tann fyrsti verður ímóti GÍ,
og klaksvíkingar hava vant
nógv í vikuni.
Hóskvøldið vóru allir átj-
an á vøllinum, sum hoyra
til besta liðið. Rúni Elttør
hevur verið sjúkur fyrra
partin av vikuni. Hóskvøld-
ið var fyrsta ferðin, at hann
aftur var til venjingar.
Spurningurin
er
so,
hvussu Kurt Mørkøre velur
at blanda kortini. Sunnu-
dagin í Gundadali var eyð-
sýnt, at tað eru einir tríggir
ella fýra á beinkinum, sum
væl eru førir fyri at vera við
til at manna besta liðið.
Men tað er bara møguleiki
at hava ellivu á vøllinum í
senn.
Kurt Mørkøre og Bjarte
Vettelstad vóru ikki á besta
liðnum ímóti B36. Tí hava
teir møguleika at spæla við
næstbesta liðnum í dag.
Men so verða teir sjálvandi
ikki tøkir í morgin.
Málverjin venur aftur
Hjá GÍ eru allir spælararnir
tøkir. Millum hesar er
Bárður á Lakjuni, sum fyrr
í summar spældi á KÍ lið-
num hvørja ferð. Nú skal
Bárður royna seg ímóti
fyrrverandi liðfeløgunum.
Síðsta sunnudag vardi
Mortan Joensen GÍ málið
ímóti B68. Hallur Hansen
hevur gingið við koyktum
fóti, men Hallur hevur ver-
ið til venjingar aftur í hesi
vikuni.
– Vit hava ikki mist vón-
ini at sleppa upp í part í
Intertoto Cup. Tað verður
torført í Klaksvík, og vit
mugu undir øllum umstøð-
um hava stig við til hús,
heldur Magni Jarnskor,
sum longu í 1984 var fyrstu
ferð á besta liðnum hjá GÍ.
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j
- t
mál
mál
munur
stig
1
HB
15
10 - 2 - 3
42
17
25
32
2
KÍ
15
9 - 3 - 3
37
19
18
30
3
NSÍ
15
9 - 3 - 3
29
15
14
30
4
GÍ
15
9 - 1 - 5
28
22
6
28
5
B36
15
8 - 3 - 4
46
24
22
27
6
B68
15
5 - 5 - 5
20
24
-4
20
7
VB
15
5 - 4 - 6
16
13
3
19
8
EB/Streymur
15
3 - 2 -10
17
37
-20
11
9
Skála
15
1 - 4 -10
12
34
-22
7
10
TB
15
1 - 3 -11
14
56
-42
6
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j
- t
mál
mál
munur
stig
1
FS V
16
12 - 3 - 1
48
9
39
39
2
B36
16
6 - 5 - 5
26
28
-2
23
3
B71
16
6 - 4 - 6
26
18
8
22
4
KÍ
16
6 - 4 - 6
25
24
1
22
5
LÍF
16
6 - 3 - 7
28
25
3
21
6
ÍF
16
6 - 3 - 7
35
34
1
21
7
Sumba
16
6 - 3 - 7
22
32
-10
21
8
NSÍ
16
6 - 1 - 9
15
32
-17
19
9
VB
16
6 - 1 - 9
20
42
-22
19
10
HB
16
5 - 3 - 8
29
30
-1
18
Støðan, 1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j
- t
mál
mál
munur
stig
1
KÍ
9
9 - 0 - 0
42
7
35
30
2
B36
9
6 - 0 - 3
25
16
9
20
3
B68
9
6 - 0 - 3
17
14
3
19
4
HB
9
2 - 2 - 5
15
17
-2
8
5
GÍ
9
2 - 1 - 6
7
27
-20
7
6
Skála
9
0 - 1 - 8
12
37
-25
1
Tað er fyrst og fremst
spæligleðin og stríðs-
viljin sum nýggi venj-
arin sigur seg vilja
hava fram hjá leikar-
um sínum. Hvørt tað
fer at eydnast móti
NSÍ, er so ein spurn-
ingur, sum ikki verð-
ur svaraður fyrr enn
sunnudagin
Ein av spurningunum hjá KÍ er, hvørt Hjalgrím Elttør aftur
hesa ferð verður settur sum álopsleikari, ella um rúm skal
gerast fyri Bjarte Vattelstad ell aKurt Mørkøre
31
Nr. 181 • leygardagur • 21. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Í HB er tað nú bert
meistaraskapurin,
sum kikarin er settur
á, og tað verður í
øllum førum trupult
hjá Skála at broyta
nakað hesum viðvíkj-
andi
UPPTAKT
Jákup Mørk
Eftir sigurin í Runavík er
ynskið hjá viðhaldsfólkun-
um hjá HB vorðið til nakað
væl meira enn bara eina
vón. Høvdu ensku boo-
kmak’arnir eisini verið í
Føroyum, var alt spæl á ein
meistara helst steðgað nú,
og tey flestu eru eisini av
teirri fatan, at HB longu
hevur ognað sær heiðurs-
merkini.
Enn eru tó níggju stig eft-
ir at spæla um hjá liðnum,
og so leingi sum teoretiski
møguleikin fyri spenningi
er til staðar, er ikki alt av-
gjørt.
Ein dyst ísenn
Alt hetta eru teir í HB-
hópinum eisini fult greiðir
um. Sum skilst, so hava
venjararnir báðir hesa vik-
una lagt stóran dent á týdn-
ingin, sum tað nú hevur, av
at taka ein dyst í senn. At
trý stig sunnudagin eru
fyrsta fortreytin fyri einum
møguligum meistaraheitið.
Og tí eru kanska heldur
ikki so stór sannlíkindini
fyri, at havnarmenninir fara
at taka ov lætt upp á upp-
gerðina móti Skála.
Men tað er tó einki at iv-
ast í, at lagið er gott í hópi-
num, og at roknað verður
við einum sigri. Í mun til
dystin móti NSÍ má HB
hesa ferð verað Nicu Dog-
aru fyriuttan. Hann fekk
fimtagula kortið í ár móti
NSÍ,
og
verður
tískil
noyddur at sita uttanfyri.
Hallur Danielsen er upp-
lagdur avloysari til plássið
á miðvøllinum, men venj-
arin hevur so eisini onnur
kort at spæla við.
Einasta ivamálið hjá HB
undan dystinum tykist vera
Nocko Jokovic, sum aftur
hevur fingið nakað av pínu
í ryggin. Spurningurin er
so, um hetta er nóg mikið
til at halda vandamikla
álopsmanninum uttanfyri,
nú gullmerkini eru somikið
nær.
Verja stigið
Skála slapp sær við sigri-
num seinasta vikuskiftið av
niðasta sessinum, og málið
hjá teimum er sjálvsagt at
halda seg omanfyri TB trý
tey seinastu umførini.
Nýggi venjarin, Hans
Jákup Davidsen, hevur
framvegis 100% úrtøku við
liðnum, men í Skála eru teir
tó greiðir um, at hetta í øll-
um førum verður trupult at
halda fast um sunnudagin.
Boðini eru, at størstur dent-
urin verður lagdur á verju-
partin, og so verður bara
dúvað upp á kontrabóltar.
At Skála so eisini kann
hjálpa kommunufeløgun-
um úr Runavík, um teir
taka stig frá HB, man neyv-
an gera tað verri, men fyrst
og fremst skala Skála tó
hjálpa sær sjálvum.
Sagt verður annars, at
Skála hevur mest sum alt
fólkið tókt. Dánjal Hansen
hevur verið skaddur í fót-
liðinum í longri tíð, og
hann verður neyvan tøkur.
Vandi var eisini fyri, at
Pauli Poulsen ikki fór at
vera við, eftir at hann breyt
tvær tenn í dystinum móti
EB/Streymi, men hann hev-
ur verið hjá tannlækna
nakrar ferðir, og hevur eis-
ini vant í vikuni. Esiini er
málverjin, Eugen Voda,
sum hevði leikbann seinast,
við aftur í hópinum, sum
soleiðis er á leið so sterkur,
sum tað ber til, og tað verð-
ur eisini neyðugt, um stig
skulu fáast burturúr móti
liðnum, sum eftir øllum at
døma er hitt sterkasta í ár.
HB-Skála:
Tríggjar ferðir trý stig eftir
HB tók eitt risa-fet móti FM
fyri viku síðani, men enn eru
níggju stig eftir at spæla um,
og tey fyrstu trý av hesum
eru á skránni sunnudagin
Tað koppar hvørgan vegin,
tá hagtølini fyri dystin á
Toftum millum B68 og VB
skulu samanberast. Sein-
astu 10 árini hava liðini
vunnið fýra dystir hvør,
eins og talið av málum hava
verið 13 til hvørt liðið.
Í aðrar mátar sæst, at NSÍ
hevur havt gott tak í TB,
eins og KÍ hevur havt eitt
hampuligt tak á GÍ, har
uppgerðirnar mangan eru
málríkar. B36 hevur bert
tvær ferðir verið á Eiði, og
enn hava teir so ikki tapt.
Talvan sýnir, hvussu tað
hevur tørnað út, tá mót-
støðuliðini
sunnudagin
hava hitst í tilsvarandi dyst-
unum seinastu tíggju kapp-
ingarárini.
Púra javnt á Toftum
Á seinasta styrkis-
listanum hjá FIFA
eru Føroyar farnar
fýra pláss fram, men
talan er framvegis
um afturgongd í
mun til støðuna við
ársbyrjan
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Altjóða fótbóltssamgong-
an, FIFA, hevur nú kunn-
gjørt styrkislistan fyri
september, og fyri føroy-
ingar er hugaligt at stað-
festa, at okkara landslið
eftir góðu avrikini ímóti
Liktenstein og Skotlandi
hevur tikið seg fýra stig
fram, soleiðis at vit nú
eru á 119. plássi. Hetta er
tó framvegis tvey pláss
verri enn við ársbyrjan.
Hetta seinasta skal tó
eisini síggjast í ljósinum
av, at FIFA í summar
broytti útrokingarháttin
nakað, soleiðis at søgulig
úrslit ikki telja eins nógv,
sum tey áður gjørdu, og tí
telja sigrarnir hjá okkum
á eitt nú Malta fyri nøkr-
um árum síðani ikki eins
nógv, sum teir gjørdu við
ársbyrjan. Eitt av londun-
um, sum serliga hevur
merkt broytingina er Nor-
eg, sum nú er á einum 38.
plássi, eftir at teir við árs-
byrjan vóru nummar 25.
Niðanfyri prenta vit,
hvussu tindurin á lista-
num sær út, eins og yvir-
litið sýnir støðuna hjá
norðanlondum og teim-
um londum, sum Føroyar
eru í bólki við í inniver-
andi EM-undankapping.
Tølini í klombrum sýna,
hvørja støðu liðini høvdu
fyri einum mánaði síðani.
1 (1)
Brasil
2 (4)
Frakland
3 (3)
Spania
4 (5)
Týskland
5 (2)
Argentina
6 (6)
Mexico
7 (11)
Turkaland
8 (9)
USA
9 (7)
Ongland
10 (9)
Italia
13 (12)
Danmark
22 (20)
Svøríki
38 (35)
Noreg
44 (40)
Finnland
54 (54)
Ísland
63 (60)
Skotland
101 (98)
Litava
119 (123)
Føroyar
Gongur framá
C
M
Y
K
30