leygardagur 21. september 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 181 - 21. september 2002
FCK meiri enn hálvkiksaði
Tað endaði málleyst
ímóti svenska Djur-
gården, og harvið
verður tað torført hjá
FCK at spæla seg til
næsta umfarið í UEFA
Cup
EUROPA CUP
Jóannes Hansen
Tað royndist ikki so væl hjá
FCK í UEFA Cup hós-
kvøldið, sum teir høvdu
vónað og kanska eisini
roknað við. Dysturin ímóti
svenska høvuðsstaðarfelag-
num, Djurgården, endaði
málleysur.
Harvið
skal
FCK skora mál um fjúrtan
dagar, tá tað fer at verða
spælt á Råsunda.
FCK hevði tríggjar ikki
so lítlar møguleikar hós-
kvøldið. Nógv tann besta
átti Zuma, tá hann úr fýra
metrum royndi at fá retur-
bóltin í opna málið, eftir at
miðvallarin Thomas Røll
hevði sent í tvørtræið. Mál-
verjin lá flatur, men á ein
ella annan hátt evnaði
Zuma at senda omanfyri
málið.
Zuma hevði í 2. hálvleiki
ein stútara, sum eftir inn-
legg úr vinstru skuldi havt
endað í málinum. Men
bólturin støkk í jørðina og
so uppum. Og so hevði
Todi Jónsson, sum var við
frá fyrsta bríksli og spældi
ein stóran tíma, tveir møgu-
leikar. Seint í 1. hálvleiki
var hann akkurát ov aftar-
laga, tá innlegg úr vinstru
kom tætt framvið stólpa-
num, og í 2. hálvleiki hevði
hann eitt rimmar langskot
úr fimtan metrum, men
svenski málverjin bjargaði.
Svenski FCK venjarin,
Hans Backe, segði seg vera
væl nøgdan við 0–0, og
hann roknaði tað framvegis
at vera rættuliga sannlíkt, at
FCK um fjúrtan dagar fóru
at verða samantaldi vinnar-
in. Serliga fegnaðist venjar-
in um, at tað enn eina ferð
eydnaðist at halda tætt í
verjuni.
18.152 áskoðarar hugdu
at í Parkini. Ein partur av
teimum vóru sviar. Tað
spældi bara væl av, men
sekstan áskoðarar endaðu í
brummuni.
Spældu væl
Svensku gestirnir vóru ikki
komnir til Keypmanna-
havnar at standa fyri undir-
haldinum. Men teir tóktust
kortini væl upplagdir. Teir
vóru sera stinnir í snarálop-
unum, og FCK menninir
vóru hepnir, tá 20 ára gamli
Kim Källström úr stórari
fjarstøðu sendi bóltin í
tvørtræið og so útaftur.
Umframt FCK vóru trý
onnur donsk lið hóskvøldið
við í Europa Cup kapping-
unum. FCM vann 1–0 á
heimavølli ímóti Varteks úr
Kroatia. OB tapti 2–0 á úti-
vølli ímóti Celta Vigo úr
Spania. Og so var tað mett
at vera ein meiri enn hálv
skandala, at Brøndby tapti
4–1 á útivølli ímóti Levski
Sofia. Teir vóru rættuliga
ørkimlaðir, og í síðstu løtu
fekk
landsliðsáleyparin,
Peter Madsen, reyða kortið
fyri at stúta ein av mót-
støðumonnunum.
Sibusiso Zuma hevði størsta
møguleikan í dystinum, tá
hann bert hevði ein liggjandi
málverja fyri sær, men
onkursvegna fekk hann sent
bóltin upp um málið
Bæði hjá EB/Streymi
og hjá B36 tykist fót-
bóltshýrurin vera
niðurgangandi, men
tað ælta bæði tó at
broyta um vikuskiftið
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at
leikararnir hjá EB/Streymi
onkuntíð hava verið meira
eldhugaðir, enn teir eru í
løtuni. Seinastu vikurnar
hevur verið mest sum
greitt, at liðið fer at enda
sum nummar átta á stiga-
talvuni, og tó at hetta enn
kann broytast skeiva vegin,
so verður tað ikki mett ser-
liga sannlíkt.
Tá so er, so fellur áhugin
og intensiteturin í venjing-
unum oftani, og hetta hevur
so eisini speglast aftur í av-
rikunum. Nú eru bara trígg-
ir dystir eftir, og tað tykist,
sum teir hjá EB/Streymi nú
hava sett sær fyri, at teir í
hvussu so er vilja enda árið
ordiligani. Í øllum førum
eru boðini undan viku-
skiftinum, at sjálvt um B36
er ein stórur biti, so ætla
heimamenninir so avgjørt
at fáa nakað burturúr dysti-
num.
Til dystin hevur EB/-
Streymur so at siga allar
mans tøkar. Undantakið er
Christian Carlsson, sum
bert fekk 10 minuttir á
vøllinum á Skála, áðrenn
reyða kortið varð havt á
lofti, og so er spurningurin,
hvønn Trúgvi Mortensen
setir á vøllin fyri hann. Ein
møguleiki er Knút Vestur-
tún, sum júst er heimaftur-
komin, men møguliga er
ein vika við venjing ikki
nóg mikið hjá annars so
dygga verjuleikaranum.
Luftin farin
Hjá B36 tykist tað eina-
mest, sum um luftin er farin
úr leikarunum, eftir at teir
fyri viku síðani settu stig til
móti KÍ, tó at teir at enda
skuldu vera fegnir um at
fáa nakað sum helst.
At teir soleiðis mistu eitt
stórt fet í stríðnum um
heiðursmerkjuni
hevur
merkt venjingina hesa vik-
una, og spurningurin er so,
hvørt leikararnir megna at
toga seg sjálvar nóg væl
uppaftur, nú enn ein upp-
gáva stendur fyri framman.
Til dystin hesaferð eru so
at siga allir mans tøkir. Ein-
asta undantakið er helst Iul-
ian Florescu, sum noyddist
út við skaða móti KÍ, og so
er spurningurin helst, hvørt
tað verða Niels Joensen ella
Kenneth Jacobsen, sum
koma inn ístaðin. Í aðrar
mátar tykjast allir mans at
vera tøkir.
EB/Streymur-B36:
Fótbóltslagið skal upp
Ronnie Samuelsen og
liðfelagarnir í EB/Streymi
skulu sunnudagin royna at
fáa fótbóltslagið nakað upp,
tá B36 kemur á vitjan á
Mølini
Bæði hjá toftamonn-
um og vágbingum
snýr tað seg nú bara
um at koma sum
frægast burturúr
kappingarárinum,
sum teir ongum
kunnu røkka í
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Tá B68 sunnudagin fer á
heimavøllin á Svangaskarði
verður tað við nýggjum
ábyrgdarmonnum. Kjartan
Nesá og Ingolf Petersen
hava nú venjingina um
hendi, og teirra fyrsti lutur
verður at seta spælararnar
upp, so teir kunnu fáa meiri
burturúr, enn teir hava fing-
ið í teimum seks umførun-
um, sum eru spæld av
seinna partinum av lands-
kappingini í ár.
Frá og við 10. og til og
við 15. umfarinum hevur
B68 fingið tvey stig, teir
hava skorað fimm mál, og
trettan mál eru farin ígjøgn-
um.
– Sjálvandi hevur tað ikki
verið hugaligt. Serliga ikki
tá havt verður í huga,
hvussu tað gekst í fyrru
helvt av kappingini, tá vit
vóru millum tey fremstu.
Tað staðfestir B68 liðfor-
maðurin, Hans Fróði Han-
sen, sum er við aftur, eftir
at hann var leikbannaður í
Gøtu:
– Lagið hevur verið gott
undir venjingunum í vik-
uni. Vit vóna inniliga, at vit
fara at megna at venda
gongdini. Tað hevði verið
sera hugaligt hjá okkum
øllum.
Hjá B68 eru allir spælar-
arnir tøkir uttan Jan Peter-
sen,
sum
hevur
verið
skaddur í fleiri vikur, og
sum framvegis ikki er kom-
in so mikið fyri seg, at hann
kann spæla.
Eitt sindur frægari
Í Vági eru teir – sum so
nógva aðra staðni – farnir
at troyttast av fótbóltsári-
num. Teir hava síðani eina
ferð í august vant tríggjar
ferðir um vikuna. Undan
summarsteðginum vandu
teir fýra ferðir um vikuna.
Allir spælararnir hjá VB
eru tøkir, nú teir fara á
Svangaskarð. Hjá VB hevur
tað ikki vignast serliga væl
seinnapartin av kappingar-
árinum, men tað hevur hiln-
ast betri enn hjá B68. Síð-
ani í 10. umfarinum hevur
VB fingið sjey stig.
Hagtølini siga, at tað ofta
roynist væl hjá VB á Toft-
um, har teir ikki hava tapt
síðani í 1998. Í landskapp-
ingardystinum í Vági fyrr í
summar vann B68 2–1.
Tað hevur roynst væl hjá VB
á Toftum. Eitt nú í fjør, tá
teir vunnu 4-1
B68-VB:
B68 skal finna sjálvsálitið
C
M
Y
K
32
Nr. 181 - 21. september 2002
33
Gráur posi frá IRF
Hesa vikuna hevur hvørt húski í limakommunun-
um fingið eina rullu við 26 gráum posum frá IRF.
Gráu posarnir eru ætlaðir til dagliga ruskið, sum
skal brennast.
Ein gráur posi verður heintaður frá hvørjum húski
um vikuna.
Húski við seks fólkum ella fleiri og húski við ser-
ligum tørvi hava rætt til tveir posar. Kommunu-
stýrið boðar IRF frá hesum.
Posarnir eru fyri tíðarskeiðið frá og við viku 39 í
2002 til og við viku 12 í 2003.
Eykaposar vera at fáa til keyps í handlunum um
stutta tíð.
Víst verður annars til IRF-kalendaran 2002 og
heimasíðuna www.irf.fo
Fimleikafelagið Støkk
Mánadagin 23.september 2002 byrjar fimleikurin hjá Støkk endiliga aftur!
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Luttøkugjald fyri hvørja vetrarhálvu:
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Foreldur og børn kr. 200,00
Børn 5 ár – 2. flokk kr. 150,00
3.-7. flokk kr. 175,00
8.-10. flokk kr. 200,00
Vaksin kr. 250,00
Úrvalslið kr. 50,00
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Leygardag
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
3. fl. Gentur
Smágentur stórk.
2. fl. Gentur
4. fl. Gentur
3.-5. fl. Dreingir
Kristina og Beinta
Lív
Jenny og Karla Maria
Jónvá og Ann Mari
Áki og Gudmunur
kl. 15.30-17.00
kl. 15.30-17.00
kl. 15.30-16.30
kl. 15.30-17.00
kl. 13.30-15.00
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Gentur stórk.
1. fl. gentur
Børn 5-6 ár
Pinkur stórk.
Foreldur og børn
Rannvá
Eyðbritt og Ingun
Osla og Kirstin
Lis
Mariann
kl. 17.00-18.30
kl. 17.00-18.00
kl. 15.30-18.00
kl. 17.00-18.30
kl. 15.00-16.30
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
7. fl. Gentur
6.-8. fl. Dreingir
1.-2. fl. Dreingir
6. fl. Gentur
Sigrun og Selma
Heri
Svend
Sarita og Rósa
kl. 18.30-20.00
kl. 18.00-19.30
kl. 18.00-19.00
kl. 18.30-20.00
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Motiónskvinnur
5. fl. Gentur
Kvinnur
Jóhanna
Helga Súsanna
Eva
kl. 19.30-20.30
kl. 19.00-20.30
kl. 20.00-21.30
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Ungar kv. 17-25 ár
8.-10. fl. Gentur
Dagbjørt
Maria og Linda
kl. 20.30-22.00
kl. 20.30-22.00
Reiðskap og Styrki venja í Eysturoyar Heilsølu hósdag kl. 20.00-21.30.Venjarar eru Ludvík og Johannes.
Úrvalsliðini í reiðskapi venja í Eysturoyar Heilsølu. Fimleikararnir fáa nærri boð frá venjarunum.
Stórkappingarliðini venja í ítróttarhøllini í Runavík hósdag:
Smágentur
kl. 15.00-16.00
Gentur
kl. 16.00-17.30
Kvinnur
kl. 17.30-19.00
Høllin í Glyvra skúla
GSM telefonir
Tráðleysar
Til skip og bátar
Nokia - Siemens - Motorola
Ericsson - Panasonic
Siemens Dect.
Kunnu ikki avlurtast
NMT 450 - VHF telefonir v.m.
SØLA & TÆNASTA
um matrikulering í Vestmanna
Eftir § 38 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. des. 1962 um
matrikulering og sundurbýti v.m. verður farið
undir eigindómsávísing fram við fjøruni niðan
undir vegin frá Stígnum inn til Fossá.
Orsøkin til hesa eigindómsávísing er, at munalig
avvik í fleiri førum eru millum matrikul,tingbók og
tey veruligu eigindómsviðurskiftini í økinum, og
verða tí allir eigarar og onnur, ið varða av ognum í
økinum, boðaðir at møta.
Eigindómsávísingin byrjar týsdagin 8.oktober kl.9.
Byrjað verður við uttasta neystið í grótbrotinum.
Arbeiðið verður gjørt samsvarandi § 3-11 í matrik-
uleringslógini.
Tá rættingarnar eru gjørdar, verða tær sendar
Landsstýrinum, ið við almennari stevning leggur
sak við Føroya rætt mót øllum og einum, ið hava
mótmæli móti rættingunum, og at tær verða gjør-
dar í matriklinum og tingbókini.
Rættarmálið verður havt í rætti allar vanligar ting-
dagar,frá tí degi stevningin fyrstu ferð er lýst,og til
stevnufreistin er farin.
Bygdarráðið skal velja tveir mans at hjálp Matrikul-
stovuni við at greiða eigindómsviðurskiftini.
Matrikulstovan
tann 20. september 2002
Øssur A. Midjord
matrikulstjóri
KUNNGERÐ
Gravsteinar,
kantsteinar og blómubeð
Nú eisini úr Føroyskum gróti
Hugskotskapping
Við hesum verður útskrivað hugskotskapping um
felagsnavn til barnaansingarstovnin á Svanga-
skarði, umframt nøvn til Spælistovuna, Útibarna-
garðin og Frítíðarskúlan.
1. virðisløn er 3.000,00 kr.
2. virðisløn er 2.000,00 kr.
3. virðisløn er 1.000,00 kr.
Nærri upplýsingar fáast frá Nes kommunu á tlf.
447586.
Nes kommuna skilir sær rætt til, frítt at velja millum
tey innkomnu hugskotini, ella einki at taka.
Seinasta freist fyri at senda hugskotini inn, er
fríggjadagin hin 18. okt. 2002 kl. 16.00.
Nes kommuna
Sethús í Runavík
Sethús við Gerðisvegin í Runavík til sølu um nóg
høgt boð fæst.
Tlf. 220772
www.sosialurin.fo
33